Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 28. apríl 1976 sosialurin sv meistara í ironi búgvin til M.A. Jacobsen-heiðurslonina< Hetta má sanniliga sigast at vera herðaklapp frá einum, sum ongantíð hevur brúkt penn sin til annað enn ironi, sum í sínum skrivingarhátti hevur fingið so nógv heiðursmerki fyri dulnevni og ironi, at hann neyvan hevur fingið andað fyri teimum. Og hvat skrivar PN so um óttan? Jú, hann skrivar: >Tað krevur eitt sindur av dirvi opinlýst at fara ein annan veg enn øll hini. Tað sociala meiningstrýstið er ofta tyngri, enn tann einstaki orkar at bera. Ti er tað væl trúligt, at nógvir foringar kundu hugsa sær at siga og skriva og yrkja mangt og hvat. Men teir tora ikki. Onkur ræðist teir lågføttu spilliklútarnar í Dag- blaðnum., og onkur annar nøtrar fyri teirri eðiligu makt, sum okkara gudiliga mafia hevur.« Álvaratos PN, tað menniskja, sum ikki torir. tá tað hevur nakað uppá hjarta, serliga undir so frium viðurskiftum, sum vit liva undir, vit verða hvørki skotin, send á sålarfrødisligar deildir fyri at heilavaskast, sett í fongsul ella í tvangsarbeiðsleg- ur, eitt menniskja, sum undir so góðum umsteðum ikki torir at bera orð síni fram alment, tað menniskja hevur ikki uppiborið heitið skald. Eitt satt skal ræðist einki annað enn sóttina innanifrå, sannleikanum í sjålv- um sær er hann trúgvur, fyri honum má alt víkja. Undir navninum Niðurbundið Skald skrivar tú NS um kærleika tín til systkin, ommu og abba. Dóttir mín kom ein dagin heim við skovum og skrammum og einum bláum eyga, ti hon hevði barst fyri mær og mínum hugsjónum, ti at onkur hevði tosað niðurset- andi um meg og skriving mina Mina skriving standi eg fyri og eingin annar. Dóttir min segði einki um tilburðin, hon var líka góð við meg fyri tað. og hon bað meg ikki halda uppat við skriv- ing mini. Og hvar høvdu hesi børn, sum løgdu hatur á meg og børn mini, fingið teirra vitan frá? Sjálvandi frá teimum vaks nu. Síðani kemur andaligi risin PN fram á journalirnar hjá Arna Olsen, sálarlækna á Statshospit inum i Tórshavn, og skrivar í álvara hesi orð: »Tå journalirnar hjá Arna Olsen einaferð vera atkomuligar, fer at fullum bera til nágreiniliga at dokumen tera hesa síðuna av teirri for oysku mentafascismuni.< Aftur sama lågbeinta tvætl ynskidreymar og polemikkur Eg kann lova tær fyri, mín kæri PN, at tað finnast ikki fleiri sokallað »religionssvøk« í Før oyum, enn tey finnast til dømis í Danmark. Ja, fyri at vera heilt erligur, so havi eg út av umleið 200 sjúklingum bert sæð eitt fyribrigdi, bæði í Feroyum og Danmark, a Kommunusjúkra- húsinum, Sankta Hans Stats hospitalinum í Havnini, Rikis- sjúkrahúsinum og Glostrup. So hesin pástandur tin, lika so lítið sum hinir, heldur ikki. Í vast tu í mínum orðum, so kann eg upplýsa teg um, at eg inntil fyri einum ári síðani, gjøgnum eina krisutíð uppá 3 ár, havi ligið 20 mánaðir á sålarfrødisligum deildum, harav eitt år å aftur- latnum. Men, og hetta undir- strikid eg dyggiliga, er min størsta styrki og ikki min veik leiki, eg sigi hetta ikki, fyri at tu og adrir skulu spara meg, tvørt urimóti, eg toli tað. Ég havi klárað at yvirliva og liva við hesum evnum: vilja, royndum og viti. Eg havi lært bert at hava virðing fyri ti, sum eg meini, er ekta, dugi at síggja gjøgnum alt uttanå, uppgjert, uppskrytt, forlorid bananflus og oyragass. Verid tu, kæri PNNS, fegin um, at tú byrt í londum við demokratiskari socialismu og ikki í einum landi, sum hevur reint demokrati ella reina social ismu. Verður glaður um, at tú ikki býrt í einum landi við tildømis reinari socialismu, ti so vart tu helst sjålvur læstur inni å onkrari sålarfrødisligari deild, bara ti at tú hevði eina aðra meining enn valdsharrarnir. Og tað syrgiliga, so syrgiliga, er, at tú sjálvur, sum elskar talufræls- ið, skal vera tann fyrsti til at arbeiða fram ímóti einari anti- demokratiskari stýrisskipan, sum vil skerja frælsið hjá ein- staklinginum, sum ikki tolir individuelt menniskja, ikki tolir sjálvstoðugar tankar, emn døm- ir teir sum samfelagsskaðiligar Tað er her, okkara vegir so týðiliga skiljast. Eg vil ongantíð ganga við til, at hesi orð ikki verða galdandi: fritt at tala, skriva, anda. Hendir tað, so skalt tú síggja tanks og kanónir, maskinbyrsur, spreingiknøttar, skotvåpn og karatusløg. Nei, min kæri PN, er talan um niðurbundnan skaldskap, so vend tú eyguni eystureftir. Und- ir