leygardagur 20. mars 1976síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 9
sosialurin
Ulvurin varð standandi
eina letu, fór so sinniliga
gangandi og hvarv aftur und-
ir einari herðu.
Ansið eftuir!... Tit megu
ikki fara frá kerrunum!...
Haldið inn í skógin, skógin
for fanan! rópti oddamaðurin
hjá ránsmannaliðinum og
reistist í isporunum. Men
manningin á kerrunum var
longu farin í holt við at kuta
dráttarlínurnar av, og reðin
av hestmonnum, sum var
komin í ólag av maskinbyrsu-
skjótingini, flýddi yvir háls
og herðar.
Oddamaðurin vendi hesti
sínum og sá ein einsamallan
ålopsmann koma tvíspor-
andi. Hann reiggjaði við
sverðinum upp um hevd. Av
kikaranum, hann hevði hang-
andi á bringuni og skikkjuni,
sum bylgdist í lotinum sum
veingir sá oddamaðurin, at
hetta var ikki nakar vanligur
reyður hermaður, hann hevði
fyri sær, og táttaði í teym-
arnar. Hóast boðið var langt
hómaði hann eitt ungt andlit,
sum fult av vreiði snerkti
móti vindinum. Hesturin hjá
oddamanninum fell á knæ og
tók at dansa undir honum, tá
skræddi pistólini úr beltinum
og rópti:
Tín hvelpur! Ja, reiggja tú
bert við hasum leikasverði-
num! Nú skalt tú hava við
meg at gera!...
So meddaði hann eftir tí
svertu skikkjuni, sum kom
nærri og nærri og skjeyt.
Hesturin rann nakrar fáar
metrar, áðrenn hann stoyttist
eftir høvdinum, men Nikolka
var skjótur uppaftur, blakaði
skikkjuna frá sær og kom
rennandi ímóti honum. Hann
skjeyt alla tíðina. N'
hann nærri og nærri...
Inni í skógini gav onkur
seg illa. Eitt skýggj dróg fyri
sólina, og skuggarnir komu
krúpandi fram eftir steppuni.
Ein sovorðin smádrongur,
hann rennur seg lúkst beint í
deyðan, hugsaði oddamaður-
in við sjálvum sær, og ikki
fyrr enn hin hevði brúkt ell
skotini hjá sær, koyrdi hann
á hestin hjá sær og legði eftir
honum sum ein rovfuglur. So
snaraði hann sær eitt sindur
a og brá sverðinum. Hann
kendi, hvussu kroppurin á
mótsteðumanninum linkaði
og hoknaði niður. Hann
sprakk úr saðlinum, treiv
eftir kikaranum, hin hevði
um hálgin og sá at hann var í
kromleðurstyvlum. Hann
kveitti kvikliga uttan um seg
og settist at toga teir av
líkinum. Hann setti fótin á
knæið á honum og hevði
skjótt fingið annan styvlan
av honum. Við hinum gekst
verri. Hosan mundi helst
vera gliðin niður, tí einki
hjálpti um hann so setti á av
ellum alvi. Hann svór við.
Endiliga eydnaðist tað. Hos-
an lá heilt niðri í styvlanum,
og nú sá hann á tí bera fóti-
num eitt sindur oman fyri
ekilin eitt móðurmerki sum
eitt dúvuegg til steddar.
Spakuliga sum ræddist hann
at hin deyði skuldi vakna
vendi hann tí longu kólnaða
andlitinum á. Ur munninum
rann ein heilur áarfossur om-
an yvir hendurnar á honum.
Hann stardi at andlitsyvir-
bragdinum á hinum deyða,
legði so lorkusliga báðar hen-
dur niður á teir ungu herðar-
nar og segði hikstandi:
Sonur mín!... Nikolka
mín... Mítt egna kjøt og blóð!
So myrknaði hann í andliti og
rópti: 1
— Hví sigur tú einki. Á, at
hetta skuldi henda meg...
So signaði hann oman yvir
tann deyða, togaði tey blóð-
ugtu eygnalokini sundur og
hugdi til fánýtis eftir lívi í
teimum brostnu eygunum,
meðan hann skakaði tann liv-
leysa kroppin... Men Nikolka
hevði í deyðanum bitið tenn-
irnar fast saman um tann blá-
liga tungubroddin, sum
ræddist hann at skula koma
at smetta frå onkrum Ometa-
liga stórum og umráðandi.
Oddamaðurin fyri ráns-
mannaliðinum trýsti hendur-
nar á soninum inn at bringuni
og kysti tær. So setti hann
pistólina inn millum og læt
skotið av...
Um kveldið, tá hestmenn
sum skuggar komu út úr
skóginum, og vindurin bar
ljóðið av mannamáli, rossa-
gneggi og glintinum frá ístig-
arunum út um steppuna, fór
ein rægammur dovisliga á
flog upp úr tí tætta og rísna
hárinum á oddamanninum
Nr. 22 — 20. mars 1976
fyri ránsmannaliðinum. Hann
vant seg hægri og hægri upp
í loft og hvarv sum ein flykra
høgt, høgt uppi undir tí gráa
heystbleika himmalinum.
Hans Thomsen umsetti
eftir Mihail Sjolohov
2
[3]
ur
oO
i)
ce
om
o
o
m
30
Z | FAO
r
|
8 18
UBE- SOMMER
LEGEMSTFREM: |[ROHER ;
TYDELIG] VOVET UNGE | TONE FUGLE
HEDER DEL |DELES|TAL í El LARVE
; 3
ht]
Så
zoo
á
== 52)
9 24
D2TYR
ret
m !
r 210
g
>»:
=
på]
Ef:
mo
<
fæ]
m4
: ed
m
—
= |
—
Por
8 FS
ven Á
zw [3]
oo
#0
8R
2"
F5
<
3
>
x
3
<
= HE
"| 1
z-3|2 ks
HEER 2 si
MATE. STED-
RIALE ORD
NORD
SUD
LEVE
! BRYD ALDERS-
SOMT HVILE
rn
=) få
3
Ár 2
m ce
I) | 11. '
r le
bd dere
BERND:
++ Á ) 1711
=
m
pel
van
KOS
37