leygardagur 31. januar 1976síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
då
Nr. 8 — 31. januar 1976
Hann klårar tad
minst lika væl
Seinastu tidina hava vit javnan
hoyrt frågreidingar i utvarpinum
frå N.J. Arge, útvarpsstjóra, úr
Íslandi um gongdina í toska-
krignum. Mær tykir, at útvarps-
stjórin er sloppin væl frá hesum
sendingum. Serliga månakvøld-
id gjørdist eg hugtikin av teirri
spennandi frågreiding, sum hann
gav
Annars er bert at vóna, at
toskakriggið nú fer at hæsa av,
ti tað hevur fingið eina so synd
arliga gongd. Men samtiðis hev-
ur Niels Juel klárað frásognirnar
av Íslandsmiðum minst líka væl
sum nakar annar krigs-korre-
spondentur.
Utvarpslurtari
k
Atli skuldi fingið
fridarheidurslønina
Harri bludstjori!
Á hverjum ári verða nobel-
heiðurslenir latnar. Ein teirra er
fridarheidurslønin, og eg haldi,
at Atli, legmaður, hevði uppi-
borið at fingið hana hesaferð.
Orsøkin til hesa áskoðan mina er
henda:
Áðrenn núverandi samgonga
varð skipað á tingi, sat tjóð-
veldisflokkurin í andsteðu, og
sterri róp og gorr um hetta og
hatta hava føroyingar neyvan
upplivað. Tað var skilligt, at
endamálið við hesum rópum og
øsingum var at sleppa upp í eitt
landsstýri aftan á løgtingsvalid í
1974. Tað eydnaðist eisini tjóð-
veldismonnum. Men nú tykist
vera vent í holuni. Teir eru so
spakir og tigandi sum ongantíð
fyrr. Og eftir øllum at døma
hevur javnaðarflokkurin æruna
fyri hetta.
Ti haldi eg, at Atli, løgmadur,
skuldi fingið nobelfriðarheiðurs-
lønina. Hetta skal ikki misskilj-
ast so, at eg havi nakað ímóti
sitandi samgongu. Mær tykir,
at hon er best hóskandi til tess
at fáa nakað av sosialismu
framda í Føroyum.
Javnadarmadur
Pikadekkini
Nu hevur verid skrivad nogv i
Sosialinum um pikadekk — fyri
og ímóti.
Tað var Jákup Suni Jacobsen,
býráðslimur og formaður í tek-
nisku nevnd, sum legði fyri við
uppskotinum um at banna nýt-
sluni av píkadekkum í kommun-
uni. Tað skilst á ollum bregdum,
at tað er sum at vísa hundi
brand at krevja slíkt av bileigar-
unum, hóast teir allir innast inni
fullvæl vita og síggja, hvussu
illa píkarnir fara við asfaltinum.
Tað mesta av evjuni, sum flýtur
um geilarnar, er máað asfalt.
Tað skal ikki stórur kunnleiki til
evnafrødi at kanna tað.
Píkavinirnir føra fram, at
trygdin má ganga fram um alt
annað, jú satt er tað, men
einasta alternativið til píkabann-
ið er ikki at koyra píkaleysur í
hálku, sum onkur so skilagott
vísti á.
Ella skuldu vit gjørt eina
neyðsemju um, at bert lættir
lastvognar, hýruvognar, lækna-
bilar o.t. høvdu loyvi til ketur
ella píkar — bert í hálku, annars
ikki. — Allir hinir bilarnir
skuldu so staðið heima í vanalig-
um koyrulíkindum. Tá høvdu
tey gangandi ferðast nógv
tryggari í býnum, og ólíka betri
hevði tað verið hjá teimum
skreiðandi børnunum — og tað
allar besta fyri Tórshavnar kom-
munu, vegirnir hevdu verið
nógv biligari at hildið enn nu, og
tað sum er biligari fyri kommu-
nuna, lættir um skattin hjá
okkum øllum eisini okkum,
sum hava bil.
Jákup Suni fan
Vetrar-olympiadan
í litum
Fáar dagar eftir at einstoku
leikirnir fara fram verður høvi
til at síggja teir
Vetra-olympiadan, sum skal hal-
dast í Innsbruck, verður opnað
Longu sunnudagin
verður fyrsta
1. februar
eftir, tann 8.,
sýningin í veitsluhellini í Hav
nar Klubba
Fyri at fáa loyvi til at vísa
sjónvarpsfilmirnar, sum eru úr
bæði ti danska og svenska sjón
í Føroyum
einum felagsskapi. Av praktisk-
um orsøkum verða teir vístir í
deskotek-klubbanum í Havn,
men ikki í sjálvum diskoteki
num. Fyristoðumennirnir í dis
kotekklubbanum siga, at hetta
verður gjørt, ti at fólk hveppa
seg við at fara á diskotek
Leikirnir vara i 12dagar. Hvor
varpinum, skal tað fara fram í . sýningin verður tveir tímar
Ungdómshús
á Oyrarbakka
A Oyrarbakka eru teir farnir
at gera eitt ungdómshús. Tað
er ungmannafelagið Eydnan,
sum stendur fyri tiltakinum,
og roknað verður við, at
húsið kemur at standa í 7
800.000 krónurm, tá tað er
liðugt um eitt ár. Ungdóms-
húsið skal hava so stóran
pall, at har kunnu sjónleika-
bólkar upp á eini 20—25 fólk
framføra leikir. Eydnan hevur
við eydnuhjólsútselum, dunn-
uspæli, sjónleikum og ødrum
útvegað tilsamans 130.000
kr. Landsstýrið hevur játtað
30 pst. í studningi.
Vestmenningar
keypa skip
Poul Jóhs. Egilsnes hevur
keypt útróðrarbátin Njørd frá
Eiðismonnum. Báturin kost-
aði 150.000 kr., og vid í
keypinum var eisini nakað av
reiðskapi. Njørdur er bygdur
i 1936.
Koyrdi á bil, sum
stóð stillur
Leygarkveldið koyrdi ein bil-
ur á ein annan, sum stóð
fastur nakað sunnan fyri
Norðadalsskarð. Bilforarin,
sum koyrdi bilin, ið stóð fast-
ur i kavanum, for frá bilinum,
og tå hann kom aftur til
hansara, hevði ein annar rent
í hann. Bilurin fekk nakað av
skaða aftan.
Undirvísa í sponskum
á Studentaskúlanum
1. januar byrjaði fyrsta lestr-
arhálva í sponskum á Stu-
dentaskúlanum í Hoydølum.
Tað eru næmingar á fyrsta
HF, sum ganga til hesa
undirvising, og lærari er
Marianne Møller, Fimm
næmingar ganga til spanskt,
og tað er markið fyri, at tilik
undirvising kann verða givin.
Undirvísingin er býtt upp í
triggjar lestrarhálvur. Í fyrstu
hálvu verður undirvist trigg)-
ar tímar um vikuna og í aðru
og triðju fyra tímar um vik-
una
Studentaskúlin i Hoydølum
Sida5
kring oyggjarnar
Nyborg hevur
landað 1600 tunnur IR
í Vági
Leygardagin vóru teir lidnir at
landa seinastu lastina hjá Ny-
borg. Tað er Polarfrost í Vági, ið
hevur tikið í móti lastini
tilsamans 1600 tunnur. Sildin
verður heilsaltað og liggur í laka
í tríggjar vikur, áðrenn hon
verður avskipad til Pólands.
Fiskaselan hevur gjørt sáttmála
við Póland um selu av 15.000
tunnum.
Polarfrost tók ímóti nógvum
fiski fyrst í vikuni. Seks bátar
avreiddu millum 85 og 140
sentnarar. Tann stóri fiskurin
verður flaktur og saltaður, með-
an fiskurin undir 70 cm allur
verður skorin til flak.
Tað liggur ikki nógy á
goymslu í løtuni á Polarfrost
eini 70 tons av flaki og 170 tons
av saltfiski. Mánadagin fóru teir
at pakka saltfisk. 130 tons skulu
avskipast til Spania í næstum.
Nýggja flakavirkið
Jákup Joensen, stjóri á Polar-
frost, sigur, at í løtuni eru teir í
ferð við at detailprojektera
nýggja flakavirkið, sum hann
byggja
Figgingin er ikki heilt í lagi.
Jákup Joensen roknar við 20
pst. frá »Egns-utviklingsgrunn-
inum«, 70 pst frå Fiskaribank
anum, meðan tey seinastu 10 pst
hevur i umbúnað at
er eginpeningur
Til støddar verdur flakavirkid
3.000 m' og skal kunna taka
ímóti 7—9.000 tonsum av rá-
veru um árið. Frystiorkan verð
ur 18 tons av flaki í samdøgrid
Kostnaðurin av flakavirkinum
verður umleið 18 milliónir.
Fyrsta
grindin í ár
50 hval løgdu beinini í Klaksvík
týsmorgunin. Um tiggjutid-
ina månakvøldid varð boðað frá
grind, sum lá sunnan fyri Húsar.
Nakrir bátar komu til, men
grindin hvarv í myrkrinum.
Tysmorgunin varð aftur
boðað frá grind á sama stað.
Grindin var spek og klokkan 10
varð hon hildin til. Grindin
verður skift til Klaksvikina.
Til Noregs
at dansa
Í juli verður norðurlendsk
fólkadansarastevna í Trónd
heimi í Noreg. Oll dansifelog-
ini í Feroyum hava fingið
innbjóðing at luttaka á stevn
uni, sum verður hildin í dog
unum 7—12. juli. Luttak
ararnir verða millum 4 og
5.000 úr Noreg. Feroyum
Danmark, Íslandi, Svøriki og
Finlandi
Kiropraktorurin
flytur
Klinikkin hjá F. Staal Peter
sen, kiropraktori, flytur 26
januar i Dr. Jakobsensgøtu
16, 1. hædd.
Vidtalutidin er til 4. febru-
ar. Tid fæst å telf. 14098
Gudstænastur
Salomon Joensen,
hevur gudstænastur vid altar-
gangi å Kirkju kl. 12 sunnu-
dagin og i Hattarvik kl. 19
Sunnudagin hevur Kjartan
Mørkøre, prestur, gudstæn-
astu i Havnar kirkju vid alt-
argangi. Hans J. Joensen
hevur gudstænastu vid alt-
argangi í Vesturkirkjuni.
Savnað verður inn í báðum
kirkjum til frama fyri Sjó-
mansmissionina.
prestur,
17 nyggj skip
komu i fjør
I farna ári komu 17 nýggj
skip til landið. Samstundis
vaks flotin við næstan 8.000
bruttotonsum. Niggju skip
vórðu bygd í Noreg. try í
Danmark, eitt í Bretlandi,
eitt í Týsklandi, eitt á Skála
og eitt í Vági
Stersta skipið, sum kom til
landið í fjør. var Smyril.
Hann er 2.430 bruttotons til
staddar.
Smyril til umvæl-
ingar í Danmark
Um nakrar mánaðir skal
ferðamannaskipið Smyril til
umvælingar í Danmark.
Roknað verður við, at um
vælingin fer at taka einar 14
dagar til triggjar vikur, og
hesa tíðina skal Dúgvan rekja
ferðasambandið millum Havn
ina og Suðuroynna.
Meðan Smyril er á sleipi-
stað, verður neyðugt at
broyta ferðaætlanina hjá
Dúgvuni og Pride nakað
t
Stór framleiðsla
Plastvirkið í Gøtudali, sum
Schwartz
framleiddi í fjør fyri 770.000
kr. Teir framleiða bæði hurð
Jacobsen eigur
ar og vindeygu úr plasti. I
fjør framleiddu teir bert vind
eygu, og tá arbeiddu fimn
mans á virkinum. Nú fram
leiða teir hurðar úr plasti
eisini, og arbeiðsmenninir eru
nú sjey í tali