Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 118 - 25. juni 2002 Nr. 118 - 25. juni 2002 3 Tá ið tú hittir Hanus á gøt- uni í Havn ella tey seinnu árini í Keypmannahavn, so er tað kanska ikki akkurát turbo og ferð, tú hugsar um. Maðurin er um somu tíð fyrikomandi, smílandi og hugsunarsamur, og hóast tú næstan beinanvegin merkir, at hann er miðvísur og ikki sørt andbráður, so er tað ikki kensluna av skundi, tú heftir á hann. Men skund hevur hann havt, og eg misteinki hann fyri, at tá ið vit onnur ikki síggja, so rennur hann og arbeiðir annars allan sólarringin runt. Hvussu kann hann annars hava havt stundir til alt, hann hevur avrikað tey seinasta tíggju árini? Eg spyrji bara! Tað fyrsta eg sjálvur minnist til avrik hjá Hanusi eru týðingarnir í savninum "Drekin og aðrar søgur", sum kom út í 1969, meðan eg gekk í studentaskúla. Høvundarnir í úrvalinum eru: Ray, Bradbury, Gra- ham Greene, W. Somerset Maugham og H.G. Wells - allir høvundar, sum eg frammanundan las við størstu fragd á enskum ella í danskari týðing. Men nú vóru teir fluttir yvir í føroyskt og ikki eitt stirvið bókmentamál, men eitt liv- andi føroyskt merkt av ram- ligum og liðiligum bygdar- máli. Hetta var stuttleiki at lesa, og tú varnaðist - kanska fyri fyrstu ferð av álvara - at alt kann sigast á føroyskum, at tað ikki altíð er neyðugt at lesa eina bók í danskari týðing, um tú ikki hevur tamarhald á upprunamálinum. Seinni, á eini várveitslu í Århus í 1975 minnist meg rætt, kom eg á tal við Han- us, sum nettupp hevði givið eitt savn av Ray Bradbury út, og hann gav mær savnið. Eg minnist enn, hvussu tað dagin eftir, tá ið eg lá á sofuni og las hesar søgur, sum eg frammundan kendi væl, men ikki á føroyskum, hvussu ein ylur ferð eftir ferð fór upp eftir bakinum, tí málið um somu tíð var beinrakið og sjálvsagt. Og tað er ikki hvørs mansføri her hjá okkum, har mangur roynir at brongla skrift- málið sum mest við antin at taka beint úr íslendskum ella við at smíða sjálvur. Hanus hevði kjølfestuna frá uppvøkstrinum úti í Skúv- oy, og tað er hon, sum leiðir hann á beina leið. Fá ár seinni sat eg seint eitt kvøldi við handritinum til "Dóttir av Proteus" og fyri hvørja søgu eg las, bleiv eg meiri og meiri vís- ur í, at Føroyar høvdu fing- ið ein nýggjan stuttsøgu- høvund, sum ikki smæddist burtur ímillum teir frægu. Eg var limur í nevndini í Mentunargrunni Studenta- felagsins og skuldi form- liga góðkenna uppskot til útgávur, og tað var als ikki sjáldsamt, at vit havnaðu tílíkum. Her var kortini eingin ivi. "Dóttir av Pro- teus" var nýbrot í føroysk- um bókmentum, bæði inni- haldsliga og málsliga. Tað var ikki vanligt, at søgur snúðu seg um gerandis- dagin hjá tilkomnum ung- dómi, trilvandi sum í blind- um eftir einari framtíð. "Hellan" leggur fyri sum ein vakur prologur frá barnaárum á útoyggj. Men blaðsíðan er ikki hálvging- in, tá ið lesarin fær varhug- an av, at bygdin ikki er tann bera friðsæla, at undir tí hugnaliga yvirflatanum liggja aðrar kreftir og lúra. Hellan, fjart frá bygdini umboðar afturfyri lukku- dreymarnar. Spillan í søg- uni eru tey vaksnu, og mót- setningurin í søguni er júst ímillum tann reina barna- heimin fjart frá bygdini og so ta tvitnu verðina heima í túninum. Í "Undir tínum veingja- breiði" eru vit aftur í tí at síggja til hugnaligu bygd- ini, har okkurt kortini ikki ruggar rætt. Søgan er ein beisk