leygardagur 20. mars 1976síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 22 — 20. mars 1976
N
5
/
Hetta eru steinørir menn,
royndir kosakkar, sum allir
hava verið í lótum fyrr, men
kortini = setur oddamaður
teirra brýr, tá hann hugsar
um standin: hann reisist í
sprounum, eyguni leita stygg
út um steppuna og metir
kannandi um, hvussu langt
tað man vera yvir at ti
blánandi skógjaðaranum hinu
megin ánna.
Aftur heldur liðið fram leið
sína sum flýggjandi úlvar,
meðan reiliðið hjá Nikolka
Kosjevoj eltir teir tætt í helu-
num.
A góðum summardegum
sveiggjar og aldar kornið við
Don undir tí klára, dimmbláa
steppuhimmalinum, og øks-
ini ringla spakuliga sum silv-
urklokkur. Tå er heystid i
hondum og skeggið á tí búnu
hveitini svart sum á einum
seytjan ára gomlum ung-
linga, og rugurin stendur
næstan mannshegur.
Teir skeggjutu kosakkar
sáða rugin hjá sær í leirjørd
undir sandheyggjunum, stutt
frá bygdarkålgørdunum.
Jørdin foldar ikki nógv, tú
fært sjálvdan meira enn tret-
ivu mål av korni á tiggju
fóðurviddum, men teir sáða
tað kortini at gera brennivín
av. Brennivinid hjá kosakk-
um er reinari og klárari enn
ungmoyggjatár. Hetta hevur
verið siður frá fyrndartid,
hetta var legurin abbar og
langabbar drukku alt tað, ið
nakar kundi minnast. Tað er
ikki av ongum, at skjaldar-
merkið hjá kosakkum sýnir
ein drukknan kosakk ríðandi
á einum brennivinsfati. Á
heystardegi leg:t ein tungur
rúsur oman yvir garðar og
bygdir og tú sært tær reyðu
topphúgvurnar hjá kosakk-
um vagga sum í tungum
sjógvi innan fyri rimagarðar-
nar, sum eru flættaðir úr viðj-
um og røkka upp á eksl á
manni.
Av hesum stendst, at tað
ongantíð tornar av odda-
manninum, av hesum kemst,
at manning hansara situr og
riðjar á á maskinbyrsukerru-
num, sum rossini draga.
Í sjey ár hevur oddamaður-
in ikki sæð heimbygdina
Fyrst var hann kriggsfagni í
Týsklandi, so kom hann sær í
hóslag við Wrangel general,
síðani kom tann heita sólin í
Miklagarði, fangalegan innan
fyri píkatráðin, turkisku
skúturnar við teimum bikadu
seglunum, tað ivna sevið við
åarbakkarrtar í Kubanj og so
til endans — hetta harkaliðið.
Hetta var livið, hann hevði
livað hesi árini. Sál hansara
var harðnað í stein, sum farið
eftir neytakleyvunum á tí sól-
bakaða vegnum yvir stepp-
una. Ein løgin og óskiljandi
pína tykist niva hann, vedd-
arnir kennast so tungir og
móðir, og hann veit við sjálv-
um sær, at hesa pínu fer hann
ongantíð at fáa doyvt,
hvussu nógv vodka hann so
drekkur. Men hann gevst
ikki. heldur á at drekka —
eingin dagur fer burturimill-
um — ti setliga angar rugur-
in á steppunum við Don, og
bylgist undir tí heitu sólini,
og tær sólbrendu genturnar á
gerðunum og í bygdunum
duga at brenna ein so ótrúliga
kláran leg, sum skuldi hann
verið klárasta kelduvatn.
IV
Um sólsetur kom fyrsta nátt-
arfrostið á. Sum silvurslettir
legðist tað á tey breiðu bloði-
ni á áarkoppunum, og morg-
unin eftir sá Lukitj gamli
tunnar ælabogadánaðar is-
hindir glitra á mylluhjóli sin-
um.
Hann hevði ikki kent seg
væl henda morgunin: hann
hevði so ilt í lendunum, tann
nivandi pinan gjørdi beinini
tung sum jarnlodd. Hann
hólkaði inni í mylluni og tað
var ikki meir enn hann var
mentur at flyta beinini, tung-
ur á sær sum hann var. Ein
mús stakk upp úr kassanum,
har sáðirnar vóru, at forvitn-
ast. Hann hugdi uppúr við
sínum vatnutu gamlamanna-
eygum: undir loftsbitanum
kurraði ein dúgva. Hin gamli
andaði roykin av dunnumati
og malnum rugi inn gjøgnum
nasagluggarnar, ið vóru at
síggja til sum vóru teir
horaðir inn í leðurhart leir, so
lurtaði hann eftir, hvussu
ófrættakent vatnið skvatlaði
uttan stólparnar og roytti seg
í tað flokta skeggið.
