leygardagur 22. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 22. juni 2002
25
Ivi er um fleiri lykla-
spælarar vera førir
fyri at spæla í kvøld,
og Frank Skytte
ásannar, at tað verður
neyðugt at laga
spælið eftir um-
støðunum
INTERTOTO
Jóannes Hansen
Klokkan seks í kvøld fer
fyrsta føroyska felagið í
europeiska eldin á hesum
sinni. Talan er um B68,
sum skal spæla á útivølli
ímóti St. Gallen í Sveis.
Talan er um fótbóltsflagg-
skipið í býnum St. Gallen,
sum liggur í landnyrð-
ingshorninum av Sveis –
ikki so langt frá Liktinstein,
Eysturríki og Týskalandi.
Íbúgvaratalið er 71 túsund
ella fleiri enn seksti ferðir
so nógv, sum tað gera í Nes
kommunu!
B68 ferðalagið fór av
landinum fyrrapartin miku-
dagin, og teir verða aftur í
Føroyum sunnudagin.
Luturin hjá føroyskum
feløgum í altjóða fótbólti
hevur sum oftast verið ast
stríðast ímóti liðum, sum
eru væl betri fyri enn
føroyingarnir. Hóast Sveis
ikki verður roknað millum
europeisku stórtjóðirnar í
fótbólti – eitt nú eru teir
ikki við í HM endaspælin-
um hesa ferð – so verður
talan um ivaleysa stórt stríð
hjá B68.
Í kappingarárinum, sum
var liðugt fyri góðum mán-
að síðani, endaði St. Gallen
á sætta plássi. Nú hava teir
fyrireikað seg í meiri enn
tvær
vikur
til
nýggja
kappingarárið. Í felagnum
eru ikki færri enn tíggju
útlendingar. Sum á Toftum,
so hava teir í Sveis tríggjar
brasiliumenn í hópinum.
Ein av St. Gallen spælar-
unum hevur júst luttikið í
HM endaspælinum. Tað er
miðvallarin Tebeho Mo-
koena úr Suðurafrika. Tað
er kortini ivasamt, um hann
verður við ímóti B68 í
kvøld.
Tá vit høvdu samband
við Frank Skytte, dugdi
hann ikki at siga okkum,
hvussu sveisiska liðið verð-
ur mannað:
– Ofta brúka venjarar
hesa kappingina at gera
royndir í, áðrenn tað verður
farið undir eitt nýtt kapp-
ingarár. Eg rokni bara við,
at teir ikki rokna okkum
fyri nakað serligt, og at teir
tískil fara at geva fleiri
óroyndum monnum møgu-
leikan. Tað eigur at verða
okkara møguleiki.
Hava tit nakran møgu-
leika?
– Teir eru sjálvandi stór-
favorittar, og vit skulu ikki
rokna við at fáa nógvar
málmøguleikar. Men vit
fara at gera okkara besta.
Vit taka hetta sum eina
eyka avbjóðing, og tað er
sjálvandi eitt upplivilsi hjá
spælarunum at sleppa út
um landoddarnar í Føroy-
um at royna seg.
Frank Skytte er royndur
venjari, men hetta er fyrsta
ferðin, at hann hevur
ábyrgdina av einum liði í
europeiskari kapping. Eina
ferð hevur hann roynt seg
sum spælari í Europa Cup:
– Tað var eftir, at vit í
Fremad Amager í 1972
høvdu tapt steypafinaluna
ímóti Vejle. Teir vunnu
eisini meistaraskapin, og so
komu vit upp í part í
Europa Cup fyri steypa-
vinnarar. Vit spældu ímóti
einum albanskum liði. Í
Sundby
Idrætspark
var
úrslitið 1–1, og í Albania
var málleyst. Tí vórðu vit
sendir úr kappingini uttan
at hava tapt. Í felagnum
erpa teir sær framvegis av,
at teir eru einasta danska
felagið, sum hevur luttikið í
Europa Cup, og sum ikki
hevur tapt!
Frank Skytte heldur, at
tað sæst væl, at føroysku
feløgini hava verið við í
Europa Cup í nøkur ár:
– Tá eg hugsi aftur á,
hvussu Fremad Amager
fyrireikaði seg fyri tredivu
árum síðani, og hvussu B68
nú hevur fyrireikað seg til
Intertoto Cup, so er munur-
in ógvuliga stórur. Pro-
fessonalisman
er
nógv
størri hjá B68. Eg sigi
hetta, tí ofta havi eg ta
fatan, at føroyingar síggja
seg sjálvar at standa aftar-
laga, tá sammett verður við
aðrar.
Hvat meinar tú við, tá tú
tosar um góðar fyrireiking-
ar?
– At vit fóru úr Føroyum
mikudagin, og at vit hava
vant tvær ferðir hósdagin
og tvær ferðir fríggjadagin,
og at vit í fínum umstøðum
hava møguleika at hvíla og
fáa viðgerð frá fysiotera-
peuti, tað haldi eg vera
flott.
B68 venjarin letur væl at
umstøðunum. B68 býr í
lítlum býi, sum er eitt
korter í bili uttanfyri St.
Gallen.
– Gistingarhúsið er gott,
og vertsfelagið hevur lænt
okkum tveir 10 persóna-
bilar, sum vit koyra til venj-
ingar í. Tað tekur tríggjar
minuttir at koyra til eitt lítið
stadion.
Fríggjakvøldið
klokkan 18 skulu vit til St.
Gallen at venja á stadion,
har vit skulu spæla.
Hitin plagar at vera nógv-
ur í Alpunum um summ-
arið?
– Teir báðar fyrstu dag-
arnar her niðri vóru tað 35
hitastig. Tíbetur verður sagt
frá eitt sindur svalligari
veðri leygarkvøldið.
Lyklaspælarar sera
ivasamir
Tá B68 sunnudagin var í
Vági, hevði venjarin skift
út á fimm plássum sammett
við hálvfinaludystin ímóti
NSÍ hóskvøldið:
– Eg var vónbrotin av, at
fleiri spælarar ikki løgdu
meiri fyri í so týdningar-
miklum dysti. Hetta segði
eg teimum kvøldið eftir, og
eg var fegin um, at hug-
burðurin hjá teimum, sum
spældu í Vági, var rættur.
Allir arbeiddu fyri søkini,
og tað eydnaðist at vinna
stigini, sum vóru so sera
týdningarmikil, um vit ikki
skuldu detta heilt niður
ímillum. Nú hava vit tvær
vikur at hugsa um altóða
uppgávurnar. Tíðin skal
nýtast at styrkja saman-
haldið, sum frammanundan
er gott, uppaftur meiri, so
vit vera væl fyri, tá vit í
aðru viku skulu spæla á
Skála og so í Gundadali
ímóti HB.
Hjá B68 eru tað tríggir
spælarar, sum hava nógvar
royndir í altjóða fótbólti.
Teir eru Øssur Hansen,
Fróði
Benjaminsen
og
Hans Fróði Hansen. Tær
síðstu ferðirnar hevur Hans
Fróði spælt meiri ella minni
hálvskaddur. Í Vági noydd-
ist hann av vøllinum, tá tað
restaði eitt lítið korter.
Hans Fróði er í B68 ferða-
lagnum í Sveis, men hann
er ikki førur fyri at spæla.
Jan Petersen og Anders
Nygaard eru eisini í ferða-
lagnum. Anders verður ikki
førur fyri at spæla í dag.
Um Jan, sum fekk løst í
steypadystinum ímóti NSÍ,
verður førur fyri at spæla,
er sera ivasamt. Tað er
eisini eitt sindur ivasamt
við Øssuri Hansen. Hann
hevur
trupulleikar
við
lærinum.
– Eg vóni, at í hvussu so
er Øssur verður tøkur. At
vit hava fysioterapeut við
okkum ger, at spælararnir
fáa nógv meiri viðgerð, enn
tá teir eru í Føroyum og
hava arbeiði at hugsa um.
Tí gongur tað skjótt við at
betra um heilsustøðuna hjá
skaddu monnunum, sigur
Frank Skytte.
B68 á høkjum í Sveis
B68 stóð seg sera væl í Inter-Toto kappingini í fjør. Teir fingu javnleik á útivølli móti Lokeren, meðan dysturin á heimavølli varð
taptur. Hesa ferð er talan tó um nógvar skaðar, og tí eru vónirnar ikki eins góðar
25
Nr. 117 • leygardagur • 22. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tær 52 bátsmann-
ingarnar, sum hava
boðað frá luttøku
til sundalagsstevn-
una, liggja í hesi
nummarrøð á
startinum
5-mannafør, dreingir
1 Sílið
2 Ørnin
3 Tjaldrið
4 Blikur
5 Fípan Fagra
6 Havfrúgvin
7 Drekin
8 Junkarin
6-mannafør, kvinnur
1 Lómur
2 Víkingur
3 Gongurólvur
4 Páll Fangi
5 Jarnbardur
6 Riddarin
7 Hvessingur
8 Sølmundur
9 Snopprikkur
5-mannafør, gentur
1 Bráddur
2 Dúgvan
3 Royndin Fríða
4 Frúgvin
5 Havfrúgvin
6 Blikur
7 Ørnin
8 Sílið
9 Fípan Fagra
10 Drekin
11 Tjaldrið
12 Tekla
13 Junkarin
14 Firvaldur
6-mannafør, menn
1 Víkingur
2 Snopprikkur
3 Sølmundur
4 Gongurólvur
5 Páll Fangi
6 Smyril
7 Hvessingur
8 Strálan
9 Jarnbardur
10 Hósvíkingur
8-mannafør
1 Ørvur
2 Húsavíkingur
3 Argjabáturin
4 Kvívíkingur
5 Knørrur
6 Kvívíksbáturin
10-mannafør
1 Havnarbáturin
2 Klaksvíkingurin
3 Eysturoyingur
4 Vestmenningur
5 Nólsoyingur
Venjarin hjá besta
mansliðnum í Vági,
Dragan Kovacevic,
hevur fingið sekkin
frá leiðsluni
UPPSØGN
Jákup Mørk
Leiðslan hjá VB gjørdi
hósdagin av at siga
ungverska venjaran hjá
felagnum, Dragan Kova-
cevic, úr starvi.
Hjá
teimum,
sum
fylgja við í best før-
oysku deildini, kemur
uppsøgnin kanska ikki
heilt óvart á. Longu und-
an landskappingarbyrjan
var ein spírandi ónøgd at
hóma millum leikarar-
nar, og fyri góðari viku
síðani bar av, tá Jón
Pauli
Olsen, Tórður
Holm og Birgir Jørgen-
sen allir boðaðu frá, at
teir ikki spældu við VB,
so leingi sum Dragan
var venjari. At úrslitini
hjá VB ikki hava verið
betri, enn sjeynda pláss-
ið á stigatalvuni vísir,
hevur helst eisini skund-
að undir avgerðina um at
siga venjaran úr starvin-
um.
Nýtt venjarapar
Hóskvøldið var so leik-
arafundur í VB húsin-
um, og har varð gjørt av,
at hetta fram til summ-
arsteðgin verður Marek
Vierzbicki
leikandi
venjari hjá felagnum
sum ein fyribils loysn, tó
at tað ikki kann útilok-
ast, at hetta verður var-
andi.
Samstundis er gjørt
av, at Hans Nielsen, sum
áður hevur leikt á besta
VB-liðnum, skal taka
sær av næst besta liði fe-
lagsin. Somuleiðis hetta
fram til summarsteðgin.
