Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 1976síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 31. mars 1976 sosialurin UTTCMMMMMKUGGKUGKRRUÐMlCSSOCSSSSÞLÞBÞTMTML—L-L-—„—-—-—„ MD„SMDBMhLh—|bLLLL.L LL m mLЗ— Síða 5 Vit eiga at umhugsa EF-limaskap Tingmálið um avmarking av fiskiskapinum við egnu strendur okkara, ger spurningin meiri aktu- ellan nú enn nakrantið, skrivar Sverra Midjord Í blaðnum »Børsen« fyri 28. november 1975 stendur áhuga- verd grein um fiskiveiður og fiskiviðurskifti innan EF og um fiskiviðurskifti í Norðsjónum. »Kraftig nedskæring af kyst- fiskeriet i vente«. Í hesi grein verður sagt, at Norðsjógvurin skal verða eitt EF hav burturav, her skulu bert limnalondini fiska, her skal bert gevast loyvi til fiskifør frá EF-londum, at troyta hetta ríki- sum Norðsjógvurin nú r, her sum á so mong- sum vit feroyingar dømi, einaferð um leiðum hava fiskað og fiska nógv, verður nú sett bann. Víðari verður sagt í somu grein, at væl skal Norðsjógvurin erða eitt EF hav burturav, tó skulu tey ymisku EF-lond hava varðveita eitt 12 míla fiskimark, hetta er ætlað til heimafiskiskap hjá teimum EF- londum, sum hava fiskiveiðu um høvdusvinnu. Hini lima- londini vilja tó fáa eina åvisa loyvi at kvotu ; stundis verður ført fram, i Orentabul fiskiskapur er teimum smáu fiskiførum, fyri at bøta um hetta, er ætlanin at lata stóran stuðul til umleggj- an av fiskiveiðuni. Fad er ætlanin, at Danmark kal fáa frá EF-grunninum til imleggjan av fiskiveiðu síni 885 Hesin studningur verður latin yvir eitt 5 ára skeið og skal sum agt brúkast til umleggja og rationalisering av fiskiskapinum hjá dønum Somuleiðis er ætlanin, at teir fiskimenn, eru 55—65 ár skulu pensionerast, hetta vil EF eisini lata stóran studning til. Og til umskúlan ella aðra hjálp, til stovnsetan av virkjum og sum finna fram til aðrar fiskihættir, verður eisini stuðul latin. Nú sigi eg ikki, at vit skulu fara upp í EF, men ikki kann annað sigast enn at hetta má hava ein vissan áhuga hjá okkum, nú allar fiskileiðir okk- ara treingjast. I ti stóðu, sum vit eru í, har allar gomlu fiskileiðir okkara verða stongdar, ja, sjálvt á heimaleið verður talað um at av- marka, so mugu feroyingar eis- ini fara at hugsa rationelt. Um vit nú blivu limir av EF og fingu loyvi at hava okkara 12 míla fiskimark til okkara heima- fiskiskap, og allur hin flotin fekk framhaldandi loyvi at fiska, til dømis í Norðsjónum og aðrar staðir, harafturat fekst neyðug- ur stuðul til virkir og skip, tá er hetta vert at umhugsa. Í somu grein stendur, at yngri fiskimenn, sum mugu fara frá vanliga arbeiði sinum, kunnu og vilja fáa hjálp til eina umskúlan til onnur arbeiði, ella her haldi eg er eisini meguleikin fyri at stovnsetan av eðrum virkjum, sum hava samband vid høvuds- vinnu okkara. Um vit hugsa okkum, at vit i Føroyum við EF-stuðli fingu sett virkir á stovn, og hesi virkir blivu EF-stuðla, er hetta avgjert vert at umhugsa. Hugsast má eisini um, at Grenland er eitt EF land, og hvussu longi og langt ríkisfel- agsskapurin kemur at tryggja okkum, er ein stórur spurningur, her kemur ikki Danmark at hava stórt at siga, hetta verður ein spurningur, sum verður við- gjørdur í EF og ikki um so langa tið. Vit hava longu frætt, hvussu grønlendingar nú gera vart við seg viðvíkjandi skjeljaveiðuni, og um hon verður avmarkað har, kemur hetta væl eisini at raka okkum, uttan mun til ríkisfel- agsskap. Niðursteðan er í veruleikanum tann, at sum úrslitini eru nú, allar fiskileiðir okkara treingj- ast, og við tí livsmynstri ið vit hava, er bert eitt útlit, og tað er at livikorini hjá Føroya fólki