leygardagur 22. november 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 22. november 1975
sosialurin
Síða 5
Ein heilsan til Foroya fólk
frá Kristiligt Lurtara- og Síggjarafelag
Samtíðis sum vit senda eitt giro-
inngjaldingarkort til limir okkara
og biðja teir virðingarfylst gjalda
limagjaldið fyri 1975, ið nú er 10
kr., innan nýggjár, og samtíðis
hava vit eisini sent eina skrivliga
umsókn til útvarpsnevndina um
endursending av mogrunlestrin-
um, hvenn gerandismorgun nú
morgunsendingin er longd út um
kl. 9 — vilja vit vinarliga biðja tey
føroysku blødini bera hesa heilsan
til Føroya fólk.
Felagið hevur í hesum ári fingið
navnabroyting. Viðtikið var á
ársaðalfundi 16. juni 1974 at
broyta navnið soleiðis, at tað
eisini kundi nýtast, um vit eisini
fingu sjónvarp. Málkenir menn,
sum stýrið ráðfordi seg við, góvu
okkum hetta uppskotið —siggj-
arafelag — ið stýrið góðkendi.
Eftir umsókn frá felagnum
hevur Feroya landfúti 17. mars
1975 kunngjørt fylgjandi: Felags-
registarið hevur í dag skrásett
fráboðan. — Eftir fráboðan frá 3.
januar 1975 er felagið >Kristiligt
Lurtara- og Siggjarafelag« stovn-
að 6. apríl 1959. Vidtøkur fel-
agsins eru frá 16. juni 1974.
Stoða og endamál felagsins:
Felagið er ópolitiskt og hevur til
endamál:
1. at virka fyri kristiligum
sendingum í útvarpinum, sum
t.d. Gudstænastum, kristiligum
fundum, andaktum, kristiligum
sangi og tónleiki, tíðindum frá
kristiligum arbeiði o. a. t.
2. at styðja útvarpið í góðum og
semiligum sendingum.
3. at mótarbeiða, at útvarpið
verður nýtt til ósemiligar send-
ingar og annað, sum ikki er
kristnum siði og kristnari trúgv
verdugt.
Eg segði fyrr, at umsókn var
send útvarpsnevndini um endur-
sending av morgunlestrinum.
Hetta er eitt gamalt mál, longu í
1967 sendu vit eftir áheitan frá
nógvum lurtarum somu umsókn
og fingu svar aftur frá útvarps-
stjóranum aftaná at útvarps-
nevndin hevði vidgjørt okkara
umsókn: „at figgjarumstødurnar i
letuni ikki loyva hesum«. Á
aðalfundi 1968 var aftur viðtikið
at senda somu áheitan einaferð
aftrat og samstundis tilbjóða „at
gjalda tað eyka, ið ein sovorðin
endursending kostar«. Tá fingu
TIf. 14477 -
vit svar frá táverandi útvarps-
nevndaformanni »at hon helt seg
ikki kunna broyta núverandi
skipan nú<.
Tá ið senditidin nú aftan á
summarfrí varð longd hvenn ger-
andismorgun ein fullan tíma til út
um kl. 9, hildu vit, at nú vóru góð
líkindi til at fáa ta umsektu
endursending. Okkara umboðs-
maður í útvarpsnevndini hevur
longu lagt málið fyri nevndina;
men vit vilja kortini gera tað
skrivligt einaferð aftrat. Útvarps-
nevndin kennir okkara hugsan;
hví vit vilja fáa morgunlestrarnar
uppafturtiknar. Endursendingin
er serliga fyri tey gomlu, tí tey eru
ikki komin fyri seg longu kl. 7.15
á morgni, og at hoyra sendingina
fyrru ferð. Lurtararnir ynskja at
henda umsókn fær eina sakliga
viðgerð á næsta útvarpsnevndar-
fundi, og vit vóna, hon gevur eitt
positivt úrslit.
Ein onnur sending er, sum vit
gjarna vildu fingið meira full-
figgjað, tað er leygarkvøldssend-
ingin »Hetta heilaga evangeliið
skrivar<. Henda sending kom sum
eitt úrslit av tingingum um anda-
ligar kvøldsendingar. Eisini eftir
ynski frá nógvum lurtarum vóna
vit skjótt at hoyra sálmasong í
samband við hesa sending, sum
vildi givið henni ein meira ymis-
ligan dám.
Felagið vil hjartaliga takka
útvarpinum fyri sendingina
„Sálmar og sangir< annaðhvert
tyskvøld: Hvat lesarabrøv siga
frá, eru lurtararnir glaðir fyri
hesar sendingar, og vit vóna, tað
verður hildið áfram við teimum.
Stýrið hevur stóran áhuga fyri
at okkara felag kundi verið eitt
sterkt felag, og tað verður tað bert
við, at vit verða nógvir limir, tí
heita vit á teir 1675, ið fáa sum
áður sagt tilsent eitt giroinngjald-
ingarkort nú fyrsta dagin, at fáa
tað goldið so skjótt tilber, og
nýggir limir kunnu tekna seg við
at senda 10 kr. á girokorti til
»Kristiligt Lurtara- og Siggjara-
felag, Tórshavn<, á postgirokonto
nr. 1142445.
Blíðar heilsur
vegna felagið
Olaf Sv. Petersen
formaður
Hesar vælumtóktu
ketlarnar fáa tygum
frá Lampubúðini
LAMPUBÚÐIN
v/ Hjalgrim Davidsen, el. innst.
R. C. Effersøesgøta
13303
5.000 tons
í Norðsjónum
Foroyar hava fingið eina
sildakvotu í Norðsjónum upp
á 5.000 tons fyrra hálvár
1976. Hetta er ein sjålvstød-
ug kvota.
NEAFC-fundurin í London
samtykti fyrr í vikuni eitt
uppskot til kvotaskipan fyri
veiðu av sild í Norðsjónum,
hareftir foroyingar og íslend-
ingar fáa loyvi at veiða 5.000
tons fyrra hálvár í 1976.
Eisini tann svenska kovatn er
upp á 6.000 tons. Higartil
hevur tann føroyska silda-
kvotan verið partur av teirri
donsku. Hetta er nú broytt,
so at vit hava eina sjálv-
støduga kvotu.
Egnsudviklingsrádet
viðger málið
Spurningurin um bygging av
einum hotelli í Vágum er nú
til viðgerðar hjá Egnsudvikl-
ingsrádet í Danmark, og
Flogfelag Føroya væntar sær
svar hadani heilt skjott.
Ætlada hotellprojektid er
stórt i mun til tey, sum vit
vanliga seta í samband við
hotellstøddir i Føroyum. Tað
kemur at hava eini 70 seingj-
arplåss. Matstovan skal rúma
30 gestum isenn afturat
teimum gistandi.
Flogfelag Føroya hevur út-
vegað eitt 1100 kvadratmetra
stórt grundøki til endamálið.
Tad liggur vid krossvegin
Vatnsoyrar — Sørvågur —
Flogvøllurin, norðan fyri
plastverksmiðjuna.
Málið um bygging av
hotelli í Vágum hevur fingið
nógvar viðgerðir. Tað hevur
verið í landsstýrinum, hjá
búskparráðnum og hjá ríkis-
umboðnum. Nú er tað sent til
Egnsudviklingsrádet, og
roknað verður við, at tað
loysir málið.
Hugo Fjerðoy og Lars Larsen -
menninir aftan fyri Flogfelagið
kring oyggjarnar
Sjónleikavitjanir
Um vikuskiftið framferir
Sjónleikardeild KI skemti-
leikin Oskar í Fuglafirði.
Fyrra sýningin verður í dag,
og tann seinna í morgin.
Seinast í hesum mánaðinum
fer Tvøroyrar Sjónleikarfelag
til Klaksvíkar at framføra
Menn og Vápn eftir Bernhard
Shaw, sum Mannbjørn
Mortensen hevur ummsett.
Ætlanin er at hava eina
súning 28. november og tvær
sýningar 29. november.
Minnisvarði yvir
Jørgen Jørgensen
Klaus Hermann sigur, at ein
nevnd nú hevur sett sær fyri
at reisa ein minnisvarða yvir
Jørgen Jørgensen i Lejre.
Tað var hann, ið sum kenslu-
málaráðharri í Danmark í
1938 gjørdi foroyskt til undir-
visingarmål. Ætlanin er at
reisa minnisvadarin vid Osted
Fri- og efterskole nærindis
Lejre, har Jørgen jørgensen
búði alla sina tid.
Á ídnaðarveiðu
Leivur Øssursson, sum nú
hevur ligið við bryggju á
Tveroyri í meiri enn eitt ár,
fer væntandi á idnaðarveiðu í
næstum.
Fyrr í ár var Leivur Øss-
ursson um at vera klárur at
fara til fiskiskap, men tá fall
prísurin á ídnaðarfiski so
knappliga, at varð ongantíð
farið avstað.
Veiða skeljar
Fiskaklettur og Glyvraberg
veiða jåkupsskel í løtuni.
Fiskaklettur, sum hevur stød
á Strondum, hevur roynt eftir
skeljum eystanfyri, men tað
hevur vorið lítið til. Teir
leggja veiðuna upp í Havn,
haðani hon verður flutt til
Suðuroyar. Glyvrabert úr
Hvalba leggur veiðuna upp í
Suðuroy.
50.000 kr.
Eydnuhjólsútselan hjá Royn
í Hvalba seinasta vikuskiftið
gav væl av sær. Tað er ikki
endaliga uppgjert, men rokn-
að verður við, at tað liggur
væl oman fyri 50.000 kr. Tað
er tað mesta, sum Royn
hevur útvegað av peningi
gjøgnum eydnuhjólsútselur
hesi seinastu árini. Í kveld
skipar Royn fyri ársveitslu.
Blokadan stendur við
Blokadan hjá Feroya Prent-
arafelag ímóti Pf. Blaðstarv
og Einars Prent í Havn
stendur við. Blaðið hjá prent-
arunum í Danmark, Dansk
Grafia, skrivar, at fyri tveim-
um árum síðani varð Einars
Prent blokerað, og tá varð
roynt at flyta arbeiði til Dan-
markar. Blaðið mælir ellum
limum sínum til ikki at gera
nakað prentiarbeiði við for
oyskum teksti.
Fyrireika
stóra skótalegu
Í sambandi við at Skótalið
Sigmunds Brestissonar í
Havn verður 50 ár í februar
komandi ár, hava dreingja-
og gentuskótarnir hjá teim-
um gulu skótunum í um-
búnað at fyrireika alheims
skótalegu í Føroyum komandi
summar. Lars Larsen, sum er
fyrireikari av leguni, sigur, at
væntandi verða einir 600
luttakarar á stevnuni, sum
verður í juli mánaða. Harav
verður helvtin feroyskir
skótar. Í sambandi við leguna
hava nógv peningaveitandi
tiltøk verið sett í verk. Túna-
dansurin, sum Lions skipaði
fyri í fjør, gav 80.000 kr., og
harav fóru 40.000 kr. i skóta-
grunnin. 28. november fyri-
skipar Lions bingospæl í
Itrottarhøllini i Havn, og
innkomni peningurin fer til
skótarnar. Harumframt hava
gulu skótarnir i Havn á
hverjum ári skipað fyri
stevnu á Leynavatni. Í fjør
gav hon 7.000 kr.