leygardagur 14. februar 1976síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
AD roi
,
Kj
+
+
berg onið í
okt vrking hansara
inntøkur
! FF OUT I FOENSEen satt
ndur, kundi
Beinisvørdi nakad herfyri
ot hansara til legtingið um
ella Pål F. sum hann van-
bæði vera álvarsamur,
kur, men eisini skemtingarsamur. Øll minnast vit
hesum fjalli,
honum manga inspirationina. Her prenta vit
»Beinisvørdå« og skemtiliga
hvussu teir á ein
la n og stuttligan hátt kunnu útvega landskassanum
Uppskot til landsstýrið
um nýggjan skatt til skipakeyp 1956
Teir reika sum ravnar landið í kring
sær pening til ognarfelag at vinna,
og tingmenn leita við brillum og lykt
nýggj skattaevni at finna,
5 men fåfongt
alt skattað at beini er.
Men eg skal å hyggjuråd minna:
Leggid piparskatt å hvønn gamlan drong,
og nevtoll, tå ein fer í brúðarsong,
og hverja ferð maður hjá konuni svevur,
hann gjalda skal toll
5% fyri fyrst.
Hetta miljónir í landskassan gevur.
Teir brennivinstollarar, nú eru settir,
kundu telur havt á og væl ansað eftir,
og panting við tannagrislan og grátur
var ónýtt, ell guldu við skemt og látur.
Um onkur ger tollsvik, so kemur tað
um niggju mánaðir fyri ein dag.
Tá kundu vit veiðufer keypt til hvønn ein —
hvenn tingmann gjert til eitt túsundbein, —
kantórir sum hundaland, — stjórar sum flugur,
veitt havkallar, ronkilsi, ulkur og brugður,
og aldri fór Feroyaland aftur um koll,
vit blástu at hverjum heimskreppuskvampi,
ti øll lótu fegin kærleikatoll,
Á og legtingið átti Aladdins lampu.
EP
>
haruppi á stættinum: eg
skuldi so skipa fyri ferðsluni
hadani, hvørja ferð flokja var
um at koma 1.a
ldan, so virka tygum
eisini sum ferðslupolitistur,
meini eg ?< helt eg fyri.
»Nei, ikki altid,« svaraði
minnisvarðin, »Vanliga plagi
eg at sita við ødrum ålboga-
num niður á knæ og hond upp
undir kinn, starandi oman
eftir ti breiðu getuni, beint
sum myndaheggarin hevði
hugsað sær tað. Men so titt
og knapt eg siggi ein riðil av
bilum koma koyrandi hver í
helunum á eðrum, springi eg
á føtur og fari at skipa fyri
ferðsluni.a
>Tað er ikki á hverjum
degi, at ein minnisvarði yvir
eitt skald skipar fyri ferðsluni
i einum byi,« helt eg fyri.
„Nei, hatta er ongantið
komið fyri fyrr,< segði minn-
isvarðin, „eg eri tann einasti,
og í grundini heldur sostatt
víða gitni bygdarmaður okk-
ara á at vinna sær heiður og
æru eisini aftan á at hann er
deyður. Minnisvarði hansara
ger nyttu í býi okkara, um-
enn á eitt singur oðrvisi hátt.
Men nú noyðist eg at fara, nú
eru bert fimm minuttir eftir
og mær dámar ikki at vera ov
seinur aftur.«
So fylgdust vit oman eftir
gøtuni, og meðan vit gingu,
spurdi eg hann, um hann
eisini noyddist at sita uppi á
stættinum regndagar.
>Nei, ikki um tað verður ov
mikið grovt samregn,< segði
hann, >men er tað bara sirm
ella driv, plagi eg at lata meg
i ein regnfrakka.«
sosialurin
Beinisvørd
Rokur av eldi til skýggjanna stóðu,
kókandi brimið mót himlinum reyk!
Toran hon dundi við miklasta ljóði,
eldgrót og oska um verðina feyk!
Horvin var sólin, og himmal og jørd
eitt brennandi, brakandi helviti vordid!
Foldin gekk kyk, og hon stundi so sárt,
tá Feroyar í heimin var borið! —
Beinisvorð reystliga stígur úr kavi,
itarstu runnur á Føroyalands grund;
út moti fimmhundrað metrar ur kavi,
reisist tað hátt yvir Heksflesjasund !
