Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1976síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 4 — 17. januar 1976 "Tá var tað so, at Írena hevði tikið í herðatoppin á Hectori og var farin at royna at fáa fólk burtur úr honum, men hetta hevði verið so púra til fånytis, ti enn koyrdi hann sigarettøsku niður á gólv- teppini og tá beint í teimum stovunum, har honum var strangliga forboðið at roykja. So sat hann har og dámdi sær hvittklæddur og at- burður hansara, tá hann sat við borðið, var so vorðin, at hon noyddist at seta hann at eta í kokinum teir komandi fjúrtan dagarnar. Ja, líka inntil í fyrradagin. Ti tá heyði Írena fingið ein illgruna um, at hann og keksgentan kanska vóru farin at fjasast. Hetta var kortini nakað, hon ikki so beinleiðis kundi prógva, men ein illtanki var so har. Beint sum hina ferð- ina um eitt árstið ella so aftan á, at hon hevði fingið sitt egna sovikamar — og hevði kent seg kroysta til at umbýta stovugenturnar við tvær, sum vóru eldri og ljót- ari. Kanska átti hon tá eisini at hava tikið køksgentuna við, men tá hevði Hector ongantíð enn hildið til i køk- inum. Heldur ikki hevði hon sagt Lisu upp enn. Tá tú sigur arbeiðsfólkið upp, skulu tey ikki hava longur freist enn tey eiga ti ikki svitast, at tey fara at láta hánt um alt, tá tey vita, at tey skulu fara. Og hóast Lisa kanska var ein mannfólkarippa ella fongd við misskiltari móðurkenslu, tá hon altið skuldi vera so blíð við Hector, bar ikki til at siga annað enn, at hon dugdi frálíka væl at gera mat. Ti var hon eisini uppi í ti fyrsta, sum fleyg igjøgnum høvdid á Irenu, tå hon sá Hector liggja avsálaðan á koksgólvinum! »Nu nýtist mær als ikki at siga Lisu upp!< Og hetta var heldur ikki av leið, tí bæði Clarkton og professarafrúuni O'Leary dámdu so ónáttúrliga væl manduldessertina, sum Lisa gjørdi. Jarðarferðin var ógvuliga hábærslig. Teir bestu og mest týðandi persónar úr vertskapslívinum kappaðust um at ugga hesa syrgjandi einkju. Og tá Irena so væl visti, at skrivað fór at verða um hesa stórfingnu jarðarferð í bloðunum morgunin eftir, var hon ikki so ring at ugga. Men sjálvandi mátti hon látast at vera ógvuliga ring. Eisini græt hon illa. Tí hetta hoyrdi seg til, tí hetta at hann var deyður gjerdi á ein hátt sítt til, at hann mestsum við hesum lá har og bað um fyrigeving fyri allar teir trupulleikar, hann hevði volt henni gjøgnum lívið. Og tå sigast skal sum er, heyði hon hestar hugin at fyrigeva honum, tí tú eigur ikki at fella ov strangan dóm yvir mann, tá hann er deyður. Og helst mundi hon ikki vera einsamell um at umbera Hector við ellum hansara brekum, tí har var maður komin av húsi og hevði bert alt gott at siga um neyðars Hector. Og tað var ikki hissini rós, hann fekk heldur. Bæði undir sjålvari håtidini og so samkomuni, sum hildin varð seinni á einari hóskandi suitu á hotellinum Majestic. So hetta var ein einkja, sum hevði givið seg til tols við lagnuna, sum tá lidid var nakað út á seinnapartin, væl og virðuliga varð leidd upp marmortrappurnar heima hjá sær sjálvara, av sínum egna bilstjóra og beint tá hon var innumkomin gav einari av stovugentunum boð um at bera sær ein temunn inn í stovuna hjá sær. Men ikki var hon meira enn so dánt innumkomin, so fleyg ødin í hana, tå hon kendi henda rama tubbaksroykin. Hon brådstødgadi og tvejadi aftur. Hvat av arbeiðsfólk- unum mundi tað vera, sum vágaði sær at gera sovorðið. At ditta sær til at nýta hesa lotuna, meðan frúan var úti í hesum syndarligu erindum at seta seg her at eitra luftina í hennara egnu stovu? Ti har — samanringdur og næstan murrandi av berum góðhýri, sat Hector á tí besta og viðbreknasta stólinum, hon átti. Hann var beint í ferð vid at stroya øskuna av einari sigarett nidur yvir tad fina Bokharateppid. Men lrena læt sær ikki alt bjóða hon var í stundini á honum sum knivur á herðum horni, sum hon plagdi. - „At tú ikki skammast! Og so í dag eisini, tá tú . . . tå tå . . < Hon kikkaði eftir ondini og gavst, fekk ikki sagt tað, hon ætlaði ...:Nú vit beint hava jarðað teg!« Og tað høvdu tey eisini. Hector lá jú úti í hesum fína marmaragravaraleidinum í einari ógvuliga holliga gjerd- ari eikikistu við trimum tons- um av kransum oman yvir sær. Men hvussu bar tað so til, at hann . . .? Fyri fyrstu ferð í lívi sinum fekk Irena ikki orðið upp og mundi skriggja. Hamurin mælti einans trý orð. Trý orð, sum Hector aldri á ævini hevði vágað sær at sagt, meðan hann var á livi. »Halt kjaftin saman á tær, tín gamla gívur!< segði hann. So blakaði hann við einum letisligum yvirbragdi tann næstan útbrenda siga- rettstubban frá sær beint niður á gólvteppið og festi sær i eina nýggja. So sat hann har vælhýrdur og blásti hesar stóru roykringarnar frá sær, meðan Irena sum eitt ótt leyp út og sendi eina av stovugentunum inn við ein- um eldsløkkjara. Men andi Hectors gavst ikki so at ganga å Irenu. Og tå hon sansaleys av ræðslu flyddi heiman oman å tad hotellið, sum næst var við at búgva, kom hann gangandi inn í forhellina undir liðini á henni yvir at móttekuskiv- uni, har hann var so ditti- mundur at kvetta hana av, beint sum hon skuldi biðja sær um eitt kamar til eitt fólk. „Nei, tú manst meina við eitt dupultkamar, góða!< helt hann fyri og skuldi rættleiða hana. >Og sendið so eina flosku av køldum øli og ein pakka av Lucky Strike upp beinanvegin!« legði hann aft- rat, meðan hann hugdu upp á duraverðin. Men hetta varð alt av ongum, tí Írena rýmdi heim- aftur í stundini. So heldur hava hesa hamferðina heima við hús enn at gela skuldi standast av ti úti millum fólk! Men gøla mundi kortini verðið burturúr, tí tá Hector — meðan tey vóru á heimveg — aftur var komin at ganga undir liðini á henni og skuldi taka undir hondina á henni, gjørdist hon frå sær sjálvari og rópti á onkran politist, um vælsignaðan at koma at hjálpa sær. Og tá so ein ill- frýsutur politistur kom har og ilskur bað Hector lata damuna hava frið, gjerdist hann ikki sert bilsin, tá hendur hansara í staðin fyri at fáa fatur á einari fastari mannsoeksl, trilvaðu í leysari luft, meðan Hector sum ein tunnur skuggi fór fúkandi oman eftir getuni og ikki steðgaði aftur fyrr enn 15 metrar longur niðru, har hann stillaði seg at bíða eftir Irenu, meðan hann lætst sum einki og festi sær í eina nýggja sigarett. Annars roykti hann í heil- um hetta kveldið og tá helst á teimum stødum, har hetta hevði verið lagt honum so eina við ikki at gera. Og antin roykti hann hesar forbidnu Lucky Strike sigarettirnar ella eisini úr hasum gamla stúgvinum, sum hon hevði hirt í eldin fyri trimum árum síðani. Og líka legði hann í, hvar askan fór. Einaferðina hann skuldi sløkkja ein glødandi sigarettstubba á einari virðis- miklari, blankaðari borð- plátu, mátti Irena taka dik á seg sjálva og so undirbrottlig koma við einum øskubikari til hansara. Fyrst gløddi hann ovfarin at henni, so helt hann speiskliga fyri: >Stóra tøkk skalt tú hava afturfyri, góða!< Og frá hesi somu letu fór hann at beita hana sum ein hund. Hon mátti so væl fara honum eftir bæði inni- skógnum og innijakkanum, hjálpa honum at lata seg úr skógnum og sjálv fara niður í køkin at rigga honum ein heitan whiskey-toddy. Men tá hann ætlaði at senda hana oman í automat- ina at fáa sær ein pakka av siarettum, helt hon, at nú gekk av skriðuni og fór at deila. Ti sjálvt eina hamferð venur tú teg vid sum frålidur, og nú nyttaði einki, at Hector segði: >Halt kjaftin saman á tær, tin gamla givur!