leygardagur 24. januar 1976síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NOU NN AS OO UNA UU
LT Ad
serene
k
i
|
;
i
i
i
h
Nr. 6 — 24. januar 1976
sosialurin
Ikki allir tingmenn
sleppa at ferðast ókeypis
Hetta er galdandi, har ferðasambandið er á privat-
um hondum
Reglan um, at tingmenn eiga at
sleppa at ferðast ókeypis til og
frá legtingi, er ikki galdandi
allastaðni í landinum. Tað er
har, sum ferðasambandið er á
privatum hondum.
Tað var javnaðartingmaðurin
fyri Vågoynna, Haldor Hansen,
sum upplysti hetta undir orda-
skifti å tingi i vikuni um upp-
skotid frå sjålvsstyrisflokkinum
um fríferðir i innanoyggjasigl-
ing.
I uppskotinum, sum er til
samtyktar, mælir sjålvstyris-
flokkurin til, at álagt verður
landsstyrinum at skipa so fyri,
at tey fólk, sum hava rætt til
avsláttur i ferdagjøldum, tá tey
ferðast við landsins flutnings-
forum, fáa sama avsláttur, tá
tey ferðast við flutningsførum
hjá einstaklingum. haraftrat
skjýtur sjálvstýrisflokkurin upp,
at landsstýrinum verður álagt at
skipa so fyri, at fólkapensjón-
istar ferðast allar dágar í vikuni
fyri niðursett ferðagjald.
Fegnaðist
um uppskotið
Haldor Hansen segði undir við-
gerðini, at hann fegnaðist um
uppskotið. Hann skeyt upp, at
lærlingar og lesandi fáa fríar
ferðaseðlar útflýggjaðar á læri-
plássunum.
Um rættin hjá tingmonnum at
ferðast ókeypis til og frå løg-
tingi segði Haldor Hansen, at
hesin rættur er ikki galdandi í
ollum landinum. Hann segði, at
síðani Vesturleið helt uppat at
sigla vestur í Vágar, hava ting-
menn í Vágum verið noyddir at
rinda fult flutningsgjald uttan
mun til, um teir ferðast til log-
tingssetur ella ikki.
Um spurningin at geva fólka-
pensjónistum høvi til at ferðast
allar dagar í vikuni fyri niðursett
gjald segði Haldor Hansen, at
henda regla eisini eigur at galda
fyri avlamispensjónistar.
Kjartan Mohr, úr framburðs-
flokkinum, helt, at løgtings-
menn avgjørt hava ráð at gjalda
fyri flutning millum oyggjarnar
Órættvíst
Uppskotsstillarin, Hilmar Kass,
úr sjálvstýrisflokkinum, helt tað
vera Orættvist, at tað við summ-
um flutningsførum skal bera til
at ferðast uttan gjald, meðan á
ødrum ikki. Hann segði, at sum
er, fáa lærlingar og lesandi
ókeypis flutning annan veg við
forunum hjá strandferðsluni,
meðan tey mugu gjalda fult
gjald við flutningsforum hjá ein-
staklingum. Hilmar Kass helt,
at tað nú skuldi borið til hjá
fólkapensjónistum at ferðast all-
ar dagar í vikuni fyri niðursett
gjald. Fyrr hevur hetta verið
gjortligt allar dagar í vikuni
uttan friggjadagar og sunnu-
dagar, men Hilmar Kass segði,
at henda trongdin um vikuskift-
ini ikki er til longur, nú eitt nýtt
far er komið í suðuroyarsigling,
har trongdin var mest framman-
undan.
mangt og hvat
Ætlanin við hesum teigi
er at geva lesarunum høvi
til at koma við onkrum,
sum hann heldur hava al-
mennan áhuga. Tað veri
seg myndir, frásagnir,
tekningar, sangir, yrking-
ar o.s. fr.
I komandi leygardagsblødum
er ætlanin at hava ein før
oyskan sang. Tad, sum hesir
sangir hava til felags, er, at
yrkjarin er okendur, i hvussu
er ikki alment kendur.
Ti er spurningurin: kann
nakar av lesarum blaðsins
hjålpa til at finna fram til
yrkjarar ella yvirhøvur geva
upplýsingar um hesar sangir
Vit eru fegnir um allar upp-
lýsingar. Ringið ella skrivið
til SOSIALIN. Telefon 1 1820
Postbox 76, 3800 Tórshavn.
Sum hjálp í samband við
henda sangin kann sigast, at
mestsum sami sangur beint
fyri jól er útkomin á plátuni
»Samgongan«.
Lagið er eisini nakað broytt
frá tí vanliga (í Suðuroy).
Hann stendur har frammi á bógnum á vakt
og lítir á havið, tað liggur so spakt,
ein eystangul leikar á kinn hans og hár
av eigunum turkar eitt longsulsins tár.
Hann hugsar um heimið og fjøllini har
og fløturnar grønar, hann fyri sær sær,
og genturnar kátar til leikir og spæl,
ein er millum teirra, sum hann dámar væl.
Man hon ikki onkuntíð steðga eitt bil,
og leingist og senda at Grønlandi til
og týða teir dreymar og siga tey orð,
sum feina á landi — men blóma umborð.
Sambinda
flakamaskinurnar
Teir eru farnir undir at sam-
binda flakamaskinurnar í
gamla virkinum við tær
nýggju í virkinum í Vest-
manna. Tað gamla virkið skal
umbyggjast eitt sindur. Ann-
ars verður roknað við, at
kring oyggjarnar
nýggja virkið fer at taka
ímóti einaferð í summar
Leithamar avreiddi miku
dagin 19.000 pund av trol
fiski í Vestmanna mikudagin
Fyrr í vikuni vóru Gullfinnur
og Vestfinnur á Vestmanna
Teir hevdu ávikavist 10.000
og 20.000 pund.
Byrja aftur í mars
Vegaarbeiðið frá byrgingini
um Hvannasund og til Viðar-
eiðis byrjar væntandi aftur
um hálvan mars. Teir góvust
við arbeiðinum um hálvan
desember. Tað frættist, at
tað gongur seint við vega-
arbeiðinum, men ætlanin er
at asfaltera tað, sum er lid-
ugt, einaferð til várs. Einir 15
mans arbeiða upp á vegin.
Haraftrat eru teir 2—3, sum
hava viðlíkahaldið um hendi
Ikki líkindaveður
Av Vidareidi frættist, at har
hevur ikki verið líkindaveður
síðani í desember mánaða. Tá
tað viðrar, rógva tveir bátar
út á Viðareiði, og fiskiskap-
urin hevur verið góður.
Roynist ikki væl
Tann lítla bátahavnin, sum
norðdepilsmenn og hvanna-
sundsmenn hava gjørt út frá
Borðoyarlandinum, roynist
ikki so væl. Ein dagin var so
nógvur súður, at bátarnir
kundu ikki liggja tryggir í
havnini.
Lidugur um 14 dagar
Sjúrður Tollaksson, sum r
bygginummar 27 á Skála
Skipasmiðju, verður klárur at
lata frá skipasmiðjuni um
einar 14 dagar. Kjølurin varð
strektur í 1974, og skipið fór
av bakkastokki fyrst í 1975
Tað er partafelagið Vørn i
Gøtu, sum eigur Sjúrð Toll-
aksson, ið er kombinerað
krafblokkaskip og hekkutrol-
ari
Hann kostar 14—15 kr.
