mikudagur 19. november 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 81 — 19. november 1975
Svar mítt til Knút Wang
Í Dagblaðnum 5. nov. h. á. hevur
Knút Wang drúgva politiska
grein. Har standa eisini fýra
myndir. Ein av Tórsteini Peturs-
syni, sála, síðan myndir av A.
Samuelssyni, P. M. Dam og Louis
Zachariassyni. Allir hesir fýra
navnframu politikarar eru ikki
okkara millum í dag. Hvíli teir í
Harranum, og frið ynski eg
minnum teirra.
Um hin fyrst nevnda verður
skrivað, at hann var leiðari av
andsteðuni móti núverandi formi
heimastýrislógarinnar. Hinir
triggir verða undir einum skírdir
fadrar at heimastýrislógini.
Í somu grein kemur Knút Wang
inn upp á tað, sum undirritaði
skrivaði í Norðlýsinum 24. okt. og
í Tingakrossi 25. okt. h. á. undir
navninum: Umboðan Feroya á
Danatingi.
Í hesum viðmerkingum Knút
Wangs um grein mína er hann
sakligur, og tað takki eg fyri.
Hann er ella hevur verið politikari
og uppaftur eldri politiskur orð-
gongumaður í blaðskriving Dag-
blaðsins, so hann má vita, hvat
hann skrivar um í dag.
Men tá ið sami maður skrivar,
at eg leggi allan Fólkaflokkin
undir tað, sum ikki kundi sam-
tykkjast og fremjast av sjálvstýr-
ismálum undir sjálvstýrislands-
stýrinum, skal eg við hesum
avsanna hetta. Tað er skeivt, og
stendur ikki við einum stavi í
grein míni, tvertur ímóti, hverki
beinleiðis ella óbeinleiðis, og tað
var heldur ikki ætlan mín. At eg
havi skrivað, at Fólkaflokkurin
var lagghallur tá, skal eg standa
við, ti tað er satt. Tá ið klípa, stór
ella lítil, svíkur í veggi ella varða,
sum upp er lagaður, kann, sum
ollum kunnugt, garðurin fara av
lagi, um hann annars ikki raplar
niður, eisini hornasteinurin, og tí
haldi eg sjálvur, at orðið lagg-
hallur er sámuligt ella hóskandi
orð at nýta um ein fiokk, sum
góðtekur ein tinglim sín, ið
atkvøddi móti sjálvstýrismálun-
um, sum legmaðurin Hákun
Djurhuus, landstýrisins vegna
legði fram á tingborð til atkveðu-
greiðslu. Tað varð felt av egna
partamanni hansara, uttan at
Fólkaflokkurin læt við seg koma
alment av álvara. Hesa hending í
tinginum kundu hverki Hákun
Djurhuus, táverandi legmaður,
ella Knút Wang fáa skuldina fyri
ella fyri alt tað nakar annar í
Fólkaflokkinum.
Hetta var tíverri ikki alt. Søgan
er longri. Til komandi val í 1966
varð sami tinglimur Fólkafloksins
upp aftur stillaður í valdømi
sínum, sjálvandi upp á stevnu-
skrå Fólkafloksins, sum nevnir
seg Radikalt sjálvstýri, og tað
løgna hendi, at hann varð aftur
valdur, uttan at Fólkaflokkurin
rætti hond frá síðu alment fyri at
forða hesum til fulnar, tað ið eg
kenni til. Rættið meg, um annað
er farið fram.
Knút Wang setur fram spurn-
ingin: >. . . hvat heldur hann
(undirritaði) so um, at Sjálv-
stýrisflokkurin var gubbi til upp-
skotið um at broyta læraralenina
frá 50 — 50 til 45 —50. Ein skomm,
sum legtingið nú átti at vaska av
sær« (sitat endað).
Til henda spurning skal eg
svara beinanvegin, at hesa broyt-
ing helt eg vera skeiva, og tað
haldi eg framvegis. Hetta var eitt
av teimum málum, sum sjálv-
stýrislandsstýrið átti at rættað.
Tað kundi verið gjert; men tað
hendi ikki. Hví varð tað ikki
gjørt, tå ið Fólkaflokkurin i
Utvarpinum upp undir valið í
1962 júst nýtti hetta mál móti
Sjálvstýirsflokkinum, og veljarar
Fólkafloksins í Vága valdømi
kundu eisini hoyra tað, har talað
varð um tjóðarvirðir, sum ein ikki
fyri alt í verðini mátti lata gleppa
sær úr hondum, virðir, sum
sermerkti okkum sum fólk, eitt
mál av mongum eðrum av sama
slag.
Har varð tó tað týdningarmikla
gloymt, at Sjálvstýrisflokkurin
hevði verið í samgongu við
Javnaðar- og Sambandsflokki-
num, sum Knút Wang skrivar,
vóru fadrar at heimastýrislógini.
Tað er ikki landsstýrið, sum ger
lógir landsins; men umsitur tær.
Tað er Feroya legting, sum
ræður. Sjálvstýrisflokkurin hevði
tveir tinglimir og ein mann í
landsstýrinum. Hesin landsstýr-
ismaður okkara hevði skúla- og
mentamál undir sínum starvseki
miilum annað. Eg skal ikki læra
upp á Knút Wang; men tó skal eg
minna hann á, at hann átti at
vitað, at landstýrismaðurin var
meira enn kunnugur við steðu
Javnaðar- og Sambandsfloksins,
ikki bara í skúla- og mentamálum,
men á ellum teim málum, sum
høvdu við landsins umsiting at
gera. Hann gjørdi skyldur sínar
við samráðingarborðið úti í Tinga-
nesi, har ell lógarmál sjálvandi
komu til viðgerðar. Niels Winther,
landsstýrismaður, hevur verið
loyalur í avgerðum landsstýrisins,
har talan var um framlegur av
tingmálum. Ti kunnu vit ikki
geva honum ella Sjálvstýrisflokk-
inum alla skuldina fyri lógargrein-
ina um tey fimm prosentini, sum
áður eru umredd. Hesi fimm pro-
sentini vóru eitt peningamál, og
vit vita ell, at frá 1948 hevur
skúlaskapur Føroya ligið undir
donskum myndugleikum. Tað
vóru, sum nevnt, tríggir flokkar í
samgonguni, og mín meting av
teimum tiltøkum, sum framd
vórðu í valskeiðinum undan sjálv-
stýrislandstýrinum, hava hesir
flokkar í felag ábyrgdina av, ikki
bert hin eini. Heldur Knút Wang
annað, eru vit ósamdir.
Knút Wang skrivar, at tað er
fulkomuliga ókent honum og
mongum eðrum, at undirritaði var
ein av høvudsmonnunum fyri at
fáa sjálvstýrislandsstýrið í lag.
Eg eri ikki vanur, havi ongantíð
gjørt tað, at rósa mær sjálvum,
um annars nakað var rós vert;
men tá ið Knút Wang skrivar
hatta í Dagblaðið 5. nov. í ár, skal
eg upplýsa fylgjandi:
Eg varð valdur nevndarlimur í
felag Sjálvstýrisfloksins í Norð-
oyum í 1957 og var formaður
felagsins fleiri ár. Hverja ferð,
nýtt landsstýri skuldi setast, vóru
boð eftir mær at samráðast og
taka avgerð um landstýrissam-
gongur. Hetta hendi eftir valini í
1958, 1962, 1966 og 1970.
Áðrenn sjálvstýrislandsstýrið
varð skipað, stóð tað soleiðis til,
at fráfarna samgongan 1958 — 62
var ómegulig at fáa saman aftur.
Sambandsflokkurin og Javnaðar-
flokkurin vóru ósamdir. Har stóð í
botni.
Eg setti meg aftur at lesa
stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins og
kom til ta nidurstødu, at var
nekur meining við sjálvstýris-
hugsjónini, og skuldi nakað veru-
ligt sjálvstýrismál verða framt í
mini tíð, sum munur var í, so var
lotan komin nú til hetta, tí meiri-
luti var nú fyri samgongu, sum
uttan iva kundi fremja sjálvstýris-
mál, sum í hesi stevnuskrá stóð,
ið hvussu var ein partur. Eg segði
hetta við formann Sjálvstýris-
floksins, Marius Johannesen, há-
skúlastjóra, og mælti til at
umhugsa hetta og so gera eina
roynd. Tað sá út til, at val mátti
haldast aftur, um ongin sam-
gonga kundi fáast.
Sum ellum kunnugt, komu
samráðingar í lag millum Tjóð-
veldisflokkin, Fólkaflokkin,
Framburðsflokkin og Sjálvstýris-
flokkin.
Hvat teir triggir fyrstnevndu
flokkar tóku sær fyri undan
hesum, hver á sinum eki, havi eg
onki við at gera at skriva um her.
Tað blandi eg meg heldur ikki
uppi.
Tað hendi, at eitt sjálvstýris-
landstýri kom í lag — seinni skirt
»sokallad«. Eg haldi meg eiga
rætt at skriva, at eg var ein av
høvudsmonnunum at fáa sjálv-
stýrislandsstýrið í lag. Men at
vera ein av mongum er ikki nógv
avgjørt at skriva eftir minum
egna tykki. Eg skal skoyta uppi
her, at hóast eg hevði bæði dag-
og kvøldskulaarbeidi at rekja tå,
tók eg upp á meg at vera
blaðstjóri á landsstýrisblaðnum
Tingakrossi og royndi at stuðla
landsstýrinum eftir forimuni, hó-
ast eg onki arkiv átti til handa
eins og Knút Wang, fyri at finna
týdningarmiklar upplýsingar,
millum annað eisini um alt tað,
hann sjálvur hevur kastað Sjálv-
stýrisflokkinum fyri gjøgnum ár-
ini. Tað, sum eg skrivaði tá, var
ikki til bága fyri landsins sjálv-
bjargnis- og tjóðskaparmál, men
beint tvørtur ímóti. Tað vóru aðrir
meinbogar til, sum nervaðu, so
tað munti. —
So er tað áðurnevnda skomm,
sum Knút Wang nú heldur eigur
at vaskast burtur. Til hetta skal
eg svara: Vaskið skommina
burtur, gerið endiliga tað. Men
tað eru so sanniliga eisini aðrar
skommir í føroyskum politikki at
tváa burtur. Tað er mær ómegu-
ligt at rokna tær allar upp her. Og
tá ið Sjálvstýrisflokkurin í mong
ár hevur noyðst at lagað seg,
hóast sína, eftir mínum tykki
ógvuliga víttgangandi stevnu-
skrá, fyri yvirhøvur at fáa nakað
landstýri í heila tikið í lag, so ber
ikki til at kasta skommir bert á
tann eina flokkin. Fólkaflokkurin
vildi ikki góðtaka heimastýrislóg-
ina, sum kortini gevur okkum so
rúmar ræsur, at vit kunna taka so
at siga flestu málseki í egnar
hendur, um vit bert hava meirluta
á tingi og í fólkinum fyri tí. Tað
høvdu vit undir sjålvstyrislands-
stýrinum, skuldi eg meint. Tó,
valið eftir hetta vísti nakað annað.
Sjálvstýrislandsstýrið átti at
tikið skúlamálið sum sítt hjarta-
mál. Tað nemur við alt fólkið. Hví
gjordi tað onki? Fólkaflokkurin
hevði sjálvan løgmann vid róðrið.
Marius Johannesen, løgtingsmad-
ur, hevdi hetta mål frammi ferå
eftir ferð. Men hann fekk neyvan
svar, tå hann nevndi tad vid
einum orði. Tad varð enntá sagt
við hann — ikki av sjålvstyris-
monnum — at hann skuldi tiga
Landsstýrismaður
okkara átti ongan meirluta í
landstyrinum, so hann hevði
ongan rætt at taka avgerðir um
hetta sjálvur. Sigur Knút Wang
annað, vil eg biða hann hugsa seg
meir enn tvær ferðir um aftur.
Hann er gamal politiskur orð-
gongumaður.
Tá id eg nú undir orðaskiftinum
á tingi um løgmansrøduna á ólav-
søku 1975 hoyri, at núverandi
sterka samgonga ætlar at taka
leiðsluna av ollum skúlaskapi í
landinum og samskipa hana, men
kortini lata danska statskassan
gjalda. (eg veit ikki hvussu mong
prosent), so haldi eg, at har
ruggar ikki rætt heldur enn fyrr.
Men eg haldi meg vita, hvat ið
bagir. Har er tørvur á einum
góðum esli, sum kann nýtast at
fáa pening til vega á ein vissan
hátt. Ella, kanska einum ganda-
kalli, sum kann rópa: »Sesam,
Sesam! Lat teg upp!« Okkurt esil
er kanska til av tí slagnum, ið
áður varð nevnt. Men gandakall-
urin kann, um hann dugir tað
rætta gandaorðið, sleppa inn í
heygin og samtíðis eisini nýta
sama esil at reiða alt gullið út úr
heygnum út í Tinganes. Gullið
verður helst kærkomið. Annars
nýta tey nú bilar, so tað letur seg
eisini gera.
við hesum.
Eg skal við hesum leggja niður;
men eg skal kortini undirstrika, at
i føroyskum politikki skal annað
til enn dýr lyfti til valið fyri at fáa
atkvødur og fáa fólk at trúgva tí,
sum ikki ber til. Vit eiga at geva
hesum gætur í framtíðini. Knút
Wang kann seta seg at lesa tað,
sum hann hevur skrivað gjøgnum
árini — nú í meir enn tríati ár —
og kanna tað, sum hann skrivaði
undir seinna heimsbardaga og líka
til hin minniliga dagin í 1946, tá
landið skuldi takast. Tá metti
bert ein maður. Er hann nevndur,
er hann kendur; men hann var
ikki partamaður hjá Knút Wang.
