Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavnar býráð hevur sett út í kortið eina longri røð av ætlanum, sum fara at betra um støðið á skúlunum í høvuðs- staðnum. Talan er um eina sera kostnaðar- mikla verkætlan, men býráðið hevur valt at raðfesta hetta ovar- liga. Eisini frítíðar- skúlarnir fáa eina bøtandi hond TÓRSHAVNAR KOMMUNA Heri á Rógvi Á býráðsfundi hóskvøldið var m.a. ein fyrispurninguri frá Leivi Hansen, býráðs- limi og fyrrverandi borgar- stjóra, um ætlarnirnar við skúlaverkinum. Spurning- urin ljóðaði stutt og greitt: Nær hendir nakað á skúla- økinum. Borgarstjórin, Jan Christ- iansen, heldur, at Leivur Hansen átti heldur at spurt seg sjálvan, hví einki henda ta tíð, ið hann var borgar- stjóri (1996-2000). Jan Christiansen sigur, at sum ein avleiðing av fólka- vøkstrinunm er og verður neyðugt at byggja út skúla- verkið í kommununi, ikki einans nýggjar skúlaeindir í nýggju íbúðarøkjunum, men eisini at víðka og um- byggja verandi. Jan Christiansen vísir á, at seinastu fimm árini hev- ur ein vøkstur áljóðandi 600 næmingar verið í skúlanum í Tórshavnar Kommunu. Við hesum eru Adventistaskúlin og Kolla- fjarða Skúli ikki íroknaðir. Arbeiðsbólkar við um- boðum av politiska palli- num, skúlaleiðslum, byggi- kønum og øðrum eru settar at kanna, hvørji stig eiga at verða tikin. Úrsltið av fyri- reikandi arbeiðinum er ein nágreinilig ætlan við øllum skúlunum. Fyri at nevna dømi, so kunnu vit taka Argja Skúla burtur úr rúgvuni. Har er ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu at ogna sær bygningin hjá Postverkið Føroya á Argjum, ið hýsir Frímerkjadeildini og Giro- stovuni. Jan Christiansen sigur, at teir hava víst áhuga fyri at keypa, og ein handil er ikki so langt vekk, tí talan er um, at Postverkið skal eitt nýtt øki at byggja við gamla Idé húsið, har post- verkið heldur til. Borgar- stjórin leggur aftur,at húsið hjá postverkinum eru sum skapt til endamálið og vil loysa trupulleikan endaliga. Skúlin í Hoyvík og Kommunuskúlin skulu báðir hava nýbyggingar. Hoyvíkar skúli skal hava tríggjar nýggjar stovur. Kommunuskúlin skal gera ein heilt nýggjan bygning, har gamla barakkin stendur. Frítíðarskúlin Eisini frítíðar skúlin og barnagarðsbørnini fáa meira pláss eftir ætlanini hjá býráðnum. Í løtuni standa 300 børn á bíðilista- num hjá Tórshavnar býráð til at fáa eitt ansingarpláss. Í løtuni verður arbeitt við tvær ferðir 60 ansingar- plássum. Býráðið samtyki eisini einmælt fyri afturlat- num hurðum at keypa eina grund á Argjum, sum liggur við Sandá – aftanfyri gomlu hølini hjá Dagblað- num. Talan er um eitt makaskifti, har eigarin fær onnur byggilendi afturfyri. Hølini, sum higartil bert er ein grund, skulu nýtast til barnagarð til 60 børn og til frítíðarskúla, sum áður hevur hildið til í AB- húsinum við fótbóltsvøllin á Argjum. Býráðið hevur harafturat samtykt at keypa eini set- hús, sum standa í Stoffalág 82, til frítíðarskúla . Húsini kosta býráðnum 4 mió kr. at keypa, men borgarstjórin letur væl at kortini, tí talan er um permanenta loysn, og húsið lúka øll krøv. Keypið er tó treyta av, at øll loyvi eru komin upp á pláss, og hetta merkir eisini, at grannarnir sleppa at siga sítt um málið. Sum heild mynda skúlar, frítíðarskúla og ansingar- stovnar nógv tann størsti partin av komandi íløgum hjá Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar býráð tíðindafund: Umfatandi broytingar fyri skúlarnar Hesin bygningurin hjá Postverkið Føroya skalnýtast