leygardagur 28. februar 1976síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 28. februar 1976
sosialurin
Síða 9
N
N
NN
NN
IN
N
NN
NN
NN
NN
N
NN
N:
SS HA
Í /
7
ME
Fit,
TTT
B111/1/7
N
NN
NN
N
IF
97;
ii
Í
ik
(0
|
Wi
A
|
ul
|
Í}
N
(718)
N
NN
IM
ANN
N NN
NN
4
%,,
N
MW
4
19
MM
NG
7
MM
Yo,
mó
yf?
22
M
UV
(1
17
7
2
Mjá
/7
Ritstjóri:
Hans Thomsen
Biltúrur á nátt —
Mark koyrdi ongantíð skjót-
ari enn 80. Hann var tann
seinasti i ti lítla bíðiraðnum
av bilum fra ferjuni. Honum
dámdi ikki at koyra skjótt.
Ikki longur, ið hvussu var.
Langt burturi sá hann tey
reyðu bakljósini á hinum hil-
unum hverva í ellum regni-
num.
Mark misti ikki ræðið á
bilinum, tá bæði framhjólini
sprungu ísenn. Bilurin fór at
slødra ógvusliga, men tað
eydnaðist honum kortini at
halda honum á vegnum. Bil-
koyrari var hann góður.
Hann rullaði varisliga út í
vegjaðaran, minkaði um tað
skyggjandi, sterka ljósið. So
fekk hann sær eina lítla
lummalykt, hann altíð hevði
liggjandi í handskarúminum
og fór út at vita, hvussu
vorðið var við framhjólunum.
Øll luftin var farin úr báðum.
Hevdi tað av illum bert verið
annað, hevði hann hjálpst við
eykahjólinum. Men nú vóru
so bæði farin, og Mark hevði
ongantið hugsað sær, at hann
nakrantið fór at koma soleiðis
fyri.
Hann bannaðist innan-
tanna, meðan hann hugdi
oman- og niðaneftir vegnum,
men har vóru eingir bilar at
síggja og ferja silgdi eingin
aftur fyrr enn um triggjar
tímar. Hann royndi at skota,
men einki var at hoyra uttar
vindur og regn. Tá varnaðist
hann bráddliga eitt veikt
motorljóð, men hetta veika
ljóðið kom hvørki nærri ella
hvarv aftur.
Mark fór at ganga eftir
ljóðinum, og tå hann hevði
gingið einar hundrað metrar,
bar hann eyga við bilin, —
ein Sedan við tveimum hurð-
um av sama slagi sum hans-
ara egni. Hann stóð stillur úti
í vegjadaranum við sløktum
lyktum. Motorurin gekk í
tómgongd. Eitt friggjarapar!
Hann nærkaðist spakuliga og
varin.
Men hetta var einki friggj-
arapar. Inni í bilinum sat ein
einsamallur maður við róðrið
og roykti eina sigarett. Hann
vendi sær við, og Mark kendi
hann aftur. Hetta var sami
maðurin, sum heyði sitið fyri
seg sjálvan í einum króki á
matarhøllini umborå á ferjuni
við einum kaffimunni. Beint
sum Mark sjálvur.
— Haldið mær til góðar,
segði Mark, — men...
— Eg sá tygum, helt
maðurin fyri, — eg sá tygum
og hugsaði við mær sjálvum,
at væl kundi tað verið, at
okkurt óhapp fór at verða
tygum fyri!
Hann brosaði, og myrkligt
sum tað var, var tað ikki meir
enn at Mark kundi hóma tenn
hansara.
— Og so varð eisini! Min
sann um ikki bæði framhjól-
ini hjá tygum ruku!
— Eg havi eitt eykahjól
sjálvur, segði Mark, so hevdi
eg sloppið at lánt tygara!
Tygum hava sama slag av
bili sum eg!
— So, segði maðurin. —
Men eg havi tiverri einki
eykahjól! Trúgva tygum á
Gud?
— Gud?
— Ja, ella hvussu vit nú
okkurt tos fyri, bert tí at
onkur bjóðar teimum upp í
bilin hjá sær!
— Tað var vakurt gjert av
tygum at bjóða mær uppi!
helt Mark fyri og kendi seg
vera noyddan at siga okkurt.
— Á, tað hevur so lítið upp
á seg! Tygum eru jú ein
hampa maður, ha?
Aftur mutlaði Mark okk-
urt.
— Jú men tygum eru so
eitt hampa fólk, helt maðurin
fram, — eg eri vísur í at
tygum eru tað, ha?
— Hatta havi eg einki
Leif Panduro
hesin skemtiligi danski rithøvundurin varð føddur i
1933. Hann las til tannlækna, fekk eisini stak gott
prógu, men dåmdi betur at skriva. I 1957 kom stak
stuttliga bók hansara »Av, min guldtand!« Síðani eru
bøkurnar streymaðar úr hansara hond, m.a.
— Rend
mig i traditionerne (1958). Í 1960 gjørdi hann tað, at
hann skrivaði eina rættiliga skaldsøgu, sum hann kallaði
vagledagi<. Leif Panduro er ein ógvuliga livandi maður
og mangan eru boð eftir honum frá Danmarks Radio
skulu rópa hetta: forsjón,
undur, lagnu, sama ger!
— Jú, men eg dugi ikki
rættiliga at skilja, helt Mark
fyri, — eg dugi ikki rættiliga
at skilja, hvat tað hevur...
