Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-04-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. apríl 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosiakurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt, telf. 14720 Almennur stuðul VIT hava av og á her í blaðnum vist á, hvønn týdning tað hevur fyri búskapin, fyri land og fólk okkara sum heild, at hava virkir, sum ikki bara eru til fyri at vinna pening, men eisini og einamest eru íkomin fyri at skapa livilíkindi og harvið arbeiði til nógvar hendur. Í hesum viðfangi hava vit vist á, hvenn týdning tað hevur, at tað almenna kann tryggja figgjan til hesi virkir, so tey kunnu gera tað gagn, sum ætlanin er við teimum. SJALVSAGT hevur hetta lopid ødi í ein og annan, sum ikki tolir, at nevnt verður, at tann almenna ileggingin er, og verður væl framyvir, avgerandi fyri lívið og lagnuna hjá hesum virkjum. Ja, tað verður brikslað okkum, tí vit vága okkum at taka hetta uppá tunguna, ti tað er jú illavorðið at siga, at t.d. Bacalao hevur fingið munagóðan almennan stuðul. SO LØGID er tað nú einaferð, at tað má ikki sigast hart, men veruleikin er nú einaferð so, at bæði Bacalao og mong, mong onnur virkir, fyri ikki at siga flest øll munagóð arbeidsskapandi tiltøk í landinum, hava fingið møguleikan gjøgnum munagóðan almennan stuðul, bæði beinleiðis peningaligan ella gjøgnum almennar trygdir, sum hava gjørt tað møguligt at byggja upp virkir og harvið tryggja hvørjum einstek- um lítlum samfelag, hvort tað er bygd ella býur, arbeiði til nógvar hendur. HVORKI vit í blaðstjórnini ella Javnaðar- flokkurin sum so hava nakað ímóti, at so er, ei heldur vilja vit misunna nekrum, sum hava fingið møguleikarnar gjøgnum teir almennu stuðulsmeguleikarnar, men vit megu fast- halda, at tað er igjøgnum dúgliga og skilagóða almenna uppilegging og tilrættarlegging, at vit i dag hava eitt samfelag, sum er ført fyri at geva okkum ellum arbeiði og inntøkur til hvønn dagin. AT TAÐ so er av avgerandi týdningi, at tað verður førdur ein slíkur politikkur, sum tryggjar moguleikarnar, vit eiga, harvið eisini okkara veiðimeguleikar, er sjálvsagt av allar- størsta týdningi. MEN tå tann politiska andstødan er so súr í dag, so er tað sjálvsagt tí, at hetta hevur eydnast, hóast umsteðurnar eru ikki av teim bestu, og hóast ágangurin á okkara veiðiflota er stórur, ikki minst av skerdu veidimøguleik- unum. HVÍ grta hesi krokodillutárini, tá vit vita, at einki týðandi virki í landinum hevði komið, um ikki so var lagt til rættis, at tað fekk so munagóðar almennar trygdir, sum onga aðra- staðir her á okkara leiðum, bæði til ílegging og til raksturin igjøgnum råvørustudulin, sum verður latin til hvert kilo, sum landað verður til okkara virkir. sosialurin dagbókin Ferming Tey, id fermd verða pálma- sunudag, 11. april 1976, í Skåla kirkju v/Niels Paula Danielsen, presti Dreingir: Ingolf Berg, Pætur Daniel- sen, Ragnar Hjaltason, Eyd- un Berth Jacobsen, Magnus Jakobsen, Kåri Johannesen, Herålvur Joensen, Høgni Jo- ensen, Joan Jåkup Joensen, Sjúrður Joensen, av Skála. Gentur: Sunrid Andreasen, Jonna Bech, Biritha Christiansen, Joan Olsen, av Skála. Kristi- anna Hgj, Lisa Hgj, Alisa Johansen, Marion Johansen, Joan Joensen, Karin Joen- sen, Eydna Thomsen, Nomi Gentur: Sunrid Andreasen, Jonna Bech, Biritha Christiansen, Joan Olsen, av Skála. Kristi- anna Høj, Lisa Høj, Alisa Johansen, Marion Johansen, Joan Joensen, Karin Joen- sen, Eydna Thomsen, av Strondum. Nomi Jacobsen, av Morskranesi. Adventista- samkoman Leygardagin kl. 9.30 fp. bib- liugransking. sidani guds- tænasta v. V. Tomasson i Adventistaskúlanum v. Hoy- vikstjørn. Eingin sunnudags- skúli nú sunnudagin. KFUM og-K, Klaksvík Sunnudagin kl. 2 sunnudags- skúli, kl. 6 sunnukvøldid meti v. Amund Berthelsen lærara og Petur Abraham- sen, kl. 9 ungdómsmeti v. Amundi Berthelsen, evni: „Ég søkki bjargamær.« Petur Abrahamsen endar. Til partaeigarar i itrottar- vanlukkutrygging Millum ISF og Tryggingarsambandið er gjørdur sáttmáli um trygging av ítróttarfólki | Tryggingin fevnir um skaðar, hendir undir venjing og kapping, fyriskipað av liðum og deildum undir ISF. Tryggingarveitingin er: Við deyð kr. 10.000, Við 100% avlamni kr. 100.000, Dagpeningur kr. 60, - Arliga tryggingargjaldid er vid dagpeningi frå: 8. degi kr. 70, — 15. degi kr. 60 31. degi kr. 51 91. degi kr. 45, 181. degi kr. 30, — Uttan dagpening kr. 10. - Tryggingin verður teknad við. at hvert ítróttarfólk personliga vendir sær til formansskapin i egnum fegag fyri at útfylla fráboðanarblað og gjalda tryggingargjaldið Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Tryggingarmannin KJARTAN DALSGAARD a Tórgarði tlf. 12940 TRYGGINGARSAMBANDIÐ FOROYAR Partafelagnum FØROYA BANKA Á vanliga aðalfundi bankans hin 2 I. febr. 1976 er samtykt at hækka partapeningin upp i kr. 15.000.000, — við útbjóðing av kr. 5.000.000, — fri-partabrøvum, soleiðis at fyri hverjar kr. 400, — verður útflýggjað kr. 200, — fri-partabrøv. Tey nýggju partabrøvini bera vinningsbýti fyri 1976 eins og tey gomlu og eru annars í ollum viðurskiftum javnmett við hesi. Fri-partabrøvini eru til støddar kr. 2.000, — og kr. 200, Um so er at ein partur av partabrøvunum ikki gevur rætt til eitt fri partabræv, kann FØROYA BANKI antin keypa ella selja rættin til kurs 90 soleiðis, at fáast kann eitt heilt frí partabræv. Utflygging verður frå 26. apríl 1976 til 3. mai 1976 í FØROYA BANKA, Torshavn sum útflýggjar fyribilsprøgv moti fyrivísan av teimum gomlu partabrøvunum, sum verða stemplað Fyribilsprógvini verða umbýtt seinni, eftir nærri kunngerð, við partabrøv uttan evka kostnað fyri innihavaran. Tórshavn, 27. febr. 1976 Nevndin fyri FOROYA BANKA Th. Thomasen Mogens Liitzen Debes Christiansen Thomas Dam Hanus vid Hogadalsá