til skúla á Argjum, um alt gongur eftir ætlan. Mynd: Jens Kristian Vang 4 Nr. 117 - 22. juni 2002 Nr. 117 - 22. juni 2002 5 Kommunusamskipan Føroya hevur viðgjørt trupulleikarnar sum ofta stinga seg upp á samferðsluøkinum, tá ið verkfall er SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Samferðslan eigur ikki at vera løgd lamin, tá ið ósemjur taka seg upp á arbeiðsmarknaðinum. Tað heldur Kommunu- samskipan Føroya. KSF hevur viðgjørt spurningin um samferðslu- viðurskiftini í sambandi við ósemjur á arbeiðsmarkn- aðinum. Og í skrivi, sum nú er sent avvarðandi pørtum á arbeiðsmarknaðinum, eitt nú fakfeløgunum, lands- stýrinum o.ø, verður heitt á partarnar um at finna loysnir so at samferðslan kann ganga ótarnað, hóast verkfall er. Í brævinum, sum Jógvan Krosslá, stýrisformaður og Jens Marius Poulsen, starvsbólkaformaður, hava skrivað undir, verður sagt, at Kommunusamskipan Føroya harmast um, at hvørja ferð verkfall ella onnur slík viðurskifti taka seg upp, verða tey, sum bert hava sjóvegis farleiðirat líta á, hart rakt av hesum. – Serliga eru tað oyggjar- nar longst frá samanbund- nað miðøkinum, ið eru fyri stórum missi, bæði fíggjar- liga, mentanarliga og sam- felagsliga, sigur KSF. Stórur missur Felagið sigur, at fíggjarligi missurin kemst m.a. av, at møguleikin fyri at røkja sítt arbeiði verður skert mun- andi, bæði tí at ikki ber til at koma ímillum bústað og arbeiðspláss og at rávøra og onnur vøra ikki frítt kann flytast millum oyggjarnar. – Hetta hevur eisini við sær, at vinnulívið á stað- num fær eitt slíkt bakkast, at tað dettur niðurfyri ella heldur ger av at flyta sítt virksemi inn á samanbund- nað miðøkið. KSF sigur eisini, at ment- anarliga hevur tað við sær, at fólkið á hesum støðum als ikki hava nakran møgu- leika at luttaka í nøkrum tiltøkum, ið liggja uttanfyri teirra økið. – Samfelagsliga hevur ger tað, at hesi fólk verða sett uttanfyri alla ávirkan í samfelagnum afturímóti teimum, sum búgva í sam- anbundnað miðøkinum. – Kommunusamskipan Føroya heitir tí á avvarð- andi partar, sum hava av- gerðandi týdning fyri sam- ferðsluna, herundir lands- myndugleikar, fakfeløg o.o., um at virka fyri, at ósemjur og líknandi ímill- um partar ikki føra við sær, at samferðslan verður hótt soleiðis, at sambindingar- liðini ella landsvegakervið verður rakt av blokadum v.m. sigur KSF. Strandferðslan fær brúk fyri stórari eykajáttan fyri at fáa ráð til at leiga hósk- andi avloysaraskip fyri Smyril í vetur SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Skal Strandferðslan fáa ráð til at leiga avloysaraskip fyri Smyril í vetur, má hon fáa eina eykajáttan upp á umleið níggu milliónir í ár. Stabilisatorararnir á Smyrli virka ikki sum teir skulu, men fyri at kunna flyta tungan flutning í ring- um veðri í vetur, er tað ein treyt, at teir verða gjørur aftur. Men av tí, at Smyril er so gamal, skulu eykalut- irnir gerast serstakt til Smyril, og tí verður Smyril lagdur í september ella ok- tober og verður ikki í sigl- ing aftur, fyrenn í februar ella mars, soleiðis sum út- litini nú eru. Skal flutningurin til Suð- uroyar í vetur varðveitast á sama støði sum nú, verður tað tískil neyðugt hjá Strandferðsluni at leiga skip í allan vetur. Men fyri at fáa ráð til tað, krevst ein eykajáttan Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu, sigur, at ein meting vísir, at Strandferðslan fer at fáa brúk fyri umleið níggju milliónum afturat í ár, skal hon hava pening til at leiga