Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 117 - 22. juni 2002 Nr. 117 - 22. juni 2002 9 At gjara út fyri fremmandum ferða- fólkum verður fót- bólturin brúktur. Sjálvt agnið, ferða- maðurin skal gloypa, er mentan og náttúra Føroya. Á Ferða- ráðnum er fólk sett burtur av at taka sær av at marknaðarføra Føroyar í samband við EM undankapp- ingin, sum byrjar í heyst. Serligur dentur verður í fyrsta umfari lagdur á at fáa týskarar og skotar at kenna Føroyar MARKNAÐARFØRING Edvard Joensen Føroyingar eru av álvara farnir at ganga á seiðaberg úti í Europa. Fótbólturin verður brúktur at gjara við, meðan egnt verður við vinnulívi, náttúru og mentan. Føroyar skulu marknað- arførast gjøgnum fótbóltin. EM undankappingin kom- andi er eitt sera gott høvi til tess, og Ferðaráð Føroya er farið undir hetta arbeiðið. At Føroyar komu í bólk við Týsklandi, Skotlandi, Íslandi og Litava, gevur føroyskari ferðavinnu rími- liga góðar møguleikar at røkka einum stórum kunda- skara, siga tey bæði Per Hansen og Sissal Kristian- sen, sum á Ferðaráði Før- oya arbeiða við uppgávuni at marknaðarføra Føroyar gjøgnum føroyska fótbólts- landsliðið. Ymsir tankar hava verið uppi. Eitt nú at vinnufyri- tøkur og mentanarlív skulu vera við í stóru marknaðar- føringini. Tað verða tey fyri so vítt eisini, men tað verð- ur í stóran mun ferðavinn- an, sum kemur at mynda hesa herferðina. Ymsar ætlanir Ymsar hugsanir hava verið frammi um, hvussu best mundi vera at gera vart við Føroyar úti í heimi. Tosað hevur verið um alt frá pressutúrum hendanveg til at hava smáar framsýn- ingar við básum í samband við fótbóltsdystir uttan- lands. Tað, sum serliga hevur áhuga í hesum sambandi, er dysturin, Føroyar skulu spæla í Týsklandi í heyst. Og í samband við hann hava rættiliga nógv góð hugskot verið uppi og vent. Nevnt hevur verið at latið ymsar vinnufyritøkur stað- ið fyri marknaðarføringini. Men okkurt var, sum bendi á, at vinnan onkunsvegna var eitt sindur bangin fyri at fáa ov lítið burtur úr í mun til ísettar pengar, og tí er líkasum gingið frá hesi hugsan aftur, tí mett varð, at vandi kundi vera fyri, at í so nógvur dentur so varð lagdur á egin áhugmál, og tann almenna marknaðar- føringini kanska datt aftur- um, sigur Sissal Kristian- sen. Milum annað tí er málið endað aftur í upprunatank- anum, har tað verður ferða- vinnan, sum fer at standa fyri tiltakinum. Og so má hendan vinnan leggja høvur í blot og finna upp á okkurt reiðiliga originalt, sum kann fanga áhuga útlendinga fyri Før- oyum. Eitt nú hevur verið uppi, at stuttligt hevði verið at fingið Rúna Brattaberg, sum er kendur sangari, at sungið tjóðsangin undan landsdystinum í Hannover. – Tað hevði fangað, halda tey bæði Per og Sissal á Ferðaráðnum, og hevði heilt vist givið nakað nógv meira enn ein lýsing, um hon so røkkur kring allan vøllin eina løtu. Bólturin sum gjar Tað verður neyvan bert fót- bóltsspæl okkara, útlend- ingar vilja síggja, heldur Sissal Kristiansen. Heldur er tað annað, sum liggur uttan fyri hetta spælið, sum áhugan vekir, vísir hon á. Og kortini er tað ikki heilt frítt, at fótbólturin hevur áhuga millum útl- endsk tíðindafólk, sum ikki beinleiðis eru ítróttarjourn- alistar. Til dømis veit Sissal Kristiansen at siga, at enn í dag eru útlendsk tíðinda- fólk, sum vilja sleppa at hitta Torkil Nielsen og Jens Martin Knudsen. So heilt hevur sjálvtin í Landskrona ikki lagt seg kortini. So eru tað mentan og náttúra, sum altíð eru áhugaverd hjá útlending- um, sum hava Føroyar á ferðaskránni. – Tað frættist skjótt, tá okkurt óvanligt hendir, vís- ir Sissal Kristiansen á. Til dømis tað, at Sunleif Rasmussen fekk norður- lendsku tónleikavirðisløn- ina, hava tey eisini frætt í