Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1976síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 24. januar 1976 N S RN NN I MM 7 ( 27 Í N SN be 2 N fg Hlíf FLIP N h DS tl NN NN 7 0, 1 N NN 6 N N SN 7 NN INN AM / SN VI NN fg Jiljfy (7 (7 VV, R N SN NN N til 52 =. Á 17 NN % NV / N NN NN ZAR Í} Mm, Wp, (4 NN NN % NN hi (/, 1 / Z på ss 2, 07 Wig N SS 7 gr ANNNNNNNN NN N Ritstjóri: Hans Thomsen sosialurin Hovmeistarin — Húshovmeistarin Tað var um heystið, at eg kom til eingilska harragard- in, Daverill Hall. Henda seguliga borgin liggur um leið eina hálva dagsferð frá London í einum fryntligum bygdarlagi, sum eisini var ógvuliga fruktargott. Men Daverill Hall er eisini ein ógvuliga gomul og undrunar- verd borg. Fyri at sleppa niðan á borgina, noyðist tú fyrst igjøgnum ein part av ti ómetaligu stóru parkini, sum er býtt sundur í eina ógvuliga flokta skipan av samsvar- andi gongdum. Men allur hesin mikli urtagarður er einans gjørdur við einum i huga: at gera hin vitjandi ov- farnan, at fáa hann at kenna seg so litlan og vesælan, ådrenn hann langt um leingi slapp fram fyri hansara hå- tign, Daverill Lord, men tå er eisini ætlanin at hann skal kenna seg um eitt ussaligt húsvætti. Og maðurin, sum tók ímóti mær á borgini, tóktist eisini vera settur har til tað sama. Uppgáva hansara mundi all- arhelst vera tann at fáa hin vitjandi at kenna seg sum ein lortenda. Eisini tóktist hann at vera gjørdur við ti eina endamåli at hóva hesum tign- arliga umhvørvi. Ongantid á ævini havi eg hjå nøkrum menniskja varnast sovoråna tign og yvirsvint andlit. Hetta afturlokaða andlitið við tiemum eitt sindur upp- rendu eygnabrúnum sá so ónáttúrliga tignarligt út og so sinniligt eisini, sum skuldi nógv gingið á, áðrenn tað fór av lagi. Og so hevði hann kjálkaskegg eisini á sama hátt sum Phileas Fogg, tá hann fór sína ferð runt um jørdina í fýrsinstjúgu dagar. Tá hann heilsaði mær var hann yvirsvinnur, hver skal siga at hann var meiri mad- urin. Helit eg vanga beint so nógv sum tað var neyðugt, men so ikki eitt vet meira. Og hóast púrt einki sást á honum og hann ikki so mikið sum skeitti at mær, eydnaðist honum kortini at visa mær, hvussu lítið hann helt um meg. Við einum eygnabragdi hevði hann tikið meg av og mett um, hvat eg hevði at týða, og ikki duldi hann fyri, hvat hann helt um meg. Í London hevði eg keypt mær ein nýggjan klædning fyri at vera so toluliga hampiliga ílatin, tá eg kom higar at vitja. Hesin klædningurin var við teimum ráðunum, eg hevði, ógvuliga dýrur og sneggur. Men nú varð mær í stundini greitt, at hann líkt- ist ongum. Antin tað so var tað, at ov mikið vatt var í akslunum ella ov fáir knappar blødum. Akademinum i 1973. i vestinum, veit eg ikki. Men hvussu var og ikki — okkurt var i Olagi og eg hevdi gjørt mær so eiggiliga fyri skomm- um. Eg segði, hvussu eg æt og mutlaði okkurt aftrat — eg var málarin, sum skuldi — — Vit hava væntað tyg- um, Sir, segði hann so isa- kaldur sum ein glerpipa. Tænarin skal koma at fylgja tygum upp á kamarið hjá tygum. Tá tygum hava hampað tygum, ynskir hans- ara háting at hitta tygum nekur orð. So gjørdi hann eina lítla rørslu við hondini, sum i stundini fekk ein tænara at koma har leypandi og triva kuffertid og målarakassan frå mær. So smeig hann kvikur sum eitt sil upp tær breidu og teppilagdu trappurnar í Daverill Hall. Ikki hevði eg verið nógvar timarnar á Daverill Hall, áðrenn mær var fullkomiliga greitt, at maðurin, sum hevði staðið fyri mær, tá eg kom, var tann, sum mest hevði at siga í ollum húsunum. Tað var hovmeistarin — butlarin. 