leygardagur 22. november 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 22. november 1975
sosialurin
Gævi at tað var ósatt
Mær hevur lutast tann ivasama
heiður tvær ferðir at verða
álopin av Heimamissiónini.
Fyrru ferð var, tá Útvarpið
sendi útvarpsleikin Mýs og
Menn. Tá gjørdist tílík ødi, at
tey stovnaðu Kristiliga Lurtara-
felagið til at steðga sovorðnum
ólíkligheitum í framtíðini. Eg
hevði annan meginleiklutin og
Knút Wang hin. Meðan eðin var
sum mest, hitti eg ein dagin
Andrew Sloan, hvers etiska
stødi fá munnu ivast í, eisini var
hann kunnugur við enskar bók-
mentir. Vit skiftu orð og komu
inn á útvarpsleikin, sum hann
takkaði mær fyri. Eg helt við
hann, at øll vóru ikki so glad, ti
tey høvdu bert hoyrt illbønir. Nú
er tað so — helt hann fyri — at
hasi fólkini, sum leikurin var
um, vanda sær ikki altíð um
orðini, og skal ein lýsa tey í
myndum, noyðist ein at taka
kloddarnar við, men illbønirnar
hoyrdi eg ikki. Eg hoyrdi bert
neyðarrópið frá teimum, sum
lítið formága sær og ganga undir
tungum byrðum.
Men stovnarar Kristiliga
Lurtarafelags mugu vera meira
enn vanliga harðhjartaðir, tá teir
bert hoyrdu illbønir í hesum
djúpt menniskjaliga dokumenti,
sum gjørdi hevundan John
Steinbeck heimsgitnan.
Aðru ferð eg eri álopin frá hesi
somu Heimamissión er nú í
hesum døgum, ti eg havi luttikid
í einari útvarpssending og lagt
rødd til ein kanadiskan leigu-
hermann.
Fyrst er at slåa fast, at hetta
var ikki ein útvarpsleikur, men
ein týdd utvarpssamrøda, sum
Canadian Broadcasting hevði
við ein 26 ára gamlan leigu-
hermann. Hann hevði barst í
Congo og ætlaði sær tá til Biafra
at halda har fram við sínum
ótespiliga og óhugnaliga virk-
semi. Untist honum liv í Biaffra,
mann hann óivað vera í Angola
nú, har sakarleyst blóð nú
flýtur.
Tað, sum Útvarpið hevur
gjørt til saka, er at siga frå,
hvussu rátt tílíkt borgarakriggj
er og hvussu hesi fyrrverandi
menniskju — leiguhermenninir
— hugsa.
Tit 99 saman við skrivaranum
í KFUK og KFUM á odda vilja
ikki vita av at hoyra slíkt og
vilja forða fyri, at bernini hoyra
tað — hví skulu tey ikki sleppa
at hoyra tað? Hvat um tey
bernini hvers gerðandisdagur
tað er at ræðast hvítar menn og
<LI
síggja heim og foreldur brend og
meinslað og avrættað?
Ætla tit í Heimamissiónini at
halda uppat við at siga børnum
frá, tá Jesus varð bukaður,
tornakrýndur og hongdur upp á
ein kross? Tað var ræðulig
avrætting, men hon var fyrijátt-
að. Men sjálvandi, tað er so
langt síðani, og tí ber til at hava
tað til religiøsan tuggumat
afturvið lívsfjarum meyli. Men
tað sum Jesus álgeði okkum —
at vera vakin — rakar ikki skriv-
ararnar í KFUK og KFUM.
Ja, ein noyðist at taka seg til
høvdid, skrivarin í KFUM
Meinhard Hansen sigur bart út,
at tað rakar ikki okkum, at fólk
verða myrd. Ja eg noyðist at
spyrja — Er hesin Meinhard
Hansen rættsiktaður?
Øll hava vit, eisini Jona
Henriksen, hitt ónda sáð í
okkum. Tað kundi eins væl verið
eg ella Jona, sum vóru stungin
ella skotin, ella viðvent, at tað
vóru vit, sum bølmennini vóru.
