Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BAKKAFROST má minka um arbeiðskostnaðin — ella má útflutningurin steðga Á Bakkafrost hava teir fram til nú framleitt sild í gløsum, har alt arbeiðið hevur verið gjørt við hond. Nú fara teir at keypa maskinur til at minka um arbeiðskostnaðin og gera vgruna meira eins- táttaða. Bakkafrost fór undir framleidsl- una av sild í gløsum og hevur nú selt umleið 100.000 gles uttan- Sildin verður løgd í gløs við hond. lendis. Hetta er alt farið til Dan- markar. Bakkafrost hevur eisini selt til Misnøgdir við vegagerðina Tað eru ikki øll á Skålafjørdinum, sum eru lika væl nøgd við vegagerðina um Rókina og } inn ímóti Runavíkini. Tey misnøgdu siga, at vegurin liggur alt ov lágt — hann liggur niðri við sjóvarmálan — og at hann als ikki hóskar á til bilferðslu. Meðan vegagerðin fer fram má Á koyrast gjøgnum tað nýggja havnalagið í Runavík, og tað hevur tí verið neyðugt at seta skeltir upp, sum vísa, hvussu tú kanst koma rætt fram. Her er eitt dómi. Hans Jacobsen, stjóri heimamarknaðin — eini 90.000 gløs. Og stjórin, Hans Jacobsen sigur, at fólk í Feroyum heldur keypa føroyska sild, soleiðis at tann mesta sildin, sum seld verður í Føroyum, er føroysk. Einstáttað, maskin- gjørd vara er betri Men sum er kann sølan uttan- lendis ikki halda fram. Hans Jacobsen stóri sigur, at veran verður ikki góðkend av út- lendsku keyparunum, um hon ikki verður gjørd meira einstátt- að. Og hetta merkir, at hon má vera maskingjørd í størri mun enn nú. Bakkafrost má ti fáa sær maskinur til framleiðsluna. Sum nú er, verður alt arbeiðið gjørt við handamegi. Og hetta ger eisini tað, at arbeiðskostnaðurin til hvert glasið verður ov stórur. Soleiðis fer tað eisini at løna seg fyri Bakkafrost at umskipa alt til maskinframleiðslu. Hondframleiðslan Øll framleiðslan av sild í gløsum kann ikki gerast vi3 maskinum. Tann fyrsti og tann seinasti parturin må gerast vid hond. Fyrst av øllum skal sildin vid- gerast, skrædlast og leggjast i sjålvt glasid vid hond. Og hetta fer eisini at vera gjørt hereftir, sigur stjórin, Hans Jacobsen. Somuleiðis er við at pakka silda- gløsini — hetta fer eisini at vera gjørt við hond. Maskinframleiðslan Ætlanin er at keypa eina ,s0- nevnda automatiska glaslinju, sigur Hans Jacobsen. Hetta er eitt band, sum ferir gløsini, fyrst til eina deild, har ið sósin verður latin í, og haðani til eina deild, har lok verður lagt á. Síðani fer glasið eftir bandinum til vaskingar og verður eisini turkað, áðrenn tað fer til eina deild, har spjaldur verður klistr- að á. Hetta fer at minka um fram- leiðslukostnaðin og gera veruna meira einstáttaða, soleiðis at selumeguleikarnir gerast betri, sigur Hans Jacobsen. 400.000 krónur Tað ber ikki til hjá Bakkafrost at fara undir keyp av maskinum uttan fígging frá lánigrunnun- um. Maskinútgerðin kostar einar 400.000 krónur, og ti hevur Hg Bakkafrost å Glyvrum hl Oli t Åarstovu | N NER * i | d ; Í Hoyrt á sjónvarpsfundinum í gjárkveldið: Árni C. Joensen: — Faðir vår, gev okkum sjónvarp . . . Jógvan Arge: — Leið okk- um ikki í freistingar ... Hermann Jacobsen: — .. saman við Niels Juel. Bakkafrost biðið um fígging úr Menningargrunninum og Ídnað- argrunninum. Men hesir grunnar, kanska serliga Ídnaðargrunnurin, halda ikki slíka fígging liggja í teirra oki. Fáa vit ikki fígging, má út- flutningurin halda uppat, sigur stjórin Hans Jacobsen. Grunnurin veitir lán til sethúsabygg- ing úr nýggjum, sum er upp til kr. 40.000,00. Neyðugt er at søkja skrivliga, áðrenn farið verður undir byggingina. Lántíðin er longst 23 ár. Fyrstu 3 árini kunnu vera avdráttarfri. Rentan er í løtuni 71/2% p.a. HUSALANSGRUNNURIN Flyting Frå 17. november 1975 er skrivstovan flutt til REYNAGØTU 24 Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna