Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað eru longu fleiri sjónvarpsmóttakarar í Føroyum, og fyrr ella seinni verður spurning- urin um stovnsetan av eimum føroyskum sjón- varpi aktuellur. Vit verda kanska noydd til tað. Men hvussu skulu vit so bera okkum at? Hetta var ein av teimum mongu spurningunum, sum vóru frammi í orðaskiftinum á al- menna fundinum um sjónvarp, sum Ungmannafelagið Skansa- Jógvan Sundstein var fundarstjóri stova í Havn skipaði fyri í Lær- araskúlahellini týskveldið. Eini 500 fólk vóru á fundi. Eitt panel legði fyri til orðaskifti um málið. Í panelinum sótu Dánjal Pauli Danielsen, landsstýris- maður, Jógvan Arge, útvarps- maður, Henry Andreassen, trú- boðari, Árni C. Joensen, radio- mekanikari, Hermann Jacobsen, blaðstjóri, og Torbjørn Poulsen, teknikkari. Ikki fingið tingviðgerð Dánjal Pauli Danielsen, lands- stýrismaður, segði í innleggi sínum, at hann var fyri at stovnseta eitt foroyskt sjónvarp, sum skal rokka um alt landið. Hann upplýsti, at í 1968 var eitt uppskot fyri á tingi um stovn- seting av sjónvarpi, men málið fall. Í 1970 setti tingið eina nevnd til at kanna sjónvarps- málið, og í 1973 hevði nevndin skrivað álit, har tað varð mælt til at seta á stovn sjónvarp. Tvær motiveringar hjá nevndini fyri tilmælinum vóru, at sjón- varp í grannalondum okkara sosialurin Nr. 82 — 22. november 1975 Tann seinasta tekniska kanningin vísir, at eitt sjónvarp, sum kann síggjast um alt landið, fer at kosta einar 10—12 milj. kr. Kanningin var liðug í fjør, og tingið hevur hava roynst sum ein týðandi táttur í gerandislívinum og eisini sum undirvísingaramboð. Dánjal Pauli Danielsen greiddi frá, at tingið helt ikki málið vera nóg fullfiggjað framvegis, og varð tí ein nýggj nevnd sett til at gea tekniskar kanningar. Henda nevndin læt álit frá sær í 1974, og tingið hevur ikki vidgjørt tað enn. Í hesum álitinum verður skotið upp á eina samlaða upphædd upp á 10—12 milj. kr. Dánjal Pauli Danielsen segði, at tað einasta, sum fekk hann at ivast í málinum, var kostnaður- ikki vidgjørt álitið enn at hava hesa áskoðan og visti á, at enn hava politikkararnir ikki tikið steðu í málinum. Jógvan Arge segði, at tær teknisku kanningarnar í einum máli sum hesum eru ikki avgerandi, men kunnu brúkast sum eitt grund- arlag. Hann setti fram triggjar ivaspurningar í málinum: Fer sjónvarpið at gagna samfel- agnum, verða vit ment at seta tað á stovn, og er nakar tervur á einum sjónvarpi í Feroyum. Jógvan Arge segði, at um tann fyrsta spurningin kann kjakast nógv. Hann nevndi, at Jógvan Arge segði seg óttast serliga fyri teimum fíggjarliga trongu møguleikunum, sum eitt sjónvarp í Føroyum kann fara at fáa, og um sendingarnar tí ikki verða hareftir. Í hesum sam- bandi minti hann á, at tað eru nógv mentanartiltøk sett á stovn í landinum, men sum ikki hava fingið umsteður at virka undir bæði so og so. Um tervin segði Jógvan Arge, at hann er ikki beinleiðis konstateraður, og hann spurdi, hvaðani tervurin stavar. — Er hann runnin úr fólk- Panelið. Her er tað Henry Andreassen, sum hevur orðið. Hann var ímóti føroyskum sjónvarpi in. Hinvegin helt hann, at vit fyrr ella seinni verða noydd at seta eitt sjónvarp á stovn. Miðvísur politikkur Jógvan Arge, útvarpsmaður, segði, at hann hevði onga stødu tikið í málinum. Til tess var tað ov illa lýst, helt hann. Hann hlet ikki, at hann var einsamallur um eitt argument fyri sjónvarpi er, at tað kann senda upplýsandi tilfar, vera ein liður í undir- vísingini og kann virka sum ein stovnur við undirhaldi fyri teimum, sum ikki hava stórar møguleikar á hesum eki. Hann vísti eisini á, at eitt óheppið árin er, at fólk gerast nærum narko- manar av at sita og gløda í eitt sjónvarp. inum, so verður neyðugt við einum miðvísum politikki á hesum eki. Ein slíkan politikk hava vit einki sæð til enn, segði Jógvan Arge. Tað glúpska eygað Henry Andreassen, trúboðari, segði seg vera ímóti sjónvarpi av fýra grundum: peningaligum, 'milj. kr. Torbjørn Poulsen: — Teknisku kanningarnar higartil visa, at tad verdur bert gjørligt at senda úr einum studio i Havn siðmenningarligum, tjóðskapar- ligum og kristnum grundum. Hann helt ikki, at tølini, sum nevndin kom við í fjør, halda í dag, og nevndi, at í Grenlandi verður mett, at eitt sjónvarp har kostar 44 milj. kr. umframt 4 milj. kr. í rakstri. Tilsvarandi telini, sum hava verið nevnd í Føroyum, eru 10 milj. kr. og 2,1 Henry Andreassen segði, at tað kann fara at kosta landinum dýrt, tá fólk fer at keypa sjónvarpstól í útland- inum. Hann nevndi, at talan kann fara at verða um 50—75 milj. kr., sum fara av låndinum, um hvert húski skal hava lit- sjónvarpstól. Henry Andreassen segði, at sjónvarpi aðrastaðni verður kall- að tað glúpska eygað. Kann- ingar eru gjørdar, sum visa, hvussu stóra ávirkan tað hevur átrúnarliga, familjuliga og á umhvervið. Ein kanning í Bret- landi vísir t. d., at har situr eitt miðalbarn 22.000 tímar framman fyri sjónvarpinum, meðan ein tilsvarandi kanning í USA vísir, at har hevur barnið sitið 10.000 tímar á skúlabeinki og 20.000 tímar framman fyri sjónvarp- inum. Ein kanning av 70 ára gomlum fólkum í USA vísir, at tey í 9 ár av lívi teirra hava glett í sjónvarpskassan, segði Henry Andreassen. Hann segði, at siðaarvurin hjá okkum, um. vit fáa sjónvarp, verður lagaður eftir tí, sum kemur uttaneftir, og at móður- málið fer av lagi. Hann segði, at tað eisini fer at skunda undir blaðdeyðan. Um politikkararnar segði hann, at teirra uppgáva verður at spæla sjónleik og á tann hátt vinna sær atkveður. „Á