Framhald á síðu 12
Kalendaraljós
Adventsljós >x. as st
9
2%
Jólakalendarir = 6” = 3”
Jólakalendarir sus
Fronsk eplir
250 gr. ps. Lr
DANEFROST
fynsk blanding 100 or
PP
Agurk salat
are 3
19
Høsnarungar 28. im,“ 25
Liðkappingin
A-deildin:
Tvey úrslit síðani seinast:
Vestm. — Kollafj. 3—1
Midv. — Gøta — 11)/9—1/9
Sostatt skuldi kappingin i
hesi deild verið komin i helvt,
og er stødan henda:
Vestm. 7 stig
Havnin 61/2 —
. Kollafj. 21/9 —
. Miév. 114 — (2 n)
. Gøta 1, — (2 n)
æn =
n = niðurlogd talv.
Geta og Vestmanna hava út-
sett sín dyst frá 2. nov. til í
morgin ella komandi sunnu-
dag.
B-deildin:
Eitt úrslit síðan seinast:
Sandav. — Vestmanna
3—0 (1 n)
Stødan:
1. Sandav. 6 stig (1 n) (2
umf)
2. Klaksv. 4 stig (1 umf.)
3. Havnin 4 stig (2 umf.)
4. Kollafj. 1stig (1 umf.)
5. Vestm. 0 stig (I n) (2
umf)
Her vanta tvey úrslit frá 16.
nov. millum Vestmanna og
Kollafjorð og Klaksvík og
Sandavág.
Hetta seinna kann, -sum
tað sýnist í letuni, vera av-
gerandi viðvíkjandi uppflyt-
an.
C-deildin (1)
Strendur—Eiði 11/9—21/
Toftir—Gøta — 11/9—21/
Oyri—Strendur 1—3
Eidi— Toftir = 31/9—1/
Stødan:
1. Eidi 6 stig (2 umf.)
2. Strendur 41, stig (2
umf)
3. Geta 214 stig
(1 umf.)
4. Toftir 2 stig (2 umf.)
5. Oyri 1 stig (1 umf.)
C-deildin (2)
Sandav. — Kaldbak 21, —
1/9 (1 n)
Havnin—Midvåg 4—0
Kollafj. — Sandav. 3—1
Her vantar úrslitið Kaldbak
— Havnin.
Stødan:
. Havnin 4 stig
Kollafj. 3 —
Sandav. 21/9 — (1 n)
Kaldbak 1/9 — (1 n)
Midvåg 0 —
Fr NR
Ungl. deildin (1):
Oyri—Hosvik 31/0.1/9
Toftir—Gøta 3—1
Oyri—Strendur 2—2
Eiði — Toftir 1-8
Hósvík—Geta 1—3
Her vantar úrslitið Strendur
— Eiði.
Steðan:
1. Toftir — 6 stig (2 umf.)
2. Oyri 514, — (2umf.)
3. Geta 4 — (2 umf.)
4. Strendur 2 — (1 umf.)
5. Hósv. 11/2 — (2 umf.)
6. Eiði 1 — (1 umf.)
Ungl. deildin (2):
Sandav. — Vestm. 1 ly — 21/9
Havnin—Midv. 4—0
Vestm.—Havnin 2—2
Her vanta 3 urslit:
Kollafj. — Hvalvik
Kollafj. — Sandav.
Hvalvik— Miðv.
Hetta vikuskiftid telva eftir
kappingarskrånni:
C-deildin, (1)
Toftir— Oyri
Geta— Eiði
C-deildin (2)
Havnin— Kollafj.
Miðv. — Kaldbak
Ungl.-deildin (1)
Toftir — Oyri
Strendur — Hósvík
Geta— Eiði
Ungl.-deildin (2)
Havnin — Kollafj.
Sandav. — Hvalvík
Miðv. — Vestm.
Vit taka nú eitt tal úr C-
deildini (1) millum Eiði og
Toftir.
SISILIANSK BYRJAN
Hvítur: Jákup Merkisstein
(ET)
Svartur: Jústines Hansen
(TT)
1. e4 c5
2. Ric3 Ric6
3. Rif3 a6
4. d4 cxd4
5. Rixd4 Rif6
6. a3 Fc7
Ov tíðliga, betri var annað-
hvert d6 ella e6.
7. Bg5 h6
8. Bxf6 exf6
9. Bc4 Rie5
10. Bb3 Bc5
11. Bd5
Løgin leikur, hesin tekur ju
tad »idiella« plåssid frå ridd-
aranum.
11. — Ric6?
Hvi ikki d6 ella 0—0!
12. Bxf7+! Kxf7
13. Fh5+ — g6
14. Fxc5 Fa5
15. Fe4 + Kg7
16. 0—0 Rie5
17. Fe2 Fb6