Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 24. januar 1976 sosialuri Seinasta ár útflutti p/f Fiskaaling tilsamans 40 tons av ælabogasílum. Virðið av hesum útflutningi var umleið ein hålv million. Jákup Sverri Joensen sigur, at í ár roknar Fiska- aling við, at framleiðslan kemur upp í eini 80—100 tons. Í 1977 skal framleiðslan í ollum forum upp í tey 100 tonsini Eftirspurningurin er vaksandi, so Fiskaaling er ikki bangið fyri at koma at liggja inni við sílum. Størsti parturin fer til Danmark- ar. Handilsfyritøkan Irma tekur allan útflutningin til Danmark- ar. Irma hevur einkarsølu å Sæ- landi. Allur åtflutningurin fór ikki tó til Danmarkar seinastu ár. Eini sjey tons fóru til Onglands. Hesi sílini vóru ikki vidgjørd, bert fryst og útflutt ótilvirkað. Irma letur 14,50 kr. fyri kilo, meðan prísurin í Onglandi er 11.75 kr., so selan til Ongland gevur meira upp å seg, ti i teimum fjúrtan krónunum, ið Irma letur, er viðgerð, reinsan og pakking íroknað. P/f Fiskaaling Fiskaaling er ráðgevandi royndarstoð undir landsstýrin- um, sum skal hvíla í sjálvum sær, sigur Jákup Sverri Joensen, nevndarformaður í fyritøkuni. Upprunaliga var tað Júst í Túni, sum í 1967 fór undir síla- aling í Skálabotni. Vegleiðari hjá Júst í Túni var Andreas Reinert, sum fyri fiskirannsóknarstovuna í 1965 bæði var í Danmark og í Noregi og setti seg inn í sila- aling. — Tað gekk hampiligt við alingini í Skálabotni, men sílini vuksu ikki skjótt í fyrstani. Í 1969 varð ein netbyrging gjørd í Sundalagnum við Oyrarbakka. Í Skálabotni skuldu silini klekj- ast og ganga til tey vóru búgvin at fara í sjógvin. Tað eru tey, tá tey viga um 100 gram. Fyrsta árið, sílini komu í sjógv við Oyrarbakka, vóru tey tvey og eitt hálvt ára gomul, men árini 69—70 vaks yngulin betur, sigur Jákup Sverri Joensen. Stór framgongd vegna varmakeldu Viðvíkjandi aldrinum, tá silini eru búgvin at fara í sjógv, er hent eitt øgiligt framstig. Nú eru sílini bert umleið hálvt ára gomul, tá tey eru nóg stór at fara í nýggju byrgingarnar sum an fyri brúnna um Streym. Ein av grundunum til henda skjóta vøksturin er, at silini verða klakt í fløgvum vatni á nýggju kleki- Í gomlum skúri verður slógvið blandað og slept niður í ein lítlan dumpara, ið fyllir traktorin. Í letuni verður nýtt fóðurhús bygt steðini Við Air. Vatnið til kleki- staðina kemur frá eini heitari keldu, ið er um 14—15 hitastig. Landsstýrið setur í Alisteðin var í fíggjarligum trupulleikum í 1970. Stødin var skipad sum partafelag vid einum partapeningi upp å 250.000 kr. Landsstyrid peninginum. Á aðalfundinum í 1973 segði Júst í Túni seg frá sum stjóri í átti helvtina av £ fe | Nýggju hyljarnir inni í Skálafirði. felagnum og seldi partapeningin til landsstýrið. Nýggja nevnd skipaði seg við J. S. Joensen, formanni, Esb. Zachariasen og Edmund Joensen. Andreas Reinert varð settur til stjóra. Síðan hevur Fiskirannsóknar- stovan, sum longu í 1967 heitti á landsstýrið um at skipa eitt Síða 7 Eftir at slógvið er malið runt, og hummaravfall er koyrt í, verður ein vognur hongdur upp í traktorin, ið spýtur feðina út í til teir mongu munnarnar royndarbrúk, men sum var av ongum tá, havt raksturin um hendi. Stórútbygging Í 1974 fór p/f Fiskaaling undir stóra útbygging. Pihl og Sen gjørdu grótbyrgingina sunnan . Teir gomlu liggja vid siduna av Byrgingin var kostadi fyri Streymin. liðug seinasta vår og 1,17 millión Tríggir stórir hyljar gjørdir inni í Skálabotni. Arbeið- ið gjørdi landsverkfrødingurin og kostadi tad 200.000 kr. Vid Air gjørdi Fiskaaling tvey av húsunum hjá hvalastødini til vórðu klekistoð. Til hesa klekistoðina løgdu teir vatnleiding, sum Just í Túni var farin undir, frá heitu kelduni. Harafturat ognaði Fiskaaling sær eina vakuum-pakki-maskinu og leigaði frystihúsini í Hvalvík, har sílini verða vaskað, pakkað og fryst. Klekistødin Av stórum týdningi er kleki- stoðin, ti her kunnu teir nú eisini hava honfiskin gangandi í flógva vatninum, áðrenn hann verður strokin. Vanliga strúka teir í februar, men í ár struku teir januar A longu 13