leygardagur 24. januar 1976síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Við Air ganga maðkapirrurnar
í korum til í mei, tá tað ikki er
pláss fyri teimum meira, og tær
verða fluttar inn í Skálabotn.
Um hetta mundið viga tær um
Í Skálabotni vaksa
tær oført, ti vatnið er vorðið
passaliga flógvt, og harafturat
verða tær væl fóðraðar. Fóðrið
er fiskamjøl við vitaminum, sum
er innflutt úr Noregi.
Tey fyrstu av hesum silunum
verða longu í oktober flutt til
Oyrarbakka
5—7 gram
byrgingarnar vid
hålvt åra gomul og viga um 100
gram tå
Tad er tad sama sum, at nu
kunnu sil fara i sjógv
hálvt ára gomul, meðan tey vóru
longu
tvey og eitt hálvt ár fyrstu ferð,
og tað eru vit væl negdir við,
sigur Jákup Sverri Joensen.
Og so drepast
Tá sílini hava verið í byrgingini
við Streymin í eitt ár, kann
størsti parturin drepast. Støddin
er ógvuliga ymisk — frá 500 upp
i 1200 gram. Tey stærstu og
bestu verða vald úr og sett við til
aling.
Bert hálvt annað ára gomul
kunnu sílini nú drepast. Hetta
metir Fiskaaling vera ein alstór
an fyrimun, tí skjótari koma tey
á marknaðin, minni fóðring og
minni svinn. Harafturat kunnu
tey vera longri í sjónum, áðrenn
tey eru kynsbúgvin.
sosialurin
Nr. 6 — 24. januar 1976
— Neyðugt er at taka silini,
áðrenn tey eru kynsbúgvin, tí tá
fara tey so nógv aftur, at tað
loysir seg ikki at hava tey
longur, sigur Jákup Sverri Joen-
sen.
Silini verða neyvan kynsbugv-
in bert hálvt annað ára gomul,
so nú kann Fiskaaling hava tey í
sjogv eitt heilt ár afturat.
Seinasta ár lótu vit ein part
av silum ganga longur. Eftir
einum ári viga tey 2—4 kilo, og
marknaðurin er góður fyri hesa
støddina.
Fiskaslógv
I fødina, sum mest er fiskaslógv,
verður hummaraavfall ella annað
reytt blandað. Tað verður gjørt
fyri at fáa fiskin reyðan. Jákup
Sverri Joensen sigur, at góð fødi
er annars heilur fisku við gørn-
um. Allarbest er brislingur og
nebbasild, men hon er ring at fáa
fatur í, ti hon heldur til tætt inni
við land.
Drepa alt árið
Nú drepur Fiskaaling síl alt árið.
Í Hvalvik verða tey gjord klár at
fara í handlarnar. Hetta ber við
sær, at Fiskaaling altid kann
lata ta stødd, ið marknaðurin
krevur.
Ein lítil partur fer eisini í for-
oysku handlarnar, men tað eru
bert nøkur fá hundrað kilo av
småsilum. At ikki meira verður
selt, er óivað tí, at fólk vita ov
lítið um tað.
— Felagið
arbeiðir tungt,
sigur Jákup Sverri Joensen.
Fiskaaling hevur síl gangandi
fyri eitt virði upp á eina millión,
men vit fáa einki lán upp á tey, ti
tryggingin vil ikki tryggja.
Laksaaling
I 1973 klakti fiskaaling teir
fyrstu 2000 laksirnar. Arið eftir
vórðu 15.000 klaktir við Air.
Teir fyrstu av hesum fóru longu í
sjógv seinasta summar eitt ára
gamlir. Tað metir Fiskaaling
vera ógvuliga skjótt og heldur,
at higartil hevur gingist sera væl
við laksaalingini, ti laksur er
verri at fáast við enn ælaboga-
sílini. Enn hevur Fiskaaling
onga avtalu fingið um selu av
laksi, men Jákup Sverri Joensen
sigur, at tað altið er lætt at
sleppa av við laks.
Býarbókasavnið setur í gildi nýggjar reglur um gjald frá
1. februar 1976.
Lånitidin fyri bøkur er:
EIN MÅNADUR
Verður út um hesa lånitid, verða 2 kr. at gjalda.
1. áminningarbræv verður sent út 10 dagar aftan á
ásettu lånitid, og 6 kr. verða at gjalda í útreiðslum.
2. áminningarbræv verður sent út 10 dagar aftan á 1.
áminningarbræv, og 12 kr. verða at gjalda í útreiðslum.
BYARBÓKASAVNIÐ
Niels Finsensgøta 7
Arbeidsmenn
Til kadalgrevstur i Havn søkjast 2—3 raskir
arbeiðsmenn. Áhugaðir kunnu ringja til tele-
fonverkið tlf. nr. 14333.
TILBOD!
Rustfríar stálgrýtur vid streymsparandi koparbotni
TELEFONVERKID
Lysing
Eitt brukt arkivskåp ynskist til keyps beinan
vegin.
Felagið Húsið
telf. 118 20
á m
Lysing
Veitslan hjá Norðoyar Javnadarfelag er út-
sett til 14. februar. Nærri verður lýst seinri.
NORDOYAR JAVNADARFELAG
Setid sparipening tygara i
FØROYA
SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
Sjálvandi frá . ..
P/f THOMAS DAM & Co.
N.Finsensgøta 10 - Tlf. 11404
tad lønar seg
ES