« Ti hon gavst ikki. So gjørdi hann ikki vandari enn at hann sinniliga og uttan nakran háva tók og stoytti henda glóðheita whisky-tyddy oman yvir hana og bað hana mars far aniður í kekin at blanda sær ein nýggjan. »Tsja — Irena góða,< helt hann hugsunarsamur fyri eina lotu seinni, „kanska hevði fingist ein hampa kona burtur úr tær, hevði eg havt tikið mær annað skinn um bak eitt sindur fyrr.« >Tað skuldi tú bara vágað tær!< froysti hon. >So skuldi verið skilnaður okkara mill- um, og tað í stundini!« »So — heldur tú tad?« Hann suffaði við. >At eg ikki skuldi vitað hatta! — Men vit kunnu so fara oman í rættin í morgin og biðja dóm- aran skilja okkum!< legið hann aftrat, meðan hann argandi flenti upp á hana, hver skal siga: >Nú sleppur tú ongantið frå mær!« »Titt viðtýggi!< froysti hon og smelti hurðina í lás fyri honum og fór í song. Leingi lá hon vakin og hugsaði. Hetta at Hector var afturkomin á so gåtuføran hátt, hevði fingið alt lív hennara upp í ein sannan hurlivasa. Ti nú kundi hann finna upp á alt og ikki fekk hon tikið í herðatoppin á honum og givið honum av grovfilini. Ikki um at tala at sleppa frá honum. >Vit skulu skiljast«, hevði hann sagt. Men hvussu man tað vera at koma til myndugleikarnar í ramasta álvara og krevja at verða skild frá manninum, sum øll vita liggur undir grønu torvu. Nei, har kann bert spyrjast eitt urslit burt- urúr: Tú verður beindur á sinnissjúkrahús og tað í stundini. Men.kanska var tað tað, hann ætlaði? Nei, so túsun ferðir heldur bina fyri sær sjálvari! Men hesi ráðini fingu hana at verða óreina, ti tá fóru tey aftur at kunna metast á jøvnum feti, og tá skuldi hon so devulin gali fáa sagt honum, hvat hon helt um standin! Eina løtu gav hetta henni ein ugga at hugsa um, men so så hon, at hetta for als ikki at bera til, ti vit menniskju royna at krøkja okkum i lívið sum longst. Nei, her mundi helst lítið annað verða at gera enn at bíða eftir, hvussu leikur fór. At enda sissaðist hon so frægt aftur, at hon fór at durva. Men ikki vardi henda hvildin leingi. Ti bráddliga fekk eitt veikt ljóð hana at hvekka við. Onkur pikkaði mestsum umberandi á hurð- ina, sum var millum hennara og hansara sovikamar. Beint sum tá hann var á livandi livi! Og sum tá var hon sprungin á føtur og hevði snarað lyklinum harðliga og óbennhoyriliga fyri honum. Men tá hon var komin aftur í seingina at liggja sá hon hann næstan hamskift púra sinniliga koma gangandi tvørtur igjøgnum ta aftur- læstu hurdina. I pyjamasi var hann, og tad såst å øllum brøgdum, at hann ætladi sær at krevja sin rætt sum maður hennara. Málleys av ræðslu reyk hon aftur eftir hæli upp í handasta hornið av seingini, meðan hon hindrandi togaði dúnteppið fast upp undir osið. Men Hector fór sinniliga fram at seingini og skræddi teppið oman av henni. So álaði hann tann tunna nátt- kjólan, hon var í, burtur av henni frá hálsi til fót. Hon var um at avsálast av ræðslu og visti við sær sjálvari, at nú kundi alt henda. Men hann læt bara eyguni dvelja eitt evarska lítið sindur við henn- ara úrlætnu vænleikar. »Fy, for fanan,< helt hann so fyri, og fór inn aftur í sovikamarið hjá sær. Men tá helt Irena, at nú gekk av skriðuni og hevnd vili hon eisini hava. Hevdi hon kunnað fingið klernar í Hector, skuldi hon so glaði- liga beint fyri honum eina ferð aftrat. Men hon hevði sjálv saman við politistinum sæð, hvussu vorðið var — hevði sæð, hvussu hann smeig burtur ímillum hend- urnar á tær. — Men, devulin — onkur máti mátti kortini verið, so hon fekk givið honum toyggið! Jú, nú visti hon, hvussu hon skuldi bera seg at fyri at basa honum: Lisa var bjarg- ingin — Lisa hevði onkuntíð verið blíð við hann — jú, nú skuldi Lisa fáa toyggið! Og av durunum skuldi hon verða rikin! Hóast hon so ánáttúr- liga væl dugdi at gera dessert Framhald á síðu 12