Kvinnurnar vunnu
stórsigur á einum av
mætastu bridge-
tjóðunum í Europa,
og menninir megn-
aðu í sera spennandi
dysti at basa Russ-
landi
BRIDGE
Jákup Mørk
Føroyar, sum fyri fyrstu
ferð yvir høvur tekur lut í
EM-kappingini í bridge,
hevði longu undan hós-
degnum
skapt
nøkur
óvæntað úrslit, men nú ber
av.
Stórveldið,
Russland,
mátti í hósdagin lúta, tá teir
sótu yvirav Boga Simonsen
– Rói á Rógvu Joensen og
Heðin Mouritsen – Jóannes
Mouritsen.
Fyrstu løtuna tóku Før-
oyar
mótstøðumenninar
fullkomuliga á bóli, og eitt
skifti var leiðslan 44-2.
Russar komu tó sterkt aftur.
Undan seinasta spælinum
var støðan 58-59, og allir á
føroyska liðnum vónaðu
bara, at teir megnaðu at
halda einum javnleiki, men
tað gjørdist betri enn sum
so. Heðin og Jóannes
meldaðu ein lítla-slem, sum
russararnir brendu, og so
máttu teir úr stórveldinum
bara ásanna eitt stórt aft-
urstig í royndunum at vinna
sær pláss við HM.
Føroysku menninir eru
framvegis á 33. plássinum í
samlaðu støðuni, men tað
skerst ikki burtur, at fram-
úrskarandi úrslitið ímóti
Russlandi gevur sera góðar
vónir, nú teir komandi
dagarnar skulu hitta fleiri
av veikaru tjóðunum
Kvinnurnar bastu
favorittunum
Var avrikið hjá monnunum
gott, so var tað ikki minni
gott hjá kvinnunum. Marj-
un Restorff-Arnleyg Mikk-
elsen og Joan Grunnveit-
Majken Johansen, tóktust
vera farnar undir eina
ógjørliga uppgávu móti
Fraklandi, sum á pappír-
inum verður mett sum næst
sterkasta liðið í kappingini.
Allan dystin ígjøgnum
vóru føroysku kvinnurnar
greitt á odda. Í seinasta
spælinum meldaðu fronsku
kvinnurnar 13 IMP, men
var bert nóg mikið til at
bjarga teimum undan tí
heilt stóru eyðmýkingini,
sum tað vildi verið, um
Føroyar megnaðu at halda
favorittunum á eitt-siffrað-
um stigatali. Endaliga úr-
slitið gjørdist 19-11 til før-
oyska liðið, sum sostatt
hevur skorað 38 stig í trim-
um dystum, og røkkur hetta
til eitt 19. pláss í kapp-
ingini. Hartil skal sigast, at
teir tríggir dystirnir, sum
Føroyar hava spælt, allir
hava verið ímóti tjóðum,
sum eru millum tær sjey
ovastu í kappingini.
Landsliðsvenjarin, Svend
Novrup, sigur í stuttari
viðmerking, at hóast frálíku
úrslitini hósdagin, so skulu
vit varin við at seta før-
oysku liðunum alt ov stór
krøv. Men hann leggur
afturat, at við evnunum,
viljanum og samanhaldin-
um, sum liðini hava, skulu
tey nokk syrgja fyri, at
komandi dagarnir eisini
fara at kasta okkurt positivt
av sær. Í fyrstu atløgu sigur
hann tó, at nú skulu kvinn-
urnar hugsa um dystin móti
Íslandi í fjórða umfarinum.
Sundalags-
stevnan
VB venjarin
fekk sekkin
Føroyar skaptu
sensatiónina
Tað tykist, sum um landsliðsvenjarin í bridge, Svend Novrup, veruliga hevur funnið allar
trumfirnar fram, nú Føroyar á fyrsta sinni taka lut í EM-undankappingini
C
M
Y
K
24