Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður brødralag Nr. 80 - Leygardagin 15. november 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Loyndarmál — Sum eitt lið í hesum út- bygda eftirliti hevur lands- stýrið leigað taxaflogfarið, sum Flogfelag Feroya eigur. Flogfarið ger kann- ingarferðir eina ferð um vikuna, har tað telur upp, hvussu nógvir útlendskir trolarar veiða undir Feroy- um. Í seinastu viku hevði Feroya stersta blað, Dimmalætting, samrødu við flogskiparan. Har er blaðið so lítið at sær komið, at tað letur koma út til lesarar sínar, at hesar kanningarferðir so vítt gjørligt verða gjørdar mánadag. Og sjálvandi. — Nú fara fjarskrivararnir í gongd. Boðini fara til Aberdeen, Hull, Grimsby og Fleet- wood. Soleiðis stendur at lesa í oddagrein blaðsins á síðu 2 , . Ibúðarneyðin , , . og byrådid — Sum eina byrjan åtti byrådid at farid undir pro- jektering av einum trimum blokkum. Teir nytast ikki at vera ljótir, tað hava vit sæð aðrastaðni. Í hverjum blokki átti at verið einar 15—20 íbúðir upp á einar 100 m'. Panelgrein eftir Sigurd Bech á síðu 4 Talv Her síggja vit m.a. stød- una í landsdystinum Noreg/Feroyar, tá ið leik- ararnir samdust um javn- tav. Sida 3 Arbeidsmenn blåfrysta meðan vit hava tað gott Soleiðis varð m. a. tikið til undir orðaskiftinum um at umvæla verkstaðin hjá kommununi uppi á Hálsi. Har sigst at vera so avbera kalt, at har má umvælast beinan- vegin Heðin Mortensen legði fram uppskot um at fara undir eina umvæling av verkstaðnum hjá Havnar kommunu, sum stendur uppi á Hálsi. Heðin Mortensen segði, at viðurskiftini har uppi eru heilt út av lagi vegna kulda. Har manglar isolatión, og plát- urnar eru vánaligar, og hitin í húsinum rekkur ikki til. Hann helt hetta hava týdning, tí har standa til umvælingar allar tær maskinurnar, sum kommunan hevur. Hetta kann bert gerast ein effektivur verkstaður, um arbeiðsmenninir trívast betur. 231.000 kr. til umvæling Uppskotið, sum Heðin Morten- sen legði fram, ljóðaði upp á góða 1/4 miljón, ella 231.000 krónur. Fyri hesar pengar kundi verkstaðurin gerast nýtiligur aftur helt hann. Tað visti seg á fundinum, at tað hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr, heilt síðan 1965, at byggja uppí, ella heilt nýggjan verkstað, men tað er ongantid eydnast, at fáa tað gjort. Ti helt Hedin Mortensen, at byrådid heldur åtti at jåtta pening til umvælingina, ti at nyggjur verkstadsbygningur visti seg ikki at koma. 5—8.000 krónur so at teir ikki blåfrysta Jåkup Suni Jacobsen helt ikki, at tad var rætt at fara at gera tær neydugastu åbøturnar, ti at teir ikki skulu standa og blå- frysta harupp å Hålsi. Hetta fekk undirtøku frå fleiri byrådslimum, harimillum Kjartani Mohri, sum segði, at býráðið skuldi gjalda tilfarið, og at menninir haruppi gera arbeið- ið sjálvir, tá ið tað lá fyri. Formaðurin tók málið av skránni og beindi tað í Byggi- og byarskipanarnevndina. Hygg å kemur fyrr ella seinni — vit mugu búgva okkum út til at taka ímóti. Frágreiðing frá fundinum, sum Skansastova skipaði fyri. síðu 6 KSL heldur uppat Hevur virkað í 13 mánaðir Klaksvík Shipping Line — KSL — heldur nú uppat, eftir at hava virkað í 13 mánaðir. Í næstum verður aðalfundur í partafel- agnum, har eitt uppskot verður lagt fram, um at felagið skal fara i likvidation. Klaksvik Shipping Line hevur hetta seinasta årid skipad fyri farmaflutningi millum Danmark og Føroya við leigaðum skipum. DFDS undirskrivaði eina avtalu við KSL í oktober mánaða, men henda er nú farin úr gildi. Tvøroyrarmenn spæla Menn og Våpn Framføra leikin á Tvøroyri og fara síðan til Klaksvíkar Tað var í vár, at Tveroyrar Sjónleikarfelag fór at spæla sjónleikin »Menn og våpn« eftir Bernhard Shaw. Leikurin varð framførdur 13 ferðir á Tvøroyri, í Vági, Hvalba og á Sandi. Nú fara teir at taka leikin uppaftur og ætla at spæla á Tveroyri leygardagin 22. og sunnudagin 23. í hesum. Síðani ætla sjónleikararnir at fara at ferðast við leikinum til Klakks- víkar. Ætlanin er at sýna hann í Klakksvík friggjakvøldid 28. novembur klokkan 21.00 og leygardagin 29. er ætlanin at hava tvær framferslur, eina klokkan 16.00 og eina klokkan 19.00. Leikararnir Leikararnir eru 8 í tali. Teir eru Napoleon Rasmussen, Tove Thomsen, Sanna Mortensen, Jákup Mortensen, Mannbjørn Mortensen, Sverri Midjord, Mia Midjord og Ási Jacobsen. Leikurin er í trimum pørtum, og er tað Eyðun Johannesen, sum hevur gjørt leiktjøld og hevur leiðbeint í spælinum. Skaldið Leikurin >Menn og vápn< fer fram i 1880-unum í krignum millum serbarar og bulgarar. Endin í hesum kriggi var, at bulgarar vunnu, men tá ið so eysturríkarar løgdu uppí vegna serbarar, varð ein friðarsáttmáli undirritaður, og viðurskiftini vóru nú sum áður. Tað er Bernhard Shaw, sum hevur skrivað leikin, og í stoðum ger hann gjøldur burtur úr romantiskari falsan av bæði kriggi og kærleika. Hetta er tó ikki ein leikur, sum telist millum teir bestu hjá Bernhard Shaw, men leikurin er tó eyðkendur fyri teir, ið Shaw skrivaði og gevur eina hylling av kynstrinum hjá einum av kendastu sjónleikara- rithøvundunum i 20. eld Bernhard Shaw varð feddur í Dublin í Írlandi. Hann fór longu 20 ára gamal undir at skriva og ummælti list á ellum økjum. Men eisini nýtti hann tíð sina til politiska agitatión, tí hann var sosialistur burturav Nýtt tiltak í Uppistovu Hósdagin byrjaði nýtt tiltak í Uppistovu í Havn. Frá kl. 13—16 hvenn hósdag verður skipað fyri samkomu fyri eldri fólki, har ell, sum hava áhuga, kunnu hugna sær við einum og hverjum til dagdvelju