lýsing frá barnaárun- um í lítlari bygd, har jagstr- an og stigmatisering av tí, sum er annarleiðis, er ger- andiskostur. Ivi og tvørr- andi sjálvsálit verða sádd í barnaárunum og gerast seinni ein høvuðsmeinbogi í lívinum hjá tí unga. Í søguni "Tann bláa kann- an" eru vit eitt heitt vár í stórbýnum, har frásøgu- maðurin roynir at finna fram til, hvat tað er, hann vil. Hann hevur ilt við at velja og taka støðu, sjálvt tá ið møguleikarnir verða latnir honum upp í hendi. Ivin frá barnaárunum vitjar aftur, og hann trýr ikki rættiliga upp á møguleikan, tá ið hann er har. Sami standurin verður vístur í tittulsøguni "Dóttir av Proteus", sum fer fram í ølklubbaumhvørvi eitt summar í Havn. Huginum at tríva eftir lívinum bilar einki, men onkursvegna dugir høvuðspersónurin hetta ikki. Tá ið hann endi- liga raknar við er ov seint. "Gerontiskt millumspæl" hevur ein dám av Rikardi Long yvir sær, og hann hevði Hanus longu tikist so dyggiliga við í sambandi við útgávu av ritverkinum hjá tí sama. Inngangurin í savninum "Kveikt og kann- að" er framúr og ger greiði fyri málhugsanini hjá bæði Rikardi og Hanusi. "Gerontiskt millumspæl" er um ikki at duga sær hógv, at vera so sjúkur eftir verðini, at tú doyrt av tí. Í "Tann nýggi maðurin" verður ein smádrongur illa argaður av arbeiðsfelagan- um hjá frásøgumanninum, til hesin steðgar honum. Og hann minnist, hvussu ar- gingarmaðurin sjálvur í sínum lagi bleiv argaður, tá ið hann gekk í skúla. Hvør skumpar undir tann næsta, og tað verður altíð traðkað niðureftir, á tann veikara. Hetta vóru søgurnar, sum eg sat og las út á náttina, og eg føldi ein fløva, at so- vorðið eisini bleiv skrivað á føroyskum. Søgurnar vóru væl meiri intellektuellar enn føroyskar søgur flestar, og tær vóru tekin um, at ein broyting var ávegis í før- oyskum skaldskapi. Síðani tá hevur Hanus latið bók eftir bók frá sær: trý stuttsøgusøvn, tvey greinasøvn, ein sjónleik, stórverkið um J.H.O. Djur- huus, og hann er nú ávegis við ritgerð um Hans Andre- as Djurhuus. Aftrat hesum hevur hann skrivað um Hjalmar Söderberg, umsett sjónleikin "Glataðu spæli- menninir" eftir William Heinesen og latið Graham Greene, James Joyce, Willi- am Shakespeare og Edgar Allan Poe í føroyskan ham. Hann hevur verið formaður í Rithøvundafelagnum og annars í mong ár umboða felagið í ymiskum norður- lendskum nevndum, har hann hevur gjørt dygdar- arbeiði føroyskari bóka- útgávu til frama. Hann skrivar og heldur fyrilestrar ikki bara í Norðurlondum, men eisini í Onglandi, Týsklandi, Estlandi og ivaleyst aðrastaðni við. Jú, eg haldi, at vit við røttum kunnu seta turbo framman fyri fornavninum. Annars merkir "turbo" á latíni "hvirla", so hví ikki "Hvirl-Hanus"? Jógvan Isaksen Aftan á 35 ára langa og trúgva tænastu leggur Effie Campbell frá sær sum lær- ari í Adventistaskúlanum nú hetta skúlaárið endar. Hon byrjaði í 1967, árið eftir skúlin var farin at virka við Hallgerð Sivert- sen sum skúlaleiðara. Til í dag hevur hon starvast sum lærari undir fýra skúlaleið- arum. Tað er eingin ivi um, at Effie hevur verið Ad- ventistaskúlanum ein holl- ur stuðul hesi 35 árini hon hevur verið við til at seta sín dám á skúlan í tí hon er kend fyri. Frá byrjanini av er ein menning farin fram á skúlanum, sum Effie hevur havt sín avgjørda lut í. Og nú, hon leggur frá sær og fer á eftirløn, fara bæði børn og foreldur og Ad- ventistaskúlin