Týsklandi, og so eru Føroy- ar knappliga nakað serligt. Eitt nú er hetta longu nevnt í onkrum teldubrævi, Ferðaráðið hevur fingið. Eisini náttúran er nakað, sum vit skulu leggja dent á. Sovorðið sum fossar kenna nógv býarfólk einki til, og ein vanligur regndagur í Føroyum kann hava stóra ávirkan á fremmandafók, vita tey at siga á Ferðaráðn- um. Hetta og annað mangt fáa føroyingar høvi at vísa útlendskum tíðindafólkum, sum koma hendanveg seinnapartin í summar. Eini 20 fólk verða væntandi í einum ferðalagi av fremm- andum tíðindafólkum. Být- ið verður helvt um helvt týskarar og skotar. Valt er at satsa upp á hesi bæði londini í fyrsta um- fari, meðan Ísland verður goymt til einaferð næsta ár, tá tørnið kemur at spæla í móti teimum. At hetta er handilsliga merkt, er eyðsæð. Tí eisini eitt annað land, Litava, er við í bólkinum, Føroyar lut- taka í. Men har tosar eingin um marknaðarføring. Tað er greitt, at tað er londun- um, har nógvu pengarnir eru, vit skulu hava fatur á. Men einki nyttar við marknaðarføring og pressu- túrum ella hvat tað nú kann vera, um ikki føroyingar sum heild eru við í tiltakin- um, siga tey Per og Sissal á Ferðaráðnum. Neyðugt er, at fólk taka væl í móti hesum útlendsku gestunum, sum koma at kunna seg um Føroyar, og vilja tosa við tey. Tí tað skerst ikki burtur, at nakrar góðar, positivar blaðgreinar ella sjónvarps- sendingar hava alstóran týdning fyri at menna vitsk- una hjá vanliga europearan- um um, hvar og hvat Føroy- ar eru. Føroyingar á seiðabergi í Europa Í ár verður aftur farið undir at skipa fyri føroyakvøld- um í Eysturoynni. Føroyakvøldini eru ætlað bæði okkara summargestum og okkum føroyingum Tíðindaskriv Ætlanin er at skipa fyri eini átta til tíggju før- oyakvøldum ymsastaðni í oynni. Vit vita at hósk- andi mongd av ferða- fólki gistir í oynni tíð- irnar, kvøldini eru løgd. Hesi ferðafólk verða boðin við til kvøldini, og føroyingar við gestum eru sjálvsagt eisini væl- komnir. Grundarlagið fyri at fáa slík kvøld at vera væleydnaði er, at luttøkan verður nóg stór. Fyrsta kvøldið verður um vikuskiftið í Skóta- deplinum á Selatrað fyri gestum, ið gista har, og øðrum ferðafólki. Kom- andi fríggjakvøld 28. juni kl. 19.30 verður Kappróðrarneystið á Glyvrum karmur um føroyakvøld. Fyriskipar- arnir av hesum føroya- kvøldinum eru foreldur at dreingjum 16 ár hjá NSÍ, sum skulu til Liverpool á venjingar- legu í august mánaða. Føroyakvøldini verða fjølbroytt og ikki eins á ymsu støðunum í oynni. Borðreitt verður við góðum føroyskum mati og fjølbroyttum føroysk- um undirhaldi. Undir- haldið kemur at lýsa bæði gamla og nýggja føroyska mentan heilt frá føroyskum dansi og kingosangi til nýmótans vísusang og smáar fram- førslur. Føroyskt framleiddar vørur verða eisini til keyps. Atgongumerkir verða at fáa á kunningarstov- unum og aðrastaðni kring landið. Lýst verð- ur nærri um atgongu- merkjasølu í vikuni. ll eru vælkomin at seta seg í samband við kunning- arstovurnar fyri at fáa nærri upplýsningar um føroyakvøldini. Føroyakvøld í Eysturoy At Føroyar eru komnar í bólk við Týsklandi gevur okkum ein einastandandi møguleika at marknaðarføra okkum úti í heimi, siga tey á Ferðaráðnum. Uppgávan verður nú at finna rætta háttin at gera hetta, soleiðis at flest fólk leggja merki til okkum Mynd: Reuters Sissal Kristiansen og Per Hansen á Ferðaráði Føroya arbeiða við at marknaðarføra Føroyar í samband við EM undankappingina Mynd: Jens Kristian Vang Teir fimm messing- blásararnir eru allir mitt í tjúgunum. Teir hava allir tikið prógv frá Royal Academy of Music í London, men stava úr ávikavist Argentina, Bretlandi, Svøríki og Føroyum. Messingkvintettin Albin Brass spælir tónleik á høgum al- tjóða støði við