Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 4 — 17. januar 1976 sosialurin telf. 11820 - giro 62827 25 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Tidarfrestin FYRRADAGIN, 15. januar, var seinasta freist hjå løntakarum at låta sjålvuppgåvuna inn til kommunala líkningarvaldið, og 31. januar er seinasta freist hjá bókhaldsskyldugum at lata rakstrarroknskapin inn. VERÐUR sjálvuppgáva ella rakstrarrokn- skapur ikki latin inn rættstundis, hevur líkn- ingarvaldið sambært skattalógina heimild til, at hækka viðkomandi skattgjaldara við 25 pst. Á onkrum plássi verður mett, at í ár verða tað eini 80 pst., ið koma at lata sjálvuppgávuna ov seint inn. SPURNINGURIN er, um hesar tidarfrestir eru tíðarhóskandi longur, og um tær ikki áttu at verið broyttar. Tað kemur valla fyri, at nakar lontakari fær upplýsingar um innteku frá nøkrum arbeiðsgevara, fyrr enn 10—12. jan- uar. Og í nógvum forum koma upplýsingarnar frá arbeiðsgevarunum ikki, fyrr enn freistin at lata sjálvuppgávuna inn er úti. Tá kann so eisini henda tað, at uppgávuseðilin frá arbeiðs- gevarunum er skeivur og má rættast. SUM DØMIR kunnu nevnast, at í ár er tað komi fyri, at lontakarar ikki hava fingið upp- gávuseðilin frá almennum stovnum fyrr enn dagin fyri og sama dag, sum sjálvuppgávan skuldi latast inn. Og eisini kann verða nevnt, at longjaldsstovan í Klaksvík longu nakrar dagar áðrenn 15. januar boðaði likningarvaldinum har frá, at hon kundi ikki fáa hetta arbeiði frá hondini fyrr enn tveir, triggjar dagar eftir 15. januar. TA SO ER, er torfort ella ógjorligt at krevja av skattgjaldarum, at teir skulu lata sjálvupp- gávuna inn rættstundis. Undir hesum um- stoðum má tað haldast at vera ómenniskjaligt, at lata teir skattgjaldarar, ið lata sjálvuppgáv - una ov seint inn, liva í ótta fyri at verða sektaðir. Ti áttu líkningarráðið og landsstýrið, fyribils fyri hetta skattaárið, at givið øllum skattgjaldarum eina útseting upp á t.d. 10 dagar. SÍÐANI ATTI tann broyting at verið gjørd fyri framtíðina, at freistin hjá arbeiðsgevarum fyri at senda uppgávuseðlar út, varð sett til 20. januar, at freistin fyri at lata vanligar sjálv- uppgávur inn varð broytt til 31. januar, og at freistin fyri at lata rakstrarroknskap inn varð broytt til 15. februar. VORÐU HESAR broytingar framdar, kundi skattavaldið loyvt sær at hótt við sekt, og eisini at praktiserað hetta, um sjálvuppgávur og rakstrarroknskapir ikki vórðu latnir inn til tíðina. OG HETTA eru nátúrligar broytingar, sum Lær brovttu tidirnar føra vid SÆTI dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Leirvík, altargangur, P. M. Rasmussen í Havnar kirkju, altargangur, Kjartan Mørkøre í Vesturkirkjuni, J. Magnussen í Klaksvík (savn- að verður inn til frama fyri kirkjuna), Eivind Vilhelm í Sandavågi, J. Weihe i Sør- vági, J. Follend í Bø, Peter Petersen i Vestmanna, altar- gangur, S. J. Jonsen i Svinoy, K. O. Viderø i Sand- vik, Martin R. Jacobsen i Vagi Í kveld kl. 20 hevur J Follend, prestur, gudstæn istu í Sandavágs kirkju KFUM og -K Í kveld kl. 20 verður opið hús i KFUM, har ung framføra leikin Hin horvna jolagledin. Sunnukveldið kl. 20.30 Neyd- hjálp Fólkakirkjunnar: film urin neyðhjálp til sjálvhjálp verður sýndur. Borðhald og innsavning til heidninga- missionina. Frelsunarherurin Sunnudagin kl. 11 halgunar- fundur. Kl. 14 sunnudags- skuli, kl. 19.30 bønarfundur og kl. 20 frelsifundur. Offi- serarnir ur Vågi, Olsen og Vaåg, loytnantar, luttaka á øllum fundunum hesa vikuna. Adventista- samkoman I dag kl. 9.30 bibliugransk- ing og sidani gudstænasta vid C. D. Andreasen i skúlan- um vid Hoyvikstjørn. Sunnu- dagin kl. 11 sunnudagsskúli. Skótar og títlingar KFUKs Um viðrar verður itrottar- dagur í dag kl. 15 í Gunda- dali 25 ára merkisdagur Hósdagin hevði Karl Johan Mikkelsen, Tórshavn, verið í starvi hjá Pf. Poul Hansen í 25 år Meinigheitshús 50 ár Í dag eru liðin 50 ár, síðani Meinigheitshúsið í Sandavági varð tíkið í nýtslu. Í sam- bandi við minningardagin prædikar Johs. Follend, prestur, um kveldið í kirkj- uni. Sunnudagin prædikar E. Vilhelm, varabispur, í Sanda- vågs kirkju, Johs. Follend i Bø og Johan Weihe i Sørvågi Gideon Vestmanna Y fundinum sunnukvøldid kl erður evni Hitt tora | tiA Hi | Fyristødumadur til møbilbud Til Møblasøluna á Hogabóli verður sekt eftir fólki til at standa fyri leiðsluni. Viðkomandi skal kunna taka sær av selu, innkeypi, bókhaldi og rakstrinum annars. Løn eftir avtalu. Ahugaði biðjast ringja ella skriva til Jógvan Sundstein statsaut. revisor Tórshavn - Telf. 14700 Spinnið í Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll slog av før- oyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen - tlf. 20 i Gøtu Húsfólks- ábyrgdartrygging yngri sum eldri — kann av óvart verða orsek til skaða ella mein fyri fólk uttan fyri sína egnu familju, ella ognarlutir teirra, og tá er tað Húsfólksábyrgdartrygging fær sín stóra týdning. Henda trygging tekur við hesum ábyrgdarendur- Hver einstakur persónur gjøldum: 1. Fyri hvønn skaðatilbur, har ein ella fleiri persónar fáa skaða ella látast, UPPL sn kr. 450.000, — 2. tó ongantíð meir fyri hvenn persón enn ....... ie kr. 150.000, 3. Tá id lutir verða skaddir, eisini djór, Upp til .............. suussersee. kr. 100.000, — Heilárliga tryggingargj. er bert ....... kr 25, Eykagj. fyri fugla- og djóraveiðu ...... kr. 5,- Hundaábyrgdartrygging .......... „. kr 10, Annars tekna vit hesar tryggingar: Vørur, bátar, bilar, ferðatryggingar, virkisábyrgdar- tryggingar, felags ítróttartryggingar, bilvanlukku- tryggingar. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tryggingarsambandið Feroyar Kongabrúgvin tlf. 14590 ella tryggingarmannin Kjartan Dalsgaard Di tlf. 1 294( 1 Í Orgarði 340