fríggjadagur 21. juni 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 116 - 21. juni 2002
Nr. 116 - 21. juni 2002
29
Mikukvøldið var
móttøka á Muntra í
Fuglafirði í samband
við, at Jákup Oluf
Joensen hevur verið í
starvi hjá Havsbrún í
samfull 35 ár. Poul
Rustin, sum hevur
Muntra, hevði saman
við sínum fólki gjørt
alt tilbúgvið, tá ið
familjan hjá Jákup
Olufi, starvsfólk á
Havsbrún, reiðarar,
skiparar og onnur,
sum Jákup Oluf
hevur havt samskifti
við, sessaðust. Har
var pinnamatur í
stórum stíli og tey,
sum høvdu hug at
leska sær við onkrum
góðum, fóru ikki tyst
avstað aftur
STARVSDAGUR
Vilmund Jacobsen
Gott lag var á Jákup Olufi,
og skjótt visti tú, hvør kon-
an hjá honum, Rosmunda,
var, tí hon kom ímóti tær og
bjóðaði tær vælkomnum.
Long tíð gekk heldur ikki,
til tú visti, hvørjar tvær av
døtrunum, Hanna og Ann-
Elisabeth, vóru, tí báðar
vóru líka fyrikomandi og
blíðar. Seinni prátaði tú
eisini við Sonju, sum er
tvíburðasystir. Bróðurin,
Andras, er í Danmark; so
hann var ikki við, nú pápin
kundi hátíðarhalda sín 35
ára starvsdag.
Heilsaðu og takkaðu
Fleiri av teimum, sum kom-
in vóru at gleða Jákup Oluf
og familju hansara, nýttu
høvi at siga nøkur orð og
takka honum fyri tíðina á
Havsbrún.
Fyrstur at bera fram sína
heilsan, var stjórin á Havs-
brún, Bergur Poulsen.
Hann vísti á, at sunnu-
dagin, 30. juni, verða 36 ár,
síðan Havsbrún tók ímóti
fyrstu lastini, og tað var
Beinir, sum landaði.
- Og sunnudagin, 16.
juni, vóru 35 ár, síðan
Jákup Oluf trein inn um
gáttina á Havsbrún, sum ein
ungur og spelkin fuglfirð-
ingur. Hann hevur arbeitt á
Havsbrún síðan. Nú er hann
bert 35 ár eldri, men fram-
vegis líka spelkin.
Bergur segði, at Jákup
Oluf hevur havt ymiskar
uppgávur hesi mongu árini.
- Hann byrjaði í sjálvari
framleiðsluni, men seinastu
nógvu árini hevur hann havt
við skip og landing at gera.
Síðan nam stjórin við
nøkur áhugaverd tøl.
- Eg kann nevna, at síðan
Jákup Oluf byrjaði, hava vit
tikið ímóti 4,6 miljónum
tonsum av fiski. Hetta
svarar til, at 1900 Tróndar í
Gøtu lógu fullfermdir á
fjørðinum! Í hesum tíðar-
skeiði
eru
framleidd
920.000 tons av mjøli og
400.000 tons av lýsi! segði
Bergur.
Streyka teir í
Vágunum?
Røðan hjá Bergi var bæði
álvarsom og til tíðir rætti-
liga skemtilig.
- Tað, sum altíð hevur
eyðkent Jákup Oluf, er
arbeiðssemi, trúfesti og
loyalitetur. Hann hevur
altíð verið so serstakliga
loyalur móti Havsbrún og
tess leiðslu. Tað eru slík
fólk, eitt hvørt arbeiðspláss
hevur staðiliga brúk fyri.
Talaði onkur ringt um
Havsbrún - ja, so var og er
Jákup Oluf skjótur at svara
ímóti.
Bergur segði, at Jákup
Oluf er - sum hann tók til -
næstan altíð positivur og
vælhýrdur; har er einki
grenj.
- Hann kann vera eitt
sindur ótolin og kann eisini
skjóta við skørpum, um tað
er neyðugt, og hann kann
vera bersøgin.
Stjórin segði, at eitt, sum
hann ofta fílist á, er, at
leiðslan á Havsbrún ferðast
heldur nógv.
- »Nú, er streika vesturi í
Vágunum??« spurdi hann
einaferð Andreas, tá ið
hann møtti honum á kaiini.
»Nei«, svaraði Andreas,
»hví spyrt tú?« Og tá
svaraði Jákup Oluf, so
skemtiligur
hann
kann
vera: »Nei, eg tonkti tað
bara, tí nú eru tit báðir her í
dag!"«
»Eg eri hjá lækna«
Bergur
segði,
at
hesi
mongu árini, hevur Jákup
Oluf tosað við nógvar skip-
arar og nógvar menn.
- Telefonin hevur kimað
dúgliga hjá honum, bæði
dag og nátt - fyrst heima
við hús, á virkinum og
seinnu árini eisini í lumm-
anum! Men hann var altíð
fúsur. Eg hoyrdi ein mann
nú ein dagin siga, at hann
bara einaferð hevur upp-
livað, at Jákup Oluf ikki
kundi tosa í telefon. »Ring
aftur um eina løtu, eg eri
hjá lækna beint nú!!«
Og rættiliga skemtiliga
tók Bergur síðan til:
- Um Rosmunda (tað er
kona Jákup Oluf) í eymum
ástarleiki onkra náttina er
skumpað til viks, tí tele-
fonin ringdi, havi eg einki
hoyrt um…
Stórar broytingar
Stjórin á Havsbrún vísti á,
at Havsbrún er ómetaliga
nógv broytt hesi 35 árini.
Fyrr vóru skipini, sum
landaðu, nógv í tali, og tey
fyrstu árini vóru tey flestu
skipini føroysk. Síðan hava
íslendsk og eitt nú skotsk
skip vitjað Havsbrún nógv
seinastu 20 árini.
- Og her lá væl fyri hjá
Jákup Olufi, tí hann var
stinnur í íslendskum og
dugdi væl at "jóa". Eitt
sindur verri var við tí
enska, tá ið skotsku bát-
arnir ringdu - og onkur
misskiljing mundi vera, tí
»Ring aftur um eina løtu
– eg eri hjá lækna beint nú«
Jákup Oluf Joensen og stjórin
á Havsbrún, Bergur Poulsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kendir reiðarar og skiparar hava heilsað uppá Jákup Oluf. Allir høvdu teir gott at bera honum fyri hegni og nærlagni
Mynd: Vilmund Jacobsen
onkuntíð var leingi at bíða
eftir summum skipum!
Bergur segði skemtiliga,
at okkurt av hesum skipum
helst mundi sigla framvið,
tí tey komu ongantíð fram.
- Fyrr gekk samskifti við
skipini fyri seg gjøgnum
Tórshavnar Radio, og tað
kundi taka langa tíð at fáa
samband,
fleiri
tímar
viðhvørt. Ofta visti tú ikki
av skipum, fyrr enn tey
komu inn um Ennið, og
ofta komu fleiri í senn.
Góðskan á fiskinum bleiv
eisini hareftir.
Stjórin vísti á, at í dag
tekur tú telefonina úr
lummanum, har tú stendur,
ringir út á feltið, har skip-
arin kann siga nágreiniliga,
hvussu nógv hann hevur
fingið, og hvussu nógv er í
tógunum beint nú - og
eisini, nær tey verða inni.
10 ferðir størri
Bergur segði, at nótabát-
arnir eru nógv størri í dag,
enn teir vóru fyrr - ja, teir
størstu eru upp til 10 ferðir
størri enn fyri 30 árum
síðan. Hóast hetta, er
góðskan á fiskinum nógv
betri enn tá.
Um leiklutin hjá Jákup
Olufi Joensen framyvir,
segði stjórin á Havsbrún:
- Eg veit, at sjálvt um
hann framyvir ikki verður
so nógv at síggja á kaiini,
so fer hann altíð at hava ein
brennandi áhuga fyri tí,
sum gongur fyri seg har,
segði Bergur Poulsen.
Skilagóður og
nærlagdur
Atli Hansen var næstur í
røðini at heilsa Jákup
Olufi.
Hann segði, at Felagið
Nótaskip er á leið javnaldur
við Havsbrún, men visti
ikki, hvør hevur munin.
- Tá ið alt byrjaði, var
hetta eitt stórt felag við
lutfalsliga nógvum limum.
Tí vóru nógvar landingar á
Havsbrún, og nógv fólk,
sum tók sær av hesum.
Atli segði, at felagið
minkaði sum frá leið, og tá
ið tað reisti seg aftur, var
tað við nógv størri skipum
og størri eindum.
Hann segði, at Jákup
Oluf hevur verið ógvuliga
góður at samstarva við um
landingar, og hann hevur
leitt hetta arbeiði skilagott
og við nærlagni.
- Eg ynski tær og konuni
nógv góð og rík ár fram-
yvir, og vóni, at tit bæði
fara at njóta tykkara otium,
nú tit hava høvi til tess,
segði Atli Hansen.
Landingin broytt
Hans Jakku Hansen segði,
at hann landaði á Havsbrún
í 23 ár - í fleiri ár við kvísl,
og tað var strævið.
Hann vísti á, at tann eina
dagin kom Eiler Jacobsen
tvær ferðir inn at landa, og
sjálvur var Hans Jakku við
til at landa báðar lastirnar
hendan dagin.
- Eg havi arbeitt nógv
undir Jákup Olufi, og eg
má siga, at hann er góður at
hava við at gera, segði Hans
Jakku.
Beint eftir, at Hans Jakku
hevði heilsað »føðingar-
dagsbarninum«, vísti Jákup
Oluf á, hvussu vælsignað
tað er at hava gott fólk, eina
góða leiðslu - og ikki minst
lært fólk, sum duga síni
ting.
Eiler Jacobsen nýtti eis-
ini høvi at takka Jákup
Olufi fyri hesi 35 árini,
hann
hevur
staðið
so
frammarliga á Havsbrún.
- Eg haldi, at hann hevur
verið ein góður »meglari«
millum reiðaríini um land-
ingartørn, og hann hevur
havt eini fantastisk evni at
fáa alt at bera so væl til,
sum tað nú einaferð hevur
gjørt. Hetta kann ikki altíð
hava verið so lætt. Tú hevur
dugað væl at »hagreitt«
okkum allar, bæði í tíð og
ótíð.
Reiðarin segði, at Jákup
Oluf hevur havt ómetaliga
stóran týdning fyri hendan
partin av virkseminum hjá
Havsbrún, og hann ynskti
honum og konuni, Ros-
mundu, nógv góð ár aftrat.
Somuleiðis takkaði hann
landarunum á Havsbrún
fyri tíðina, hann hevur havt
við virkið at gera.
Eiler segði, at tað var við
Ísborg, hann landaði tvær
ferðir sama dag, sum Hans
Jakku nevndi.
- Jú, nógv er broytt. Í dag
taka trý tey størstu skipini,
vit hava í dag, líka nógv,
sum allir teir 24 bátarnir
tóku, sum vóru í hesi vinnu
í sínari tíð.
Í puntutum kolli
Alfred Klein, sum væl og
virðiliga er farin um tey
áttati, hevur landað á
Havsbrún í mong, mong ár.
Hann segði, at hann hevði
siglt í sjey ár saman við
Jákup Olufi; hetta var við
Gulldrangi.
Alfred hevði alt gott at
bera Jákup Olufi.
Vegna landararnar, takk-
aði Arnfríður Jacobsen eis-
ini fyri góða samstarvið.
Skemtiliga tók hann til,
at tá ið skotsk skip landa á
Havsbrún, plagar Jákup
Oluf at seta ein puntutan
koll á høvdið!
- Vit vænta avgjørt at
síggja Jákup Oluf aftur her
niðri á kaiini, segði hann.
Maður og kona, Jákup Oluf og konan, Rosmunda
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jákup Oluf og konan saman við
teimum trimum døtrunum, tey
eiga. Sonurin, Andras, er í
Danmark
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
29
28