versna, og um so verður, verður EF-málið at koma fram í ljósið. Tingmálið um avmarking, ella rættari sagt kontroll av fiski- skapinum við egnu strendur okkara, ger spurningin meira aktuellan nú enn nakrantid adur. Longu nú eiga Foroya fólk at umhugsa hetta og foroya logting eigur at fara at umhugsa hesi viðurskifti. Og staða má takast til, hvat skulu vit gera. Sverre Midjord Av Sandi: Klárt at byggja fiskahús í juni Á Sandi eru menn við at gera grundøkid til eitt fiskahús byggi- búgvið. Moldin er tikin av, so nú skal hellan spreingjast, til hon er ájavnt við havnarlagið, upplýsir Jógvan Jo- hannesen, sum hevur arbeiðið um hendi. Hann sigur, at ein trið- ingur er boradur og at teir skulu vera lidnir til 1. juni. Tilboðið er uppá 468.000 krónur og er tað kommunan, sum letur tað arbeiðið gjalda. Vad er partafelagið Borgin, sum hevur í umbúnað at byggja eini fiskahús. Til stoddar skulu tey eftir tekningini vera einar 17 ferðir 24 metrar, men meguliga verða tey gjørd størri. Formaður í partafelagnum er Vitus Zacha- riasen. Koyrt til Skopunar Ætlanin við fiskahúsinum er at taka móti fiski til saltingar. Á Sandi er einki fiskavirkid og verður allur fiskurin koyrdur til flakavirkið í Skopun. Fimm deksbátar rogva út av Sandi umframt nakrir opnir bát- ar. Men vedurlikindini hava verid so vånalig, at nakrir av bátunum eru farnir at rógva ut frá Skopun og Skálavík. Á Sandi rógva teir mest út fyri vestan. Viðrar tað ikki at fara vestan- fyri, er heldur ikki veður til at rógva fyri eystan. Nýggjan bát Ein nýggjur Viskund bátur kom til bygdina í seinastu viku. Tað er Kári Horn, sum eigur bátin, meðan Niels á Reynatúgvu skal driva hann. Báturin er 15 tons stórur bøkur og blød Fyrsta nummarid av Mondli er komid ut, og er bladid ógvuliga áhugavert við fleiri áhugaverdum og upplýsandi greinum. Tað er Feroya Fornminnis- savn, sum gevur Mondul út I formælinum skrivar blað- stjórin, Bárður Jákupsson, at blaðið skal vera eitt sambind- ingarlið millum savn og fólk. Vit koma við okkara tilfari, soleiðis at tað arbeiði, ið gjørt verður á savninum, kann koma almenninginum til gagns í so stóran mun, sum til ber. Men fyri at tíðar- ritið skal vera heilt gott, má tilfarið eisini koma frá fólki á bygd og í bý, skrivar blað- stjórin. Skothvalur og Rekehvalur eitur grein eftir Arna Thor- steinsson. M.a. tekur hann fram, hvat Seyðabrævið sig- ur um býti av hvali Herdis Joensen skrivar um skúlagongd í Mykinesi fyri 50 árum síðani. Sjálvt um tað bert er fyri 50 árum síðani, er Tekning til greinina: Fargfiskur og plattfiskur Mondul: áhugaverdur og snotuligur nógv broytt. Hon skrivar m.a Tá eg var ung var skúlin ikki, sum hann er nú Plogingarnar vóru so opnar, at ein kundi renna fingrarnar igjøgnum tær. Einki høvdu vit uttan ein gamlan ovn, av rundu við einum kransi í erva. Bygdarfólkið plagdi at lata torv, hver maður lat nakrar torvleypar, sum hann átti børn til. Fargfiskur og plattfiskur er ein frágreiðing, sum Ras mus Rasmussen á Háskúlan um í brævi til Jens Paula í Dali, skipara — skúlastjóra, í 1953. Torben Diklev, sum í nok ur ár hevur gravað fyri Forn hesum minnissavnið er dani, skrivar „Gamlir studlar« og »Føroya elsti koppur«. Harumframt greinir, ein um veggjaflisar, ein konubrotið Eppilenu og ein: Vákn-vevskeið-vápn. Mondul er ógvuliga snotu ligur við sigandi myndum og tekningum. Hann er skrivað ur á skrivimaskinu, og prent aður á Dimmalætting eru aðrar Spinnið í Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og se oyskum tógvi. v/Olavur Gregersen lja øll sløg av før TØTINGARVIRKID tlf. 20 i Gøtu Opid alt årid Telef. nr 4 3811 Sandur