leygardagur 24. januar 1976síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
stubbar uttaneftir
Forsætisráðharrin
deyður
Forsætisrådhamin í Malaysia,
Tun Abdul Razak, doyði í
farnu viku í London. Tann 53
ára gamli forsætisraðharrin
doyði á einum sjúkrahúsi í
London, har hann hevur fing
99
ið viðgerðir síðani 22. nov-
ember í fjør. Hann varð út
skrivaður um nýggjársmund
ið, men mátti leggjast inn-
aftur seinni
Carvalho
tikin til fanga
Tann mest umreddi maðurin í
Portugal líka til miseydnaðu
kvett-royndina hjá vinstra-
sinnaðum 25. november sein-
asta ár, fyrrverandi herov-
astin Otello Saraiva de Car-
Í
valho, varð týsdagin noyddur
at beta fyri luttøku sína í
uppreistrinum, tá hann varð
tikin og settur í Santarem-
hermannafongslið 70 km utt-
an fyri Lissboa.
Tað hendi, eftir at ein
kanningarnevnd fann hann
og nú avtikna verjupolitilidid,
Copcon, sekan í luttøku i
kvettroyndini
Carvalho er skuldsettur fyri
at hava bytt ut 14.000 skot
våpn og lóður til hernaðarligu
eindirnar, sum styðjaðu hann.
Fólkateljing
í Vietnam
Suðurvietnamesisku myndug
leikarnir fara tær næstu
sgjar vikurnar at skipa fyri
tri
P
fólkateljing í sambandi við
parlamentsvalið í einum sam
eindum Vietnam, sigur út
varpið í Saigon
Funnið meiri olju
í Norðsjónum
Teir hava funnið rættiliga
nógva olju norðaliga í Norð-
sjónum á havleiðini 200 km í
ein landnyrðing úr Hetlandi
Dótturfelagið hjá Conmti-
nental Oil Concoco North Sea
Inc. hevur fingið rættindi til
ein triding av leiðini, har
oljan finst, meðan bretska
kolfelagid og Gulf Oil eiga
restina
Vaksandi
arbeidsloysi
Talið av arbeidsleysum er
vaksandi i Bretlandi. I januar
kom talið heilt upp i 1,43
million, og tad er hægsta arb-
eiðsloysistalið síðan undir
øðrum heimsbardaga.
Eftir hagtølunum frå
bretska handilsrådharrastov
uni er prosenttalid 6,1 av ti
arbeiðandi fólkinum. Tað eru
218.000 meira enn í desember
seinasta ár.
Val í Vietnam
25. apríl verður tjóðartings-
val í ollum Vietnam, segði út-
varpið í Suðurvietnam fyrst í
vikuni.
Norður- og Sudurvietnam
skulu umboðast av 11 limum
í einum ráði, ið skal skipa fyri
tjóðartingsvalinum, sténdur í
einum almennum skrivi um
valið
Einki verður sagt um,
hvussu limatalid skal býtast
millum tey bæði londini í tí
komandi felags tjóðartingin-
um.
Fær ikki loyvi at flyta
Sovjettiski samfelagsrevsarin
og nobelheiðursvinnarin, An-
drej Sakharov, segði um dag-
arnar við vesturlendskar
blaðmenn, at honum er
noktað atgongd til eina
nýggja íbúð i Moskva, sum
alment stendur í navninum
hjá konu hansara.
Sakharov greiddi frá, at
nýggju grannar hansara vilja
ikki hava hann í íbúðina.
Grannarnir hava boðað poli-
tinum frá steðu teirra, og
politiið hevur síðani noktað
Sakharov atgongd til nýggju
íbúðina. Sakharov segði, at
hann ætlar at skjóta avgerð-
ina inn fyri ein hægri instans
CIA avdúkað í ltalia
Í næstseinastu viku avdúkaði
Paris-blaðið »Liberation«
nakrar CIA-agentar i ti amer-
ikansku Paris-umbodsstovu-
ni. Nú hevur blaðið >„Es-
presso<, ið kemur út í Rom,
kunngjørt ein lista við CIA-
agentum í Ítalia. Á listanum
eru 25 nevn
ClA-kjarnin í Ítalia heldur
til við sokallada »Politisku
skrivstovuna« á amerikansku
umboðsstovuni i Rom. Odda-
maður á hesi skrivstovuni er
tann 52 ára gamli professarin
Hugh . Montgomery. Næsti-
maður er tann 54 ára gamli
William Acon. Hann er tann,
sum hevur størstu royndirnar
i Italia.
sosialurin
Nr. 6 — 24. januar 1976
— ——ð í
Kissinger hevur marruna:
hann sær reyð spøkilsi
Ein av heitastu ræðumyndunum hjá
Henry Kissinger, uttanríkismálaráð-
harra, er tann krúpandi kommun-
isma«, ið so smátt broytir Vestur
europa til eitt hjáland hjá Kreml
Kissinger sigst at gremja seg
grúuligt um, at kommunistarnir
í bæði Italia og Fraklandi eru
vorðnir so demokratiskir, at tað
er væntandi, at teir, sum tíðin
líður, fara at leita upp í stjórnar-
arbeiði. Og tað, sum Kissinger
so er mest bangin fyri, er, at
hesir kommunistar fara at gerast
heiðurligir — í mun til nógvar á
lonarlistanum hjá CIA — fara at
gerast idnir samfelagsstýris-
menn og vinna sær so gott um-
dømi, at teir til síðst einsamallir
fara at skipa stjórn.