einum skeivum smíli. Í kvøld spæla teir fimm í Klaksvík sum partur av Summartónum SUMMARTÓNAR Rúnar Reistrup Tað ber til at taka ljóðføri og tónleikin í álvara uttan at vera turrisligur á palli - eisini um tú ert klassiskur yrkistónleikari. Tað tykist at vera vørumerki hjá mess- ingkvintettini Albin Brass, sum við fjølbroyttari skrá og einum smíli handan munnstykkini roynir at halda áhoyrararnar í góðum lag ígjøgnum konsertir sínar. - Vit eru ikki keðiligir, tá vit spæla. Nógvir klassiskir tónleikarar geva sær fyrst og fremst far um ljóðið, tá teir framføra. Vit royna í eins stóran mun at hugsa um heildina í okkara fram- førslu, tí umframt at fólk skulu hoyra vælspældan tónleik, skulu tey eisini gjarna fara heim aftur við einum smíli, sigur trompet- leikarin Anders Nyqvist. Hann er svii, og er ein fimtingur av kvintettini Albin Brass. Hinir fýra fimtingarnir eru úr ávikavist Bretlandi, Argentina og Føroyum. Teir fimm møttust á Royal Academy of Music í London, hagandi teir allir nú hava tikið prógv innan klassiskan messingtónleik. Nú arbeiða teir sum yrkis- tónleikarar í ymsum sam- anhangum í Bretlandi og aðrastaðni. Tað er føroyski parturin av kvintettini, 24 ára gamli trombonleikarin Andras Olsen, sum hevur fingið Albin Bras at leggja leiðina framvið Summartónum. Tango og sálmar At tónleikararnir í Albin Brass koma úr fýra ymisk- um londum setir síni týðu- ligu tekin á konsertirnar. Summartónaskráin hjá kvintettini er sett saman av tangoløgum, føroyskum sálmum, svenskum vísum og meira nútímans verkum eftir føroyskum og út- lendskum tónasmiðjum. Hetta ger konsertirnar hjá kvintettini rættiliga ser- merktar og samstundis áhugaverdar hjá teimum, sum kanska ikki hava so nógv skil fyri modernaðum verkum fyri messingblás- arar. Slík spælir kvintettin tó eisini á konsertum sín- um. Farna hósdag spældi Albin Brass í Listaskál- anum í Havn, í kvøld spælir hon í Býráðshøllini í Klaks- vík, og sunnudagin er kvin- tettin aftur í Listaskálanum. Konsertin í kvøld byrjar klokkan 20.00. Summarbrasstónar úr London Jógvan Arge, ið situr á tingi umboðandi Tjóðveldisflokkin sum varamaður fyri Høgna Hoydal, er í løtuni virkandi út- varpsstjóri fyri Jógv- an Jespersen, sum er í feriu. Tað er skeivt, heldur fyrrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Beate L. Samuelsen, sum sjálv fór í farloyvi, tá hon varð vald í Tórs- havnar Býrað. Tað er einki problem, sigur Jógvan Arge. POLITIKKUR Rúnar Reistrup Jógvan Arge, programleið- ari og varastjóri á almenna fjølmiðlastovninum Út- varpi Føroya, hevur síðan 15. mai í ár umboðað Tjóðveldisflokkin á tingi sum varamaður fyri Høgna Hoydal, landsstýrismann. Stutt eftir løgtingsvalið fór útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, í feriu, og síðan tá hevur Jógvan Arge verið virkandi útvarpsstjóri. Sambært stýrisskipanar- lógini mugu løgtingslimir ikki røkja meira enn hálvt starv við síðuna av løg- tingsarbeiðinum, og tí er Jógvan Arge farin niður í hálva tíð, men annars eru starvsviðurskifti hansara ikki broytt. Sjálvur sær Jógvan Arge ongan trupulleika í at røkja starvið sum varastjóri og programleiðari á Útvarpi Føroya, samstundis sum hann røkir embætið sum løgtingslimur. - Eg dugi ikki at síggja, hví tað skal vera eitt pro- blem. Eg gangi út frá, at eg havi lov til at hava eitt al- ment starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum. Eg hugsi ikki, at eg kann verða koyrdur frá av tí at eg nú siti í Løgtinginum. Nakað annað er so um stundir vera til at røkja mítt borgarliga starv afturat løgtings- og býráðsembætinum. Tað dugi eg ikki at siga í dag. Tað fer tíðin at vísa, sigur Jógvan Arge. Kann saktans koma í trupulleikar Formelt er heldur einki