eitt skip fyri, sum er minst á sama støði sum Smyril, samstundis sum umvæling- arnar verða gjørdar á Smyrli. Harafturat verður brúk fyri eini játtan næsta ár, men hon verður minni. Men hann vísir sam- stundis á, at tølini skulu takast við størsta varsemi, tí hendan upphæddin er ásett fyri at binda um heilan fingur. – Leitað verður eftir eykalutum og tað kann vera, at tað hepnast at finna teir, so at tað ikki verður neyðugt at gera teir og so verður leveringstíðin mun- andi stytri. Tað skilst kortini, at sannlíkindini fyri tí, eru ikki serliga stór. Men skuldi tað eydnast, kann umvælingin fáast frá hondini skjótari. Tað kann eisini vera, at tað verður bíligari at leiga eitt skip, enn mett. Gongur tað tískil eftir vild, verður rokningin ikki so stór. Bjarni Djurholm sigur, at hansara tilmæli er, at sam- bandið ímillum Suður- oynna og Havnina ikki skal vera verri enn taðå er nú, hvørki hvat viðvíkur um- støðunum hjá ferðafólki, ella møguleikunum fyri at flyta tungan flutning. Tí fer hann at mæla Landsstýrinum til at játta neyðuga peningin og so vónar hann, at tað fer at eydnast Strandferðsluni at finna tað rætta skipið. Tað um reppið, at brimið ikki tók níggju bátar, sum stóðu í Pollinum í Sumba BRIM Áki Bertholdsen Sumba: Mánadagin var sjáldsama ringt veður um alt landið, ikki minst, tá ið hugsað verður um, at álma- nakkin fortelur okkum, at nú er hásummar. Eisini sumbingar vórðu tiknir fullkomiliga á bóli og har var brimið so nógv, sum ongin kennir til hesa árstíð- ina, tí tað var sum ringasta vetrarbrim Sum flest aðrastaðni hava nógvir sumbingar drigið sær bátin oman, nú tað sumrar og nú brimið brast á, stóðu níggju bátar á dráttinum í Pollinum, sum lendingin har nevnist. Tí máttu menn av húsum mánakvøldið at royna at bjarga bátunum, so at teir ikki allir skuldi farast í briminum. Tað eydnaðist eisini at bjarga bátunum, men tað var í evstu løtu, tí brimið bara versnaði og bara eitt korter aftaná at seinasti bát- urin var drigin niðan frá, var brimið so nógv, at ongin hevði staðið. Sumbingar siga, at brimið var so nógv, at hóast teir drógu bátarnar heilt niðan undir vegin, kom brimið kortini næstan niðan á teir. Sumbingar eru eisini í ferð við at stoypa bakka- verju, men eisini tað arb- eiðið var fyri bakkasti av briminum. Teir høvdu fylt formarnar mánamorgunin og brimið fór ikki við formunum, tí tað leikaði ikki heilt so hart á akkurat har, sum tað gjørdi í Pollinum. Men alt var fylt upp aftanfyri form- arnar og okkurt var brotnað kortini. Alt, teir høvdu griv- ið út fyri bakkaverjuni víð- ari fram, fyltist eisini og má gravast útaftur av nýggjum, talan er um eina 100 metrar siga sumbingar, so teir noyðast at gera nógv arb- eiði umaftur. Samferðslan má ganga sína gongd í verkfalli – At ósemjur á arbeiðsmarknaðinum leggja samferðsluna lamna, er so dýrt fyri vinnulívið úti um landið at tað dettur niðurfyri ella flytir sítt virksemið inn á samanbundnað miðøkið, sigur Kommunusamskipan Føroya. Her er eitt dømi: Dúgvan liggur á gomlu kei á Tvøroyri, seinast verkfall var Fáa brúk fyri níggju milliónum afturat í ár Sum er, fer ikki at bera til hjá Smyrli at flyta tungan flutning í vetur, tí má Strandferðslan fáa annað skip og BjarniDjurholm mælir til, at neyðuga játtanin verður latin til endamálið Bjargaðu bátunum í evstu løtu Mánakvøldið máttu sumbingar draga bátarnar langt niðan ímóti vegnum undan briminum, men tað var í evstu løtu, at tað eydnaðist at bjarga teimum C M Y K 5 4