leygardagur 22. juni 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 22. juni 2002
27
Bæði í TB og á Skála
ásanna teir, at teir
ikki hava ráð at tapa
botndystin, har nerv-
arnir ivaleyst fara at
hava stóran týdning
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Ivaleyst tann mest spenn-
andi av teimum fýra lands-
kappingardystunum í bestu
deildini, sum eru á skránni í
vikuskiftinum, er tann, sum
í morgin verður á Sevmýri.
Skála hevur ongan dystin
vunnið. TB hevur vunnið
ein. Tað var í fyrsta umfari-
num á Sevmýri ímóti VB.
Úrslitið var 1–0 til heima-
liðið. Síðani hevur TB bara
fingið eitt stig – í heima-
dystinum
ímóti
EB-
/Streymi.
– Eg rokni við, at tað lið-
ið, sum fer at hava betri tak
á nervunum, fer at hava
góðan møguleika at vinna.
Tað eru bara trý lið, sum
kappast fyri at sleppa und-
an botnplássinum og harvið
beinleiðis niðurflyting. Tí
hava innanhýsis uppgerðir-
nar so sera stóran týdning,
og hetta er kanska tann
dysturin, sum fyri hesi
bæði feløgini er tann, sum
hevur størst týdning av øll-
um.
Tað sigur Lynge Nielsen.
Hann hevur seinastu tvær
vikurnar verið venjari á
Tvøroyri. Hann ásannar, at
setningurin hjá honum og
spælarunum verður fyrst og
fremst at halda tørn og at
stríðast fyri at varðveita
plássið í bestu deildini.
– Eg má bara ásanna, at
fyritreytirnar, sum vit hava
arbeitt út frá, hava ikki ver-
ið góðar. Tað fer at koma
væl við, tá vit fáa frí frá
kappingini, men talan verð-
ur ikki um nakran stórvegis
steðg frá venjingini. Tað
ber stutt sagt ikki til hjá
okkum, sigur Lynge Niel-
sen.
Undan dystinum í morg-
in er tað greitt, at Andrass
Nolsøe ikki verður tøkur,
og tað er sera ivasamt, um
jugoslavarnir báðir, Nebo-
sjé og Vladimir, verða førir
fyri at spæla. Teir dragast
allir við skaðar.
Óvissa um
nýggju menninar
Í gjár skrivaðu vit, at tríggir
spælarar úr Rumenia eru
komnir til Skála. Ætlanin
er, at teir skulu spæla við á
Tvøroyri. Um tað skal bera
til, so skulu øll tey formligu
viðurskiftini vera komin
upp á pláss.
Tá vit tosaðu við Ísak
Mikladal, aðalskrivara í
FSF, vóru øll viðurskiftini
ikki komin upp á pláss,
men spæliloyvini hjá í
hvussu so er tveimum spæl-
arum vóru komin úr Rum-
enia.
– Vit hava á síðu 94 í
skipanini greitt sett upp,
hvat tað skal syrgjast fyri,
áðrenn útlendskur spælari
fær loyvi at spæla. Viður-
skiftini hjá Skála við út-
landið eru komin upp á
pláss. Men tað stendur eis-
ini, at loyvisbrævið verður
ikki útskrivað fyrrenn av-
varandi felag í Føroyum
hevur sent FSF váttan frá
føroyska fólkayvirlitinum
um, at viðkomandi leikari
er búsitandi í Føroyum.
Hetta yvirlitið er ikki kom-
ið til okkara, og fyrrenn tað
er komið, verða loyvini ikki
útskrivað, sigur Ísak Mikla-
dal. Hetta var í fyrrakvøld-
ið, og FSF aðalskrivarin
dugdi ikki at síggja forð-
ingar fyri, at fremmandu
menninir kundu spæla í
morgin,
um
omanfyri
nevndu viðurskiftini komu
upp á pláss fríggjadagin.
TB-Skála:
Lagnudagur á Sevmýri
Fagnaðurin var stórur, tá
Skála tryggjaði sær
uppflyting til bestu deildina.
