Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 19. november 1975 sosialurin Síða 7 Ansið eftir heima- gjørdum mati! Tað hendi herfyri, at føroyingar hevdu fingið pylsueitran, ti at teir hevdu etið føroyskan heimagjørdan mat, sum var spiltur av at liggja ov leingi á posthusunum, av ti at danska post- verkfallið stóð við. Pylsueitranin er so vanda- mikil, at tað hevur verið umtalað at nýta hana í kriggi So vandamikil er henda eitranin, at bert fá hundrað gramm eru nóg mikið til at drepa øll fólk í heiminum. Og tað hevur tí verið upp á tal at nýta hetta eitur í kriggi. Og bert 1/10.000 av einum grammi er nóg mikið til at drepa eitt fólk. ri Soleidis stendur at lesa i donskum blødum, eftir at try fólk eru løgd inn á sjúkrahús i Keypmannahavn, ti at tey eru eitrað av pylsu, sum hevur ligið ov leingi. Tað er í hesum feri talan um blóðpylsu úr Føroyum. Stúra fyri jólunum Poul Effersøe, lækni á damshospitalinum, sigur: Tey trý, sum komu inn hesu ferð, høvdu etið matin júst sum hann var komin. Men onkur hava kanska lagt hann í fryst- aran til jóla, og av tí kann standast deyðavandi. Tað hevur eisini áður verið gjørt greitt, at maturin má kókast, skal eiturið drepast. Bleg- Koyrið matin burtur Kirsten Kronborg frá ti danska Sundedsstyrelsen: Vit mugu mæla til, at matur, sum hevur verið leingi goymdur, verður hóskandi fyri- beindur. Avaring okkara umfat- ar alt. Vit taka einki fyrivarni. Men vandin er ikki minst, tá matur verður sendur í væl lokaðum plasti, sigur læknin Kronborg. Tað er tí ikki bert heimagjerd- ur matur, har vandin sjálvsagt er storstur, men eisini konserves sum luktar illa, sær vánaligur út, ella har ið luftblorur síggjast, tá ið upp verður latið. Ein >heyggur< av pakkum undir danska postverkfallinum. Eingin veit, hvussu nógvir av hesum pakkum goyma mat, ið er spiltur ? Lumping Tá ið Mortan Mols varð keyptur, leikadu andstøduflokk- arnir og Meginfelga Útróðrar- manna so i, at ein skuldi trúð tað versta. Men tað var eisini tað, ið gjørdi, at hesir flokkar og MU blivu frá sær sjálvum, at skipið varð keypt til Suðuroyarsigling. Men eitt skal eg siga teimum, at ein soga hevur altíð tvær síður. Og hin síðan er ti henda um ikki eisini norðoyingar fáa ein part av fruktini av hesum skipi. Og tað varð eisini sagt av hesum somu flokkumm og monnum, at til hetta skipið fóru allar miljón- irnar sum MÚ skuldi hava í studningi. Tað trúgvi eg einki uppá, at so var. Tá ið nú avgerðin er fallin um yvirtøku av postverkinum og skúlaumsitingini hoyrist einki frá MU og teimum trimum and- støduflokkunum, um heldur at goyma hesar miljónirnar, ið skulu til hesar yvirtøkur. Men tað var kanska býtt at rokna við ti. Nei, sannleikin er- heldur hesin, at MU letur seg leida av Steinbjørn B. Jacobsen, Kjartan Hoydal og D. P. Danielsen. Hesir triggir eru oddamenn utr6drarmanna, heldur enn teir, sum látast at vera tað. Og hvat ið Suðuroyggini viðvíkur, so hevur hon ongantið mett nakrari vælvild norðanifrá. Og skal eisini MU seta seg við hond og fót ímóti einum og hverjum framstigi, hesari oyggj at gagni, so er at vóna, at útróðrarmenn hagani taka seg úr felagnum. Ikki so at skilja, at Suðuroy- ingar liva av at ferðast, tvørtur- ímóti, men endamálið við hesum brævi var at undirstrika veru- leikan, sum hann er. Útróðramaður í Suðuroy + Skrivifrælsi Latið okkum fáa eitt gott skrivi- frælsi í teimum føroysku blød- unum, sum átti at verið meira opin fyri at geva lesarum sínum betri møguleikar at siga hugsan sína. Nakað soleiðis var at lesa herfyri í SOSIALINUM — eitt hjartasuff, eg taki undir við. Eg eri samdur við skrivaran um, at blødini eiga at gera meira fyri lesaran, eisini sjálvt um innihaldið í einum lesarabrævi hevur at tí politiska flokki ella teirri samgongu, sum viðkom- andi blað og kanska eisini bræv- skrivarin sjálvur umboðar Men so er ikki í dag. Vit gjalda fyri bloðini, bæði bein- leiðis og óbeinleiðis gjøgnum skattin, men fáa ikki altíð inni- vist í hesum ella hasum blaðn- um, um vit eru atfinnandi ávísum politiskum flokki, sam- gongu ella oddapolitikara, sum blaðið kennir sær skyldir at verja. Blødini eru ikki bert politisk, men mest sum ov mikið partapolitisk. Tað hevur verið rett og skrivað um skrivingar í blød- unum undir meira ella minni kendum dulnevnum. Hetta at skrivað verður undir dulnevni meti eg ikki at vera nakað skeivt ella ábyrgdarleyst. Orsekin her- til kann ofta vera, at