Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-04-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. apríl 1976síða 8

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

må honum, so ungur og sterkur og fullur av yvirhuga! Avvv! Hvi fanin blívur tú við at traðka meg á skinnabeimið, tin tødholkur! Heldur tú meg vera eitt fortún at ganga á kanska? Eg sigi avv! Nei, einki petti ilt fekk eg kortini, og min var allur feilurin. Men hetta stevið, tygum har tað er eitt sindur ringt hjá mær at koma á lagið. So, so, er hetta nakað tygum sjálvur hava funnið uppá? So, tygumhava funnið tygumhetta stevið sjálvur Ja, ikki kann noktast fyri, at væl riggar tað! Ja, eg hvussu væl tað riggar, og eg kann litið ætla, hvussu frisut kann litið ætla eg nú sjálv eri hárið yvid sum ein fjós og slenut og skjúrtið rukkað sum eitt biði skinn! Nakað at síggja til, sum tá Sodoma og Gomorra gingu undir! Og hvat halda tit ikki, at hetta hevur at tyða fyri gentu á minum aldri! Og so hatta stevið, hann kom við! Jú, illani gekst mær í fyrstani, men nú var eg so dánt komin á lagið. Hetta var jú bert sum at detta einar tvær ferðir og so taka dik á teg, sum hin versti var í hølunum á tær. Jú, nú dugi eg tað, um eg so kortini hereftir fari at noyðast at ganga við einum ringum beini i nøkur ár. Men fyri at siga hatta kriatúrið, eg noyðist at dansa við, kundi ikki torga hann, sum er, so hati eg fyrst eg sá hann hesi steinbýttu, lúrandi eyguni! Fummas Pauli Thomsen Men her noyðist eg so at valsa, til hannsleppur mær aftur, å Gud, hvi gevast teir ikki at spæla? Hvussu leingi skal hesin ervitisfiskurin sleppa at gera mær fyri skommum? Á, Jesus, at fara teir ikki nú at spæla hann umaftur. Men móð? A, nei, ver ikki býtt hevði væl orkað at dansað tað, ið eftir var av náttini! Um eg eri móð, spyrt tú, nei, deyð, tað er,hvat eg eri. Og so gevast teir ikki við hasum musikkinum heldur! Og hesin tittari, eg havi fingið aftrat mær, legst ikki fyri heldur, mødist ikki! Men hvat um hundrað túsund ár kann so alt gera tað sama tá man hetta fara at vera litið umráðandi, og hvat munnu tá smildrað hjørtu ella hetta, at tú ert móð, fara at hava upp á seg Men gud viti, hví eg ikki kundi siga, at eg var móð. Hví seg eg hetta ikki, so eg kundi farið aftur og sett meg við borðið? Kundi bara havt sagt við hann, um vit ikki heldur skuldu lurtað eftir musikkinum. Og hevði hann gjørt tað, hevði tað verið tað einasta fitta, hann hevði gjørt í hetta kveld. Annars haldi eg, hann kallaðist Geo- ge Jan Men sama ger, hvussu hann kallaðist, ellahvat hann ger. Hann kemur so kortini betur burtur úr hesum enn g. Ti eitt sovordid tjórneyt t hevur tad altid gott, hevur ikki frægari vit Men kortini vóru vit farin aftur til borðið at sita, mátti eg helst sagt okkurt við Henda myndin er tikin undir Botnagarði í Nólsoy. Fólkini eru vinstrumegin frå Martin Hansen, vanliga nevndur Martin bóndi, Jóhannes Pauli Hammer, vanliga neyndur Hammer, Helene Jacobsen, vanliga neynd Lena á Skúr, og Elvira i Abbatrød tók myndina miðskeiðis i 30'unum. sosialurin hann. Men hygg at honum hvat í Guds garði skuldi eg sagt við sovorðnan kropp! Skuldi eg kanska spurt hann, um hann hevði verið í sirkus í ár, ella hvat slag av ísi honum dámdi best. Ella kan- ska spurt hann, hvussu hann stavaði orðið »ketta«, ha? Nei, best man vera, sum er, ti hvussu hann so kleyrar, ken- ni eg meg enn hava beinini uppi á mær, men ikki tykkum at siga eg ógvist við, hverja ferð hann stigur til — stúri fyri skinnabeininum. Og sum í einum stuttum bragdi siggi eg alt livið hjá mær fyri mær, minnist so væl hina ferðina meldurhvirlan var yv- iri í Vestur-Indiu, og tá bilarnir stoyttu saman, og eg fekk snudd, bert ti at konan, sum koyrdi, hevdi kenning. Men hetta lítið av miklum og ikki vert at taka upp á tunguna, fyrr enn eg kom í holt við hetta áarrossið her! Og einki vist eg av mótgangi heldur. fyrr enn hann togaði meg fram á gólv til henda devulsliga dans. Men nú man eg vera blivin stein í ørviti, ti hetta er ikki rætt fatt. Ella heldur orkestrid uppat at spæla. Nei, tað ber ikki til, nen kortini ger henda kvirr- an oyrum minum so vælsign- að gott Men hvat er hetta? Gevast hasir lúsakjálkarnir. koma sær! Men teir nú At teir mundu teir vilja spælt, góvu vit teimum 50 dollarar aftrat, ti vælsignað hevði verið at handa fingið teir at spælt valsin eina ferð aftrat. Hans Thomsen umsetti eftirDorothy Parker SGL AA SL OLÆLÐ ILLT LLLSOOOOS:C LOS: COS OO LO ESDLLDDAILG DD LDILLI PI BIS PS LL99PISL9LLY€GILVEGGLLLSLVÞAG Børnini hava orðið — Elsa bakar køkur Elsa skuldi hava fødingardag. 8 år var tad, hon fylti, og hon hevði bjóðað nógvum vinkonum. Mannan ætlaði so, sum vituligt er, at baka nakrar kokur, men nu gjørdist Elsa treisk og vildi sjálv sleppa at baka. Til endans hevði Elsa treiskast so, at mamman gav eftir og helt fyri: »Baka so sjálv, meðni, men koyr so tað i, sum eigur at vera, ti nú fari eg út.< So fór mamman, og Elsa at baka. Men meðan hon nú stendur og rørir køkuna, gloymir hon at koyra bakipulvur í, hetta heyði mamman annars lagt henni eina við. So setir hon køkuna inn í ovnin at baka. Køkan bakast so, og Elsa tekur hana úr ovninum. Nú kemur mamman aftur og sigur: >Elsa, nú fara genturnar at koma, er kokan liðug?< Tær seta so á borðið, og nú koma allar genturnar, men tá tær nú skulu fara at eta kokuna hjá Elsu. er hon so gróthorð, at tær fáa ikki sett tenninar í. Allar fara at flenna, men tá heldur maman fyri: »Ja, Elsa, nú sært tú, hvussu tað er at treiskast. Tú vildi ikki lata meg baka kekuna, men skuldi sjálv og sit nú. Hygg, hvussu hinar genturnar flenna at tær. Men lat hetta vera tær ein læra, ongantið aftur at treiskast við mammu tína, men gera sum hon biður teg, ti hon vil tær altid tað besta.« Rosa 9 år * KK Børnini hava orðið — Gandaringurin Einaferð vóru tað ein maður og ein kona. Tey áttu seks børn, 2 gentur og 4 dreingir. Genturnar itu Marjun og Anna. Dreingirnir Oli, Rói, Leivur og Petur. Einaferð fóru Marjun og Anna út at spæla. Tá funnu teir ein ring. Hann var so skitin, so skitin. Tá segði Marjun við Onnu: >Ég vildi ynskt, at hann var av gulli. Hann er so skitin!< Bråddliga gjørdist ringurin av gulli, og nú skiltu genturnar, at hetta var ein gandaringur. Tær fóru so inn at siga beiggjunum, mammuni og påpanum frå, at tær høvdu funnið ein gandaring. Tær vístu teimum so ringin, og tå gjørdust tey so glad um, at tær høvdu funnid hann. Men tå bråddliga bankadi so hart upp á dyrnar, at húsini skulvu. Påpin fór uttar at lata upp, og tá stóð ein stórur og illur risi uttanfyri. Hann segði: »Fjørid mitt, fjørið mitt. Hví hava døtur tygara tikið ring min?« Pápin svaraði: »Er tað tin ringur?« Risin segði, at tað var tað. >Júmen,< segði pápin, „er hetta ikki ein gandaringur?< Tá segði risin: „Hvussu hevur tú fingið at vita, at hetta er ein gandaringur?« »Nei, eg veit líka,< svaraði pápin, »døtur mínar vóru úti og spældu, tá funnu tær hann. Tá helt onnur systirin fyri við hina: >Ég vildi ynskt, at hann var av gulli!< Og so títt og knapt, hon hevði sagt hetta, so gjørdist hann av gulli. Tá skiltu genturnar, at hetta mundi vera ein gandaringur.« Risin fekk so ringin aftur og fór avstað við honum, og tá vóru oll so glað um, at risin hevði fingið ring sín aftur Kristina 8 ár, Ingun 8år Nr. 27 — 10. apríl 1976 i