Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 22. juni 2002 29 Um tær fýra mann- ingarnar, sum hava vunnið allar róðr- arnar higartil, ikki longu á jóansøku hálvavegna skulu vera meistarar, so verður neyðugt at taka tær í Hósvík KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Longsti dagur var í gjár. Í dag er 22. juni, og triði FM kappróðurin er á skránni. Hann verður rógvin í Hós- vík. Talan er samstundis um síðstu FM kappingina, har tað verður kappast á øll trimum teinunum. Tær tríggjar FM stevnurnar, sum eru í seinnu helvt av róðrarárinum, eru í Vági, í Miðvági og á ólavsøku. Felags fyri allar hesar kappingarnar verður, at tað bara fer at verða kappast á túsund metrum (á ólavsøku er teinurin uppaftur styttri enn so). Í tveimum teimum fyrstu FM kappingunum eru tað fýra manningar, sum hava vunnið báðar róðrarnar. Talan er um genturnar um- borð á Sílinum, dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, kvinnurnar umborð á Jarn- bardi og um 10–mannafarið Eysturoyingin. Tað vil siga, at hesar fýra manningarnar hava allar fjúrtan stig. Hjá teimum av hesum manningunum, sum tað fer at eydnast hjá at vinna í dag, verður stiga- talið 21. Í teimum kapp- ingunum, har sami bátur hevur verið næstfremstur hvørja ferð, verður stiga- talið fimtan. Tá verður munurin longu so mikið stórur, at FM heitini fara at hómast í havsbrúnni. Um somu manningarnar eisini fara at vinna í Vági, so verður munurin so mikið stórur, at tað so at siga bara verður í teoriini, at meist- araskapirnir ikki verða avgjørdir. Í fleiri av kappingunum, har sama manningin hevur vunnið teir báðar fyrstu róðrarnar, hevur tað ikki verið sami bátur, sum hevur verið næstfremstur. Tí er munurin longu nú meiri enn fýra stig. Hetta ger seg millum annað galdandi í kappingini millum 10–mannaførini, har Eyst- uroyingurin hevur vunnið tvær ferðir, meðan Havnar- báturin hevur verið nummar tvey og fýra, og Klaksvíkingurin hevur verið nummar trý og tvey. Sama skipan Skipanin hevur verið tann sama í kappróðrinum í tredivu ár. Vinnandi báturin fær sjey stig. Hinir fáa fimm, fýra, trý, tvey og eitt, og so fáa hinar manning- arnar einki stig. Skipanin hevur verið galdandi síðani 1973. Tað varð fyrsta árið, at kappast varð eftir skipanini, sum hevur verið galdandi síðani tá. Í øðrum ítróttargreinum hava reglurnar verið broytt- ar fleiri ferðir. Málið hevur verið at finna fram til ta skipanina, sum ber størstu og harvið mest spennandi kappingina í sær. Hetta hevur eitt nú verið gjørt í hondbólti, har tað hevur verið roynt við enda- spæli, har tað hevur verið roynt við endaspæli, har stigini hava verið sett niður í helvt, og tað hevur eisini verið roynt í fótbólti. Har eru stigini fyri vunnan dyst hækkað úr tveimum og upp í trý, og har eru eisini aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er tað gjørt av, at í staðin fyri málmunin skulu – um tað stendur á jøvnum í stigum – innanhýsis dystir- nir gera av, hvat liðið stendur betri í tí. Og tað er eisini gjørt av, at í steypa- kappingini skal tað verða soleiðis, tá talan er um bæði heima– og útidystir, at málini, sum verða skorað á útivølli, skulu telja meiri, tá tað stendur á jøvnum. Alt hetta er gjørt fyri at økja um kappingina og fyri at gera reglurnar greiðari, skilabetri og fyri at økja um spenningin og kappingina. Um talan altíð hevur verið um broytingar, sum hava borið størri rættvísi við sær, eru tað ivaleyst fleiri sjón- armið um. Merkisvert hevur tað ver- ið, at einki hevur nakrantíð verið at hoyrt um møgu- ligar broytingar í reglunum fyri kappróður. Tað kann ikki tulkast øðrvísi, enn at tey, sum hava við kapp- róðurin at gera, eru nøgd við skipanina, sum hevur verið galdandi síðani 1973. Frammanundan var frá og við 1964 og til og við 1972 skipað fyri serligari stevnu, har FM kappingarnar vóru avgjørdar. Vanliga var henda kappingin eftir ólav- søku – oftast fyrsta viku- skiftið í august. Tá kundi tað meiri enn so koma fyri, at ein manning, sum ikki hevði verið best í stevnu- róðrunum, vann FM. Tað varð ikki hildið at vera rættvíst, og tí varð skipanin, sum nú er galdandi, gjørd í 1973. Síðani hevur hon verið galdandi, og tað man, sum omanfyri nevnt, bera boð um, at róðrarfólk eru nøgd. Møguligar broytingar kundu kanska verið, at vinnandi báturin ikki fekk tvey stig fleiri, enn næsti báturin fekk. Nummar tvey kundi kanska fingið seks stig, ella kundi fremsti bát- urin fingið seks stig, og so kundu hinir fingið fimm, fýra og so víðari. Fyrimun- urin í hesum hevði verið, at sannlíkið fyri, at FM kapp- ingarnar vórðu avgjørdar tíðliga á árinum, kanska hevði ikki verið so stórt, sum tað er nú. Fyrimyndarlig fyrireiking Róðrarfelagið í Hósvík telist ikki millum tey størstu í landinum. Men felagið í Sundalagnum sigst hava gott orð á sær, tá tað ræður um at skipa fyri kappróðrinum. Tað plagar at ganga skjótt fyri seg, og fasti starturin hevur riggað stak væl hjá teimum. Á norðoyarstevnu var bæði vindur og regn. Á Skálafjørðinum var so at siga stilli, men tað regnaði illa. Tí hevði tað ikki verið av leið, um tað í Sundalag- num í dag bæði hevði verið stilt og turt. Í sambandi við kappróð- ur verður ofta tosað um ser- ligar umstøður. Ikki minst streym, rák, afturundir- gerðir og so víðari. Skála- fjørðurin verður av teimum, sum rógva, mettur at vera besta róðrarøkið av øllum. Skoðsmálið, sum Sunda- lagið og onnur øki fáa, er ikki altíð eintýðugt so gott. Men øll kenna umstøð- urnar í Føroyum. Tær eru ein partur av kappingini. Tey fyrru árini var tað soleiðis, at bátarnir vórðu á øllum stevnunum lagdir eftir lutakast. Nú eru tað fleiri ár síðani, at tann broytingin varð gjørd, og øll róðrarfólk eru fegin um, at tað nú er soleiðis, at bátarnir, sum hava staðið seg best í undanfarnu kapp- ingunum, eru í miðjuni, og at teir hava næstbestu bátar- nir undir liðini á sær. Tað ber bestu vánirnar fyri góð- ari og rættvísari kapping við sær. Virðingin fyri startdóm- arunum tykist vera stór, og hon er uppaftur størri, tá tað vísir seg, at startdóm- arin hevur virðing fyri róð- rarfólkinum. Høvuðsdóm- arin røkir sína uppgávu eftir besta førimuni. Tær seinastu ferðirnar hevur tað knípt hjá onkrari manning at virða leiklutin hjá høv- uðsdómaranum so mikið, sum hann skal virðast. Tað ræður um bæði at savna seg um at rógva og um at bera seg soleiðis at í róðrinum, sum tað er fyriskrivað í reglunum, og sum dómar- arnir gera av, at tað skal gerast. Róðrarárið hálvrunnið og síðsti møguleikin spøkir Millum bátarnar, sum liggja væl fyri at tryggja sær avgerandi fyrimun, er Jarnbardur. Higartil hava kvinnurnar í bláa bátinum vunnið báðar FM-róðrarnar á sannførandi hátt 29 28 Nr. 117 - 22. juni 2002 Fyrireikararnir hava ábyrgdina av, at krókarnir eru í lagi, og manningarnar hava ábyrgdina av, at báturin verður loystur frá fasta startinum, sigur Hannis Joensen, sum ikki er samdur við róðrarfólkunum, ið halda, at reglurnar viðvíkjandi fasta startinum hava verið ymiskt útinntar í Klaksvík og á Skála- fjørðinum KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Verða reglurnar viðvíkjandi fasta startinum ikki altíð útinntar á sama hátt. Hetta er nakað, sum kappróðrar- fólk hava verið sera upp- tikin av, nú tvær av teimum seks FM kappingunum í hesum árinum eru av- greiddar. Bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum kom tað meiri enn eina ferð fyri, at bátar hingu fastir, tá startskotið hevði ljóðað, og manningarnar fóru undir startspurtin. Men í onkrum føri hevur dómarin skotið róðurin av, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið eitt kis at hoyrt, og so hava tær manningarnar, sum hava hingið fastar, sjálvandi fingið eitt nógv verri úrslit, enn tær annars kundu havt fingið. Um orsøkirnar til óhepnu støðurnar, siga summi róðrarfólk, at tað eru krók- arnir, sum bátarnir verða festir í, sum eru trupul- leikin, meðan