Mangt umskiftist á mansins ævi.
Tummas Lenvig
Fiskimarksmálið
Tann 15. í hesum mánaða flutti
Ísland sítt fiskimark frá 50 til
200 fjórðingar, tó summi eki
undantikin. Ja, Tjóðveldisflokk-
ur, nú er tykkara ynskidreymur
vorðin veruleiki. Hatta var tað,
ið Erlendur Patursson og Petur
Reinert agiteraðu við fyri Ís-
lendingar í 1972. Og fyri
tveimum mánaðum síðan hevði
Útvarpið samreðu við skiparan á
Polarborg 1, Mortan Johanne-
sen, hvar hesin segði, at tað var
púra beint av íslendingum at
flyta út. Tað er heilt ófatiligt, at
slíkt skal verða sagt av einum
vaksnum manni. Hatta er heilt
hol i hevdið, at maður sum førir
fisk til lands, sigur, at tað er
beint, at hini londini flyta út. So
er at spyrja, hvar ið hann ætlar
at fáa fisk frá, tá vit verða úti-
stongdir allastaðir. Fyri nøkrum
B
R
Ø
V
árum síðan legði Erlendur Pat-
ursson uppskot fram á ting, sum
segði, at vit ynskja at styrkja
um samvinnuna við Ísland
betur. Hetta uppskot hevdu allir
flokksformenninir undirskrivða.
Nakað frammanundan hevði
íslendska Altingið samtykt eitt
slíkt uppskot, men eg eri bangin
fyri, at teir hava svikið hesa
samvinnu stórliga, og mær
kemur fyri, at Altinggið hevur
samtykt hetta uppskot fyri at
fáa okkum at trúgva, at tann
rami álvara lá aftanfyri. Men tá
ið føroyingar fara yvir at sam-
ráðast, so vóna vit, at teir fáa
eitt gott úrslit, og at leiðari fyri
foroysku samrådingarnevndini
verður Atli Dam.
Fiskimadur:
Rytuvikarvirkid
Fyri eini tveimum árum síðani
frættist, at Eggvirkið skuldi
umleggjast til mjólka- og kjøt-
virki við 200 mjólkineytum +
viðseting, men tá var hetta so
loyndarfult, at tað bert mátti
nevnast á krákumáli. Fyri einum
góðum ári síðani sást í blød-
unum, at Legtingið hevði sam-
tykt landskassaveðhald til figgj-
an av útbygging á Eggvirkinum
í Rituvík. Leygardagin 8.11.75
sást í blødunum, at Eggvirkið
skuldi leggja lutvíst um til
neytahald og hevði keypt 400
neyt uttanlanda. Var tað henda
útbygging, Legtingið samtykti
landskassaveðhald til? Svar
væntast.
Eftir er at spyrja um henda
mjólkaframleiðsluleið er rett.
Vitandi er, at nógv mjólk verður
innflutt, eisini at verandi beur
minkar í stórum av eirindaleys-
ari bygging, uttan at nakað av
týdningi verður velt úr nýggj-
um. Men leiðin fram kann aldri
vera at byggja fjós ella mjólka-
virki, sum eru 100% bundin av
protein- og stráfóðurframleiðslu
í fjarskotnum londum. Hvussu
skjótt kann prísurin fyri hesa
fremmandu framleiðslu íkki
hækka so nógv, at hon ikki er
keypandi? Hvat skulu hesi 409
neytini tá fáa til fóðurs?
Hesi 400 neytini framleiða
0.u. 5.000 m* av tíðum um ári,
hesi tað hava sjálvsagt heilt
stórt taðvirði, men hvat hjálpir
tað, tá virkið onki eki hevur at
nýta hetta á? Er meiningin
kanska at tøma hesar 5.000 m?
av tødum í næstu åarløk?
Í oðrum londum er ikki loyvt
at hava djórahald uttan fyri
landbúnaðin, men hjá okkum
sær út til at alt kann gerast, um
bert stuttskygd, keld og rein-
dyrkað vinningshugsan liggur
aftanfyri.
Nei, latum okkum ikki sleppa
landbúnaðinum fyri bakka á
henda hátt. Latum okkum
heldur fáa landbúnaðin upp á
fót, tí um 2, 5, 10 ella kanska 15
ár verður ikki møguleiki fyri at
innflyta stráfóður og proteinir,
og ei heldur landbúnaðarverur.
Tá verður tað ein ræðuliga
álvarslig steða ongan landbún-
aða at hava sjálvir.
Hanus Vang
landbånadarverkfrødingur D