at takka henni fyri eitt væl útint starv, sum hevur verið við til at seta sítt eyðkenni á skúlan og tey børn, hon hevur havt í síni skúlastovu. Tvey ættarlið hava sitið undir hennara "peikipinni" og lært ikki bert neyðugar skúlakunnleikar, men eisini virðing fyri tí, sum eitt eydnusamt lív eigur at byggjast á. Tað er ikki bert lærarin Effie, men eisini persónur- in, sum við sínum á røttum stað skemtingarsama lyndi hevur verið við til at skapa hugnaløtur, sum hava gjørt gerandisdagin hjá starvs- feløgum og børnum til minnisverdar stundir. Adventistaskúlin er takk- samur fyri at hava havt ein lærara, sum hevur verið álítandi og trúgvur móti tí grundarlagi, sum skúlin byggir á. Eisini á annan hátt hevur Effie útint síni avrik. Tað var ikki uttan stoltleika, vit kundu gleða okkum saman við henni, tá ið hon varð heiðrað við bókmenta- virðisløn Tórshavnar bý- ráðs. Børn í túsundatali hava notið gott av hennara Skýmingarløtum, sum hava verið seldar um alt landið í fleiri ár. Tað er við sorgblídni vit takka Effie fyri hennara avrik á Adventistaskúlan- um, men eisini við ynskin- um um, at hon má fáa eitt vakurt vesturskin í Eystur- stræti. Jens Vilhelm Danielsen, nevndarlimur í skúlanevndini Turbo Hanus – Ein hvirla fyllir 60 Trúgvur tænari leggur frá sær Tøkk Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum og øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Maria Joline Danielsen Miðvágur doyði og varð jarðað. Tøkk til David Johannesen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til Ellis- og Avlamisheimið í Vágum. Gud signi tykkum øll! Familjunnar vegna Børnini Tøkk Fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Esmar Olsen doyði og fór til gravar, takka vit hjartaliga. Takk til Berg Debes Joensen, prest. Takk til tykkum, ið hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Takk til sangarar. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Ebba, Kári, Bjarni,Torbjørn, Hans Pauli og Marius Í dag skriva Ítróttar- samband Føroya og Anti Doping Dan- mark undir avtalu um dopingkanningar DOPING Eirikur Lindenskov Kl 10 í morgun verður avtala undirskrivað millum Ítróttarsamband Føroya og Anti Doping Danmark í ÍSF húsinum. Í hesum sam- bandi er Bengt Saltin, sum er formaður fyri Anti Dop- ing Danmark í Føroyum, og hann fer á tíðindafundi, saman við Heðini Morten- sen, ÍSF-forseta, at greiða frá avtaluni og stríðnum móti doping. Bengt Saltin er professari og leiðari fyri Center for Muskelforskning á Ríkis- sjúkrahúsinum, og hann er kendur fyri sítt arbeiðið innan dopingfyribyrging. Hann er eisini granskari á økinum, eins og hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði innan WADA, altjóða doping- agenturið, haðani hann eis- ini hevur fingið viðurkenn- ing. Í kvøld verður fundur á Hotel Føroyum fyri ítrótta- feløgunum og øðrum áhug- aðum um dopingfyribyrg- ing, har m.a. Bengt Saltin kemur at greiða frá um doping yvirhøvur og um bardagan móti doping. Eisini verður greitt frá, hvussu dopingarbeiði í Før- oyum verður skipað. Undirskriva avtalu um doping C M Y K 3 2 Tacuma CDX 2.0 Bilurin til alla familjuna frá 174.000,- P/f Esmar Simonsen Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29 Lanos 5DR Matiz Nubira Sedan 2.0 CDX kr. 145.000,- kr. 103.000,- kr. 169.000,- Made in South Korea Vit duga ikki einans at spæla fótbólt vit duga eisini at framleiða bilar