leygardagur 22. november 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SOSÍAUPIN vc. 1820 - giro 62827:
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5 6411
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42
Prent: Dimmalætting
Loyndarmål
Í MEI Í FJØR kunngjørdi Marinustødin við
skrivi til pressuna, at sjóverjuskipið >Fylla<
vegna maskineftirlit skuldi liggja við bryggju i
Havn i eina heila viku.
HETTA HILDU vit vera sera løgid og illa
umhugsad, at Marinustødin skuldi senda
pressuni skriv, sum hon ætlandi skuldi bera
víðari til lesarar sínar, har sagt varð frå, at nú
liggur sjóverjuskipið í eina heila viku. Vit
skírdu hetta skriv >Vikutilboð frá Marinustød-
ini«, og var tað-okkara metan, at hetta fór at
verða eitt frálíkt tilboð til teirra, sum liggja
framvið at trola innan fyri føroyska fiski-
markið.
SJÁLVANDI skal sjóverjuskipið av og á til
maskineftirlit. Men tað, at sjóverjuskipið
vegna maskineftirlit liggur við bryggju í eina
heila viku, skuldi sjálvandi ikki verið almanna-
kunngjert, men heldur verið eitt dulsmál — eitt
hernaðarligt loyndarmál. Her í blaðnum fekk
Marinusteðin eina harða átalu, sum vit fram-
vegis halda, at hon átti uppibornað.
NÚ SÍÐANI íslendska fiskimarkið varð flutt
út á 200 fjórðingar, hava menn spátt, at fleiri
útlendskir trolarar enn áður fara at leita á
okkara grunnar. Hetta setur sum vera man
sterri krev til sjóverjuna og krevur eisini, at vit
egluliga hava eftirlit við, hverjir og hvussu
nógvir trolarar fiska við Feroyar, tí sum
kunnugt hava hesir útlendingar sambært fiski-
veiðusáttmálan ikki rætt til at økja um veiðu
sína undir Feroyum.
SUM EITT lið í hesum útbygda eftirliti hevur
landsstýrið leigað taxaflogfarið, sum Flogfelag
Feroya eigur. Flogfarið ger kanningarferðir
eina ferð um vikuna, har tað telur upp, hvussu
nógvir útlendskir trolarar veiða undir Fer-
oyum. Í seinastu viku hevði Føroya størsta
blað, Dimmalætting, samreðu við flogskip-
aran. Har er blaðið so lítið at sær komið, at tað
letur koma út til lesarar sínar, at hesar
kanningarferðir so vítt gjørligt verða gjørdar
mánadag.
OG SJÁLVANDI. — Nú fara fjarskrivararnir í
gongd. Boðini til Aberdeen, Hull, Grimsby og
Fleetwood. Månadag hava teir eyguni eftir
tykkum frá luftini av, men ikki hinar dagarnar,
so tað vil siga, at tit helst ikki skulu fiska undir
Feroyum mánadag og allarbest, um tit heilt
halda tykkum burtur ella sigla tann dagin.
VØNANDI ER okkara landsstýri so frægt at
sær komið, at tað syrgir fyri, at hesar kann-
ingarferðir verða gjørdar hvønn sum helst dag,
soleiðis at útlendingar kunnu ikki kenna seg
tryggar ávísar dagar. Ella skiftið til ein annan
dag og latið ikki gomul fólk og børn og Dimma-
lætting vita av.
sosialurin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika Hans J.
Joensen í Havnar kirkju, N.
P. Danielsen í Vesturkirkj-
uni, E. Vilhelm í Hests
kirkju, altargangur, Torkil
Beder í Elduvík, altargangur,
J. Follend í Glóvrum, altar-
gangur, P. M. Rasmussen
við Gjógv, S. J. Joensen í
Klakksvík kl. 11, altargang-
ur, savnað verður inn til
kirkjuna í Hvannasundi kl.
19. Høgni Poulsen í Sørvågi,
skriftarmál kl. 10.40, J.
Weihe í Sandvík, altargang-
ur, Gerhard Hansen í Hvalba
kl. 12, familjugudstænasta,
har barnakørid luttekur.
Savnað verður inn til barna-
arbeiðið og K. O. Viderø i
Fámjin.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 21 tekstfyrireik-
ing.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliugransking
við P. Berg. Síðani guds-
tænasta við C. D. Andreasen
í skúlanum viþ Hoyvikstjørn.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin alt samdøgr-
id å telf. 12266.
Fødingardagur
Sunnudagin verdur Jåkup
Fr. Jacobsen i Havn 75 år.
Hann er burturstaddur fød-
ingardagin.
Brydleyp
I dag giftast i Noreg Berit
Kolbjørnsrut, Nortoffen, og
Jonny Sålbjørg, úr Klaksvík.
Adr.: Rute 10, Notodden,
Norge.
Årsfund i Havn
Føroyski Bróðurringurin á
Havinum hevur ársfund í
Missiónshúsinum við Landa-
vegin i døgunum 27.—30.
november. Fyrsti fundurin
verður hóskveldið 27. kl. 20.
Missiónsvika í
Elduvík
Missiónsvikan i Elduvík
heldur fram til sunnudagin.
Fundirnir eru í krikjuni.
Nr. 82 — 22. november 1975
Øllum tykkum, sum mintust meg á 70 ára
degnum, takki eg hjartaliga.
Meijan í Geil
Skålavik
I)
Utbjóðing
Vegna Tórshavnar Býráð verður el-innlegging av >Ellis-
heimið í Havn, tilbygging<, boðin út í almennari lisita-
tión.
Skrivlig bílegging av útbjóðingartilfarinum verður
send til Pf. Leif Mohr, ráðg. verkfrødingsvirki, box 100,
3800 Tórshavn, í seinasta lagi 1. dec. 1975.
Veðhald fyri útbjóðingartilfari, kr. 300,00, skal
sendast saman við bileggingarbrævinum.
Tórshavn, 19. nov. 1975
Pf. Leif Mohr
Ráðg. verkfreðingsvirki
3800 Tórshavn
Merkjasøla fyri Javna
Eins og árini 1973—1974. hevur Javni — landsfelagið
evnaveikum at bata — fingið loyvi, í vikuni 24. —30.
november, at selja merkir til frama fyri felagið.
Vón okkara er, at seljararnir fáa líka góða mótteku í ár
sum seinasta ár, tå sølan gav góðar 75.000 krónur.
Felagið átti 1. august 1975 431-túsund krónur, ið
ætlanin er at nýta til eitt heim, har foreldur í styttri tíð
kunnu fáa inivist fyri teirra brekaðu, um sjúka ella
annað bert á heima. ;
Heilsan
NEVNDIN
Vit ferma
HVØNN EINASTA
i ÅLBORG
i HALMSTAD
i KØBENHAVN
TYSDAG
MIKUDAG
HOSDAG
í ÅLESUND 5/12
iSANDNES 5/12
i BLYTH 24/11
i LARVIK 26/11
2. hvørja viku
hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
BEINLEIDIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Alborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
„Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney á Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN