leygardagur 14. februar 1976síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
| SSL
Nr. 12 — 14. februar 1976
memo
6 Be
sosialurin
Gerdarættur skal avgera
trætuna millum landingar-
menninar og arbeidsgevararnar
Landingarmenninir í Fuglafirði, sum hava
lagt arbeiðið niður, hava ikki fingið undir-
toku frá Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag ella
Feroya Arbeiðarafelag
Grundin til arbeiðssteðgin er eitt
ivamál um landingarsáttmálan,
sum er ein sersáttmáli undir
høvudssåttmålanum. Føroya
Arbeiðarafelag segði til 1. mei
seinasta ár sáttmálarnar upp við
Føroya Arbeidsgevarafelag, sum
góðtók uppsegnina, men sam-
rådingar um landingarsåttmålan
eru ongantid farnar fram. Før-
oya Arbeidsgevarafelag heldur ti
fast uppå, at såttmålin er farin i
gildi aftur og skal galda eins og
hinir såttmålarnir til 1. mei
1977.
Formaðurin í Fuglafjarðar Ar-
beiðsmannafelag, Símun Abra-
hamsen, sigur við Sosialin, at
arbeiðsmannafelagið viðtók á
einum eykaaðalfundi sunnudag-
in, at felagið ikki fór í samhuga-
verkfall. Ivamålid skal koma fyri
ein gerðarrætt og felagið vil ikki
fara í verkfall, áðrenn avgerð er
fallin við ein rætt. Hesum vilja
landingarmenninir ikki bíða eft-
ir. Teir vilja samráðast beinan-
vegin.
Spurningurin er, leggur Sim-
un Abrahamsen afturat, um ein
sáttmáli kann koma í gildi aftur,
tá hann er uppsagdur, men
samráðingar um ein nýggjan
sáttmála ikki eru farnar fram
Føroya Arbeidsgevara-
felag: einki
broytingaruppskot
Skrivarin i Føroya Arbeidsgev-
arafelag, Tórmóður Djurhuus,
sigur, at stødan hjå arbeidsgev-
arunum er hon, at tå såttmålar-
nir vóru til samrådingar í mei
seinasta ár, var sáttmálin við-
víkjandi landingarmonnunum
eisini avgreiddur.
Sáttmálarnir vóru uppsagdir
til 1. mei seinasta ár, men tá lá
einki broytingaruppskot viðvíkj-
andi landingarsáttmálanum, tí
hevur arbeiðsgevarafelagið hild-
ið fast uppá, at sáttmálin er
galdandi til 1. mei komandi ár.
Tórmóður Djurhuus sigur, at ein
grundin til at arbeiðsgevara-
felagið tók hesa steðu er, at
landingarsáttmálin ikki var so
gamal frá árinum fyri, og at
landingarsáttmálin altið er van-
ur at fylgja hevuðssáttmálan
um
Tórmóður Djurhuus sigur, at
Foroya Arbeiðsgevarafelag gon-
gur við til at lata ein gerðarrætt
avgerða trætuna. Í gerðarættin
um fer Feroya Arbeiðsgevara
felag at halda fast uppá, at
sáttmálan er í gildi og skal galda
til 1. mei 1977.
I høvudssåttmålanum stend-
ur, at ein gerdarættur skal gera
ein úrskurð, tå træta kemur i
millum partarnar á arbeiðsmark-
naðinum. Til gerðarrættin velur
hver partur tveir menn og velja
teir ein formann. Partarnir hava
at fylgja úrskurðinum, sum
gerðarrætturin ger.
Sosialurin royndi eisini at fáa
fatur á einum talsmanni fyri
landingarmennirnar, men tað
eydnaðist ikki.
VÍN
v
41 MA
Fr
#1
Gólv- og teppideild
TIf. 14393
ÁLINGAHANDILIN
Síða 3
kommununýtt
Ætlan um havna-
bygging fyri 12 mill. kr.
Á byrådsfundi í Klaksvík
seinasta tyskvøld varð sam
tykt at søkja um logtings- og
statsstudning av 12 mill. kr
til havnabygging Hesin
spurningur, ið varð reistur
við tilráðing frá havnanevnd
ini, hevði eisini fingið viðgerð
i figgjarnevndini. sum ga
málinum viðmæli
Tá havnabyggingin á Kós
ini verður liðug um ein ella
tveir mánaðar, hevur Klaks
vikar kommuna gjørt nýtlsu
av ollum teimum 10 millión
unum, ið hon fekk á verandi
havnaætlan, sum ikki gongur
út fyrr enn við árslok 1978
Ætlanin hjá Klaksvíkar by-
ráð er nú at fara undir
útbygging av havnaverki-
num á vestursiduni.
Eisini hevði havnanevndin
eina tilráðing um at asfaltera
økid millum flakavirkið hjá
pf. Dávur úr Gerðum og
fiskahúsið hjá pf. Joensen og
Olsen til bátaparkering
Fíggjarnevndin, sum eisini
hevði havt málið til viðgerð
ar, tók undir við tilráðingini
frá havnanevndini, ið varð
amty kt
Havnanevndin hevur sekt
býráðið um loyvi til at Klaks
vikar havn tekur lán uppá
150.000 kr. til útgjalding av
havnakranunum. Málið hevði
fingið viðgerð í figgjarnevnd
ini, sum mælti til at ganga
umsóknini frá havnanevndini
á meti, og varð hetta sam-
tykt
Grunnurin
Norðoyasluppin
Sambært tilráðing frá ment
unarneyndini varð samtykt
at stovna grunnin Norðoya-
sluppin og at velja fimm-
mannanevnd at stjórna
grunninum og taka sær av
sluppmálinum annars. Í hesa
nevnd vórðu valdir: Óli E.
Heinesen, cand. polit., Regin
Hvidbro, -keypmaður, Jógv-
an Vágsheyg, skrivstovu-
maður, Reinhold Jacobsen,
skipstimbrari og Jógvan Kári
Jacobsen, telefonmontørur
Mælt varð til, at nevndin
sjálv ger uppskot til reglu-
gerð fyri grunnin, ið verður
lagt fyri býráðið til góðkenn-
ingar. Stovnsfæ grunnins er
sluppin, sum Klaksvíkar by-
ráð áður hevur samtykt at
keypa til varðvetislu.
Mentunarnevndin hevdi
eisini eina tilråding um, at
økid nordan fyri brandstødina
verður gjørt til blómugarð,
og hetta verdur røkt av sama
persóni, sum røkir gamla
kirkjugarð. Samtykt varð at
beina hetta mál í fíggjar-
nevndina við tí uppískoyti, at
peningur verður settur av á
komandi figgjarætlan til
hetta og fleiri onnur líknandi
økir, sum liggja runt um í
bynun
Orðaskifti um
røktarheimid
A fundinum var eisini skri
frá byrådsformanninum, har
hann greiddi frá, at rikisum
boðsmaðurin hevði ringt
hann upp um tilfarið, sum
sent er byrådnum viðvíkjandi
bygging av rektarheimi og
umbygging av Klaksvíkar
sjúkrahúsi
tíkisumboðsmaðurin hev
ur skotið upp, at fundur
verður settur í Klaksvík
fyrrapartin mánadagin 23.
februar við luttøku av sjúkra-
hússtýrinum, Klaksvíkar by-
ráð, umboðum fyri lands- og
ríkismynduleikarnar og teir
sum hava staðið fyri projekt
eringsarbeiðnum. Viðari mæl
ir ríkisumboðsmaðurin til, at
partarnir hvor sær fáa hevið
til at tosa saman eftir hendan
soleiðis at nýggjur
seinni
fundin
fundur kann setast
sama dag
Hesum tóku allir býráðs
orðaskifti stóðst um spurn
ingin annars
Summir vildu vera við, at
tað var skeivt at klovsta
røktarheimid inn imillum
sjúkrahúsið = og jómans
heimið, meðan aðrir vistu á
at rakstrarmøguleikarnir hjá
slíkum heimi eru munandi
verður knýtt at sjúkrahúsi
num
Allir vóru kortini samdir
um, at sjúkrahúsekið við
hesum nýggja byggninginum
verður alt ov nógv ábygt,
men her vistu summir á, at
feilurin longu er gjørdur,
kanska longu frá fyrsta degi
av, tá sjúkrahúsið varð lagt
har tað liggur, og at so við og
við eru fleiri feilir gjørdir, vid
at loyva ødrum byggningum
so tætt uppat sjúkrahúseki-
num
Onnur mál
Á fundinum vóru eisini fimm
tilráðingar frá teknisku
nevnd. Tær allar snúðu seg
um byggiloyvir og um selu av
byggigrundum.
A fundinum legði Vilhelm
Johannesen, byrådslimur eis-
ini tvey skriv fyri byrådid.
I ødrum skrivinum verdur
mælt til, at klokkutidin fyri
almennu býráðsfundirnar
verður broytt frá kl. 17 til kl.
19, og í hinum skrivinum
verður víst á tað óskil, sum í
løtuni ræður í býnum, við
leysgangandi hundum í stór
um tali. Mælt verður til, at
býráðið sum skjótast tekur
hendan spurning til veðgerð
ar