'Og so væl hann samsvaradi eisini vid ta hugmynd, eg hevði havt um ein eingilskan hovmeistara. Beint soleidis átti hann at síggja út. Annars hevur tað, sum vert er at síggja í hesum heimi, altid gjørt meg eitt sindur vónsviknan. Var ong- antíð heilt so, sum eg hevði hugsað mær frammanundan. Pæturskirkjan var minni enn so so stór, sum eg hevði Hans Scherfig Danski rithøvundurin og listamålarin Hans Scherfig er føddur i 1905. synt sinar myndir fram å ti, sum danskarar rópa »Efterårsudstillingen«. Tá hann fór at skriva var tað fyrst sum blaðmaður, fyrst í >Arbejderbladet<, har hann hevði tann fasta teigin, sum kallaðist >Tanker ved Radioen<. Síðani hevur hann verið fastur fúsur bæði í donskum og fleiri útlendskum Hans Scherfig hevur skrivað sjey skaldsogur og felags fyri tær allar er, at tær geva eina góða og nágreiniliga mynd av hvussu tað var at liva í Danmark beint undan og eftir seinna heims- bardaga, her nýtist bert at nevnast forsømte forår«, sum kom út í 1940. »Idea- lister«, sum kom í 1944 mátti hann geva út í Sveríki flýddur undan Týskarunum sum hann var. Men hann hevur skrivað nógv annað, her skul bert nevnast »Frydenholm« frå 1962, »Skorpionen« og »Den fortabte abex. Hans Scherfig fekk virdislønina hjå danska Hevur sidan 1928 , >Det hildið. Eiffeltornið og sky- skravararnir i New York ikki so hegir sum eg hevði vænt- að. Fyrst mátti tú hava sæð Del Tal og so hava borið tað saman við rundatorn, áðrenn tú gjørdist reidiliga ovfarin. Av ellum tí sermerkta, sum var at siggja í Europa, var altid okkurt eitt sindur eðr- visi enn eg hevði hugsað mær. Men tí eingilska hov- meistaranum verður tú ikki vónsvikin av. Hann er beint so sum hann eigur at vera. Beint soleiðis sum tú hevur lisið um óteljandi ferðir. Og sjálvandi æt hann James. Hvat tá? Annað navn hevði heldur ikki verið hugs- andi. Og eingin á Daverill Hall kom heldur James nær ella námunda í tign. Sjálv- andi var Daverill lordur sjálv - ur eisini ógvuliga tignarligur við sinum eygnaglesum og so sinniligur, hann altid var. Men hetta var kortini einki aftur imoti James. Annars veit eg ikki, hvussu mangir av forfedrunum hjá Daverill lordi høvdu búð á Daverill Hall, men eg fekk so at vita, at ættarmenninir hjá James høvdu verið hovmeistarar so leingi, sum nakar visti at siga frá. James var sum togaður úr tonnunum á teimum eitt beinleiðis úrslit av lýta- loysi og tign hjá ollum hesum ættarliðunum. — James fer at vísa tygum spælistovuna, segði Daverill lordur. Eg vóni, at hetta, tygum fara undir, fer at eydnast væl. Lady Daverill hevur jú longu inni í London sæð, hvat tygum eru førur fyri at avrika og hon hevur róst tygum til skýggja. Meðan eg var í London, varð eg einaferð biðin um at prýða eitt barnakamar. Ég hevði so málað einfrumskóg á bróstini við elefantum, giraff- um og næsahyrningum. Hetta var stuttligt arbeiði og mærd ámdi tað stak væl. Lat tað so vera, at ymiskt varð hildið um arbeiðið hjá mær. Har vóru summi tvørball, sum ikki hildu dýrini hjá mær svara saman við dýralæruna, og at hetta fór at ørkymla børnini vid ti sindri, tey høvdu lært í nåtturusøgu. Men so vóru tað tibetur onnur, sum hildu annað. Og teirra millum var Ladu Daverill. Og tað var tað, sum allan týdningin hevði, ti øll høvdu stóra virðing fyri henni og stórur dentur varð lagdur á, hvat hon helt. Hon hugdi leingi at elefant- unum hjá mær gjøgnum eygnaglesini og kom við rós- andi orðum. At enda helt honfyri, at eg átti at komið suður til Daverill Hall at prýðka spælikamarið hjá børnum hennara við sovorðn- um stuttligum myndum. Páp hennara hevði fyrr í tíðini verið mikil veiðumaður og plagdi at veiða djór suðuri í Afrika, og nú vónaði hon so inniliga, at dýrini hjá mær fóru at eggja synunum at ganga í fótasporum abbans. Ti høvdu teir hvønn dag ele- fantar mínar fyri sær á bróst- inum, helt hon, mundu teir fara at verða altráir eftir at gera av við sum mest av hesum stórfingna djóraslagi. Sjálvsagt var eg glaður við boðið. Ti hetta, at Ladu Daverill helt nógv um ele- fantarnar hjá mær, gjordi allan munin, oman á allar hesar býttisligu atfinningar- nar, mær høvdu verið fyri. Ti gjørdi eg eisini skjótt av og for sudur til Daverill Hall, men litið grunaði eg, hvussu håtidarligt og øgiligt hetta húsið var. Ta eg kom niðurundir morgunin eftir var James tann fyrsti, eg var eyga við. Hann stóð í forhellini við einum rundum, stivum hatti í hondini, sum hann helt aftur at eldinum. So pinnastillur og yvirsvinnur stóð hann, at tú skuldi trúð, at hetta var onkur gandakendur halgisið- ur, hann fekkst við. Eg kundi ikki bara mær og spurdi, hvat hann gjørdi við hattin. Uttan so mikið sum at blunka við svaraði hann mær yvir- svinnur: Ég hiti hattin hjá hansara hátign. Hvenn morgun tá klokkan slóg tiggju fór Daverill lordur út at ganga í parkini. Og tað —- Síða 9