Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Harri formaður. Tað var ógvuliga áhugavert at hoyra legmannsreðuna á Ólavs- øku og síðan at lesa hana. At fáa metingina um, hvussu sá út, tá fráfarna landsstýrið setti førn- ingin frá sær og at fáa at vita, hvussu arbeiðast skuldi víðari fram við eini samgongu av trimum flokkum, sum á fyrsta sinni hevdu funnið saman. Viðgerðina av løgmansrøduni er minni at siga til. Tað, sum altíð hevur undrað okkum uttan fyri tingið, er, hvussu tinglimir fullkomuliga skifta ham, alt eftir um teir eru í samgongu ella and- stødu, og hesin tingsins reðara- pallur, har mál skuldu verðið ålvarsliga vidgjørd landi og fólki at gagni, tykist ofta meira at minna um ein sjónleikarpall, helst tá útvarpið er í salinum, men tað er lætt at nýta orð og koma við atfinningum, sum eisini er tikið til undir hesi viðgerð, og tá ein er nýggjur og ongar royndir hevur gjørt, skal ein vera varin. Heldur er tað ikki í hesi stødu lætt at koma við viðmerkingum til løgmannsrød- una, ið byggir á ein sáttmála, sum samgongan er komin til, aftan á at hver flokkur sær hevur slakað her og boygt seg har, soleiðis sum tað altíð vil vera, um samvinna skal spyrjast burtur úr flokkum við hver síni stevnuskrå. Húsarhaldsskúlin Árið 1975 varð valt til kvinnuár av ST, og hóast vit onga valda ella ongar valdar kvinnur hava á Føroya Legtingi, so kundi ein ynskt, at onkur kvinnu- spurningur ella kvinnumál kom fram i løgmannsrøduni, men so var ikki, og vil eg ti loyva mær at byrja vid einum måli, sum enn er reint kvinnumál: húsarhalds- skúlin. Eftir at húshaldsskúlin í Havn helt uppat í 30-árunum, hava bert verið húshaldsskeið hildin ymsa staðir, — hóast matgerð er í skúlunum, hevur stórur tørvur verið á einum hús- haldsskúla, og eigur húsmeðra- felagið í Klakksvík stóra tekk uppibornað, at tær fingu hús- haldsskúla settan á stovn. Ofta er tað so, at tá eitt ella annað skal setast í verk, verður alt kravt av tí almenna, men so var ikki her, hesar megnar kvinnur norðuri í Klakksvík byrjaðu sjálvar skúlan, áttu hús at hava hann í, fingu til vega starvsfólk 0. s. fr. — Og so góða undirtøku fekk skulin, at nå må byggjast aftrat, og liggur tí umsókn inni frå húsmeðrafelagnum um stuðul, og vil eg heita á allar tingmenn ikki bara at stuðla byggingina, men eisini skaffa skúlanum tann rakstrarstuðul, tær eiga. Frá Feroya Fólkaháskúla er umsókn inni um at fáa sama rakstrarstuðul. Allir føroyingar vita, hvat týdning hesin skúli hevur havt fyri okkum, bæði kristiliga og mentunnarliga. Tid- irnar og arbeidshættirnir broyt- ast, á okkara døgum gongur alt við rúkandi ferð, og tað kostar nógv at fylgja við og umleggja. Eisini her eiga vit at stuðla. Nýggja skúlalógin Nýggj skúlalóg er í umbúna. Í løgmannsrøduni verður viðv. fólkaskúlanum sagt, at roknast kann við, at verandi realskúlin fellur burtur, og at vit ístaðin fáa ein eindarskúla, og tað eru vit nokk fleiri fegin um. Henda sundurbýtan ella beinari útvelj- an av næmingum er ikki góð, og av teimum royndum eg havi frá skúlaráð og skúlanevnd haldi eg ikki, framhaldsdeildin fekk tann sess, hon átti úti á arbeiðs- plássum, t. d. upplivdu vit fleiri ferðir, at almennar