leygardagur 17. januar 1976síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjónvarp einaferð enn...
Tu lesur í blødum, at tað verður
ikki í dag ella í morgin, men
kortini um stutta tid, at norðan-
lond fara at kringsenda sjón-
varpssendingar yvir satelittar.
Árni Joensen heldur fram við
sínum hjartamáli um eitt roynd
arsjónvarp, sum lítið og einki
kostar
Útvarpsstjórin er ikki serliga
heitur fyri foroyskum sjónvarpi,
so sigst
Telefonverkið hevur gjert
tekniskar kanningar m.a. um
nøgd og uppseting av sendara
antennum
So vitt mær kunnugt fær
norðurlendsk TV-kringvarping
ongan týdning fyri okkum, fyrr
enn vit hava neyðtúrvulig mot
tøku- og endurvarpingartól.
Verður eitt royndarsjónvarp
annað enn hjá nøkrum at spæla
sær við. Ella >lat fólk sleppa at
smakka, sterkari verður trýstið
á politikararnar« Tá er orsek
til at óttast fyri úrslitinum.
At eitt føroyskt sjónvarp
kemur, tykjast flest ell at vera
samd um. Onkur sigur, at vit
skulu hava tað. Onnur at vit
sleppa ikki undan. Avgerðin um
nær er politisk, og mær kunnugt
er hon ikki tikin enn
Fleiri sjónvarpsmóttakarar eru
í landinum, og hópur av fólki
sær sendingar av ymsum slag
upptiknar á Videobond. At fáa
neyðug tól til hetta kostar vist
20.000 kr. og Sostatt
meira
kunnu tey, sum ráðini hava,
dyrka henda tørv privat.
Summi felog hava fingið sær
somu útgerð og hava serlig sjón-
varpskvøld fyri limum.
Tóku hesi seg nú saman, og so
við og við uttan iva fleiri við
teimum, so mátti gróðurbotnur
verið fyri, eftir okkara serligu
umsteðum, undir einum ella
ødrum felagsformi at skipa so
fyri og bygt út og stórt sæð
dekka hin fyrsta TV tervin.
Ongantid betri um bókaseyn
fóru at lána út annað enn bøkur,
t.d. TV-bond. Eg veit ikki, um
juridisk heimild er fyri hesum.
Men privat fólk og felog kundu
so lænt skráir haðani.
Mong feløg, um enn við ødrum
endamåli, høvdu savnað hópin
av folki, og kanska økt um lima-
tilgongd og åhuga vid.
Á smáplássum hevði hetta
verið forkunnugt. Á ymsum in-
stitutiónum, skúlum, ellisheim-
um 0. 9. eisini.
Vónandi fór tílíkt mediuutlån
undir almennum eftirliti at virka
áðrenn onkur privatmaður sær
ein handilsfidus í hesum.
Hví útvarpsstjórin sigst ikki
at vera hin heitasti TV maður,
veit eg ikki. Um so er, kann eg
gita mær til, at hetta m.a. var
av praktiskum royndum á ti
stovni, hann dagliga umsitur.
Menn tala um royndarsjón-
varp. Vit høvdu eitt royndarút-
varp. Men eg havi ongantið
sosialurin
Nr. 4 — 17. januar 1976
Eyðun Johannessen
dugað at sæð, at Utvarp Foroya
varð sett á stovn bygt á royndir,
ið har vóru gjørdar.
Útvarp Føroya var ein veru-
leiki, og so vóru menn settir at
finna upp á okkurt at senda.
Hava royndir verið gjørdar og
partvís fylgdar, so eru tað hesir
persónar, ið gjørt tær hava.
Hóast mong frálik og undrunar-
verd úrslit, so er útvarp okkara
framvegis í royndarskóm. Meira
enn fimtan ár hevur útvarpið
staðið hesa royndartid. Nústaðni
er komið so frægt undir land, at
panelið
teir í næstum fáa heli og sostatt
neyðturvúligar arbeiðs- og tekn-
iskar umsteður til rættiliga at
virka. Men hetta ger ikki krøvini
minni, hvorki frá lurtarunum, ei
heldur frá starvsfólkunum til
tað, tey framleiða.
Um útvarpsstjórin ger sær
slíkar tankar, er hetta ógvuliga
rímiligt og realistiskt við. Hava
vit ikki havt ráð og orku til
annað, hvussu so við hinum,
sum krevur meir?
Men koma teknisku útrokn-
ararnir fram til tel, sum politik-
ararnir kunnu semjast um og
góðtaka, og farast kann undir at
kringvarpa TV um allar Før-
oyar, eigur spurningurin um
innihald at:vera púra greiður, og
eisini útroknaður í krónum og
oyrum.
Miðvís uppbyggjan av stovn-
inum kundi t. d. ljóðað:
1. stig, føroyski parturin av
skránni: 90% undirvising o. s. fr.
Vónandi vórðu hesir persónar
lontir samsvarandi ødrum undir-
vísarum, og ikki við teimum
lummapengum, ið t.d. undir-
ritaði og aðrir fáa fyri at gera
radio-sendingar, har 20 minuttir
kunnu taka dagar og vikur at
leggja til rættis.
Eyðun Johannessen
——— I NENNKNNNSSNEKNNNNNNNNI
Samtøkurørslan og
fría kappingin
gagna teimum mongu
ð gleðir okkum samtøkufolk
t Dagbl. í leiðaranum 9. jan
i so positivt um FK
Blaðið viðurkennir bart ut, at
burðurin í FK stendst av, at
ørurnar har eru biligari enn
flest aðra staðni, at FK verður
kki rikin fyri vinning hjá teim
un um eiga hana, men at
st avlop verður aftur
limunum í mun til tað,
teir hava keypt fyri. Tað, sum
pinir blaðið, er tað, at onkur
hevur gjørt hana til eina »halgi
fyritøku« (?), at FK rindar ikki
skatt, og at kanska ikki øll fåa
lut i afturberingini, t.e ti sum
goldid er ovnógv
Sum gamal limur i keypssam
tøkuni, ið ikki altid hevur fingið
so sakliga umtalu i Dagbl., skal
eg fyrst takka fyri og gera
nakrar viðmerkingar
Fólk. sum er ikki limur, má
ikki handla í samtekuni. Tað
vita oll. og eg fái meg illa at
trúgva, at tað stendur so illa til
við lesikunnleikanum her á landi
Ni tað stendur so árent sum
tummastavum á
gjørligt við
hurðini: Bert fyri limir. Lima
skapurin kostar 10 kr., so tað
kann neyvan vera orsøkin til, at
onkur møguliga roynir at snikja
eg inn
Hóast tað at FK selir verurnar
biligari enn aðrar krambúðir, so
visti t.d. sidsti ársreiðinskapur,
at tá útreiðslurnar vóru goldnar
og avskrivingar gjerdar, so
høvdu limirnir kortini goldið ov
nógv fyri verurnar, og tað
skuldu teir sjálvsagt hava aftur.
Fyri at stýra afturberingini, er
neyðugt at hver limur fliggjar
inn merkjabøkur sínar, sum
vísa, hvussu nógv viðkomandi
hevur keypt fyri. Tiverri gera
ikki allir limir tað, so fáa hinir
limirnir sjálvsagt afturberingina
í mun til teirra keyp. Hver
skuldi annars fingið hana?
FK verður sum nevnt ikki
rikin sum annað partafelag við ti
fyri eyga at veita nokrum faum
eigarum vinning og vald. Hvorj
um skuldi FK so goldið skatt
av? Ti sum limirnir hava goldið
ov nógv, og sum teir ti fáa
aftur? Tað er ein orættvis revs-
ing fyri at spara. Tað einasta,
sum hugsast kundi, skuldi so
verið, at hvor limur skattaði av
teimum 4% rentuni, teir fáa á
limakonto síni i FK. Tað hevði
neyvan verið ómakin vert at
rokna tað út og býtt tað út á so
nógvar limir. Men tað hevði so
kanska stillað onkra sál.
Skattatrellið trýr so faur upp
á longur. Tað er so lætt ut
síggja, um skatturin er orsøkin
til, at matvøruhandlar
noyðast at selja dýrari enn FK
Tad er bara at kunngera reidin-
skapin hjá teimum stóru mat-
verukrambúðunum i Havn, eis-
ini FK, so kann ein og hvor
aðrir
samanbera tølini.
Nei, tað sum meira ger munin
ímillum prislagi3 hjá FK og
keypmonnum er heldur tað, at
FK keypir biligari inn, í stórum
nogdum frá framleiðara ella so
nær framleiðsluliðnum sum gjor-
ligt, og so tað, at limirnir ikki
skulu gjalda fyri óneyðuga
»service«. Ti er fremsta treytin
kontantsøla. Men tað, sum
størsta tydningin hevur, er tað,
at tað eru vit, sum handla har, ið
sjálvi eiga fyritokuna og sjálvi
avgera viðurskifti hennara.
Eitt afturat. Summar kram-
„klára enntá at selja
summar verur biligari enn
keypssamtøkan« skrivar Dagbl.
Jú, eg kann nevna eitt domi. Í
heyst sum árini frammanundan
kom væl av islendskum seyða-
kjøti til landið
urin var nøkur oyru hægri enn
árið fyri. FK, sum keypti sitt
kjøt beinleiðis úr Íslandi, kundi
kortini bjóða limunum tað fyrsta
búðir
Innkeypspris-
jøtid fyri sama prísin sum árið
fyri sjálvsagt uttan at hava
tap. Nakað av kjøti var komið til
øroyskar heilsølur framman-
undan, men einki såst til nakran
småsølupris fyrr enn FK hevdi
yst. Tå setti onkur — sum hevdi
keypt um heilsølu 25
prisin 25
oyru lægri enn FK. Sig so at ikki
er fri kapping? Kappingin er júst
ynskilig sæð frá sjónarmiði
brúkarans, og hon gagnar ikki
bert FK-limunum men ellum
brúkarum.
Fyri ikki so langt síðani stóð í
Dagbl., at kooperatiónin var
einki at ræðast. Ikki veit eg!
Fær hon fótin fastan innan t.d.
fiskivinnuna og landbúnaðin, so
kemur tað at gagna meira teim-
um nógvu enn teimum fáu. Og
tað dámar helst ikki teimum fáu
og viðhaldsfólkum teirra. Ti
verður FK framvegis mótarbeidd
og boycottad.
Sverri Egholm
vid-
merkingar
Gåttin ov låg
Um teir alt ov stóru megu-
leikarnar at sleppa á ting
skrivar 14. September:
— Í dag er tingsins gátt so
lág, at við góðum vilja og
handamakt kann næstan hver
sum vil vinna sær ein løg-
tingssess, og í framkomnum
fólkaræðislondum hava menn
fyri langari tíð síðani funnið
út av, at hetta er skaðiligt
fyri fólkaræðið, og teir hava
tí sett eina rímiliga gátt fyri
atgongdina til tjóðartingið.
Hvussu heg henda gáttin
eigur at vera, skuldu vit ikki
siga nakað avgjørt um her,
men tað kundi tókst hóski-
ligt, at ein treyt fyri umboðan
á løgtingi var, at flokkurin
vann ein eindomisvaldan
mann, ella at hann kring
landið fekk einar 2.000 at-
kveður við núverandi veljara-
tali.
Ljóðar legið
Um tíðindini í 14. September
um, at tað kann koma at
styrkja afturhaldshugin í EF
í sambandi við fiskimarks-
vidkanir, at føroyska vinnan
kemur at verða álvarsliga
kroyst, um álvari spyrst
burtur úr hesum viðkingum,
skrivar Dimmalætting:
Aðrir føroyingar, sum
ikki hugsa um hetta mål
partapolitiskt, um enn sera
týdningarmikið politiskt mál,
duga at gjøgnumskoda tjóð
veldisflokkin, men um somu
tíð undrast yvir útlendsku
blaðtíðindi um áheitanina frá
Føroyum (landsstýri og log-
tingi) til EF um at veita fram-
tíðar fiskirættindi uttan fyri
Feroyar eina hjálpandi hond.
Eisini hetta má á ein ella
annan hátt vera ein misskilj-
ing, ti politiskt vil Føroyar
sum kunnugt ikki hava nakað
við Felagsmarknaðin at gera.
Skulu so politisku forsprák
arar okkara á tingi og í
Tinganesi hava heitt á henda
felagsskap fyri at berjast sum
álvur á skóg fyri okkara fiski-
vinnu-áhugamálum?
Tað ljóðar legið.
Íslendingar vinna
Dagblaðið skrivar um toska-
kriggid undir Íslandi:
Vit kunnu vera samdir
um, at »kriggid« vil enda vid,
at islendingar vinna tad, og
at Bretland fer at boyggja
seg og at enda semjast vid
Ísland um at kvotu fyribils til
bretar. Hetta er heldur ikki
nakað ivamål, men heldur
tað, hvussu stór henda kvota
skal verða og fyri hvussu
langt áramál.
Hin grundin til, at tað
kann hava skund hjá foroy-
ingum at vita, hvussu steða
teirra verður á íslandsmiðum,
ið hvussu er í fyrstu framtíð,
er stødutakan okkara til út-
bygging fiskiflotans.