Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 19. november 1975 sosialurin Síða 5 Birgir Sigurðson PETUR OG RÚNA Girndin úrlatin á pallinum Sjónleikur í trimum pørtum við 8 leikarum: Elin, Poul, Albert, Olivur, Margreta, Jóhanna Maria, Erling og Mortan. Eyðun hevur sett upp, og Oskar hevur umsett. Sjónleikurin fer fram í Reykjavík í dag, og snýr seg um tvey ung, sum eru uppvaksin sum børn í krígsárunum. Temaið er hin ungi maðurin, sum ikki vil liva í einum heimi, har peningavald og girnd valda, har tráanin eftir eydnu og kær- leika verður til tráanina eftir tingum, ið kosta pengar, eftir teimum materiellu tingunum, eftir statussymbolum. Hann vil liva í eini betri verð, har all kunnu vera eydnurik uttan at kódna í pengavaldinum. Mótsetningur hansara, bróðir Rúnu, er verksmiðjustjóri, og harafturat arbeiðsgevari hjá Peturi. Hann er hin altrái peningamaðurin, unum bert hevur meira vinning. Hann fatar ikki, hvat ið systrina, Peturi, Petur tosar um, sum hevur er hann mist sum vinning i tonk- og og samd vid alt samband við og alla virðing fyri. Móðir Peturs, sum er voðrin einkja undir livað í einum heimi, hevur nakað at týða, uttan trá- anin eftir at koma sær fram og upp úr dýkinum, haðani tey flestu okkara koma. Rúna trýr krignum, upp á hevur har einki hugsan Peturs, men kanska trýr hon meir upp á Petur sjálvan enn tankar hansara. Hon stendur ti veik í einari avgerandi løtu, men vinnur á veikleikanum og er aftur før fyri at stuðla Petur. Vinmenn og arbeiðsfelagar Peturs standa stinnir um hann til endans, hóast teir áður bert hava virkað sum áskoðarar. Vinkona Rúnu, sum hevur kent hana frá barnaárunum á gøtuni, er minnið um hin trygga barndómin. Vinkonan er farin beina leið í góðar liviumsteður, og ikki at likna við kroysuibud Peturs og Rúnu. Tær hava verið alrabestu vinkonur, men nú er eitt hav imillum tær, sum eingin kann fara um. Til eru bert tvey menniskjum: tey sigraðu og tey sløg av ið eru sigrað av girndini eftir at koma sær fram, og ti bert liva vid tí framman stavn. Tey fáa ongan veruligan kærleika at blóma og gerast ikki veruliga eydnurik. ósigraðu. Tey, Hini ósigraðu, tað tey, sum enn standa seg móti brell- eru inum, og kunnu dyrka ein sannan kærleika og eydnu, uttan at órógvast av tí fyri- giklaða rikidøminum, sum i veruleikanum bert er ein hvørvi- sjón. Hørpuskelin er imyndin av eydnuni. Hørpudiskurin er ein sjålsom skel, sum bert fáar ferðir er funnin. Hon gevur eydnu, men er enn ongantid havd og goymd. Hon er altið brotnað og mist burtur. Og í sjónleikinum verður so ein slík skel funnin, men hon brotnar eisini. Men leitanin eftir eydnuskelini heldur fram í ti trúgv, at hon einaferð verður funnin. Men tey ósigraðu liva í trúnni á, at hon verður funnin. Tey sigraðu bert gána. Tey sigraðu verða koyrd út, og tey ósigraðu sláa ring. Sjónleikurin Petur og Rúna viðger spurningar úr gerðandis- lívinum. Tað er á Íslandi, hann fer fram, men hann hevur eisini okkurt til okkara. Vit hava lætt at kenna okkum aftur í leik- inum Og tað kann eisini hugsast, at onkur kennir seg so væl aftur, at hugurin at klappa ikki er so ovurstórur. Onkur annar fær kanska ovurhuga at klappa og fagna sjónleikinum. Og um so er, so hevur leikurin rokkið á mál. Spælið er javnt gott. Og hetta hevur týdning fyri, at leikurin skal fella okkum væl, og at vit uttan at órógvast av spælinum kunnu fáa sum mest burturúr. Ti órógvar tað eitt sindur, at leikararnir ikki halda til kravda skjótleikan í nøkrum leikmynd- um. Skjóta orðaskiftið eydnast ikki væl So tá ið sagt verður, at spælið er javnt gott, so er tað tó við veikleikum í. Men tað er kanska ov mikið kravt av fyrstufram- forsluni, at hon skal vera besta- framfersla eisini Eingin, ið fer at siggja henda sjónleikin, kann fara vónbrotin útaftur. Antin fert tú hugsunar- samur útaftur, fegin ella sníkj- andi og lotur HO Ein bjarnatænasta Tað er einki at ivast i, at íslendska stjórnin heldur seg gera føroyingum ein stóran beina, tá hon loyvir okkum at halda fram við fiskiskapi okkara undir Íslandi. Meri er tað nú so? er hetta nøkur tænasta, teir gera okkum? Ellar er tað ein sonevnd bjarnatænasta. Tey stóru framkomnu londini í heiminum, sum í dag reka fiski- veiðu við strendurnar hjá smáu strandaríkjunum, hava als ong- an áhuga í at skula keypa fiskin frá okkum, men vilja heldur hava síni »fiskirættindi« á hesum leiðum.- Og teir eru onkuntid farnir so langt sum til at nýta vápn fyri at halda »rætt« sín á lívi. Og tað er greitt, at fiski- rættindi teirra á fremmandum sjógvi kastar væl av sær. Tað er í hesum feri ikki talan um smá reidariir, men um fyritøkur, sum hava fleiri ferdir størri umsetn- ing enn tjóðarúrteka Føroya Tad eru tey sonevndu monopol- ini. Hetta kunnu vit uttan himpr kalla fiskiveiðuimperialisma. Og tað er júst fiskiveiðuimperial- isma, sum Stórabretland, Vest- urtýskland, Sovjettsamveldið og onnur reka við m. a. Feroyar og Ísland. Men Ísland hevur verið mikið at sær komið, at teir hava flutt mark sítt út og sagt: >hertil og ikki longur«. Tað kann eisini so vera, at is- lendingar hava ikki kraft at seta aftan fyri hesi orðini, og at fiski- veiðuimperialistarnir fara at seta kraft ímóti hesum orðum, men tá er henda »fiskimarkstræta« komin so langt, at hon er at líkna við eina innrás á fremmant landaøki — sjoøki. Um Bretland fer inn um mark við megi, so er hetta bert sami atburður og sama fyribrigdi, sum tá teir fóru inn í mineralríku koloniirnar við hermegi. Men vit her í Føroyum hava ikki sett okkara mark mótvegis fiskiveiðuimperialistunum. Vit hava, gjøgnum landsstjórn okk- ara, góðtikið fiskiveidupolitikkin hjá internationalu stovnunum, sum higartil hava verid styrdir av stóru fiskiveiðutjóðunum við ongum sjógvi heima. Og orsekin til at vit kunnu halda fram at reka okkara egna sjófólk í mánaðar langvegis eftir fiskinum er, at vit higartil hava fingið rættindi her og rættindi har. Men tað skerst ikki burtur, at tað verður trengri og trengri á ollum fjarleiðunum og eisini miðleiðunum. Og nú eru ikki nógvir meguleikar eftir, so sita vit við einum vælútbúnum lang- faraflota og kunnu ikki sigla longur enn 200 fjórðingar úr landi. Og tá vit ikki eingang einsamallir á egna eki okkara. vera Ein loysnin hesa ferð var »br6durhiti« íslendinga, sum kanska fer at brenna okkum heldur enn at fløva. Tað hevði lent seg betur fyri okkum, um vit ikki fingu loyvi at veiða undir Íslandi. Ikki tí vit skulu ynskja ilt yvir flotan, so at alt fer á heysin, men ti at hetta kanska hevði fingið tað at riva fyri eygunum á fólki, serliga fólki í valdum stervum HO Landsfelag Aksturvinnunnar hevur ársaðalfund leygardagin 29. november kl. 14 á Hotel Hafnia. Fundarskrá eftir lógini. Nevndin