Vørn í Gøtu eigur eisini
Geyta Reyða
Meta seg
at hava 500 tons
Sjúrðarberg hjá Pf. J. F
Kjølbro í Klaksvík er byrjað
ur at landa á Skála. Teir meta
seg at hava 500 tons. Sjúrð-
arberg kom heim um viku-
185 tons
Columbus hevur landað veið
ina í Fraklandi. Hon va 185
tons. Teir vóru lidnir at landa
tvst
agin
Ikki samtøkan,
men studningurin
til trolingina
Í blaðnum mikudagin var ein
stór misskiljing komin í frá
søgnina frá Meginfelag Ut
róðrarmanna. Har varð skriv
að, at landsstýrið hevði bidid
um at fáa málið um stovnset
mg av utflutningssamtøku
utsett. Hetta er ikki beint
Landsstyrid hevur bidid um
at fáa málið vidvikjandi
studninginum frá trolingini
i summar útsett Tad var
Meginfelag Utróðrarmanna,
sum herfyri stevndi lands
stýrinum eftir peningi í sam
bandi við trolingina Í
| — |—————
ummar sum
ongantið var útgoldin
Landsstýrið hevur seinni ver
ið hjá Meginfelagnum við
málinum og biðið um at fáa
tað útsett. Tað er ætlanin, at
landsstýrið skal koma við
einari frågreiding, um tað vil
lata studningin í sambandi
við trolingina ella ikki
Vit biðja lesararnar bera
yvir við okkum í hesum ikki
heilt litla mistaki
blaðstj.
1.000 sentnarar
Ranafossur hevur landað
1.000 sentnarar til flakavirkið
á Tvøroyri, og tað verður
skorið nú. Teir siga annars
frá ringum veðri, og eingin
útróður hevur verið. Í letuni
arbeiða eini 60 fólk á flaka-
virkinum á Tvøroyri
Sýnið hevur verið umborð
á Leivi Øssurssyni, sum ligg
ur við bryggju á Tveroyri
Teir trola eftir brislingi
Nógvur fiskur
upp á land
Fyrst í vikuni kom nógvur
fiskur upp á land í Klaksvík
Mánadagin landaði Draga-
sund 68.000 pund til Kósa-
virkið og Klakkur 170.500
pund. Polarstjørnan og Pison
landaðu týsdagin og miku-
dagin til Kósavirkið. Teir
høvdu åvikavist 133.000 og
130.000 pund
Størsti uppgangur
i 15 år
Tysdagin var
gangur i Vestmanna seinastu
15 árini. Fleiri neystahurðar
brotnaðu, og bátar skolaðu
størsti upp
ut. Ein botnsag, sum stendur
i nedra i bygninginum hjå
Byggivirkinum, stóð hál
undir í vatni
Nýggja ferjan, sum rekir
rutusambandið Vestmanna
Ovragjogv, var ongan túr
týsdagin vegna veður. Miku-
dagin fór hon ikki fyrsta túrin
fyrr enn seinnapartin. Fyrra
partin vóru teir á Oyragjogv,
men veðrið var so ringt, at
stropparnir at binda við
kvettust av
Reynsatindur og Mars
liggja í løtuni á Vestmanna
Vetrarkappingin
vikuskifti = verða
hesir dystir leiktir
Komandi
vetrar
kappingini
Leygardagin 24. januar:
Kl. 13.00: Piltar SIF
Stjørnan, 13.35 gentur KI
vinnari ( 14.20 pinkur
KIF-nr. 2 í bólki B, 15.00
piltar Kyndil SI. 15.35
menn2 Kyndil—SIF, 16.40
dreingir Kyndil— VIF, 17.30
VIF, 18.35 gent
vinnari C, 19.15 smá
menn2 EB
ur ER
gentur Neistin B — vinnari (
20.00 pinkur Kyndil— VB
Sunnudagin 25. januar:
Kl 30 pinkur Kyndil
SUF, 14.05 smågentur Neist
19
in— vinnari C, 14.40 pinkur
finala, 15.15 piltar finala,
15.50 gentur KIF — EB, 16.35
smágentur KÍF — Neistin C
19.10 dreingir finala, 18.05
kvinnur ung]. finala Kyndil
Neistin, 19.00 menn? finala
Umframt hesar
verða dystir millum Neistan
dystir
og Søljuna í pinkugentu-,
smágentu- og gentudeildini
leygarmorgunin kl. 10 fyri at
finna vinnara í C-bólki
70