Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 117 - 22. juni 2002 Klokkan ringdi fyri seinasta umfari, men tað var ikki fyri Es- mari, og tí bleiv tað bert til eitt 6. pláss hjá honum. Næsta umfar av Grand Prix súkklu- kappingini bleiv koyrt á Eystanstevnu í Runavík í vikuskifti- num. Vaksin og børn kappaðust, tó luttók eingin genta hesaferð. Súkkling Tíðindaskriv: Orsøkin til misskiljingina hjá Esmari Joensen var, at klokkan ringdi fyri vinn- aranum, Gunnari Dahl-Ol- sen, sum tá var í hølunum hjá bólkinum sum Esmar Joensen var í. Súkklararnir kappaðust í Grand Prix-kappingini leygardagin í býarkoyring. Í býarkoyring veður kapp- súkkla runt eitt avmarkað øki, vanliga í 45 minuttir pluss eitt umfar, men hesa ferð bleiv koyrt í 30 min- uttir pluss eitt umfar. Koyrt varð á keiøkinum við timburhandilin í Runavík. Børnini súkklaðu sama somu leið, tey ynsktu súkklaðu leiðina tríggjar ferðir, meðan dreingir 12 til 14 ár súkklaðu leiðina fýra ferðir. Tá helvtin av tíðini var farin í kappingini hjá vaksnu monnunum, stakk favuritturin Gunnar Dahl- Olsen av og fekk beinan- vegin lagt avstand millum seg og restina av súkklar- unum. Eli royndi at koyra hann inn aftur, men fekk ikki hjálp frá nøkrum og tí var sigurin hjá Gunnari tryggjaður longu tá. Eli fekk sum sagt onga »hjálp«, men fekk eisini lagt avstand millum seg og súkklufeltið aftanfyri seg, hann vann eitt sera trygt silvurheiðursmerki, Eli hevur nú 68 stig samanlagt. Eftir misskiljingina hjá Es- mari Joensen stakk Sverri Mohr Edvinsson avstað við bronsuni. Eli Christiansen stendur seg væl innan súkkling og er hann avgjørt tann sterk- asti av unglingunum í Før- oyum. Spennandi hjá teimum yngru Enn eitt súkklutalent aftrat er komið undan kavi. Tað er 14 ára gamli klaksvíkingur- in, Hans Krosstein, ið aftur hesa ferð fór við sigrinum. Hann er sterkur og er eisini ein góður sprintari. Hann fekk góða kapping frá Ber- gur Johansen av Argjum, men sigurin hjá Hans var tó tryggur. Hann vann við um- leið einum hálvum minutti. Hjá teimum yngstu fór Rani G. Jacobsen við sigri- num. Hann fekk tó harða kapping frá Niels Christ- iansen, ið leingi lá á odda. Men á seinast umfari fór Rani framum og koyrdi nær um allan umgangin einsi- mallur. Hann vann ein tryggan sigur. Verri gekk hjá Niels Christiansen. Hann lá sum sagt væl fyri, men í seinasta svinginum var hann óheppin og gleið, tí fekk hann bert eitt sjenda pláss í kappingini. Nummar tvey gjørdist vinnarin frá Norðoyastevnu, Reidar Luid. Nummar trý bleiv Finnur Mellemgaard. Vinnararnir fingu heiðurs- merkir og allir luttakarar og hjálparfólk fingu sodavatn frá Føroya Bjór, ið er ein góður stuðul hjá Tórshavn- ar Súkklufelag. Úrslit frá Grand Prix súkklingini á Eystanstevnu: Menn: Nr. Navn Stig 1 Gunnar Dahl-Olsen 40 2 Eli Christiansen 34 3 Sverri M. Edvinsson 30 4 Beinir Rasmussen 26 5 Kári Simonsen 23 6 Esmar Joensen 20 7 Jens Sigurð Simonsen 18 8 Christian Guttesen Givin Unglingar: 1 Dánjal Michealsen 40 Dreingir, 12 til 14 ár: 1 Hans Krosstein 40 2 Bergur Johansen 34 3 Rúni Bláfoss 30 4 Torkil Weyhe 26 Dreingir, 9 til 11 ár: 1 Rani G. Jacobsen 40 2 Reidar Luid 34 3 Finnur Mellemgaard 30 4 Atli Carlsson 26 5 Magnus Sørensen 23 6 Kaj Johannesen 20 7 Niels Christiansen 18 FM-støðan 5-mannfør dreingir stig stig bátur hesaferð íalt 1 Fípan Fagra 7 14 2 Blikur 5 9 3 Tjaldrið 3 8 4 Havfrúgvin 4 5 5 Drekin 2 4 6 Sílið 0 3 7 Ørnin 1 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 7 14 2 Páll Fangi 5 10 3 Riddarin 4 8 4 Gongurólvur 3 6 5 Víkingur 1 3 6 Hvessingur 2 2 7 Lómur 0 1 5-mannafør, gentur 1 Sílið 7 14 2 Ørnin 5 9 3 Fípan Fagra 4 9 4 Blikur 3 6 5 Drekin 2 3 6 Havfrúgvin 1 3 6-mannafør, menn 1 Smyril 7 12 2 Páll Fangi 5 12 3 Hvessingur 4 8 4 Gongurólvur 3 6 5 Strálan 2 3 6 Sølmundur 1 3 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7 12 2 Argjabáturin 5 12 3 Knørrur 4 8 4 Húsavíkingur 2 5 5 Nevið Reyða 3 3 6 Kvívíksbáturin 1 3 10-mannafør 1 Eysturoyingur 7 14 2 Klaksvíkingur 5 9 3 Havnarbáturin 3 8 4 Vestmenningur 4 7 5 Nólsoyingur 2 4 Misskiljing kostaði Esmari bronsuna POLITIKKUR Jan Müller Tann drúgva samráðingar- mánaðan eftir valið varð frá fleiri síðum funnist harð- liga at framferðini hjá An- finni Kallsberg, løgmanni. Tað varð sagt, at tað var fullkomiliga upp til hansara privata »forgottbefinnandi« at avgera, hvør skuldi sam- ráðast, hvussu longi sam- ráðast skuldi, hvør niður- støða skuldi gerast, og hvør skuldi blakast út og hvør takast inn. Víst varð á, at gamaní var hetta ein leik- lutur hann hevði heimild til eftir stýrisskipanarlógini, men soleiðis sum hann út- inti henda leiklut, var tað ein ljót viðferð av demo- kratiskum spælireglum og undir øllum umstøðum í stríð við vanligu uppfatan- ina fólk hava av demokrat- isku hugsjónini. Framferð- in hjá løgmanni avdúkaði eitt ódemokratiskt lýti við stýrisskipanarlógini: at løg- maður bara bleiv sitandi við maktini, sjálvt um hann og hansara samgonga høvdu tapt valið. Anfinnur Kallsberg er á ongan hátt samdur í hesum skoðsmáli: -Hatta svari eg dundrandi nei til. Tí vit høvdu eina stýrisskipan frammanund- an, sum segði, at eftir eitt val skuldi nýtt landsstýri skipast, nýggjur løgmaður og eitt nýtt landsstýri velj- ast. Ta skipanina fór man frá í 1994 og varð ein onnur skipan sett í verk, sum sig- ur, at eftir eitt val situr ein samgonga, til hon fær ein meiriluta ímóti sær. Tað varð gjørt fyri at fylgja tí parlamentarisku skipan, sum er galdandi aðrastaðni og sum eitur negativ parla- mentarisma, tvs. at tú situr, til tú fær ein meiriluta ímóti tær. -Tað eg gjørdi eftir valið, sigur løgmaður víðari, var at spyrja allar flokkar, um eg skuldi royna at finna eitt parlamentariskt grundarlag ella um eg skuldi fara til løgtingsformannin. Tað var eingin flokkur, sum boðaði frá, at eg skuldi fara til løg- tingsformannin. Tí helt eg tað var mín skylda sum løg- maður at royna at fáa eina nýggja samgongu, sum hevði eitt samt parlament- ariskt bakland aftanfyri seg. At tað tók longri tíð enn tað átti, komst m.a. av, at hinir flokkarnir vildu nakað annað enn eg, men allir sóu sær ein møguleika at vera við. Løgmaður heldur tað tí vera órættvís at kalla seg ódemokratiska og vilja misbrúka valdið, tá hann hevði fingið tað signalið frá øllum flokkum: tá var tað hansara skylda at royna tað, og tað varð tað hann gjørdi. Løgmaður vísir á, at um henda samgongan ikki kom upp at standa, so hevði hann biðið um at verða loystur úr starvi. Anfinnur Kallsberg ivast onga løtu í, hóast lemjandi atfinningar frá øðrum flokkum, at hann hevur borið seg demokratiskt og rætt at. -Eg havi bara gjørt tað, sum allir flokkar hava álagt mær at gera. Hvørki meira ella minni. Lesið eisini síðurnar: 14, 16, 17, 18 og 19 Andstøðan: Løgmaður misbrúkar valdið Løgmaður: Eg geri bara mína skyldu C M Y K 30 Nr. 117 - 22. juni 2002 31 Føð øðingardagstilbo ingardagstilboð Ymisk sløg av tógvi Nógv niðursett frá mánadegnum Sverrisgøta 19 Postboks 181 110 Tórshavn Tel. 315264 Fax 319623 Tógvhandilin IGLOO KOM OG DANSA Í PLATFORM MÁNAKVØLDIÐ TANN 24. JUNI Katrin Dahl Christiansen og Mia Cameron leggja lag á við m.a. hip hop og Line dans Tiltakið verður fyri bæði gentur og dreingir frá 13 - 17 ár Royk- og rúsfrítt sjálvandi Sodavatn og Sunkist verður eisini at fáa til keyps Við Pluss Korti frá Føroya Sparikassa verður kostnaðurin kr. 25,- kl. 19.30 - 21.30 KOSTNAÐURIN: 40,- Foreldrabólkurin: Sólrún 210780 · Tone 251165 · Lise 260334 Tøkk til tykkum, sum stukku inn á gólvið, sendi blómur og heilsanir á 75 ára degi blaðsins 24. mai í ár Tøkk til tykkum, sum stukku kk til tykkum, sum stukku inn inn á g gólvi lvið, sendi bl , sendi blómur mur og heilsanir og heilsanir á 75 75 ára degi ra degi bla blaðsins 24. mai sins 24. mai í ár www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo 31