Stinnliga høvur mót skýggjunum ber,
háðar tað havid og vetursins vanda;
litur um Føroyalands tindar og sker,
står, medan oyggjarnar standa.
År hava runnid, og summar og vetur
skifta, tað sama tó Beinisverð er,
enn sína bringu mót briminum setir,
sum táið víkingar land nomu her!
i brotskúmi veður á vetrarins tid,
ýlandi boðarnir rúka mót tindi.
Foldin hon skelvir í ódnmikla strid,
sum bylgjandi akur í vindi!
Veturin skalvar á fløttarnar leggur,
glerpipur rekka av rókum í rók;
fannhvita hevur tá reystligt ber seggur,
álvarsamt lítur hann veðri imot.
Stormurin áir til skyggjanna ber,
ýlir um bergið við ískoldum anda,
týnir hvert kykt, ið á tindinum er.
Tó Beinisvørd ongin kann granda!
Men henda dagin skein
sólin bæði oman og niðan og
maðurin kleiv upp á stættin
og settist í ta stødu, sum
myndahøggarin hevði fyri-
skipad.
»Nu verdur annars tosad
um,« helt hann fyri, ådrenn
vit fóru, »at flyta minnisvard-
an oman á krossvegin, har
koyrt verður oman í byin, ti
har er ferðslan so nógv
meiri.
So veittraðu vit til hans-
Men táið vetur mót norðan er rikin,
kavin er horvin í endaleyst hav,
foldin í favn er av sólini tikin,
vaknar hvor blóma, á vetrartid svav.
Beinisvorð klæðist í summarsins skrúð
grønkast hvor flottur, til ovast á Flati.
Sólgylta hevur tá kempan ber prúð.
Blitt teskar havið í kæti.
Fuglarnir sveima um bergið í kringi,
flognir til heimið, so vítt yvir hav.
Har, ið fyrr favntjúkkar glerpipur hingu,
byggja nú lomvigar røkurnar av,
lundin av langferð í holuna kom,
náti rak lomviga burt, har hann vil byggja,
riturnar reiðrast á hvorjari trom,
álka í skotum sæst liggja.
Beinisvorð stendur tá fagurt at líta,
grótgrátt og grasgrønt sæst skifta við hvítt,
alfagrar blómur úr valltorvum anga,
favn væl er grasið í flottinum sítt.
Túsundtals reddir tey margføldu ljóð,
frá teimum fuglum, í berginum búgva:
tættir, — sum stjørnur eitt vetrarkveld frítt, —
teir síggjast um nasarnar flúgva.
Fylg mær á fjallið, tú føroyingur reysti!
Lít yvir Feroyalands tindar og sker;
sí hvussu fuglurin fjálgar um heimid!
Góður við fødiland eisini ver!
Minst til, tað aldi og fostraði teg,
næst var tær bæði í gleði og harmi, ;
tad, tå tu endar tin jardarlivsveg, ;
leggur teg at sinum barmi. ;
Nr. 12 — 14. februar 1976
ara, áðrenn vit settu okkum
inn aftur í bilin og hildu
leiðina fram.
Hans Thomsen umsetti
eftir Carlo Manzoni
Virkisfúsin ungdómur
Blaðstjórin á 14. September
åvardar (undir »Tysdagshugleid-
ingunum« 20. januar) myndu-
leikarnar i Føroyum til ikki at
fylgja fótasporum Danmarkar i
Skúlamenningini viðvíkjandi
venjing av næmingunum til
atfinningarsemi. Blaðstjórin sig-
ur m.a. soleiðis: >..Við at
útihýsa al'ari eggjan til tað, ið er
vakurt og gott og prisverdugt,
og vid heldur at leggja næming-
unum lag å og venja teir til
atfinningarsemi, hevur Dan-
markin fingið ein í mangar
mátar sundurtyntan ungdóm,
og vit eru á veg í somu grøv...«.
Tiverri kemur ikki til sjondar,
hvat blaðstjórin beinleiðis hevur
í huga í hesum føri. Men ein fer
kanska ikki heilt skeivur, um ein
gitir sær til, at blaðstjórin m.a.
her hugsar um ungdómsupp-
reisturin, ið tók seg upp fyri
fáum árum síðani. Og tey mongu
og ofta horðu tiltøk, ungdómur-
in javnan hevur sett í verk síðani
tá, í Danmark sum í vestur-
heiminum annars, imóti teimum
stødugt versnandi vidurskiftun-
um har
Undir øllum umstødum kann
ikki nakar ivi vera um, at
ungdómurin tey seinastu árini
hevur verið meira virkisfúsin
enn nakrantið áður. Ein saman
bering millum verisemi hansara
hesi seinastu tiggju árini við
virksemi hansara fyri bert nøkr-
um tiggjuårum síðani sýnir skill-
iga, at hansara tiltok í dag yvir-
hevur eru fleiri ferðir meira
umfatnadi og meria politiskt og
sosialt málrættaði enn tey und-
anfarnu árini.
Ungdómurin, serstakliga stu-
dentaungdómurin, hevur mót-
mælt teirri einvisi indoktroner-
ingini í skúlunum, og stundum í
fleiri dagar sett einstakar hægri
lærustovnar fyri at mótmæla
teirra einstáttaðu stýringini av
lærustovnunum eftir torvi
vinnulivsins, og kravt at út-
bugvingin verður øllum fólkin-
um at gagni. Hann hevur mót-
mælt íbúðarneyðini og teimum
okrusprisum, ið eru á leiguibud-
um. Og hann hevur skipað seg í
kravgongur so stórar, sum Søg
an bert einstakar ferðir veit um
at siga. og sum fara at standa
sum tydningarmiklar hendingar
i søgu manna. Alt hetta til mót
mælis móti órættvisinum. Ímóti
teirri eirindaleysu útsúgvingini
av triðja heiminum. sum t.d
Verðinsbankin stendur fyri. Til
mótmælis ímóti tí barbariska
striðnum í Vietnam, sum ameri-
kumenn stóðu fyri. og avrætt
ingum av framburðssinnaðum
fólki í Spania, framdar av høgra-
sinnaðum valdsharrum fyri
bert at nevna einstøk dømi.
Hvussu skulu vit nu lysa
hendan ungdom? Sum sundur-
tyntan? Nei.
Hvar skulu vit finna orsøkina
til hesi tiltøk ungdómsins? I
teirri uppaling skúling gevur í
atfinningarsemi? Nei, heldur
ikki.
Rákið gongur tann vegin, at
alt fleiri ung ikki longur vilja
sita hendur í favn, ella við
reyðum kynnum og boygdum
høvdi spyrja mynduleikarnar og
teir ráðandi, um teir vilja geva
fólkinum sámulig kor, um teir
ikki vilja taka av fasistisk
stjórnarlog ella steðga imperial-
istisku stríðunum. Og hetta er
ikki at siga seg harman um.
Tað ber heldur ikki til at lasta
skúlans uppaling av ungdómin-
um til atfinningarsemi fyri hesa
gongd. Vil ein gera tað til
aðaltáttin, so er ikki ov nógv
sagt, at ein fult og heilt hevur
mist tey sosialu og politisku
vidurskiftini, ið liggja sum
grund, úr eygsjón. Ti er tað
nakað, sum fær ungdóm eins og
fremst tey sosialu viðurskiftini,
hesi liva undir, og so tann fatan,
hesi hava av búskaparligu og
politisku støduni í sinum egna
landi og heiminum annars. Og
tað eru hesi viðurskifti. at blað-
stjórin á 14. September átti at
sett koyrilin á, og ikki á upp-
alingina til atfinningarsemi.
H.A.J.
————————
Framhald frá síðu 6
um til Angola er hildið aftur.
Aðrenn tann 25. apríl 1974, tá
herovastar í Portugal tóku ræði,
vóru bert 120.000 limir í arbeið-
ararersluni. Síðan hevur rerslan
roynt at fingið arbeiðarar at
innlima seg, men striltið hevur
gingist. Idag eru 150.000 organ-
iseradir.
Rimulig ynskir
Formadurin i LO, Thomas Niel-
sen, heldur, at ynskini frá
MPLA eru rímilig. Hann sigur,
at danska arbeidararørslan må
vera åhuga i at rætt lag kemur i
Angola. Hann sigur, at danska
arbeidararørslan hevur samhuga
vid kammeratunum frå MPLA,
og at hann fer at tosa vid uttan-
ríkisráðharran K. B. Andersen
um málið. LO fer annars at
royna at fáa humaniterar felags-
skapir at veita hjálp — eitt nú
Reyðakross
SEO: