leygardagur 22. juni 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 117 - 22. juni 2002
Nr. 117 - 22. juni 2002
23
Føroyski sangarin
skuldi skriva nógvar
autografar, tá hann
spældi fyri íslend-
ingum í túsundtali
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Brandur Enni gjørdi rætti-
liga vart við seg, tá hann
vitjaði í Íslandi fyrr í
vikuni.
Brandur var á promo-
tion-ferð, tey kalla, og tað
gav beinan vegin úrslit, at
føroyski sangarin var í
Íslandi og sang. Fólk tóku
sera væl ímóti honum, og
áhugin fyri tónleikinum
hjá honum var stórur mill-
um íslendingar.
Áðrenn ferðina til Ís-
lands var ikki tað stóra
gjørt fyri at føra Brand
fram í Íslandi, og tí skuldi
13 ára gamli tvørámaðurin
byrja á berum, tá hann
steig í land í Íslandi. Men
tað uppgávuna dugir hann
eisini væl.
Brandur spældi á stórari
útikonsert í Reykjavík, og
har vóru eini 8000 fólk og
lurtaðu. Hetta var mána-
dagin, tá íslendingar halda
sín hátíðarliga tjóðardag.
Seinni
hendan
dagin
spældi
Brandur
á
Hafnafirði, har 2000 fólk
lurtaðu, og har móttøakan
um gjørligt var enn betri
enn í Reykjavík.
Børn og ungfólk vildu
hava autograf frá føroyska
sangaranum, og tey spurdu
Brandur
lýsti í
Íslandi
nógv eftir fløguni hjá hon-
um, sum nú verður seld í
Íslandi. Fólk í tónleika-
vinnuni í Íslandi halda, at
Brandur
hevur
góðan
møguleika at selja nógvar
fløgur har yviri.
Nýggjar uppgávar
Eftir konsertferðina til
Íslands fór Brandur til
Noregs, har hann nú heldur
frí eina tíð. Men fyri
framman bíða nýggja av-
bjóðingar.
Upptøkurnar eru byrj-
aðar til tveir nýggjar sang-
ir, sum skulu gevast út á
eini stakfløgu áðrenn ólav-
søku. Hesir báðir sangirnir
vera á enskum, og ætlanin
er, at teir eisini skulu brúk-
ast til eina nýggja fløgu,
sum skal gevast út í út-
londum.
Í Íslandi hitti Brandur
Enni
íslendsku
barna-
stjørnuna Jóhanna Guðrún,
sum er 11 ára gomul. Hon
hevur longu sligið sítt navn
fast í Íslandi og hevur selt
nógvar fløgur. Ætlanin er,
at Brandur og Jóhanna
Guðrún skulu syngja eina
duett saman í næstum, og
tað verður væntandi gjørt,
um Jóhanna Guðrún kemur
til Føroya seinni í ár.
Næsta
konsertin
hjá
Brandi Enni verður helst á
ólavsøku, tá hann eisini
verður aktuellur við nýggj-
ari stakfløgu.
Brandur og íslendska barnastjørnan Jóhanna Guðrún. Tey skulu møguliga syngja eina duett
saman í næstum
Brandur hevur fingið góða venjing í at framføra fyri stórum
mannamongdum
Brandur var væl
umtóktur bæði í
Reykjavík og
Hafnafirði og slapp at
skriva nógvar
autografar
Eini 8000 fólk vóru til konsertina við Brandi í Reykjavík
Brandur og James Olsen á flogi til Íslands
C
M
Y
K
23
22