Nei, Kissinger dámar nógvar
ferðir betur dogmatiskar og
rætt-trúgvandi kommunistar og
stalinistar.
Eitt dømi hjå Kissinger um,
hvussu galid tad kann ganga,
eru — løgid nokk — vesturtysku
javnaðarmenninir, ið eru teir
mest Amerika-sinnaðu í Europa.
Undir leiðslu av Willy Brandt
fóru teir at samarbeiða við teir
konservativu, fingu teir niður til
knýggja og vístu veljarunum, at
flokkurin var ikki meira ein
stættarstrids-flokkur, men ein
folkaligur flokkur. Sidan er javn-
darflokkurin, SPD, vordin ein
natúrligur stjórnarflokkur.
Kommunistar —
kortanei!
Ur Washington frættist, at Ford
og Kissinger hava avgjørt, at
fyri alt i verdini skulu europe-
isku kommunistarnir haldast
burtur frá stjórnarskrivstovun-
um.
Bert eitt av tiltøkunum, sum
hesir góðu menn fremja, er
gávan upp á 40 mill. kr. til borg-
arligar bólkar í Italia. Verður
fyrst ein reyð-svert samgongu-
stjórn skipað í Rom, fara aðrar
at fylgja eftir í Paris, Madrid,
Lissabon ella Athen, rokna teir
við. Avleiðingarnar eru sóla-
klárar — Nato fúnar burtur, og
amerikanska stjórnin tekur her-
menn sínar heim aftur til >Fort
Amerika«.
Aðrar frågreidingar siga, at
samråaingar å hægsta stigi fara
fram millum Washington og
fleiri europeiskar stjørnir um
møguleikarnar fyri at halda
kommunistunum niðri. Amer-
ikumenn góðtaka m.a. ikki, at
fólkaræðið í Spania fyrst stendur
sína roynd, tá forboðið móti
kommunistunum er avtikið. Teir
spyrja, um europeararnir einki
hava lært av Þportugisisku
kommunistunum undir leiðslu
av Alvaro Cunhal!
Milliónirnar frá
Felagsmarknaðinum
Danski landbúnaðurin fær 8 mill. um dagin
frá Felagsmarknaðinum, vísa roknistykkini,
sum tidarritid »Europa« hevur gjørt við árs-
skiftið
Samlaði stuðulin, Danmark fekk
frá felagsmarknaðinum seinasta
ár, var upp á 3.006 mill. kr.
Henda peninganøgd bítur seg
soleiðis upp. úr báðum land-
búnaðargrunnunum tilsamans
2.909 mill. kr., sosialgrunninum
68 mill. kr. og ur regionalgrunn-
inum 29 mill. kr. Frå samlada
studlinum skal danska lima-
gjaldið takast burtur av. Tá
verður talið, samlaði vinningurin
hjá Danmark, 2.257 mill. kr.
Ur Felagsmarknaðinum lánti
Danmark tilsamans 190 mill.
7,8 mill. kr. um dagin
til landbúnaðin
Hetta rættiliga hoga talið, ið
danski landbúnaðurin fær frá
Felagsmarknaðinum, kemur úr
Landbúnaðargrunninum. Land-
búnaðargrunnurin er býttur í
tveir partar, veðhaldsdeildin og
menningardeildin Veðhalds
deildin hevur um hendi leiðsluna
av landbúnaðarskipanunum í
Felagsmarknadinum, medan
menningardeildin bytir ut studul
tl nýmótansgerðir og til liðugt-
virkan av verum.
Peningurin frá menningar-
deildini verður veittur til tey
einstøku projektini. Peningurin
frå vedhaldsdeildini fer av sær
sjålvum til út til landbúnaðin
eftir landbunadarskipanunum.
Landbúnaðarskipanirnar hava
try arbeidsøki:
1. Utflutningsstudul av land-
búnaðarverum til lond
uttan fyri Felagsmarknaðin
2. Studyl til útflutning innan
fyri Felagsmarknaðin
3. Stuðul fyri at halda markn-
aðarprísirnar í fastari pris-
legu.
29 mill. kr. til
vegns-útviklinga
Regionalgrunnurin fór undir
virki sitt i 1975 og býtti til
samans út til tey 9 felagsmarkn-
aðarlondini 2.25 milliardir.
Peningurin verður býttur eftir
einum prosentstiga. Prosent-
parturin hjá Danmark er 1,3, og
í peningi fekk Danmark útgoldið
tilsamans 29.25 mill. kr. Av
donsku nøgdini fóru 24 mill. kr.
til Grønlands og knappar 5 mill.
kr. til Norðurjútlands og Born-
holm.
Saltangarå er eitt liviligt stað,
her er grødi og her er grøn,
her búgva kappar frægir,
sum skapa lív og vón.
Ja, í Saltangará er gott at
búgva,
her er gott granna- og gott
brødralag,
eg Saltangarå alt gott vil bera,
lika til min doyggjandi dag.
J. J. i Gerdi