skrivarin vil hava kjak um eitt ella annað evni men ikki um hin skrivandi persónliga. Tað er tað sakliga, skrivað verður um, kjakast eigur at vera um — ikki persónin. Er tað ein sokallaður almennur persónur, løgtingsmadur, folka- tingsmadur, landsstyrismadur, kann vera kjak um hansara politisku framferð, geran, ætlan, sigan og skrivan, men ikki um privatpersónin í almindiligheit. Hann, ið skrivar undir dul- nevni, gevur jú navn og adressu sína til blaðið, hann ella hon skrivar í, tað er ti upp til ábyrgdarblaðstjóran at avgera, um hetta ella hitt verður upp- tikið í blaðið og undir hverjum treytum. Henda metan frá blað- stjóranum eigur at vera saklig, ikki politisk og partapolitisk, sum tað tí verri ofta kemur fyri í dag. Ut yvir hesa meting út frá sakligum eyðkenni frá blað- stjórnini so hevur brævskrivarin alla ábyrgd av tí skrivaða, eisini um tað er undir dulnevni. Her er so tann vansin, at fólk í práti og aftursvari leggja henda ella handan undir at hava skrivað eitt ella annað lesara- bræv. Soleiðis eri eg fleiri ferðir í seinastuni lagdur undir lesara- brøv í SOSIALINUM og Dimmalætting, sum eg ikki havi skrivað. Tað nervar meg einki, men fólk mistaka seg. Soleiðis er Marius á Co. lopin fram av í Dimmu og leggur meg undir at hava gjørt gjøldur við fólka- flokkinum viðvíkjandi fundinum a Sandi fyrr í mánaðanum. Mær dámdi ikki hetta lesarabrævið, sum stóð í Dimmu aftan á um- redda avlýsta fund, og eg havi als ikki skrivað tað. Mær dámar ikki at dálka fólks innasta lívs- grundarlag — kristindómin — í politiskum viðurskiftum, sum tíverri er komið ofta fyri í Dimmu, nú síðan åvisur maður fór at skriva í blaðnum Undir øllum umstødum er tað altid eitt álit, sum tann skrivandi visir einum blaði og leiðslu tess, tá biðið verður um upptøku Ynskir tann skrivandi at vera duldur, eigur blaðið at dylja kristna navn hansara, tað er jú hansara treyt fyri, at blaðið upp- tekur tað, sum hann ella hon hava skrivað og sent blaðnum Letur blaðið so álíkavæl koma út, hver ið er goymdur aftan fyri eitt dulnevni, so ger blaðið brot á hesum áliti. Hetta hendur ti verri her hjá okkum. Meinar blaðstjórin, at hetta ella hitt frá lesaranum ikki kann fáa innivist í blaðnum, so er at siga skrivaranum, hver orsekin er og senda aftur til hansara tað skrivaða. Tað er bæði ljótur og skeivur atburður, at blaðið letur koma út millum manna, at tað hevur fingið hetta ella hitt les- arabrævið frá hesum ella hasum, men sum blaðið ikki loyvir inni- vist. Upptekur blaðið ikki eitt ella annað, so eigur almenn- ingurin ikki at vita um tilveru av hesum; hetta verður millum skrivaran og blaðið, annars er brot hent á fyrr umredda álit. Vónandi fer blaðstjórnin á SOSIALINUM at geva mær rætt í hesum, tí mær er vitandi um slík ålitisbrot, ikki móti mær persónliga, ti dulnevni mitt er lætt tydandi, men øll eiga somu vidferd uppiborna. jbm Verkfalls- svíkurin Um verkfalssvíkin skrivar kendi ameriski rithevundurin Jack London. — Tá ið Várharra legði síðstu hond á skapanarverkið og hevði skapt Eiturormin og Blóðsúgv- aran hevði hann enn tilfar eftir til ein skapning eitt framúr sjálsamt evni — burtur úr hesum skapti hann verkfalls- svíni. Eitt tvíbeint djór við sál ið sammetast kann við propp trekkjara, skrokkurin er fyltur við eplagreyti og ryggurin er av lími og gomlum gummiskóm. Á tí stað, har menniskju hava hjartað, hevur verkfalssvikurin bert ein kjøtklump, fyltan við alskyns roti. Tá verkfalssvíkurin kemur eftir vegnum venda lík honum bakið, einglarnir i Himmiriki gráta bert við at líta at honum, og sjålvt Harra Illimadur steing ir helvitis grind fyri honum. Judas Iskariot var ein heidurs- madur i sammeting vid verk- fallssvkin, ti hann hevdi ein farra av menniskjansligum egin- leikum eftir; men tad hevur verkfallssvikurin ikki Umsett eftir Jack London Støkk inn á gólvið hjá ATLAS Tað er rætt, at flestu frysti- boksir líkjast uttan. Men tað er skeivt at halda, at tær eisini líkjast innan. Munurin er stórur. T. d. ravmagns- nýtslan, innfrystingarkapasi- teturin. Síðan teir hentu fyrimunirnir. Eingin onnur frystiboks kann bjóða tygum so nógvar fyrimunir sum Atlas. Og harafturat er hon ein av teimum fåa frysti- boksunum, sum er DVN kannað. Poul Eli Bærentsen Tummas Thomsen Gordon M. Petersen John Rasmussen Frants Petersen Høgni Nielsen, el. innst LAMPUBUÐIN Tvøroyri Klaksvik Fuglafirði Strendur Runavík Sørvågur Tórshavn