leygardagur 22. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 117 - 22. juni 2002
Nr. 117 - 22. juni 2002
7
Fleiri skip hava
landað til Fiska-
virking á Tvøroyri
hesa vikuna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sjálvt hjá einum stórum
flakavirki, sum Fiskavirk-
ing á Tvøroyri er, er tað
drúgt, sum kemur frá út-
róðrarbátunum, tá ið tað
viðrar, og útróðurin er
hampiliga góður.
Á virkinum arbeiða tey
mest kongafisk, svartkalva
og upsa, men í seinastuni
hevur vignast hampiliga
væl hjá bátunum, sum
royna við línu og snellu.
Sum skilst á Martini
Hentze,
góðskuleiðara,
hava útróðrarbátarnir fing-
ið nógvan upsa, og onkran
dagin hava fleiri bátar fing-
ið yvir 3.000 pund.
Tað hevur eisini gingið
væl hjá teimum, sum royna
við línu. Besta »barometr-
ið« í so máta er, at menn
eru ikki nøgdir, tá ið veiðan
kemur niður á 100 pund á
línuna.
Tá ið vit frættu av Tvør-
oyri fríggjamorgunin, lá ein
útróðrarbátur og avreiddi;
teir høvdu verið við línu á
vestara kanti á Munka-
grunninum og veiðan vá
umleið 2.000 pund.
Trolarar, línubátar og
garnaskip
Tveir
djúpvatnstrolarar
hava landað á Tvøroyri í
vikuni, Rankin og Niels
Pauli. Rakin hevði einar
1200 kassar, harav megin-
parturin av veiðini var
kongafiskur og upsi. Hin-
vegin var ein stórur partur
av veiðini hjá NielsPaula
svartkalvi.
Tvey onnur skip hava eis-
ini landað á Tvøroyri í
vikuni; Hoyvíkingur var
við línufiski og Ólavur
Hvíti, sum er á garnaveiði,
hevði eini 40.000 pund av
svartkalva.
Hvussu nógv Niels Pauli
og
Hoyvíkingur
høvdu
hendan túrin, hevði Martin
Hentze ikki heft seg við.
Aftrat veiðini, sum løgd
er uppá land á Tvøroyri
hesa vikuna, hevur Fiska-
virking á Tvøroyri eisini
keypt eini 20.000 pund av
svartkalva á uppboðssølu.
Hetta var fiskur, sum
garnaskipið, Oknin, land-
aði á Toftum.
– Soleiðis hava vit
gjørt tvey ár á rað,
og hetta hevur víst
seg at rigga væl,
sigur Albert
Ellefsen, virkisleið-
ari á Fiskavirking í
Miðvági
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Summarið kann mangan
vera ein strævin tíð hjá
virkjum og fyritøkum
annars. Øll skulu vit
hava eina summarfrí, og
tá kann vera strævið hjá
teimum, sum eftir eru.
Soleiðis er eisini á
teimum virkjum, sum
hava
framleiðsluna
gangandi alt árið. Tá ið
nógv óroynd fólk loysa
av, kann tað gerast
strævið hjá teimum, ið
eftir eru – og eisini hjá
leiðsluni,
sum
skal
syrgja fyri, at alt gongur
væl.
Øll frí í senn
Men summi virkir hava
valt hina loysnina, sum
er at leggja stilt nakrar
vikur um summarið, so
flest øll kunnu halda frí í
senn.
Á Fiskavirking í Mið-
vági fara øll at halda
summarfrí í viku 29, 30
og 31; tað er frá vikuni
beint eftir vestanstevnu
til nakrar dagar eftir
ólavsøku. Byrjað verður
aftur á virkinum, 5. aug-
ust.
Albert Ellefsen, virk-
isleiðari, sigur, at soleið-
is hava tey gjørt í tvey
ár, og hetta hevur víst
seg at rigga væl.
Vesturtúgvan
landaði mánadagin
Vesturtúgvan
landaði
annars í Miðvági mána-
dagin. Teir høvdu eini
50.000 pund av upsa og
30.000 pund av toski.
Nakað var eisini av øðr-
um fiskasløgum.
Fiskavirking í Mið-
vági hevur eisini keypt
fisk á uppboðssølu, so-
leiðis at nóg mikið av
fiski hevur verið til allar
dagarnar í vikuni.
Albert Ellefsen sigur,
at minni fiskur er á
marknaðinum í løtuni.
Hann heldur, at tíðin
og veðurlagið hava spælt
inn í seinastuni.
– Her hevur tó verið
nóg mikið at gjørt hvønn
dag; so vit skulu ikki
klaga, sigur virkisleiðar-
in á Fiskavirking í Mið-
vági.
Alt fólkið heldur
frí í senn
Kongafiskur, svartkalvi , upsi og útróðrarfiskur
Á Fiskavirking í
Vestmanna leggja tey
stilt tríggjar vikur í
summar. Fólkið fer til
hús hálvan juli og
heldur frí tær næstu
tríggjar vikurnar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fiskiskapurin hjá trolarun-
um, sum royna eftir upsa,
er munandi slakari nú, enn
hann hevur verið megin-
partin av hesum árinum.
Hetta merkist eisini á rá-
vørutilgongidini hjá flaka-
virkjunum.
Á Fiskavirking í Vest-
manna vísa tey á, at tað er
ikki bara fiskiskapurin,
sum er minkaður, men skip
hava eisini lagt seg eftir
øðrum fiskasløgum.
– Fyri góðum mánaði
síðan fóru Eysturbúgvin og
Vesturbúgvin á gulllaksa-
veiði, og teir plaga at fiska
gullaks til síðst í august ella
fyrst í september – alt eftir,
hvussu fiskiskapurin verð-
ur.
Í Vestmanna vita tey eis-
ini at siga, at Grønanes fer
niður til Danmarkar í dokk
síðst í hesum mánaðinum,
og ivasamt er, hvat Vestur-
túgvan fer at gera, meðan
»makkarin« er í Danmark.
Minni fiskiskapur
Nøgdirnar, sum skipini føra
til lands nú, eru ikki á leið
tær somu, sum fyrr í vár.
Skipini, sum komu aftur av
túri, vóru støðugt full undir
lúkurnar. Í dag er gott pláss
í lastini, tá ið túrurin er
liðugur.
Fiskavirking í Vestmanna
keypti fiskin hjá Grønanesi
og Fram í vikuni. Grønanes
hevði 64.000 pund av upsa,
og Fram hevði 90.000 pund
av upsa. Bæði skipini
høvdu eitt sløð av øðrum
fiskasløgum.
Aftrat veiðini hjá Grøna-
nesi og Fram, hevur virkið í
Vestmanna eisini fingið
nakað av upsa frá Fiska-
virking í Saltangará.
– Hetta hevur tilsamans
verið nóg mikið til hesa
vikuna, siga tey í Vest-
manna.
Frí í 3 vikur
Á Fiskavirking í Vestmanna
leggja tey eisini stilt tríggj-
ar vikur í summar. Fólkið
fer til hús hálvan juli og
heldur frí tær næstu tríggjar
vikurnar.
– Vit plaga at hava ein
summarsteðg í 14 dagar,
men hesaferð verður steðg-
urin tríggjar vikur, siga tey
á Fiskavirking í Vestmanna.
Slakari fiskiskapur og færri skip
Bæði trolarar, garnaskip,
línuskip og útróðrarbátar
hava landað á Tvøroyri í
vikuni
Fiskavirking í Vestmanna verður stongt tríggjar vikur í summar – frá hálvum juli og tríggjar
vikur fram
Í sambandi við at 150
ár eru liðin, síðani
Føroya løgting varð
endurstovnað, hevur
postverkið prentað
frímerkir, sum heiðra
Løgtingið á hesum
stóra degi
FRÍMERKIR
Stefan í Skorini
Ólavsøkudag í ár eru 150 ár
liðin, síðani Føroya løgting
varð endurstovnað. Løg-
tingið hátíðarheldur dagin
við at geva út eina bók um
søgu løgtingsins, men Post-
verk Føroya gevur í hesum
sambandi út tvey frímerki,
ið avmynda nakrar søgulig-
ar lutir, sum hava samband
við tingið.