So fekk hann sær eina
stutta hvild í garðinum utt-
anfyri, legði seg har at blun-
da við skinnfrakkanum oman
á sær og munninum viðopn-
um; heitt, kleimið spytt setti
úr kinnklovunum niður í
skeggið. Skýmingin sveipaði
seg longu um smáttuna hjá
hinum gamla, tað var ikki
meira enn at myllan hómaðist
i ti mjólkkendu tokuni ...
Tá hann vaknaði — sá
hann tveir menn koma rid-
andi út úr skóginum. Annar
teirra rópti á hin gamla:
Kom higar eitt
gamli!
Lukitj, sum skuldi fara út
úr garðinum, steðgaði varin
á. Í hesum ófriðartiðum vóru
mangir vápnaðir menn sum
hasir báðir komnir henda
vegin. Og uttan at spyrja um
loyvi, hevdu teir tikið fóður
og mjøl við sær, so hann var
farin at hata teir allar samlar.
Skunda tær so, titt
gamla lók!
Lukitj breyt sær slóð mill-
um øll býflugubelini, látandi
við teimum litleysu varrun-
um stødgadi hann eitt hósk-
andi petti frá hesum báðum
lítið,
óbodnu gestunum og hugdi
ikki uppúr.
Vit hoyra upp í teir reyðu,
gamli... okkum skalt tú ikki
ræðast, segði oddamaðurin
blidliga og hásmæltur. Hann
var so hásmæltur. Vit leita
eftir einum ránsmannaliði,
mistu so okkara egnu burtur
… Ikki hevur tú sæð nakran
ríða fram við her í gjár?
— Jú, tað gjørdi eg.
Hverja leið hildu teir,
gamli?
Spyrjið tit sjálvan hin
versta um tað... Hvussu skal
eg vita tað!
— Ikki munu nakrir teirra
fjala seg í mylluni hjá mær?
— Nei, segði Lukitj, sum
tá tú klamsar eina hurð aftur
í lás og skuldi fara.
— Ver nú ikki so bráður,
gamli. Oddamaðurin leyp úr
saðli og kom hjólbeintur
standandi = niður. Ramur
brennivinsroykur gekk at
honum, tá hann trúttaði inn í
Lukitj: Vit eru úti og beina
fyri kommunistum ... skal eg
siga tær! ... Men hverjir vit
eru, rakar ikki teg. So snáv-
aði hann á og misti teymar
nar úr hondini. Nú letur tú
okkum í stundini korn til
hálvfjersinstjúgu ross og
vágar tær ikki at tala ... Og
tað skal vera, áðrenn eg havi
talt upp í try! ... Hoyrir tú?
Hvar goymir tú kornið?
Eg havi einki, segði
Lukitj og kveitti burtur.
Hvat hevur tú har yviri í
hasari løduni?
Næ-æ har er tað bera órusl
og fras Kornsáðin er so
eingin!
Kom, lat okkum fara at
vita!
So treiv hann í herðatoppin
á hesum gamla og dróg hann
við sær yvir at leðuni, sum
stóð har nakað burturfrá.
Sjálvur skræddi hann huðina
upp. Har inni stóðu nógvar
kornkistur fullar av korni.
Er hetta kanska ikki korn,
ha? Tin gamli skálkur?
Jú, min verndari .. Jú,
men hetta er tað sindrið, eg
havi fingið í lon. Eitt heilt ár
hevur tað tikið mær at savna
hetta saman, ein nevan nú og
annan tá... Og nú ætlar tú at
blaka kornið hjá mær fyri
rossini ...
Íðan, heldur tú at hestar
okkara skulu doyggja í rossa-
raki? Tú manst vist halda við
teimum reyðu, haldi eg!
Leggur tú ikki í at liva long-
ur?
Miskunna mær, tygum!
Eg havi einki gjørt! Lukitj
skræddi ta slitnu húgvuna av
høvdinum, fall á knæ og
kysti tær lodnu hendurnar á
oddamanninum ...
Kom so við ti: Heldur tú
við teimum reyðu?
Fyrigevið mær, fyri-
gevið mær at eg svaraði tyg-
um so býttisliga aftur. Latið
meg sleppa, hálvgræt hin
gamli og fevndi tvørtur um
knæid å oddamanninum.
Svørj at tú ert ímóti teim-
um ryeðu! Men rist ikki kross
fyri tær, tú skalt eta moldina,
tú stendur á!
Tannleysur sum hann var
tannlaði hesin gamli moldina,
hann risthentur hevði fingið
sær upp í lógvan. Tárini
runnu honum so stiå oman
eftir kjálkunum.
— So, nú er nóg mikið. Nú
trúgvi eg tær. Slepp tær so
aftur á føtur!
Oddamaðurin læði, tá hann
sá hvussu illa gekst hinum
gamla at koma á føtur aftur.
Imedan vóru menn hansara
komnir har og fingu nú úr at
gera at tøma kornkisturnar.
Hestarnir vóðu í teimum
gyltu kjarnunum, sum lógu
um alt túnið.
