Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bussleiðin hjá Tórs- havnar býráð verður í næstum boðin út. Leiðirnar skulu gerast til betri tænastu fyri borgararnar. Eisini ætlar býráðið at fáa hendur á skattainn- krevjingini frá landi- num. Einkult persón- ur skyldar Tórshavn- ar býráð 1,5 millión TÓRSHAVNAR KOMMUNA Heri á Rógvi Tórshavnar býráð hevði hóskvøldið býráðsfund og fríggjamorgunin var so ein tíðindafundur á skránni, har borgarstjórin greiddi nærri, hvørja avgerðir og hvørji mál býráðsfundurinhevði at bjóða. Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi seinastu dag- arnar, er málið við Buss- leiðini hjá Tórshavnar bý- ráð. Bussleiðin verður í næstum boðin út. Tekniska nevnd í býráðnum hevur fyrireikað útbjóðingartilfar, sum er tøkt nú hjá øllum, ið hava hug at bjóða. Hetta er í tráð við nýggju komm- unulógini, ið talar fyri, at allar uppgávur skulu øll javnt bjóða uppá. Við verandi skipan eru tað fýra veitarar, sum røkja bussleiðina fyri kommun- an, og hesir hava verið teir somu síðani bussleiðin byrjaði at virka fyrst í átta- tiárunum. Sáttmálin er endurnýggjaður á hvørjum árið. Netto kostar tað Tórs- havnar býráð ellivu milli- ónir um árið at reka buss- leiðini. Brutto er kostnaðuri 14 mió, har tríggjar milli- ónir eru inntøka av billett- um. Leiðirnar verða bodnar út hvør sær. Soleiðis at skilja, at talan er um fýra leiðir, sum dekka allan býin og eisini Kaldbak og Kolla- fjørð. Ein veitari kann tó bjóða upp á allar leiðirnar. Hetta verður eisini gjørt fyri at staðfesta ábyrgdina. Veitararnir fáa eitt gjald fyri teir tímar, teir koyra, og býráðið fær allar inntøkur- nar frá koyringini. Um dagin skal tað fram- vegis vera so, at hálvur tími er millum fráferðini, men um kvøldið verður hetta til ein tíma. Leygardag verður bert koyrt til kl. 17, og sunnudag verður als ikki koyrt. Hetta ger býráðið, tí kanningar vísir, at hesa tíð- ir koyra ógvuliga lítið av fólki við býarbussunum. Sunnudagar koyra millum 60-100 fólk við bussunum. Eisini setir býráðið tey krøv, at bussarnir skulu vera í góðum standi, og talan skal vera um nýggjar bussar, sum eru lágir, so lætt er at koma í teir. Jan Christiansen veit ikki at siga, um teir fara at spara nakrar pengar, tí teir seta eisini stór krøv, men hann heldur hesa skipanina fara at verða góða, tí talan er um eina einkla og góða skipan. Býráðið fer eisini at keypa eitt nýggja elektroniska billetskipan, sum verður nýtt í staðin fyri verandi skipan í framtíðini. Vert er eisini at nevna, at býráðið sigur seg hava funnið fram, at billetprísurin við buss- leiðunum er lítil samanbor- ið við onnur lond. Tilboðini skulu verða bý- ráðnum í hendi í seinasta lagi 15. august. Skattur Býráðið í Tórshavnar Kommunu er ógvuliga mis- nøgt við skattainnkrevjing- ina. Býráðið kenni seg vera illa viðfarið, tí borgarar hjá kommununi skylda komm- ununi nógvar milliónir, men pengarnir koma ikki inn, og hetta heldur býráðið skyldast Toll- og Skattstov- uni, sum tey meta hevur lyndi til at eftirgeva skuld- ina. Jan Christiansen sigur tað vera sera trupult hjá bý- ráðnum at leggja ætlanir, tá teir ikki vita heilt, hvussu nógv kemur inn. Fúlasta dømið, ið eisini var fyri á býráðsfundi, er ein borgari í kommununi, ið er vinnurekandi,og hann verður sagdur at skylda Tórshavnar Kommunu 1,5 mió kr. Orsøkin verður søgd at vera, at persónurin ikki hevur givið upp. Navn- ið á persóninum varð tó ikki upplýst fyri almenn- inginum. Tórfinn Smith, býráðs- limur, sigur, at spurning- urin viðvíkjandi skattainn- tøkunum fyri fyrstu ferð varð reistur í 1997. Hin 9. januar 1997 varð gjørt upp, at 1130 persónar skyldaðu kommununi 85 mió kr. í skatti. Harav skyldaðu 373 teirra 84 mió. Trupulleikin er ikki minkaður, stendur at lesa í frágreiðingin frá bý- ráðsfundinum hóskvøldið. – Býráðið átalar harðliga skeivur gongdina og biður um, at líkningarmyndug- leikin, og skatta innkrevj- ingin verður flutt aftur til kommununa skjótast gjør- ligt, stendur at lesa í skrivi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, frá Tórshavnar bý- ráð. Ídnaðarøkið Tórshavnar Kommuna samtykir eisini á fundi hós- kvøldið at gera eina út- stykkingarætlan í Skarðs- hjalla, sum er beint norðan- fyri Sandvíkarhjalla. Talan er um yvir 50.000 fermetrar, og jørðin skal keypast frá Jarðarráðnum. Prísurin á jørðini er einar 50 kr/fermeturin. Arbeiðið verður gjørt í trimum stig- um, og tá verður talan um eitt veruligt ídnaðarøkið á Hjalla. Tórshavnar býráð tíðindafund: Persónur skyldar 1,5 mió í skatti Jan Christiansen, borgarstjóri, er als ikki nøgdur við, at Tórshavnar Kommuna ikki fær allar skattainntøkurnar, ið kommunan hevur krav uppá. Hann vil nú hava umsitingina aftur til býráðið. Mynd: Finnur Justinussen. 2 Nr. 117 - 22. juni 2002 Nr. 117 - 22. juni 2002 3 Hon hevur búð í Danmark í meira enn hálvthundrað ár, og pápin var dani. Men Hella er fødd og uppvaksin í Føroyum, hon er suðuroy- ingur. Og hon er vágbingur. Tað hoyrir tú beinanvegin, hon letur munnin upp. Og Hella er røsk at práta, veit eisini nógv at práta um og hevur gjørt seg kunna við so nógv ymisk viðurskifti í samfelagnum. Serliga kunnug er Hella við viður- skiftini hjá teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu. Hella hevði búð leingi í Danmark, áðrenn vit fingu nakað Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Tað eru ikki so fáir sjúklingar, ið eru farnir úr Føroyum til Danmarkar, sum hava kent fløvan av hennara hjálpandi hondum, og sum hava funn- ið vegin til tær opnu dyrnar í Værløse. Góða Hella. Vit báðar, sum á henda hátt heilsa tær á sjeyti ára degnum, eru bara tvær av teimum mammunum, sum tú ugg- aði á sjúkrahúsferð í Dan- mark við ófullførum børn- um. Tú møtti foreldrum, sum fingu børn síni heim aftur við sær, og eisini for- eldrum, sum máttu lata síni børn verða eftir í Danmark, tá tey sjálv fóru heim aftur. Tú hevur mangan verið í móður stað, eisini sitið á songarstokkinum, tá hjálp- arleys børn og vaksin hava latið eyguni aftur fyri sein- astu ferð. Á sjeyti ára degi tínum hevur tú so søtliga uppibor- ið eina hjartans tøkk frá tín- um landsmonnum fyri títt stóra arbeiði ímillum tey, ið ikki við orðum eru før fyri at takka fyri hjálpina. Tá JAVNI, landsfelagið evnaveikum at bata, var stovnað í 1971, teknaði tú teg til lim í felagnum. Og tín partur lá ikki eftir, tá fe- lagið fór til verka. tú kendi persónliga nógvar av teim- um føroyunum, sum búðu á stovnum í Danmark, og onkur hevði eisini búð á Ebberødgård, tá sonur tín búði har, hóast tey flestu eftir 1959 búðu á Rødby- gård. Tú kendi nógv før- oysk foreldur, og tú kendi tey starvsfólk í Danmark, sum dagliga vóru um tey. Tú vart føroyingur og kendi til føroysk viðurskifti. Tí vart tú mangan góð at heita á og til stóra hjálp fyri fe- lagið Javna. Og vit minnast fyrilestrarnar, tú hevði fyri okkum her heima. Hvør er so henda konan, sum nú fyllir sjeyti ár? Hella er fødd í Vági, fødd uppi á kvistinum á kafe- num, hevur hon sjálv sagt í eini samrøðu í 1995. Mamman varð rópt Andrea á Kafenum. Hon var dóttir Julius í Smillum og Else- beth Katrinu, ættað úr Fuglafirði. Pápi Hellu var vanliga róptur Jydin á Smyril. Simoni Frederiksen var bóndasonur og skuldi festa garð nærhendis Skag- en. Men hugur hansara stóð til sjógvin, og hann endaði so í Føroyum, sigldi við ymiskum skipum og var í eini 10 ár fýrbøtari umborð á »Smyrli«, haðani navnið. Tær vóru bara tvær systrar, Hella og Kamma, og