Mánadagin vóru frímerk-
ini avdúkað á eini lítlari
samkomu á frímerkjadeild-
ini á Argjum. Har fekk løg-
tingsformaðurin, Edmund
Joensen, handað ein fyrsta-
dagsbrævbjálva við frí-
merkjunum á.
Annað
frímerkið
av-
myndar seyðabrævið frá
1298, og hitt avmyndar
Gerðabók løgtingsins frá
1852, tá løgtingið varð
endurstovnað. Hetta eru
tveir týdningarmiklir lutir
frá søguni hjá tinginum. Á
blokkinum, sum frímerkini
eru í, eru eisini avmyndað
elsta varðveitta innsigli
tingsins og perman á ting-
bókini frá 1852.
Føroya løgting var við
kongaligari fyriskipan av-
tikið í 1816 og stovnað av
nýggjum við ríkisdagslóg
frá 26. mars í 1852. Endur-
stovnaða løgtingið hevur tó
røtur heilt aftur í landnáms-
tíð.
Upprunaliga var tingið
eitt alting, sum hevði bæði
dómsvald og lóggávuvald.
Útinnandi vald var einki í
landinum. Tað var tí ættin,
ið setti eitt nú dómar alting-
sins í verk.
Tingbøkurnar og skjøl
løgtingsins frá 1852 til okk-
ara dagar eru í varðveitslu á
Føroya landsskjalasavni.
Harumframt eru tingbøkur-
nar 1615-1816 á Lands-
skjalasavninum.
Hesar
bøkur og skjøl goyma tær
mest týðandi keldurnar til
Føroya søgu.
Fegin formaður
Løgtingsformaðurin
var
sum vera man fegin um, at
Postverk Føroya hevur tikið
stig til at heiðra løgtingið á
hesum stóra degnum.
Hann helt, at Postverkið
ger eitt týdningarmikið arb-
eiði við at gera Føroyar
kendar runt um í heimi-
num.
Frímerkjadeildini
hevur nógvar haldarar, ið
fáa øll tey nýggjastu før-
oysku frímerkini sendandi
við postinum. Frímerkir eru
framvegis næststørsta út-
flutningsvøran hjá Føroy-
um.
Løgtingið sjálvt hevur
eisini tikið stig til at há-
tíðarhalda dagin. Um stutta
tíð kemur nevniliga ein
nýggj bók um løgtingið.
Løgtingið á frímerki
Stjórin í Postverki Føroya
Bergur Berg stendur uppi,
meðan Edmund Joensen,
tingformaður, og Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður
við vinnumálum, sita.
Postverkið heiðrar
løgtinginum við tveimum
frímerkjum, nú liðin eru 150
ár, síðan tað varð
endurstovnað
MYND: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
Í dag 22/6 hava vit opið
frá kl. 11.00 til 17.00
Í hesum sambandi hava vit nógv
góð brúktbilatilboð m.a. hesi:
Upp til 15.000 kr. í avsláttri
Citroen Jumper Ch.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Saxo 1,5D
3h grátt
km. 25.000, árg. jan. 2001
116.000,-
Citroen Berlingo
1,9D
km. 81.000, árg. sept. 1998
109.000,-
Citroen Saxo 1,5D
3h reytt
km. 64.500, árg. jan. 2000
99.000,-
Citroen Xsara 1,6i
5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Citroen Xsara 1,6i
stc.
km. 36.000, árg. apr. 1999
133.000,-
Citroen Xantia 1,9TD
km. 60.000, árg. feb. 1998
118.000,-
Citroen Xantia 1,8i
16V
km. 63.000, árg. okt. 1996
112.000,-
Citroen Xsara 1,9TD
5H
árg. juni. 1999
137.000,-
Citroen ZX 1,9D stc.
5h
km. 89.000, árg. mars 1996
86.000,-
Citroen Xsara 2,0 HDi
5H
km. 90.000, árg. nov. 1999
145.000,-
Mitsubishi L300 2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Pajero
2,8TDi GLS 5h
km. 40.000, árg. sept. 1998
185.000,-
Mitsubishi Pajero
2,8TDi GLS 5h
km. 82.000, árg. sept. 1997
177.000,-
Mitsubishi Galant 2,0
km. 150.000, árg. juni 1992
37.000,-