Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-03-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Bee SE A ——T—T—TTT—— Nr. 25 — 31. mars 1976 Leigarafelagið: sosialurin Síða 7 Hvorki byråd, løgting ella landsstýri hava í verki sýnt nakran vilja til at loysa íbúðarkreppuna Ársaðalfundurin , i leigarafelagnum i , seinastu viku visti, at tørvurin å einum sterkum leigara- felag i dag er størri enn nakrantid ådur Framhald frå sidu 4 Hann verður høgt virdur mill- um politisku starvsbrødur sinar. Saman vid undangongumanni sinum Moses Olsen er Lars Emil Johansen i fer vid at umskapa Sujumut-rørsluna til ikki bert at vera ein rørsla, men til ein polit- iskan flokk i Grønlandi. Av eini grein í blaðnum, sum eisini eitur Sujumut og merkir Framá, skilst, at endamálið hjá flokkinum er at fáa Grønlandi eina heimastyrisskipan.« Viðari skrivar Politiken: „Hvussu stóra undirteku rerslan í grundini hevur, sæst m.a. við at hyggja eftir tolunum frá sein- asta fólkatingsvalinum. Tilsam- ans fingu Lars Emil Johansen og Moses Olsen við fólkatingsvalið í januar 1975 heili 57 prosent av samlaðu atkveðunum í Gren- landi.< Lars Emil Johansen var bert 25 ár, tá hann varð valdur í Grønlendska Landsráðið, har móðir hansara eisini hevur sitið. Í 1973 varð hann valdur í Fólka- tingið, har hann er limur av ting- bólkinum hjá Sosialista Fólka- flokkinum. Limaskapurin hevur givið honum meguleika til at koma í nevndir og situr í Grøn- landsnevndini. TA ——wm—wmwi > iskjansligt. Men eg dugi at siggja at i Skeggjanum er her- ferð min at enda komin. Eg vil ti, vinarligast, biðja tykkum senda mær tilfarið eg sendi inn til April-blaðið aftur. Hetta tilfar var: Endurprent av tí fyrsta BROT UR DAGBÓK, um pumparnar í Havnini, sum eg nakrantið havi skrivað og við- merkingar til sama brot. Aftrat hesum koma so tær 4 yrkingar- nar: Vetur, Ben, Sannfering og Krossurin. Tit mugu ikki halda meg vera smásáran, hetta er bara eitt úr- slit eg so við og við eri komin til. Eg helt uppat at halda Framan, ti hann gjørdist so dogmatiskur, eintåttadur, reint marxistiskur, turrgeldur fyri allar sjålvstød- ugar tankar, uttan anda, virðing vit, sál og list. Hetta, bara at yvirtaka vissar populerar uttar- liggjandi hugsjónir, býður mær so nógv imoti, at eg bara kann vera ímóti og meira og meira herðist i ti totalu anarkismuni, sum er tað upprunaliga menn- iskjað, vakurleikin, tann reina sjålvstødan, kjarnan í tí djúpa frælsinum, ævigi uppreistrar- andin. Eg takki tykkum fyri,ta tíðina, tit hava hýst mær í blaði tykkara, men her skiljast nú okkara vegir. Undanvind og góðan byr í framtíðini ynskji eg tykkum. Magnus Dam Jacobsen Tað er so at siga ógjorligt at fáa kamar ella íbúð í Havnini og teimum størru bygdunum, og fæst endiliga okkurt at búgva í, er tað ofta undir ringum umstød- um og til okursprísir, sigur Leigarafelagið í einum skrivi, sum felagið hevur sent út eftir aðalfundin. Leigulóg frá 1940 Í frágreiðingini stendur, at nú- galdandi leigulóg er frá 1940, og at hon yvirhevur ikki hóskar til viðurskiftini í dag, og at eftir- litið frá almennari síðu er har- eftir. Frá almennari síðu liggur alt á láni hesum viðvíkjandi. Hvorki byråd, løgting ella landsstýrið hava í verki sýnt nakran vilja til at loysa ibudartørvin. Tað er tí neyðugt við einum vælvirkandi leigarafelag, soleið- is at leiðarar kunnu standa sam- an um at beta um kor síni, skrivar Leigarafelagið víðari. Stórar arbeiðsuppgávur Aðalfundurin var samdur um, at arbeiðsuppgávurnar hjá Leig- arafelagnum eru so stórar, at nevndin einsamell ikki hevur møguleika at rekja tær til lítar. Felagið ætlar tí at skipa arbeiðs- bólkar, sum t.d. kunnu arbeiða við uppskoti til nýggja leigulóg, kanna leiguumstødur, tervin á íbúðum og kanna møguleikarnar fyri samtøku-ibudarbygging. Treytin: leigarar eiga at gerast limir At enda heitir Leigarafelagið á leigarar um at gerast limir í fel- agnum: Ein treyt fyri, at Leigarafelagið kann gerast sterkt, er, at leigarar taka undir við ti og gerast limir. (Her skal gerast vart við, at ein húsaeigari sambart leigulógina ikki kann siga einum leigara upp við teirri grund, at hann er limur í Leig- arafelagnum). Leigarar og onnur, ið hava áhuga fyri at bøta um kor teirra, ið búgva til leigu, kunnu gerast limir við at skriva til Leigarafel- agið, torshavn. Nevndin í Leigarafelagnum: Elin Henriksen, formaður, Alv- ur Kirke, næstformaður, Dánjal Jákup Jergensen, skrivari, Tur- ið Dahl, skrivari, og Marjun Sigurðsdóttir. Framhald frá síðu 3 Jógvani Sundstein alla skuldina fyri Smyril. Pauli Ellefsen segði, at Suðuroyarsiglingin er ikki loyst, samstundis sum tann partvísa millumlandasiglingin bert er til ampa hjá teimum, sum hava átikið sær hesa sigling alt árið. Bert met Jógvan Sundstein, úr fólka- flokkinum, segði, at hann sum grannskoðari varð biðin um at gera kalkulatiónir, og tær stóð hann við. Hann segði, at tað verða gjørdir serligir roknskapir fyri hvert skipið hjá strandferðs- luni, og tað verður einki undan- tak í ár. Jógvan Sundstein segði seg at hava atkvett fyri Smyrli, ti tørvur var á einum nýggjum fari til Suðuroyarsiglingina. Eliesar Arge, úr fólkaflokki- num, segði, at hann var í døpur huga, tá keypið av Smyrli kom fyri tingið. Hann hevði atkvøtt fyri keypinum, og Essa Arge segði, at nú hevði hann ásannað, at hann atkvøddi beint. Motorurin umvældur Undir orðaskiftinum varð eisini nomið við vidlikahaldid, og Jóhs. M. Olsen, úr sambands- flokkinum, segði, at hann var fegin um at hava atkvett ímóti, tí longu nú hevdi tann fyrsti motorurin verið á keiini til umvælingar. Hann roknaði við, at um eitt ár høvdu allir triggir motorarnir verið til umvælingar. Løgmadur svaraði, at tað var einki óvanligt at umvæla motor- ar á skipum. Hann legði dent á, at tað higartil er ikki brúkt meiri enn ásetta upphæddin til við- líkahald loyvir, ella 1,3 milj. kr. -sigurd Hurðar á goymslu == Hvi fara av landinum eftir góðsku, tå hon finnist hjá okkum. Hetta framleiðir: "; SNIKKARAVIRKIÐ J. Paturssonargeta 34 TIf. 14777 Tórshavn Til Mariu í Skorti á hennara 80 ára fødingardegi tann 21. mars 1976 Neyvan ein kann finna sum henda kvinna reystleika og dirvi. Sum trellbundin stendur heldur saman hendur, og spyrjandi seg sjálvan: kann eitt menniskja avrika í tolni, áræði og styrki, eitt í mannaeygum ótakksamt virki barnaalari — í mangum vási fremst, sum ikki uttanum kemst — og hartil mangan mannin hevur bjålva. Ein kvinna millum tær fremstu í orrustu fyri javnrætti Á ungum åldri av landi at fara — ei á bás vildi seg læsa — men har klædnakynstur læra. Síðan aftur á Feroya steinar leita fyri har takksemi veita — bæði til fjals og til fjøru móti vanahugsanum herðu at stríðast og sigur vinna. „Ein frisk sál í einum frískum likami« hetta tú tær í geyma legði: á leikvøllum — posarenning — útróðri — fjalli — grindadrápi — og gjørt tann mangan so dimmleitta gerðandisdagin so livandi, sprettandi fríða — bæði fyri tær sjálvum — men sanniliga fremst í huga tú onnur vildi gleða. Tín nærvera — einhver vil sanna tey dimmleittu tokuskýggj fyri sólarmagni máttu víkja Har tú trein um gátt tey dólskastu eygu — vórðu vakin — í mansbarn tú kveikti gleðinnar liv. Eina tílíka mynd — hugsa eg kundi — gjørt á tínum 80 ára degi ei sum ein glæstrimynd - men ein livandi verðunleiki. Ynskja eg vil — mong, mong ár enn tú halla vil av gleðinnar keldum til oss. Eins og ringar í vatni frá middepli til alla síða. Tillukku á hesum tínum stóra degi — eins og lambi fegi við móður síns lið. Eg — saman við tykkum — fyri hesi kvinnu — vil rópa Hurra!!! ei siti og bíni — tømi steypar av víni Gud signi títt mussaskaði — eg sigi av frødi Maria tøkk fyri dagar, vit havt hava saman í álvara og gaman — og ynski: Vit enn mangar dagar vit koma saman at fáa 17. mars — 76 Sólmundur