Sunnudagin er alneyðugt við
minst einum stigi, um
sessurin eisini skal
varðveitast til komandi
kappingarár
Sundalagsstevna er
um vikuskiftið, og
partur av hesari verð-
ur leygarkvøldið, tá
lokala liðið skal tak-
ast við oddaliðið úr
Havn
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er ikki sørt, at spenn-
ingurin í samansetta felag-
num er stórur, nú teir rigga
til stevnudyst móti HB.
Bæði tí talan er um sanna
styrkisroynd móti í løtuni
sterkasta liðnum í landi-
num, men so avgjørt eisini,
tí EB/Streymur vil sleppa at
vaska stórtapið frá undan-
farna vikuskifti av sær.
Tann dystin spældu teir
blá/svørtu upp til sítt besta
fyrstu trý korterini, og
megna teir at leingja tað
løtuna hesaferð, so er einki
at ivast í, at teir vera sera
truplir hjá HB at syfta.
Tað er tó ein vansi, at
pólendingurin, Andrzej Pa-
cek, neyvan verður tøkur til
dystin móti HB. Stinni
verjuleikarin
fekk
ein
snudd í beinið fyri tveimum
vikum síðani, og skaðin
bara versnaði, tá hann so
eisini spældi við seinsta
vikuskiftið.
Annars verður roknað
við, at allir mans eru tøkir
hjá Trygva Mortensen, sum
soleiðis ikki er noyddur at
gera tær heilt stóru broyt-
ingarnar.
16 á rað
Tað verður venjarin hjá HB,
Ion Geolgau, neyvan heldur
noyddur at gera.
Verður sæð burtur frá
teimum báðum, Halli Dan-
ielsen og Una Arge, sum
báðir hava verið skaddir í
eina tíð, so hevur HB somu
mans tøkar, sum vóru við á
Skála. Eisini Jón Róa
Jacobsen, sum annars hev-
ur havt onkran minni skaða
at dragast við.
Og tað er neyvan orsøk at
vænta, at venjarin fer at
fremja tær heilt stóru broyt-
ingarnar. Fyrst og fremst tí
hetta ikki plagar at liggja
honum serliga nær, men
eisini tí HB í ár hevur sýnt
sera støðug avrik. Dysturin
móti Skála fyri viku síðani
var 16. dysturin hjá liðnum
í kappingarhøpi í ár, og enn
hava teir ikki roynt at fara
av vøllinum sum taparar.
Tað ætla teir sær neyvan
heldur hesaferð. Trý stig
afturat eru í eygsjón, og
verða hesi fingin til høldar,
økist munurin í oddinum
eisini, tá hitt oddaliðið,
NSÍ, hevur frí hetta viku-
skiftið.
EB/Streymur-HB:
Stevnudystur móti oddaliðið
Talan verður um stevnudyst,
tá HB vitjar á Eiði
leygardagin, so ivaleyst er
nógv fólk væntandi til dystin
Soleiðis plagar at ganga
Enn hevur HB fingið fulla
úrtøku, hvørja ferð teir
hava vitjað á Eiði, og KÍ
hevur aloftast havt sera gott
tak á VB, tá teir hava vitjað
í Klaksvík, tó at talan í
flestu førum hevur verið
um sera tættar uppgerðir.
Hagtølini siga okkum
eisini, at B36 seinnu árini
hevur havt eitt sera gott tak
á GÍ í Gundadali.
Talavn niðanfyri sýnir,
hvussu hevur gingist, tá
mótstøðuliðini sunnudagin
hava hitst í bestu deildini
seinastu tíggju árini. Við-
merkjast skal, at dysturin,
B68-NSÍ, av røttum átti at
verið leiktur hetta umfarið,
men hann varð framskund-
aður orskaað av Inter-Toto
luttøkuni hjá B68.
27
26
Nr. 117 - 22. juni 2002
Tað er um at vera
seinasta útkall hjá GÍ,
um teir skulu blanda
seg í heiðursmerkja-
stríðið hetta
kappingarárið
UPPTAKT
Jákup Mørk
Seinasta tíggjuáraskeiðið
ella gott og væl tað, hevur
GÍ átt ein fastan sess í før-
oyska fótbóltsoddinum.
Ivaleyst høvdu gøtufólk
eisini vónað, at soleiðis
skuldi verða í ár, men veru-
leikin hevur higartil verið
ein annar. Somikið nógv
stendur nú á, at megna teir
ikki at fáa stig við sær úr
Havnini, so er vandi fyri, at
sambandið upp til europe-
isku sessirnar verður heilt
burtur, og hetta vilja gøtu-
menn neyvan lata fara
framvið, soleiðis uttan víð-
ari.
Ein partur av frágreiðing-
ini upp á laku úrslitini
hevur uttan iva verið, at GÍ
hevur verið rakt av skaðum,
og tá hópurin ikki er hin
breiðasti í landinum, so
raka hesir meint.
Nú røkist tó fyri, at flestu
leikararnir eru um at vera
klárir, og einasti leikarin,
sum við vissu ikki verður
við hesaferð er langtíðar-
skaddi
Krzystof
Pop-
czynski. Bartal Eliasen
noyddist av vøllinum við
skaða fyri viku síðani, og er
heldur ivasamur, men hann
plagar at treiskast, og tí
kann roknast við, at hann
verður við frá fyrsta bríksli.
Hjá B36 hevur talan
somuleiðis verið um heilt
fitt av skaðum í ár, men
eisini hjá teimum tykist nú
at ganga rætta vegin.
Serstakliga hevur hetta
rakt miðvøllin, men nú
røkist fyri, at Klæmint
Matras, Din Sandu og
Julian Florescu allir eru
tøkir aftur. Klæmint spældi
annars eisini við seinasta
vikuskiftið.
Og eins og hjá GÍ, so
hevur B36 heldur ikki ráð
at missa nakað serligt av
stigum afturat, um teir
skulu gera sær vónir um ein
sess í oddinum. Higartil
hevur liðið mist seks stig á
heimavølli, so har eru
neyvan ráð at missa fleiri.
Tað verður Marek
Vierzbicki, sum skal
lyfta VB úr nagga-
tódini, og fyrsta mót-
støðan verður frá
fyrrverandi liðfeløg-
unum úr KÍ
UPPTAKT
Jákup Mørk
Sum nevnt aðrastaðni í
blaðnum, so varðdragan
Kovacevic
loystur
frá
venjarastarvinum hjá VB
hósdagin, og hóskvøldið
fundaðust leiðsla og leik-
arar í VB-húsinum, og end-
in varð, at Marek Vierz-
bicki í fyrstu atløgu skal
standa við ábyrgdini av
besta VB-liðnum.
Á gamlar gøtur
Marek er ikki nakar ársungi
í
føroyskum
fótbólti.
Hæddarpunktinum her á
landi náddi hann ivaleyst,
tá hann í 1999 var við til at
gera KÍ til meistarar, og
lagnan vil tað nú soleiðis,
at tað verður ímóti júst KÍ,
at hann skal royna seg sum
venjara fyri fyrstu ferð.
Hvussu hetta fer at hepn-
ast, kann bert tíðin vísa,
men tað tykist í øllum før-
um greitt, at nýggi venjarin
hevur mest sum allar mans
tøkar til uppgávuna. Ein-
asta undantakið er Gisli
Sveinbjørnsson, sum hevur
ein skaða í fótliðinum at
dragast við. Heldur ikki
Robert Cieslewicz hevur
vant hesa vikuna. Hann
fekk skað, tá VB tapti fyri
B68, men tað verður í
øllum førum vónað, at tað
fer at bera til hjá honum at
spæla hósdagin.
Hinvegin
eru Tórður
Holm, Jón Pauli Olsen og
Birgir Jørgensen nú allir
tøkir aftur, eftir at teir
høvdu gjørt av ikki at spæla
undir fyrrverandi venjaran-
um. Ivaleyst verða teir
onkursvegna við í hópinum
sunnudagin, men tað hevur
verið so sum so við dyst-
arvenjing hjá teimum, og tí
er í øllum førum ósannlíkt,
at teir allir fara at vera við
frá fyrstas bríksli.
Fáar broytingar
Eftir eina laka byrjan, har
liðið bert fekk trý stig í fýra
dystum, tykist KÍ nú veru-
liga at hava fótað sær í
kappingini. Heimasigrarnir
á EB/Streymi og Skála
vóru kanska væntandi, men
sigurin í Gøtu tykist veru-
liga hava lyft liðið, og nú
krevja áskoðararnir enn trý
stig, tá VB kemur norður.
Kurt Mørkøre hevur eis-
ini mest sum allar sínar
mans tøkar til dystin. Atli
Danielsen, sum hevur verið
ein sannur brandur í verj-
uni, er tó burturstaddur,
men her líkist Jan Andrea-
sen einum uppløgdum av-
loysara, eftir at hann tykist
vera komin fyri seg eftir
skaða.
Eisini Allan Mørkøre,
sum var burturstaddur sein-
ast, verður við hesaferð.
Hann kemur tó ikki til land-
ið fyrr enn leygardagin, og
tí er ivasamt, um talan
verður um eitt pláss millum
teir fyrstu ellivu fyri hans-
ara viðkomandi.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
22.06
EB/S-HB
Lassin Isaksen
23.06
TB-Skála
Birgir Sondum
23.06
KÍ-VB
Oddmar Andreasen
23.06
B36-GÍ
Jens Petur Brattalíð
2. deild menn
22.06
B71-ÍF
Georg Rasmussen
22.06
B36-NSÍ
Jón Kári Frederiksen
22.06
Sumba-FSVPáll Augustinussen
22.06
ÍF-HB
Dia Lamhauge
22.06
KÍ-VB
Jonhard Hansen
3. deild menn
23.06
TB-AB
Poul Erik Jacobsen
23.06
B68-HB
Edvard Højgaard
23.06
B71-Royn
Johnn Krogh
23.06
B36-FSV
Eigil Olsen
23.06
GÍ-ÍF
Jákup M. Kjeld
1. deild kvinnur
23.06
HB-B36
Hans Eivind Olsen
23.06
KÍ-GÍ
Berint Andreasen
Inter-Toto cup
22.06
St. Gallen-B68
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 HB
7
5 - 2 -0
17
3
14
17
2 NSÍ
8
5 - 2 -1
17
11
6
17
3 B68
8
4 - 3 -1
13
10
3
15
4 B36
7
4 - 1 -2
25
12
13
13
5 KÍ
7
4 - 0 -3
20
11
9
12
6 GÍ
7
3 - 1 -3
10
12
-2
10
7 VB
7
2 - 2 -3
4
5
-1
8
8 EB/
Streymur 7
1 - 1 -5
7
16
-9
4
9 TB
7
1 - 1 -5
6
27
-21
4
10 Skála
7
0 - 1 -6
3
15
-12
1
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 FS V
7
5 - 1 -1
25
6
19
16
2 Sumba
7
4 - 2 -1
11
7
4
14
3 ÍF
7
4 - 1 -2
20
8
12
13
4 LÍF
7
4 - 0 -3
14
11
3
12
5 KÍ
7
2 - 3 -2
11
13
-2
9
6 B71
7
2 - 2 -3
6
5
1
8
7 B36
6
2 - 2 -2
8
13
-5
8
8 HB
7
2 - 1 -4
9
12
-3
7
9 NSÍ
7
2 - 0 -5
4
12
-8
6
10 VB
6
1 - 0 -5
3
24
-21
3
KÍ-VB:
Marek skal lyfta VB
B36-GÍ:
Hava ikki ráð at missa
Tað verður Marek Viersbicki, sum fer at standa við ábyrgdini av VB-liðnum, og fyrsta
uppgávan verður móti fyrrverandi liðfeløgunum úr KÍ
Hvørki B36 ella GÍ hava higartil staðið seg eins væl sum í fjør, og nú eru ikki ráð at missa fleiri
stig, um heiðursmerki skulu røkkast
C
M
Y
K
26