galið við at røkja eitthvørt starv við síðuna av løg- tingsembætinum, men fleiri dømi eru um, at fólk í føroyska fjølmiðlaheimin- um hava tikið seg aftur, tá tey hava fingið politisk em- bæti at røkja. Tað ætlar Jógvan Arge ikki at gera. - Tað burdi hann gjørt, heldur Beate L. Samuelsen, fyrrverandi ábyrgdarblað- stjóri á Dimmalætting. Beate L. Samuelsen valdi at fara í farloyvi frá blað- stjórastarvinum og gerast vanlig blaðkvinna, tá hon varð vald í Tórshavnar Býráð í november 2000. - Man kann saktans koma í trupulleikar av at hava eitt leiðarastarv við síðuna av politiksum arbeiði, kanska serliga í fjølmiðlaheimin- um. Tá hevur man eftir mínum tykki skyldu at velja sítt fólkavalda polit- iska embæti fram um og lata hitt liggja. Man kann ikki røkja tvey slík størv, heldur ábyrgdarblaðstjórin í farloyvi, sum heldur at Jógvan Arge burdi verið farin frá sum varastjóri, longu tá hann varð valdur inn í Tórshavnar Býráð. At ein tingmaður røkir starvið sum programleiðari í Út- varpi Føroya sær hon hinvegin ongan trupulleika í. Persónlig meting Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vil hvørki gera viðmerkingar til hvat hann persónliga ella sum floksformaður heldur um, at varamaður hansara í løtuni røkir starvið sum útvarpsstjóri. - Flokkurin tekur ikki støðu til hvat tingmenn tak- ast við uttan fyri ting- arbeiðið. Tað má vera ein persónlig meting hjá hvørj- um tingmanni sær, um hann metir seg megna at halda sínar leiklutir atskiltar, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal var sjálvur tíðindamaður fyri Sjónvarp Føroya, áðrenn hann valdi at fara inn í politikk. Men við avgerðini um at lata seg stilla upp til løgtingsvalið, boðaði Høgni Hoydal frá, at hann ikki longur metti seg kunna røkja starvið sum tíðindamaður. - Tað var ein prinsipiel avgerð, sum eg tók ta løt- una eg valdi at gerast limur í Tjóðveldisflokkinum og soleiðis fara upp í parta- politikk. Tá metti eg, at uttan mun til um eg varð valdur ella ikki, so kundi eg ikki venda aftur til eitt starv sum tíðindamaður við politikki sum arbeiðsøki. Høgni Hoydal vil tó ikki draga paralellir millum sína støðu og ta støðuna, sum Jógvan Arge er í, tí Jógvan Arge arbeiðir ikki sum tíðindamaður. Avgerð tikin 1. juli Jógvan Jespersen, útvarps- stjóri, hevur enn ikki tikið støðu til, um starvið hjá Jógvan Arge í Útvarpi Før- oya skal broytast, nú tað er greitt, at hann helst verður sitandi sum tingmaður hetta valskeiðið. Hann fór í feriu áðrenn sitandi sam- gonga varð skipað og tað gjørdist greitt, at Jógvan Arge fór at sita sum vara- maður fyri Høgna Hoydal, og tí hevur støðan ikki verið viðgjørd, sigur Jógv- an Jespersen. - Men eg komi aftur til arbeiðis 1. juli, og tá verður ein avgerð tikin, sigur út- varpsstjórin, sum beinan- vegin tað gjørdist greitt, at Jógvan Arge var uppstill- aður til løgtingsvalið, valdi at loysa hann frá program- leiðarastarvinum í tíðini fram til valið. - Tað var fyrstu ferð at vit komu í ta støðu, at ein programleiðari var upp- stillaður til løgtingsval. Nú eru vit so í tí støðu at pro- gramleiðarin og varastjórin situr sum fólkavaldur í løgtinginum. Hvat tað við- førir, taka vit støðu til so skjótt eg komi aftur til arbeiðis, sigur Jógvan Jesp- ersen. Tingmaður er útvarpsstjóri Albin Brass eitur messingkvintettin hjá Anders Nyqvist (trompet), Valentin Garvie (trompet), Nick Wolmark (horn), Andras Olsen (trombon) og David Polkenhorn (tuba). Kvintettin hevur heimstað í London, har flestu av tónleikarunum búgva. Mynd: Finnur Justinussen Hvørt Jógvan Arge fram- haldandi verður varastjóri og programleiðari, ætlar Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, at taka støðu til eftir lokna feriu C M Y K 9 8