báðar giftust til Danmarkar. For- eldrini fluttu eisini niður at búgva. Hella var bert 17 ára gomul, tá hon og Hilmer funnu saman. Og fýra ár seinni vóru tey vígd í Vágs kirkju. Hella var tá útbúgv- in barnasjúkrasystir og maðurin verkfrøðingur. Tey fingu trý børn og ættleiddu eisini eina gentu. Tá Hella og Hilmer bæði hava verið so virkin í arbeiðinum fyri teimum minni mentu, so er tað tí, tey kenna so væl, hvussu hesi menniskju altíð hava verið fyri vanbýti í samfelagnum. Hella hevur talað og skrivað nógv um kor teirra evnaveiku. Í 1976 kom út bók hennara um sonin Calla, har hon í for- orðunum skrivar: Jeg har skrevet denne bog dels fordi jeg ikke kunne lade være, og dels fordi jeg har følt det som en pligt at give min viden videre, bl.a. til de forældre, hvis verden mere eller mindre er styrtet i grus ved konfrontationen med den kendsgerning, at deres barn aldrig vil blive som andre. Umframt elsta sonin so var ættleidda dóttirin eisini brekað og hjálparleys. Men bæði tey yngru børnini og maðurin hava staðið undir liðini á Hellu, og uttan teirra stuðul var neyvan komið so nógv av skafti hjá henni í stríðnum at bøta um korini hjá teimum ófull- føru. Vit, sum hava funnið vegin til Åsevej í Værløse, vita, at Hella hevði ikki kunnað tikið ímóti so nógv- um fólki í sínum heimi, um ikki Hilmer og børnini vóru, sum tey vóru, hjarta- lig og blíð eins og Hella sjálv. Og øll skiltu tey før- oyskt, so tá føroyingar vitj- aðu, varð bara tosað før- oyskt. Dóttirin er nú gift í Noregi og eigur tvey børn. Yngri sonurin býr ikki so langt frá foreldrunum við konu og trimum børnum, sum altíð kunnu koma til ommuna og abban. Og Calle, sum býr í sambýli í Jonstrup, vitjar foreldrini heima og tey hann, har hann býr. Hella verður nú 70 ár. Hilmar er nøkur ár eldri. Tey eru ikki meira á løn- andi arbeiðsmarknaðinum, men ongantíð arbeiðsleys. Í meira enn 25 ár arbeiddi Hella á somu vøggustovu. Hon gavst ikki, fyrr enn hon fall fyri aldursmarkin- um. Men tá fekk hon meira tíð at gera sjálvboðið ar beiði, har tørvur var á tí. Og nú hevur Hella sítt fasta ar- beiði í Mariukirkjuni, ið ger eitt stórt arbeiði ímill- um narkomanar mitt inni í Keypmannahavn. Tað var ikki tað lættasta arbeiðið, Hella valdi sær sum pen- sionistur. Men tað høvdu vit, skum kenna hana, held- ur ikki væntað. Góða Hella. Tá tað ikki ber okkum báðum til at koma í konugildi, so fara vit á henda hátt at ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum tann 27. juni, og vit biðja um Harrans signing yvir teg og tíni og tað arbeiðið, tú gert. Trúgv hava tit verið, tú og Hilmer, at vitja henda veg, og vit vænta eisini at síggja tykkum her einaferð seinni í summar. Poula og Helena Helen Hansen 70 ár Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og sonur okkara Petur Joensen Eiði doyði og varð jarðaður. Familjunnar vegna Jóna,Tom, Gurið, Durita og Alisa C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Pakkaferðir Pakkaferðir Danmark Hetland Pakkaferð - Ísland Ferðist bíliga ... Pakkaferðir Pakkaferðir * & 2 vaksin 2 børn í bili Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 28.06. úr 13.210,- Dan Center summarhús 1 vika í summarhúsi 28.06., 05.07. 12.07., 19.07., 26.07. & 02.08. úr 12.793,- * * Noreg Pers Hotel í Gol 1 vika í summarhúsi 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 8.475,- * Easterhoull Chalets 1 vika í summarhúsi 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 7.843,- * Sigl & Flúgv Key Hotellini við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari úr 5.814,- Tórshavn - Hanstholm og Keypmannahavn - Vágar ella hinvegin úr 2.550,- Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin fyri hvønn fyri hvønn team85