Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stubbar uttaneftir Franco nýggja skurðviðgerð Spanski statsleiðarin, general Francisci Franco, fekk friggjadagin triðju skurðvið- gerðina í 14 dagar. Seint fríggjakveldið varð sagt frá, at Franco kláraði viðgerðina. Bretska figgjar- stødan batnar Stórleypandi inflatiónin í Bretlandi, hin stersta millum idnadarlond í vesturheimin- um, er á veg niðureftir fyri fyrstu ferð í eitt hálvt ár, siga tel, sum vórðu almannakunn- gjørd friggjadagin. Arliga inflatiónin, sum sæst i månadaruppgjørda nytslupristalinum, var i teir 12 mánaðarnar fram til oktobur 25,9% samanborið við 26,6% og rekordtalið 26,9% í august, verður sagt. Bretska diskontoin varð friggjadagin sett niður úr 12,0% í 11,75%. Noreg vidkar um fiskimarksverjuna Noreg fer at vidka um fiski- marksverju sína við fleiri 100% hesi komandi árini fyri at verja seg fyri, at útlendskir trolarar fara inn um komandi 200 míla markið, siga stór- tingslimir úr fleiri flokkum við Ritzau Bureau. Væntandi fer næsta Stór- tingsseta at játta neyðugu pengarnar til at útvega skip og flogfør, siga teir norsku politikkararnir. Kina ákærir USA og Sovjett Kina ákærdi fríggjadagin USA og Sovjett fyri stødu teirra til triðja heimin, og legði dent á, at stríðið teirra millum einaferð fer at fora til kriggj. Varalandbúnaðarmálaráð- harrin í Kina Yan Li-Kung segði á fundi hjá FAO, bún- aðarfelagsskapi ST, í Rom, at hesi bæði londini bert vilja missnýta menningarlondini. Atomreaktorar Tað ljóðar, at Egyptaland hevur ætlanir um at byggja 10 atomreaktorar tey næstu 20 árini. Kolera Tvey bern og eitt vaksið fólk eru deyð av kolera teir sein- astu dagarnar, og meiri enn 100 fólk eru send til kann- ingar fyri kolerasmittuni í býnum Coimbra har norðuri í Portugal. Tað verður hildið, at sjúkan stavar frå smitt- aðum skeljadýrum. Telefon Sakharovs stongd Kona atomfysikaran og sam- felagskritikaran, Andrej Sak- harov, fer einans til Oslo at taka ímóti Nobelvirðislenini hjá manni sínum, um hann sjálvur ynskir tað. Men telefonsambandið frá útlandinum til mann hennara í Moskva er kvett av loyni- løgregluni í Sovjett, sigur Jelena Sakharov. Schmidt og Brandt fingu sama atkvødutal Javnaðarflokkurin, vestur- týski stjórnarflokkurin, tók undir við leiðarum sínum á flokksfundi i Mannheim. Willy Brandt og kanslarin Helmut Schmidt vórðu báðir afturvaldir i leidsluna vid stórum atkvødutali. Bædi Brandt og Schmidt fingu til åvikavist formans- valið og næstformansvalið 407 atkveður av 436 møgu- ligum. Tað var serliga ein sigur fyri Schmidt, sum til seinasta val fekk einans 286 atkvødur. Tveir av teimum mest kendu politikkarunum á vinstraveinginum í flokkinum vóru longu við fyrsta val- umfar valdir inn í adalleidsl- una, ið telur 32 manns. Kissinger stevndur fyri vanvirðing av kongressini Ein amerikansk kongress- nevnd avgjerdi fríggjadagin at stevna uttanrikisrådharr- anum Henry Kissinger fyri vanvirding fyri kongressini, at ti at uttanrikisrådharrin hevur noktað at lata frå sær loynilig skjól til kongressina. Skjølini eru um njósnaravirk- semi hjá USA í útlondum. Kanningarnevndin hjá Umboðsmannatinginum av- gjørdi at fara undir hesa ætlan, av tí at teir fingu at vita frá kongressliminum Robert McClory, at Gerald Ford forseti sjálvur hevur avgjørt ikki at lata skjølini. Ísrael gevur ST oljubý ST fekk fríggjadagin hin lítla oljubýin Ras Sudar í vestur- strondini á Sinaihálvoynni, áðrenn hann verður givin Egyptalandi sum ein fylgja av tí fyribils friðaravtaluni, sum er gjørd millum londini bæði, Ísrael og Egyptaland. Býurin er tann fyrsti av teimum, sum Ísrael hevur hertikið frá Egyptalandi í Oktoburstríðnum í 1967, sum Ísrael fer úr. Oljuverkini vórðu longu 10. oktobur latin amerikanskum teknikarum. sosialurin Nr. 81 — 19. november 1975 Pól hin fitti og góði Heimamissiónsforlagið = hevur givið út 4 bøkur til smærri børn. Bekurnar eru umsettar úr ensk- um. Tað eru teir triggir Monrad Holm, Heri Tróndheim og Ásmund Bertelsen, sum hava umsett. Bekurnar eita: Pól spælir, Pól og vinir hansara, -Pól og skúli hansara, Pól og húsfólk hansara. Bekurnar hava verið nevndar í flestu blødunum, sum, uttan at siga nakað um bekurnar, hava mælt tær at vera góðar bekur hjá børnum at lesa. Og satt at siga er tad ikki heilt vanligt, at ummæla nakað, uttan at tú rósar ti til skýggja. Her skal høvid verða nýtt til annað. Bekurnar eru vakrar í prenti, og myndirnar skilligar fyri bernum. Perman er stív, so í vavi er hetta ein væleydnað bók. Hitt sama kann ikki sigast um innihaldið. Tað, ein bítir merki í, er, at Pól er ein fittur drongur, úr einum góðum, »penum« heimi, og at alt yvirvald er rættvist. Alt er so gott og fitt. Tað er missiónsk útgáva, og tí endar hver segan við eini áminning um guð og Jesus og lýdni okkara mótin honum. Søgurnar eru sostatt dømi, sum skulu lýsa fyri børnunum, hvat ið krevst av teimum. Hetta skal ikki verða nortið við. Men tað eru hesi »penu« fólkini. Bokurnar eru skrivaðar í Onglandi, har tað umframt »pen« fólk eisini »ljot« fólk eru, sum liva eitt »misshåft« liv. Og tað hava vit her í Feroyum eisini. Tað er tí skeivt at geva bernum eina fatan av, at alt gott er so »pent« og fitt. 1. Skúlaleiðarin hevur fingið at vita, at Pól og ein annar drongur hava gjert einum goml- um manni ónáðir. Lærarin ætlar at revsa teir við at sláa teir. Her var hevi til at taka spurningin um bern eru sum ómælandi dýr, og kunnu revsast til at verða betri. Men tað ger bókin ikki. Hon fer bara frá hesum, uttan at lesarin varnast nakað galið í tí. 2. Triggir dreingir, sum eru næstan lika »penir« sum Pól, spæla við hann. Nú koma tríggir aðrir, og sum myndirnar siga frå, so eru hesir „ljótir dreingir. Tað eru skarnsungarnir úr enskum fátækrabýlingum. Og hesir vilja teimum »penu« ilt, og teir fara at arga Pólhin fitta, tí at hann trýr upp á Gud. Er hetta kanska ein »pen« sega at siga bernum? Her vóru tvey demi, sum ikki gera bøkurnar betri, men sum geva børnum eina skeiva fatan av veruleikanum. Og tað veit hver og ein, at børn fanga alt, og læra skjótari enn vaksin. Ti skal ein vanda sær, tá ið søgur verða lisnar fyri børnum. HO Summartrolingin misfatað ? Í blað sínum »tidindi« frá fiskirannsóknarstovuni verður greitt frá trolingini á landleið- ini Tá ið Fiskirannsóknarstovan mælti til, at bátar sloppu at veiða við troli undir Feroyum, var tað ikki hetta úrslitið, teir vildu hava. Teir mæltu til, at eitt åvist tal av bátum — einir 6—8 bátar — sluppu at veiða eina ávísa tíð av árinum. Urslitid í år var, at 54 bátar hava verið við troli og hava fingið um 5.000 tons. Og av hesum er mesti parturin rundur fiskur. Troyta nakrar stovnar Ætlanin hjá Fiskirannsóknar- stovuni var, at bátarnir skuldu trola eftir serstøkum fiski, so sum tungu, reyðsproku og hav- tasku fyri at troyta hesar stovnar. Men sum trolingin á landleiðini nú er, so er tað ein troling eftir toski. Í hesum viðfangi tekur blaðið hjá Fiskirannsóknarstovuni fram úrslitið hjá Leithamar úr Vest- manna, sum fekk hópin av toskaskræðu uttan fyri fiski- markið í summartíðini við troli. Hvat er ætlanin „Hvat vilja menn við henni (trolingini á landleiðini)? Verður hon loyvd ella vidkad fyri at hjálpa einum tali av dekksbátum í summartíðini? Er tað fyri at útvega flakavirkjunum ráveru um summarið? Er tað fyri at troyta stovnar, sum annars bert fara til útlendskar trolarar?< Soleiðis verður tikið til, og Fiskirannsóknarstovan mælir til at allur spurningurin um troling- ina á landleiðini verður tikin til umhugsunnar av nýggjum. H.O.