onnur siga, at tað er tí, at róðursmaðurin ikki hálar rætt í teymin. Um tað ikki verður gjørt, so loysnar báturin ikki frá fasta startinum. Men tað er í hesum førinum ikki trupulleikin, hví báturin hongur fastur. Róðrarfólk halda, at uttan mun til orsøkirnar, so mugu reglurnar vera púra greiðar, soleiðis at tað ikki verður skotið av í einum róðri og ikki skotið av í einum øðrum róðri. Sum dømi um ymiska gongd verða kappingarnar hjá 10–mannaførunum nevndar. Á norðoyarstevnu varð skotið av eftir fyrsta startin. Orsøkin segðist vera, at Vestmenningurin ikki fekst leysur av fasta startinum. Á Skálafjørð- inum var tað Nólsoyingur, sum hevði trupulleikar av fasta startinum, men tá varð róðurin ikki skotin av. Talan var ikki um sama start- dómara í hesum báðum kappingunum, men tað halda rógvararnir ikki eigur at spæla inn. Reglurnar mugu vera eins, uttan mun til hvør hevur ábyrgdina. Ábyrgdin er býtt sundur Hannis Joesen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, sigur, at tað eru ongar skrivaðar reglur fyri, um ein róður skal skjótast av ella ikki, tá bátur hongur fastur. Á fundum, sum Róðrarsambandið og dóm- arar hava havt, hevur tað verið breið semja um, at ábyrgdin skal liggja í bátinum. Tað vil siga, at tað er upp til manningarnar at syrgja fyri, at tann, ið hálar í krókin, skal vera greiður yvir, hvussu tað verður gjørt. Á hinari síðuni er tað upp til fyrireikararnar at syrgja fyri, at krókarnir eru í lagi, soleiðis at teir fara upp, tá tað verður hálað í teir. Formaðurin í Róðrar- sambandinum vísir aftur, at róðurin á norðoyarstevnuni varð skotin av, tí at Vest- menningur hekk fastur. Høvuðsdómarin skeyt róðurin av, tí hann hevði givið Havnarbátinum eini boð, sum teir vóru í ferð við at útføra, tá start- dómarin skeyt. - Høvuðsdómarin metti ikki, at Havnarbáturin var klárur, tá startdómarin skeyt. Tí varð róðurin skotin av. Róðrarsambandið fekk eina skrivliga frá- greiðing frá høvuðsdóm- aranum um hetta aftan á norðoyarstevnuna. Á Skálafjørðinum hevði Nólsoyingur trupulleikar at gera seg leysan av fasta startinum. – Tá stimaði høvuðs- dómarin til Nólsoyingin og vegleiddi teir um, hvussu teir skuldu toga í krókin. Tá teir so gjørdu, sum teir áttu at havt gjørt, bar betri til, og so kundu teir rógva, sigur Hannis Joensen. Nýggjan møguleika Millum róðrarfólk hevur verið tosað um, at tað møguliga skuldi verið soleiðis, at fyrstu ferð á árinum at ein bátur hekk fastur, so skuldi róðurin verið skotin av, og at báturin harvið fekk ein nýggjan møguleika. Uttan mun til hvør orsøkin var til, at báturin ikki kom leysur av fasta startinum. Hannis Joensen sigur seg skilja róðrarfólkini, sum halda hetta, væl. Hann ætlar sær at lufta hugskotið fyri dómarunum fyri at frætta, hvat teir halda um tað. - Eftir nógva venjing og spennandi kappingar eigur tað sjálvandi at kennast sum eitt stórt vónbrot at hanga fastur, og tískil ikki at vera førur fyri at taka lut í kappingini. Ikki minst hjá favorittunum má talan vera um stórt vónbrot, heldur Hannis Joensen. Ábyrgdin er greitt staðfest Tað kemur javnan fyri at bátar hanga fastir. Eitt nú sum tað hendi hjá Snopprikki á varmakeldu í fjør C M Y K 28 CENTER FOR VIDEREGÅENDE UDDANNELSE V I T U S B E R I N G VITUS BERING Center for Videregående Uddannelse HAVNEN 1 DK-8700 HORSENS TLF. + 45 7625 5000 FAX + 45 7625 5100 CVU@VITUSBERING.DK WWW.VITUSBERING.DK Kunningarfundur um tekniskar útbúgvingar v.m. Fundurin verður á Hotel Hafnia, Tórshavn Fulltrúi skúlans Johan Eli Ellendersen skipar fyri fundinum, - hittist á tlf. +45 2338 2655 Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin. Eisini verða broytingarnar í Byggifrøðingaútbúgvingini umrøddar. Hósdagin hin 27. juni 2002 kl. 19.00 Bygningsingeniør Bygningskonstruktør Kort- og landmålingstekniker Maskiningeniør IT-ingeniør Eksportingeniør Produktionsteknolog Markedsføringsøkonom Kunningar- fundur! www.vitusbering.dk