— Nei, nei, segði maðurin
— hatta skulu tygum einki
hugsa um! Men tygum skulu
til Keypmannahavnar, kann
eg ætla? Setið tygum bara
inn... aftanfyri, so kunnu
tygum fáa tygum ein blund,
meðan eg koyri. Í morgin
kunnu tygum so ringja til
bjargingarfelagid!
— Mark ivadist eina løtu,
áðrenn hann setti seg inn á
baksetrið. Maðurin setti i
gear og helt út á vegin.
Skjótt vant ferðin upp á seg.
Hetta var góður bilur, sum
tann, ið Mark sjálvur átti.
Nálin á ferðarmátaranum lá
og darraði uppi á eitt hundrað
og tretivu.
— Tygum skulu ikki leggja
í at tosa, segði maðurin. —
Sigið einki uttan tygum sjál-
vur hava hug. Tað er jú ikki
altid, ein leggur so nógv í at
tosa, hevur kanska betur hug
at sita og hugsa um viður-
skiftini. Er hatta ikki beint,
sum eg sigi?
Mark mutlaði okkurt. Ferð-
in var nú komin upp í eitt
hundrað og fjøruti. Honum
dámdi einki hesa nóguv ferð.
— Leggið tygum bara og
fáið tygum ein blund, helt
maðurin fyri, — tygum
munnu óivað vera móður.
Sigið bara einki. Tað er als
ikki neyðugt. Summi halda
seg hava skyldu til at hava
hugsað um, segði Mark hvatt-
liga.
Maðurin í ti dimma frakka-
num hevði seg framyvir.
Hann bremsaði varliga, tá
teir komu inn á hevuðsvegin.
Tað hvein eftir í hjólunum í
vegbuginum. Ljóskurvan vis-
ti reytt. So hildu teir leiðina
fram, inn gjøgnum byin.
— Her er mark fyri, hvussu
skjótt tú hevur loyvi at
koyra! segði Mark.
— Eg meini tað, segði
maðurin uttan at minka um
ferðina, — hatta hava teir
funnið uppá umsa staðni.
Men hatta man ikki vera so
heilt vanligt, ha?
— Tað haldi eg ikki, helt
Mark fyri, — men eg hugsi,
tað man vera neyðugt!
— Ja, hatta er so púra
neyðugt, tí tað líkist ongum,
sum summir koyra, halda
tygum ikki tað?
— Á, eg veit...
— Sigið nú, hvat tygum
halda! segði maðurin, —
sigið nú bara beint sum er!
Aftur komu teir fram við
eini ljóskurv. Reytt. Fram
við politistødini, har tann
grena lampan lýsti. Geturnar
vóru manntómar, bert onkur
hendinga fullur maður, sum
fór styðjandi seg fram við
húsavegginum.
— Tygum eru eitt hampa
fólk, segði maðurin, — ti
ivist eg ikki í! Hava bæði
konu og bern, veit eg?
Mark segði treyður:
— Jú, eg eri giftur!
Og letu seinni legði hann
aftrat:
Vit eiga tvey bern!
Hygga síggj, segði mad-
urin, so eru tygum Ogvu-
liga lukkuligur, kann eg
ætla?
Ja!
Og eru tygum ikki
ógvuliga góður við konuna?
— Jú, tað eri eg!
Mark argur.
So koyrdu teir út úr aftur
býnum, og maðurin vaks um
ferðina. 140. Dunið frá motor-
inum var so hvelt at hoyra
Mark tók sær um reiggj:
Eg haldi ikki... mær
dámar ikki, at...
Ja, tað var rætt, kom
bara við ti, segði maðurin
eggjandi og vildi vera blíður.
Mær dámar einki at
koyra so skjótt!
So, tað var spell! segði
maðurin, — spell fyri tygum!
Men hann helt á fram við
somu ferð. Nú tók Mark dik á
seg.
segði
Ikki høvdu tygum viljað
latið meg sloppið ut!
Nei! segði maðurin.
Hoyrið meg eitt orð
segði Mark og hevði seg
framyvir.
— Verið tygum heldur
sitandi, segði maðurin og
snaraði harðliga róðrinum
nakrar ferðir borð úr borði, so
bilurin fór sendandi úr einum
vegjaðanum aftur á annan
— Ja, tygum mugu heldur
verða sitandi, helt maðurin
mesnandi fyri, tað er
øgiliga hættisligt at koyra so
skjótt! Hvussu var ikki við
hasari vanlukkuni uttan fyri
Roskilde, tygum hava lisið
um tað, kann eg ætla? Bilur-
in koyrdi beint á eitt træ við
meir enn hundrað kilometra
ferð!
Nei, eg haldi ikki, eg
havi lisið um hatta, segð
Mark.
Tað var spell, segði
maðurin, — ti tygum kundu
lært nógv av ti!
- Nú krevji eg at sleppa
út! segði Mark, meðan hugur
hansara mól um, hvussu
hann skuldi fáa fatur á start-
lyklinum.
Nei, leggi ikki í! segði
maðurin blidliga. Ikki
skulu tygum royna at nápa
lykilin. So, so, tygum lósu
ikki um hasa vanlukkuna!
Tað var ein syndarligur til-
bruður!
"Nu koyrdu teir á vidilsi-
num eystan fyri Slagelse,
niðan móti skóginum. Nú lá
nálin og darraði um teir
hálvtannaðhundrað kilomet-
rarnar. Maðurin koyrdi mitt
úti á vegnum.
Aftur tók Mark
reigg):
sær um
b