skrivstovur, sum so absalutt skuldu stuðla henda skúla, sum teir sjálvir vóru komnir við, tóku næmingar við realprógvi heldur enn teir frá framhaldsdeildini. Viðv. kristniundirvísingini í skúlanum undirstrikaði mín góði partamaður Hilmar Bæk týdn- ingin av hesi lærugrein og segði, at fólkaskúlin altíð hevði hvílt á tí kristna grundarlagnum, og at sosialurin vit máttu verja henda dýrgrip, og sostatt ikki skúgva hesa undirvísing til viks. Háttvirdi landsstýrismaður Finnbogi Isaksen vissaði okkum um, at landsstýrið hevði ongar ætlanir at skerja kristniundirvísingina. Ein kundi ynskt, at henda læru- grein fekk ein betri sess innan skúlagátt, vit eru jú eitt fólk, ið ber kristið navn og við kross- merki í flaggi okkara, og vit mega ikki gloyma, seinna helvtin av Jesu kongaboðum er — við formannsins loyvi — : og lærið tey. Eisini hevur verið tosað um tann ringa lesnað, ið floymir inn yvir land okkara, hóast ongin lógarheimild — tíbetur — er til tess. Um landsstýrið ikki fær tann stovnin at reagera, ið eigur at taka sær av hesum, mega aðrir vegir gangast. Í samband við skaðiligan lesnað kom háttvirdi tingmaður Kjartan Mohr inn á henda ræðu- liga guðsspottandi Jesu-filmin, ið fekk statsstuðul í Danmark, og segði, at hesin als ikki skuldi verða loyvdur at koma higar, — av fullum og heilum hugi taki eg undir við hesum. Skattavidurskifti Tað var eitt vónbrot fyri meg at hoyra håttvirda figgjarmålaråd- harra tosa um skattalogina, men min góði skúlafelagi var ærligur, vit fáa at vita, at her fer ikki tann stóra broytingin fram í hesu setu, og her hevði ein gingið og trúð, at nógv fór at henda, t. d. at henda órættvísan, at hjún verða skattað saman, varð tikin burtur, tað er mann- minkandi, — hvussu beinrakið er orðið ikki í hesum sambandi — mannminkandi fyri eitt mentað og útbygt samfelag at hava hesa skipan. Tað hevur verið tosað um niðurskriving av virði av tingmonnum, og menn hava verið heitir um hetta, sjálvsagt, vit eiga at virða oll menniskju, men hvat við giftu kvinnuni í útistarvi, hugsið um tað, mínir góðu tingmenn, hvussu virða tit tær? Hvat við avskrivingarreglun- um, hoyra tær til »tær ikki smáu broytingarnar?< Vónandi koma hesar smáu broytingar láginn- tøkuni til bata. Eitt kann so gleða Feroya fólk, hóast tað bert verður ein dropi í landskassanum. Mær er sagt, at eftir hesi nýggju skatta- broyting koma tinglimir at gjalda skatt av fullari tingløn, og sjálvsagt beri eg ongan ótta fyri, at. henda lógarbroyting verður einmælt samtykt — samstundis fer vónandi tann Nr. 82 — 22. november 1975 Framhaldsdeildin fekk ikki sín rætta sess á arbeiðsplássunum — segði Jona Henriksen m. a. undir viðgerðini av løgmansrøduni. Nidanfyri prenta vit rødu hennara óskrivaða lógin úr gildi, at tingmenn ferðast ókeypis við landsins skipum. Almannamálini sum flokkur okkara hevur verið slóðbrótarin fyri, og eru vit saman við hinum flokkunum komnir væl á leið, eiga góðar 2 síður í legmannsfrágreiðingini — úr hesum báðum síðum er nógv gott at frætta, hóast ein kundi ynskt meira. Meðan hækkan av pensjónsgjøldum til fólkapensionistar og avlamisfólk er framd, er onki hent viðv. einkjupensiónini, hverki hækk- an av sjálvari pensjónini, ei heldur eru treytirnar fyri at fáa einkjupensjón linkaðar. Tá landsstýrið heldur, at henda broyting eigur at verða framd sum broyting í einkjupensjóns- reglunum í forsorgarlógini, og at tað er úrslitið av samráðingum millum ríkisstjórnina og lands- stýrið, sum avger, nær slík broyting kann fremjast, so er at fáa samráðingar í lag sum skjótast. Hetta, at landsstýrið hevur í hyggju at skapa møguleikar til hjálparveitingar til eldri og av- lamisfólk, sum hava serligar tungar byrðar av húsaútreiðsl- um, er gleðiligt og verður vón- andi framt skjótt. Heimahjålpin er undir stød- ugari útbyggjan og rekkur nærum allar bygdir. So langt tað tykist at vera komið á leið, eru vit eftirbátar á einum eki, nevnliga við ellis- og rektar- heimum. Eldri fólk, ið sjúk blíva ella seingjarliggjandi, liva undir trongum korum. Sjúkrahúsini og tess pleygudeildir eru fullt upptikin. So her má skundast undir í stórum. Vit eiga bert eitt ellis- og rektingarheim, í Vág- unum, og tað er ikki av tilvild, at henda oyggj fekk landsins fyrsta heim av hesum slagi. Tað er ikki ov nógv sagt, at tað er at takka einari kvinnu, frå Høj- gaard Ellefsen, sum legði alla orku sína í hetta mál og fekk onnur við sær. Ja, land okkara hevur átt og eigur kvinnur, vit kunnu vera errin av. Sum einasta kvinna á tingi, og ikki ein gang vald, følir ein seg eyð- mjúkan at skula umboða ein slíkan kvinnustætt, ið bæði heima sum konur og mammur og úti í vinnu aldri hava smæðst burtur, tverturímóti, sum hava verið dyggastu stuðlarnir undir samfelagnum, tí eru vit komin so langt í dag. Fyri at venda aftur til ellis- og røktingarheimini, so verður bygt á Tveroyri, og Norðoyggjarnar og Eysturoyggin standa so fyri túri. Undir almannamálini má so absalutt fáast inn um sjúkra- trygging. Kvinnufrímerki Nógv hevur verið tosað um yvir- tøku av postverkinum og tey føroysku frímerkini. Kvinnu- samskipan Feroya hevur lagt umsókn inn um eitt kvinnufri- merki, nú kvinnuárið er, men onki hendi, — tó nýggj frímerki skulu gerast, kannska fáa kvinnufeløgini sømdir tá. Formadur sambandsflokksins tosadi m. a. um, at vit vid fri- merkjum okkara úteftir søgdu ødrum frá landi okkara — fyri at ongin misskiljing skal verða okkara millum, vil eg siga, at kvinnufrimerkinum vilja vit ikki fortelja fólkunum t. d. í Suður- afrika ella í Kina, at vit hava konufólk í Feropyum, hetta er fyri at markera kvinnuárið m. a. Nógv kundi verið at trivið í aftrat, t. d. tær vánaligu láni- umsteður, sethúsabyggingin hevur — Prístalið heldur ikki —eftir mini metan — tað, ið ætlað varð. Framtidina kenna vit ikki, men landsins skúta hevur ein fínan skipara, ið dugir so væl at seta kós, at hann verður fylgdur bæði innanlendis og uttanlendis. At enda vil eg ynskja fyri okkum tinglimir, at vit ongantíð gloyma, at tað eru livandi mannalagnur aftan fyri sam- gongu og andsteðu, kunnu finna saman í samstarvi tjóðini til bata, og arbeiða soleiðis, at sagt kann verða: — Í Feroyum er gott at búgva og balast. fr Tryggingarsambandid FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjovåtrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja: Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging.