Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1976síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 —A greitti ikki, at fimm minuttir í tíggju, so stóð hesin virðiligi hovmeistari hansara við eld- staðið. so at hatturin skuldi hava tann hita, sum hóvaði tí frålika høvdinum á hansara hátign. Og alt í húsinum hevði James við at gera. Hverja ferð vit ótu stóð hann sum steinrunnin yviri við dyrnar, meðan hann eygfór borðið. So nikkaði hann so næstan eingin sá, og alt fyri eitt lupu tænararnir sum á leistum at gera eftir boðum hansara, men í andlitsyvirbragdi hans- ara sá eg so væl, at hann metti meg sum eitt, sum kanska í heimlandi minum dugdi at handfara eitt spjót ella ein skutil, men kniv og gaffil hevði eg so ongantíð havt millum hendurnar og avgjørt ikki saman við ment- aðum fólki. Har vóru altið nógvir gest- ir. Vinir úr aðalsmannastætt- inum og skyldfólk. Og prátað varð so dúgliga. Lordurin var so fittur at tala um Sveríki, sum hann helt mátti vera høvudsstad- urin í Keypmannahavn. Og so sat har eisini ein oberstur við hvítum yvirskeggi og trá- spurdi meg um vikingarnar. Hann gløddi illgrunasamur at mær og vildi ikki trugva, at vit ikki livdu av råni enn Hvøria ferð, eg segði okk- urt. hevði eg varhugan av, at James stóð og gløddi at mær og dåmdi illa, hvør skal siga: at eitt fólk við minum vána atburði skuldi vaga sær at mæla orð millum hesi tignar- fólkini Ein dama, sum visti ikki sørt um bókmentir - eg haldi, at hon var hertoginna ella okkurt sovorðið var ógvuliga blíð við meg. Á, ja, list, helt hon fyri. Hvat er list? Og øll nikkaðu tey so hugsunarsom og sum tey hildu nógv um hetta, hon hevði sagt. Men tað var so eisini til heiður fyri meg, at um danska Íbsen. Ti hon fór at tosa skaldið Henrik tygum kenna so Ibsen, ha? hon Daverill lord. Hansara hátign nikkaði so yvirsvinnur Jú, jú, eg erminnist okkurt um, at onk- ur hevur skrivað onkran tón- leik til okkurt, sum hann hevur skirvað, helt hann fyri. spurdi Tá vildi eg ikki vera aftari, men settist eisini at tama um bókmentir. Eisini segði eg okkurt um Bernard Shaw. Í mínum yvirhuga varnaðist eg ikki, hvussu stilt gjørdist inni, fyrr enn hansara hátign strig fram og hetta navnið. Men eg hevði so bara nevndi slongt hetta ut, uttan at hugsa um, hvat av ti for at standast So helti lordurin sær fram mær og gloddi álvar ímóti samur at mær gjøgnum lesi- gløsini. So harkadi hann og helt spakmæltur fyri: Haldið mær tilgóðar tygum, men vita tygum ikki, at harra Shaw er sosialistur? Tá hetta ræðuliga orðið varðs agt, var tað sum hvøkkur kom á øll, id inni vóru. James gløddi eina letu at mær, hver skal siga, at hann so væl visti, at eg var ein hættisligur persónur, sum kanska hevði bumbur í kuff- ertinum eisini at spreingja bæði Daverill Hall, hansara hátign og Myladu í luftina. Men hann skuldi so væl duga at steðga mínum devulssettu ætlanum. Annars gekk stødugt framå við arbeiði mínum. Á bróst- inum í barnakamarinum vóru elefantarnir so við og við komnir so sjónskir at standa. Ein tænari stóð og helt á málarakassanum hjá mær. Ein annar helt á stiganum. Báðir vóru teir gvuliga tign- arligir og yvirsvinnir, men tó kortini einki aftur ímóti James, sum av og á setti hovdið innum, meðan hann forhánisliga snerkti at ele- fantunum hjá mær. Sjálvur sá hann út sum ein stórur hvítur og væl vandur elefant- ur, sum tignarliga gongur undan konginum í Siam. Men Daverill lordur vildi vera blíður og spurdi, um eg ikki hevði hug at hyggja at ollum málningunum, sum tey hovdu har á borgini. Leggja tygum í skal eg fegin vísa tygum hetta. Eg skal siga tygum, at eg eigi nakrar málningar, sum eru eitt sindur eðrvisi enn tað, sum hesir ungu málararnir rópa list. Tí eg havi so altíð hildið. at ein málningur eigur at líkjast ti, sum