Zartíðini varð ein Puskjin skaptur, og tann stersti av teimum øllum, Nikolaj Gogol, hevði eg bara dugað, russiskt, so skuldi eg umsett bók hansara, Kappan, eitt av heimsins meist- araverkum, úr frummálinum til foroyskt. Tidin skapti Dostov jevski, Leo Tolstoy og Maxim Gorki, sum sTalin slaktaði. I dag er ikki neydugt at framføra almennar rættarfundir móti annarleiðis hugsandi, fáa teir at viðganga brotsverk, teir ongan- tíð vóru sekir í og síðani at geva teimum nakkaskotið. Nei, í dag hava teir sålarfrødisligu deildir nar, tablettirnar, sjokkini, inn spræningarnar og kvettini. Mid larnir frå Zartidini verda eisini nógv brúktir. Tað er ikki alt frå teirri tidini, sum er ótímans; tvangslegurnar og fongslini Framgongdin i Ruslandi hevur, visir tad seg, einans verid mate- riel, andaliga er fólkið niður bundid. Ein spyr bara seg sjálvan: hvussu leingi? Har, kæri PN, kanst tú uppliva sjokkid, og har, kæri PN, kanst tú uppliva og merkja óttan, tá tú á sålarfrødisligu deildunum fert at kanna journalirnar. Og har kanst tú, NS, siggja domi um meininga-diktatur eirindaleyst Vestmenningar spælt fyri 12.000 kr. Seinnapartin leygardagin varð poppkonsertin hjá vestmenningum tíkin uppaftur í hall Studentaskúlans í Havn fyri fullum húsi a. Tróndur Streymoy spældi á trummur í fleiri orkestrum Lat meg enda hetta prát um sálarfroðisligar deildir og >reli gións-svakleika< við at viðmer kja. at tað eisini finnist nakað, sum eitur »anti-religions-svak- leiki«. Og eitt orð aftrat til Niðurbundna Skaldið, tú roynir at øsa meg upp við slíkum barnsligum og óbúgvnum og polemiskum tvætli, sum at eg ikki tori at taka nakra sjålvstød- uga steðu. Tú vilt ikki siggja, at júst eg havi eina sjålvstøduga stoðu mótvegis tínari liðugt hugsaðari og skræddaraseym- aðari Kristjan Matras skrivar í einum av sínum seinastu yrking- um millum annað hesa mynd: Vit síggja hitt gamla bóndasam felagið, sum ein gamlan, skinkl andi, spillnaknan mann, blá- frystan og piprandi, við himmal vendum eygum, elli og ruilsi, standandi úti í djúpahyli, meðan ein CONGO-dæmdur (Dánjal Danielsen trúboðari?), dýkir hann undir. Soleidis avloysti ein nýggj tíð ta gomlu. Soleiðis fara tiðir og koma yvirtók ta gomlu. Tann tíðin sum tá avloysti tað gamla bóndasamfelagið og mentan hennara. Tann tíðin, sum tå hevur nú gjørt sína skyldu, tíðir koma og fara. Lat meg enda greinina við avloysti ta gomlu, hesum orðum At leva, det år álska och slåss! Vet du nogot annat, sig det for OSS. Søborg Mos 21.4 Magnus Dam Jacobsen er nú eisini at fáa í HOVEDBANEGAARDENS AVISKIOSK Tann tidin, sum Tann fyrra konsertin varð hildin í Vestmanna 2. páska dag. Vestmenningar høvdu megnað at fáa ikki færri enn seks nygg) og gomul orkestur upp á føtur, og í nøkrum orkestrum gekk ein partur av manningini aftur. Hetta ber progv um, at vestmenningar, hóast diskotekdansurin at kalla hevur fingið yvirtakið framvegis vilja varðveita tann livandi tónleikin Á konsertini luttóku or kesturnovn sum Thunder birds, Natives, Sun Flowers Teir undir vaðingini, Lilla og Co. og Fox bólkurin plagar vanliga at spæla til dans í Vestmanna Seinast nevndi Allir bólkarnir komu eins væl frá uppgåvuni, men skal nak- ar takast burturúr, so mugu vit nevna Thunderbirds, Teir undir vaðingini og Fox. Frá søgumadur var Heðin Win ther-Olsen Spæla fyri Europa-Cup Vestmanna Ítróttarfelag skal luttaka í Í ingini í summar. og tað er til uropa Cup-kapp hetta endamálið, vestmenn % ingar hava skipad fyri popp konsertum. Konsertin í Vest mann gav umleid 7.000 k meðan tann í Havn umleið 5.000 kr 1.000 fólk sóu Sponsku Flugu í Suðuroynni Ongantid fyrr hevur Royn-høllin í Hvalba verið so væl vitjað Kvivikingar hava nú spælt skemtileikin Spanska Fluga 28 ferðir. Um vikuskiftið høvdu teir fýra framførslur í Suðuroynni Tvær í Royn-hellini í Hvalba og tvær í Sumba. Tilsamans 1.000 fólk sóu leikin, 700 í Hvalba og 300 í Sumba. Sagt verður, at ongantíð hevur Roynhellin í Hvalba verið so væl vitjað. Í Suðuroynni varð spælt fyri 17.000 kr. 4.500 fólk hava nú sæð Sponsku Flugu. Seinast, kvivikingar spældu sjónleik. vó- ru tilsamans 3.400 áskoðarar Fleiri framførslur Tað er ætlanin at framfera Sponsku Flugu nakrar ferðir afturat. Um vikuskiftið verða framferslur í Havn. Síðani verða framførslur í Gøtu, Klaksvík. Sandavági og meguliga á Ellis heiminum í Miðvági. Framforsl urnar enda aftur i Kvivik.