Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-02-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1976síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin mangt og hvat Til yrking nr. 1 sum vit nevndu „Hann stendur har frammi< er ikki nógv annað frætt, uttan tað, sum blað- stjórin á Dimmalætting (-n) skrivar 29/1 i »Dimmu« Har verður sagt, at sang- urin sum verður sungin á plátuni hjá »Samgonguni« er um 25 ára gamal, og sagt verður at Carl W. Fossá hevur gjørt lagið Hetta er uttan iva púra rætt, og hevur ongantíð verið ætlanin at skýra sangin hjá »Samgonguni« eitt plagiat (eftirlikning). Men tað sýnist, sum okk urt hevur »kiksad«, ti blað stjórin sigur at sangurin eitur »Nu lágt yvir hav« (byrjunn anarreglan) Á plátuhylkinum stendur it sangurin eitur <Seg lágt yvir hav»? Munurin millum sangin á plátuni, og tann, sum her var prentaður, er so stórur, at ein hevur varhugan av, at hetta eru tveir ymiskir? Onkur hevur sagt, at kan- ska er yrkingin umsett úr fremmandum máli (norsk- um?), av tveimum ymiskum persónum Sum áður skrivað eru sangirnir heldur ikki sungnir á sama hátt - (á plátuni og í Suðuroy) Í Suðuroy, har sangurin hevur verið og er væl kendur, verður hann sungin væl hægri, og verður millum hvert fyrareglu ørin- di, meðan á plátuni steðgað verður millum hvert átta reglu erindi Suðuroyingar (Vági), sum hava heitt á Sosialin um at royna at fáa upplýsningar um stødgad henda sang, meina, at ut komna plåta vid »Samgong uni« fer at oydileggja teirra framførslu av hesum sangi Tildømis er sangurin av Poul F. »Blåman« nógv broyttur á plátuni, sum kom út fyri nøkrum árum síðani Tað upprunaliga lagið er nógv brolytt og gjørt verri meina Suduroyingar. Broyt- ingin var eisini gjørd uttan loyvi, spell at sovorid skal henda. Men fyri at venda aftur til sang nr. 1 so skrivar n, at hann stóð prentaður i »Dim- mu« heystið 1951. Leitað hevur verið, men varð yrkingin ikki funnin (kanska ov illa leitað) Roynt hevur verið at skriva plátuna av, men verða fleiri orð sungin so ógreitt, at hetta lat seg ikki gera. Men í ellum forum vita vit nú meira um henda sang, enn vit gjørdu frammanundan Her er ein sangur um ein, sum leingist eftir sinari Mánin lýsir yvir havið, stjørnurnar tær visa veg, og min elskaði Guð gævi, at eg kundi troysta teg Ti min longsul hann meg dregur, heim í fjálga favnin tín, ti at eingin elska hevur, sum eg teg og seta min Langt, langt burtur enn eg eri, havið skilur okkum at, longsulin eg eina beri, hjarta mitt tað ofta græt. Manga nátt í svøvni så eg, at tå komst imoti mær, opnaði tu tinar armar, hvildi trygt vid barmin eg. Og tå aftur heim vit stevna, heim frå dagsins strev og strid, skal eg aftur teg umfevna, hvila tínum favni í Og tå stillast aftur longsul, hjarta mitt av frødi slær, tu og eg tann dag aleina elska vit hvørt annad har Yrkjarin okendur Veit nakar hvør yrkjarin er, verid so vinarlig at ringja ella skriva til Sosialin, box 76, tlf. 11820. Úr Vágunum: Fýra bátar á garnaveiðu Venus og Mars eru á garnaveiðu undir Føroyum. Báðir bátarnir leggja upp hjá Eivind Rasmus Eldjarn stillar uppaftur Íslendski forsetin, Kristjan Eld jarn, hevur avgjørt at stilla seg uppaftur til næsta forse tavalið í landinum. Kristjan Eldjarn hev ur higartil sitið sum forseti í átta ár, og roknað verður ikki við, at hann fær nakað mótvalevni sen í Sandavági. Fiskurin verður flaktur og saltaður Reynsatindur og Royndir Fríða eru eisini á garnaveiðu. Teir leggja veiðuna upp til flaka- virkið í Miðvági. Mars var inni mánadagin og avreiddi 15.000 pund. Í gjár skuldi Venus landa 10.000 pund. Í Miðvági hava fýra bátar róð út síðan á jólum, men veðrið hevur verið so vánaligt, at tað bert hava verið seks útróðrar- dagar. Siðan Mars fór á garna- veiðu eru teir bert tveir, Osi og Aldubáran. Hin tridid Vøruklet- tur er til sølu. Godtfred Joensen eigur bátin. Fleiri hava hug at keypa hann, men tað eru trupu leikar við figgingini Nr. 10. — 7. februar 1976 Skulu vit avtaka konufólk ? Tá eg varð spurd, um eg íkki hevði okkurt at leggja aftrat í orðaskiftinum um kvinnuspur- ningar, var eg í fyrstani í dopurhuga. Orka fólk at hoyra meira og eru tað yvirhøvur onnur enn tey, ið longu hava frelstar tankar, ið lesa tilikar rreinar? Eru kanska ikki øll á einum máli um, at tað líkist ongum, at ikki sama løn verður latin fyri sama arbeiði? ið hvussu er hoyrast eingi mótmæli móti tilikum rættvisiskrøvum. Men hin vegin rennur mær i huga, at viðhvert verður sagt, at hetta er ikki foroyskar kvinnur, til tosa um. Feroyskar kvinnur, hava tær ikki tikið sitt tern og gera tað enn, og ásanna ikki oll, hvussu neyðugan lut tær hava í samfelagnum, tær sum einsa- mallar stýra húsi og bernum, meðan maðurin er til sjós í fleiri mánaðar í senn. Jú, tað eg dugi at skilja, hevur tað arbeiði, ið konufólk í Føroyum hava tikið sær av, verid lika neydugt og gagnligt sum manfólkaarbeiði (hóast ikki verður yrkt so nógv um teirra strid og strev, og summir søgu- skrivarar látast sum tær ikki hava verið til). Samfelag okkara hevur kravt, at ell bóru sínar byrðar, og ikki vóru ráðini til, at konufólkini sótu upp á stás og broderaðu tíðina burtur. Soleiðis var og er enn nógva- staðni. Tað er so stutt síðan vit fingu pengar í staðin fyri natur- aliir at húsast við, og býir og byarliv, at tað ikki reiðiliga er greitt, hvat vit skulu brúka konufólk til. Eitt moderna konubrot, hvat er tað? Tað hjálpir ikki stórt hjá eini gentu í dag at fara út í lívið og bert hava lært tað handalag og tær dygdir, ið ommur og mødur teirra kláraðu seg við. Tað er enn hent at duga at mjólka, at duga væl til hendurnar og at gera alt innandura arbeiði tað er bara ikki nóg mikið. Hetta verður alment ásannað og sæst m.a. av ti, at tað er ein sjálvfylgja, at foreldur royna at halda eisini gentunum til skúla og læru. Vit eru so smátt við at gerast eitt idnaðarsamfelag upp á gott og ilt, og tað ávirkar so mangt, eisini familjuna og hei- malivid. Í Føroyum hava 3-4000 konufólk lønad arbeiði, og tað man valla í ollum forum vera fyri at familjan skal sleppa til Mall orca í summar, ella ti tað er so stuttligt at arbeiða í fiski og vaska gólv hjá oðrum. Í hesum viðfangi kundi nógv verið sagt um teir sosialu tru- pulleikar, ið kvinnan og familjan oll metir, tá konan helst tann ólærda fer út i vinnulivid; men eg lati tað fara á hesum sinni Vit eiga jú at minnast til, at tað er ikki bara av penganeyð ella ti tær eru so óðar eftir verðini, at kvinnur arbeiða úti Summar hava valt tað og havt umstødur at fáa hampuliga gott arbeiði, nú allir skúlar standa hava teimum opnir. og tær Elin Súsanna Jacobsen fingið fleiri møguleikar at velja í, hvussu tær vilja leggja lív sitt til rættis. Tað er jú málið og tað vit meina við frælsi, at flest møgu- lig fáa mest meguligt ræði á lívi sínum. Eitt er stoðugt at laga skatta- lóg og aðrar lógir, ið beinleiðis ávirka gerandisdag okkara, eftir viðurskiftunum, tyngra takið verður at fáa eina sinnalags- broyting, ið hóskar til tíðina, og sum er fortreytin fyri, at vit skulu fáa eina toliliga góða javnvåg í arbeiðsbýtinum mill- um menn og kvinnur. Tað verður jú ikki í bræði og er als ikki ynskjandi, at vit skulu hava eitt kyn, t.v.s. at allar kvinnur skulu gerast menn og gera mannfólkaarbeiði. Ti alt vit vita um, hevur eitt åvist arbeiðsbýti verið millum kynini. Tað vit mugu fáa greiðu á er, hvat vit skulu brúka konufólk til, nú stødid er farið at rilla undir tí arbeiðsbýti, vit hava havt í mong, mong ár, og nú tær eru slopnar at læra og lesa og ikki skoyta um at fáa slongt tað keðiligasta, minst virda og ring- ast lenta arbeiðið í framleiðsluni. Tað er m.a. ti tær eru so illar í sær og rópa um javnrætt og frælsi. Tær vilja sleppa upp í part aftur og sleppa at hjálpa til at stúra. »Kvinnusakin« er sum kunn- ugt nógv eldri enn Kvinnuárið, og vit kunnu her hóskandi nevna nøkur av teimum úrslitum, ið henda rørsla hevur ført til. Tað er innan fyri tey seinastu stórt- hundrað árini, at kvinnur hava fingi valrætt, foreldrarætt, ræði á egnari innteku, verða javn- settar í hjúnalagnum og javn- settar sum arvingar, og eru slopnar inn á hægri lærustovn- ar. Øll hesi torvunnu rættindi og mong onnur hava vit, ið nú liva, arvað frá teimum ið undan fóru, og eingin talar um at taka tey frá okkum aftur Vit standa í stórari skuld til teirra, ið brúktu alla orku og vístu stórt dirvi fyri at vinna hesi rættindi og bitu alla skomm í seg, klæddu seg í mansklæði fyri at verða roknaðar sum fólk. Tær vunnu stórt, men prisurin tær guldu var teirra identitetur sum konufólk. Tær avnoktaðu øll kvinnulig eyðkenni og strik- aðu annað kynið. Munurin millum tær gomlu kvinnusakskvinnurnar og okk- ara feministar og reyðhosur eigur at vera, at vit umframt konkretar lógarbroytingar og politiskar broytingar mugu finna ein nýggjan identitet, ti tíðin er farin frá ti gamla. Tað er ikki ein spurningur um at gera kvinnur til menn, men um at vinna meira virðing fyri teimum eyðkennum, vit vanliga kalla kvinnulig, ásannandi at bæði menn og kvinnur mugu sleppa at royna oll tey evni, gávur og kenslur, vit eru fødd vid, men sum í upp- alingini verða skift sundur í 2 bólkar, sum mannlig og kvinnu- lig eyðkenni. Við oðrum orðum: vit mugu mýkja Tarzan og herða Øskufiu, og sidan geva henni eitt spark í gumpin. Tað verður hildið at vera óklæðiligt og ókvinnuligt at vera reyðhosa og feministur — tað er nakað tað sama sum at vera ein brita, og-mangar aftra seg tí við opinlýst at taka undir við teim- um, hóast tær duga at síggja, at tær hava grein í sínum máli. Ólíka lættari er at tiga og tola og kanska smáknarra inn á hini (mann, arbeiðsgevara, samfelag- ið), tí tær ikki fingu roynt síni evni, lærdóm og orku, ti hver veit, um ein fær annað enn skomm og last, háð og spott burtur úr at biðja um at sleppa at halda í róðrið. Men tað er tíð at spyrja, um tað ikki er neyðugt at fleiri við- ganga fyri ødrum og fyri sær sjálvum, at nú krevst dirvi og vilji til annað enn knarran, og at vit í orðum og verki mugu vísa á, at hesin kynsrolludebattur, sum tað eitur í dag, er ein spurningur um, hvussu vit skulu finna okkur til rættis í einum nýggjum samfelagi, tí grundar- lagið er máað burtur undan eini eintýddari konufólkarollu. Tað kann ikki anna sigast enn at kvinnur formelt hava møgu- leikar, men ikki brúka teir. Tað finst eingin bundin kvinnulanga longur, møguleikarnir eru fleiri, ti mugu vit velja, og tað krevur dirvi. Tað kenst mangan sum at standa á berum botni, ti mangir av hesum meguleikum eru óroyndir higartil. Sum sagt, eg taki undir við teimum, sum ávarða ímóti, at vit enda øll sum eitt kyn. Leggja vit bara dent á javnrætt, missa vit lættliga eitt annað mál úr eygsjón:; at vit mugu vera vakin og ikki lata okkum taka av fótum av teimum kreftum, sum hava størsta fyrimunin av, at vit oll gerast standardmenniskju, at vit oll gerast eins, uttan sereyð- kenni, uttan mun til kyn, tjóð og mentan. Hetta er hin álvarsamara av- bjóðingin til bæði menn og kvinnur í okkara tíð, og her krevst at vit oll standa saman og verja okkara eyðkenni. Elin Súsanna Jacobsen