tað skal vera av. Hyggið t.d. at hasum hestinum — ja, hatta er ein hestur. Soleiðis sær ein hestur út. Og ikki er hann bláur, sum eg einaferð havi sæð á einum av hesum so- nevndu nútímans málning- unum. Og so tók Daverill lordur at greiða mær frá hesum hestaslagnum, sum á málninginum var. Jú, lordurin átti hópin av myndum av rossum. Vekur ross við bleytum múlum. Og so gingu hesar finu damurnar í løngum hanskum og kindu teimum. Og so vóru eisini tvisporandi vid reyd- klæddum monnum å baki. So vóru har eisini nøkur smá ross við purlutum bernum á baki. Soleiðis fóru vit um hetta stóra myndasavnið og hverja ferðina, vit komu fram við eini rossamynd royndi eg at siga onkur rósandi orð ross Vit vóru næstan komnir rødina runt av teimum vida Íitnu forfedrunum hjá hans ra harradómi, tå James kom týrandi ímóti okkum. Hann sosialurin gekk tætt yvir at lordinum og gløddi upp í andlitið á hon- um Hahaha! — segði hann Hahaha! Lordurin gløddi eitt sindur bilsin at hovmeistara sinum, men læt seg kortini ikki taka av fotum. — Ongland væntar, at allir elefantar gera sina skyldu! helt James fyri so yvirsvinn- ur, og hetta mundi helst vera ætlað mær. Sum eg dugdi at síggja, var hann ógvuliga uppreittur og líktist als ikki ti fólkaliga og svinna hovmeist- aranum, eg var komin at kenna. Og so bleikur hann eisini var og eyguni so glød- andi. Bráddliga treiv hann í jakkan hjá mær og trúttaði uppísaman: Ongland væntar, at allir elefantar gera sína skyldu! So brá hann sær á og fór tignarliga gangandi frá mær. Man hann hava drukkið — var alt, sum Daverill lordur helt um henda ótrúliga stand- in. Og so fóru vit undir aftur gjøgnumgongdina av hans- ara myrku og fjaru forfedr- um. Tað tók okkum drúgva tíð at koma igjøgnum allar hesar gomlu stavnarnar, og nú var ikki sert, at eg var farin at keða meg. Men ikki fekk eg James úr huganum, mátti alla tíðina hugsa um hann, meðan eg lurtaði eftir, hvussu nágreiniliga lordurin greiddi frá ollum sínum fordedrum á Daverill. Bráddliga kom ein tænari stýrandi imóti okkum. Hann sá heldur ervitisligur út og mutlaði: Mylord! James hev- ur — æ- æh-æh-h- — James er blivin óður i høvdinum! So, er hann tað, svaraði Daverill lordur. — Hann er farin inn í postalínsrúmið — har ell tey gomlu stellini verða goymd. — So, so — segði lordurin. Ja, og nú er hann farin undir at smyldra postalínið. So, so. Hann hevði seks fløskur av whiskey vid sær, tå hann fór innar. Var tað av mínum whisky, hann hevdi við sær? — Ja — av ti allarbesta whiskynum, sum tygara harradómur eigur. Og ikki tora vit at fara inn til hansara, tí hann tók ein re- volvara við sær. — Var hann leddur? Um hann var, tygara harradómur. — Og so skjýtur hann alla tíðina við honum eisini. So, so, ger hann tað? Annað helt Daverill lordur ikki vera vert at svara til hesi skelkandi tíðindi. Tænarin stóð og bidadi, og tá einki meira varð sagt hættaði hann sær at spyrja: Men hvat skulu vit hvat heldur hansara harra- dómur, at vit skulu gera? Sendið boð eftir politin- um. Tá tænarin var farin, helt Daverill lordur fyri: — Hetta var spell. Ja, eg vil enntá siga, at hetta var stórt spell. Annað varð ikki sagt um hesa ótrúligu hending. Tað tóktist sum vóru øll komin á samt um at látast sum einki var hent. Og tað hevði eisini verið stak ófólkaligt at farið at trá- spurt eftir hovmeistaranum á Daverill Hall og nú stóð við sínum whiskyfleskum og sor- aði alt tað fína postalinid sundur. Og berserkaragongd var komin á hann. Ti í heilum hoyrdu vit skot og sorilsi koma ut ur postalinsråmin- um. Alt tað gamla postalínið, sum tey áttu har á slottinum, varð goymt harinni. Hetta vóru stell, sum vóru so rár, at tú kundi ikki keypa tey aftur fyri pengar. Men eftir ollum sorilsinum at døma, spardi James ikki at bróta. Maðurin var púra erur. Á sama hátt sum ein vakur og væl vandur elefantur bráddliga leypir framav og sorar alt fyri sær. Hetta var innibyrgt illsinni fra mongum árum, sum nú breyt sær veg út. Hetta var bakbresturin av aldarlangari temjing og uppvenjing. Bak- bresturin av hesum at hava gingið og kropið alt sítt lív. Tí innan fyri alt hetta kurtis- liga mundi eitt sindur av fólki vera eftir, sum nú — whisky- ið var komið upp í leikin eisi- ini — vildi sleppa út og koma upp í part. Men nú fór mær rættuliga at dáma James. Henda und- arliga vera var so kortini fólk. Tveir politistar komu niðan úr bygdini. Tveir tríalingar av hesum slagnum, sum tú bert sært í Onglandi. Sagt varð teimum frá standinum, og teir nikkaðu og tóktust at skilja støðuna, sum hevði hetta verið nakað, sum kundi hvønn mann. — Hann skjýtur — varð sagt við teir. — Hevur re- volvara hjá sær og skjýtur í heilum. — So, so, søgdu politist- arnir — skjytur James. Og imedan læt James eitt skotid av og annað eftir inni i posta- linskamarinum. Har er ikki innfarandi, helt annar politisturin fyri. — Nei, svaraði hin. Har er ikki innfarandi. Vit mugu bíða til hann hevur gjørt seg lidnan. Og so settu báðir seg niður á eina sofu, púra sinni- ligir, hver skal siga: hvat man nú fara at henda? Morgunin eftir sótu teir enn og hugdu fram fyri seg, og einki tú sást á teimum, hvat teir hildu um standin. Tí tá sæð var burtur frá sorils inum, sum av og á hoyrdist úr postalinskamarinum, var alt sum tað var vant í hesum Nr. 6 — 24. januar 1976 | stóra húsi, og eingin tók James upp á tunguna. Klokkan tíggju fór lordurin sum hann var vanur sær ein gongutúr í parkini. Og tá ið klokkuni leið fimm minuttir í tiggju, stóð ein annar tænari úti í forhellini og helt hatt- inum hjá hansara harradómi aftur at eldinum. Og hetta mundi hann helst duga líka væl sum James, men tað sást á ellum bregdum, hvussu hann kýtti seg at líkjast honum. Soleiðis fór allur dagurin. Øll tóktust hava gloymt, at James var til. Men tá leið móti morgni vaknaðu ell í húsinum av einum ræðuligum gangi. Hettal ljóðaði nakað sum vórðu fleiri hundrað borðiskar smyldraðir ísenn. Og so varð aftur eitt ræðu- ligt dums. Sovikamarshurð- arnar fóru upp á víðan vegg og fólk settu forfard andlitini útum. Ladu Daverill kom eis- ini har í inniskóm og tóktist einki dáma. Og lordurin kom eisini í innijakka úr silki og hugdi so móður at ellum gjøgnum lesigløsini. — Hvat er nú á vási? segði hann ikki sort ilskur. — Nú fer hann skjótt at verða edrúur aftur, helt annar politisturin fyri. — Nú er hann farin at rudda, segði hin. Og politistarnir høvdu all- an rættin, ti James hevdi — sum tann ordansmadur hann var — sópað oll brotini saman og blakað tey út gjøgnum vindeygað. Jú, nú var hann um at vera edrúur. Tað lætnaði fyri ondini hjá ollum, tá tey aftur fóru í song. Nú var alt aftur sum tað átti á Daverill Hall. Morgunin eftir vóru hesir báðir sinniligu politistarnir horvnir. Og klokkan fimm minuttir í tiggju stóð James aftur úti í forhellini við hatt- inum hjá hansara harradómi og helt honum aftrat eldinum. Sinniligur og tignarligur stóð hann har beint sum hevði einki verið. Og yvir andliti hansara var hin sama gamla tignin. Tá hann skeitti at mær sá eg aftur, hvussu lítið hann helt um meg. Tá klokkan slerdi tiggju, fekk Daverill lordur sín lunk- aða hatt frá James og fór stintandi sín vanliga túr úti í parkini. Jú, nú var alt í rætt- lagi aftur á Daverill Hall. Eingin nevndi nakrantíð hetta, sum var fyrifarist. Heldur ikki lordurin tók tað upp á tunguna. Hetta var sum nakað, ell vóru komin ásamt um, tí sovorðið varð ikki tosað um. Nakrar dagar eftir hetta fór eg av Daverill Hall. Og á bróstunum í barnakamarinum stóðu elefantarnir, eg hevði málað til gleði fyri allar teir lordarnar, sum einaferð „Á