V
Sólin reis aftur undir einari
våtari mjørkabrugv.
Tad eydnadist Luktij at
sleppa aftur um vaktarmann-
in, og eftir einari skogargøtu
bert hann visti um, skundaði
hann sær alt hann varð ment-
ur gjøgnum skógin, sum
beint var um at vakna av sín-
um náttarblundi.
Hann kom fram at vind-
mylluni og skuldi beint halda
oman í bygdina, tá hann nak-
að burturi hómaði mennkoma
ríðandi móti sær.
— Hvor er hatta, ið har
kemur? varð rópt í hesi stóru
kvirruni.
Tad eri eg, mutladi Lukitj.
Hann var rennvåtur i sveitta
og skalv um allan kroppin.
Hvør eri eg? Hevur tu
ferdaloyvisbræv? Hvat gert
tu her?
— Eg eri myllari … å vatn-
mylluni haryviri. Eg havi eini
ørindi í bygdini.
Hverji erindi? Kom við
mær til ovastan fyri reið-
liðnum! Tú skalt ganga und-
an rópti ein maður á hestbaki
og koyrdi á hestin hjá sær.
Lukitj kendi tann heita
andan frá rossinum í nakkan
og royndi at hólka undan so
kvikliga sum hann fekk.
Í túninum uttan fyri eina
smáttu við tigultaki stødgadu
teir. Maðurin, ið fylgdist við
honum steig mutlandi niður
úr saðlinum, bant hestin við
ein hegnsteyra og fór glint-
andi við sverðinum upp for-
stovutrappurnar.
Tú kemur við!...
Ljós var í vindeyganum.
Teir fóru inn í stovuna.
Lukitj var um at kódna i
royki og fór at njósa. Hann
tók húgvuna av høvdinum og
risti kvikliga kross fyri sær
framman fyri halgimyndina,
sum stóðu í einum króki.
Vit hava handtikið ein
gamlan mann. Hann skuldi
oman í bygdina.
Nikolka hugdi
spurdi svevnpiskutur,
avgjørdur á málinum:
uppúr og
men
— Hvar ætlaði tú tær at
fara?
Lukitj fór eitt fet fram
ímoti honum og stamaði
glaður:
— Er tað tú, góðasti... nú
síggi eg, at eg eri komin mill-
um hampafólk aftur — Ég
var so ræddur fyri, at eg aft-
ur var fallin í ránsmanna-
hendur... Tordi ikki at spyrja
handa har... J/ eg eri myll-
arin. Tit komu henda vegin
og fingu eitt krúss av mjólk
frá mær, ta ferðina tit riðu
gjøgnum Mithrokaskógin,
minnist tú ikki tað, vinur-
in?... Minnist tú ikki tað?
— Ná, og hvat veist tú so
at siga frá?
— Jú, góðasti vinur:Í gjár-
kvoldið í skýmingini kom
hetta ránsmannaharkaliðið og
legði á meg, blakaðu alt mitt
dýrabara korn fyri rossini!
Og so fóru teir eisini so illa
við mær og eyðmýktu meg...
Oddamaður teirra bað meg
sverja, at eg skuldi íkki
svíkja teir, og so noyddi hann
meg eisini at eta mold, áðr-
enn hann vildi trúgva mær.
— Og vhar eru teir nú?
— Har sum eg fór frá teim-
um. Teir høvdu brennivin hjá
sær og nú sita hasi beistini og
drekka inni í stovu mini. Ég
havi skundað mær alt eg var
mentur yvir higar at siga tær
frá. Eg biði teg, at tú letur
teir fáa av at vita!
— Bið menninar setast á
hestarnar!... Nikolka fór á
fotur og brosaði til hin gamla.
So læt hann seg móður í her-
mannaskikkjuna.
VI
Nú var ljóst.
Nikolka, sum hevdi grøn-
bleikt dæmi, ti hann hevði
sovið so lítið, reið yvir at tí
tvihjoladu kerruni vid
maskinbyrsuni.
So titt og knapt vit herja å,
skjóta tit frå hogru. Vit skulu
læra hasar jassarnar uppi at
sita!
So reið hann tvisporandi
aftur til liðið hjá sær, sum nú
helt fram í tættari fylking.
Aftan fyri nekur eikitro
bóru teir eyga vid figgindan
niðri á mannagetuni. Teir
riðu fýra og fýra við maskin-
byrsuni inni í miðjuni.
— So sporleypa vit! rópti
Nikolka og reiggjaði koyrli-
num.
Ur skógjaðaranum tók nú
ein maskinbyrsa at skjóta
sum óð, og menninir niðri á
mannagetuni herjaðu i
stundini å sum var hetta ein
venjing.
Ein ulvur vid grasi hang-
andi i skinninum kom upp úr
einari vindfellu, toygdi håls
og stod eina løtu og lurtadi å
einari syn. Tætt hjå glumdu
skotini og gangurin var øgi-
ligur.
Liese
i
&
8
=