Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 118 - 25. juni 2002 Nr. 118 - 25. juni 2002 5 Beint eftir ólavsøku fer landsstýrismaður- in í vinnumálum at leggja uppskot fram um at byggja eina stóra miðstøð fyri gransking GRANSKING Áki Bertholdsen Gongst sum Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar, verður ein nýggjur og stórur granskingardepil bygdur í næstum. Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann leggur sera stór- an dent á at fremja. – Eitt tað fyrsta málið, eg fari at reisa í samgonguni eftir ólavsøku, verður at leggja uppskot fram um at byggja eina granskingar- miðstøð. Hann sigur, at í avtalu við ES hava vit bundið okkum til at gera eina fiskapato- logiska starvsstovu í Føroy- um, so at vit sjálvi kunnu kanna royndir, vit taka av fiski, eitt nú í sambandi við ILA og aðrar sjúkur, ístaðin fyri at senda alt av landin- um, sum vit gera nú. – Ætlanin var at byggja hana í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstov- una úti á Debesartrøð. Men hetta er ein stór útbygging og eg haldi at tað er ørskap- ur at brúka so stórar upp- hæddir úti á Debesartrøð, har bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Fróðskap- arsetrið hava átrokandi tørv á størri hølum. Tí mælir Bjarni Djur- holm heldur til, at vit byggja nýtt. Hann sigur, at Lands- arkitekturin arbeiðir í løt- uni við einum tilmæli um, hvat skal gerast, um tað er rættast at byggja upp í úti á Debesartrøð, ella um tað er rættast at byggja nýtt. Hann fær tilmælið frá Landsarkitektinum í næst- um. Ein felags pallur fyri gransking Men sjálvur er hann sann- førdur um, at tað er rættast at byggja nýtt. Og hann hevur stórar hugsjónir, tí tað, hann ætlar, er at byggja ein felags granskingarpall, sum skal fevna um nógvar ymsar tættir. – Eg hugsi mær ein felags granskingarmiðstøð, har Heilsufrøðiliga Starvs- stovan, Apoteksverkið, Heilsuverkið, verða sjóðað sama í einum og sama granskingardepli. Men harumframt ætlar hann eisini, at aðrir íleggjar skulu koma uppí, so at hesin depilin eisini fer at leggja grundarlagið undir gransking innan biotøkni og arvagransking, so at rættilig gongd eisini kann koma á gransking á teimum økjunum eisini. Eitt nú hugsar hann um Elektron og aðrar teldufyritøkur, umframt fyritøkur og stovnar, ið hava við gransk- ing á ymsum økjum at gera, bæði føroyskar og útl- endskar. – Sostatt er ætlanin at byggja upp eitt gransking- arumhvørvið í Føroyum, sum rættiliga kann seta ferð á gransking her á landi. Hann sigur, at ætlanin, sum so, er ikki at byggja eina nýggjan stovn, men at geva teimum stovnum, sum er, nógv betri umstøður. – Talan verður ikki um at seta fleiri fólk- uttan so at talan verður um at seta útl- endskar granskarar í starv, tí tað verður tað uttan iva talan um. Byggjast í Havn Tað er ongin ivi um, at tað verður stór ósemja um, hvar í landinum, ein slík granskingarmiðstøð skal vera. Og tað váttar landsstýris- maðurin í vinnumálum eis- ini, tí tað hevur hann longu fingið staðfest at so er. – Hetta er eitt mál, vit í Vinnumálaráðnum hava ar- beitt við í tvey ár saman við Heilsumálráðnum, men tað kom stígur í, tí at ósemja tók seg upp, hvar ein slík miðstøð skulu vera, tí onkur vildi hava, at støðin skuldi byggjast onkra aðra- staðni, enn í Havn Sjálvur er Bjarni Djur- holm sannførdur um, at ein slík granskingarmiðstøð má vera í Havn. – Tað verða starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni, sum verða mergurin og ryggurin í hesi gransking- armiðstøðini. So antin byggja vit hana í Havn, ella mugu vit flyta starvsfólk av Landssjúkrahúsinum og Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni, út á bygd og tað letur seg ikki gera. Kostar 50 milliónir Bjarni Djurholm sigur, eitt bygningurin til eina slíka miðstøð kostar einar 50-55 milliónir. Men harumframt kemur so allur tann tekniski útbúnaðurin, sum eisini er rættiliga dýrur. – Tað, sum Heilsufrøði- liga Starvsstovan hevur tørv á, kostar áleið fimm milliónir. Men koma vit hartil, at framkomin gransking innan biotøkni og arvagranskingtekur seg upp, verður talan um heilt aðrar upphæddir, sum krevjast til tekniskan út- búnað. Ætlar at byggja stóran granskingardepil í Havn At byggja ein felags granskingarpall, sum er umrøddur í aðrari grein her á síðuni, var eitt mál, sum varð umrøtt, tá ið samgongan varð skipað eftir valið nú 30. apríl Har er spurningurin um gransking umrøddur og tað er ikki hissini ætl- anir, samgongan hevur á hesum øki. Í samgonguskjalinum stendur einki minni enn, at »miðast skal eftir, at kunningartøkni, bio- og gengransking verða hornasteinar í búskapin- um, har samanrenning ímillum vitan, samskifti og kunningartøkni verð- ur ásin, sum framburð- urin á økinum melur um. Kreativar vinnur skulu mennast. Byggjast skal starvs- stova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðisliga Starvstovan, Elektron, aðrar teldu-fyritøkur og privatir íleggjarar sam- starva á felags palli inn- an gengransking, lív- frøði og evnafrøði«. Ein hornasteinur í búskapinum – Kórið fer at syngja nýtt og gamalt og gamalt í nýggjum sniði á konsert í Hval- biar kirkju í kvøld KIRKJUKONSERT Áki Bertholdsen Í kvøld fáa suðuroyingar eitt sjáldsamt høvi at at hoyra konsert í kirkjuni í Hvalba. Tað er gentukórið í Fre- dens Kirke í Herning í Danmark, sum er komið á konsertferð í Føroyum og sum fer at halda konsert í Hvalbiar Kirkju í kvøld kl. 19.30. Í kórinum eru 25 gentur, sum allar ganga í 5. til 8. skúlaflokk, men tilsamans eru 55 fólk í ferðalagnum. Kórið er uttanlands triðjahvørt ár og í ár gekk so leiðin til Føroya. Tað er kanska ikki heilt av tilvild, tí leiðari hjá kórinum og organistur í Fredens Kirke er Gudmund Mortensen úr Fuglafirði, sum eisini er bróður Jens Mortan Mor- tensen í Hvalba, sum er organistur í kirkjuni í Hvalba og á Tvøroyri. Ferðirnar hjá kórinum eru bæði konsert- og frítíð- arferðir so tey eru nógvar útferðir, tá ið tey eru í Før- oyum. Tey hava verið undir Vestmannabjørgunum og í Sandavági fingu tey eisini grindadráp við. Tey siga, at ferðin í Før- oyum hevur verið frálík. Danska gentukórið kom til Føroyar fríggjadagin og frammanundan hava tey havt konsert í Sandavági. Tey skuldu koma til Hvalbiar í gjárkvøldið og konsertin í kvøld er tann einasta á skránni í Suðuroy, tey steðga til hósmorgunin, tá ið tey fara av landinum aftur. Fjølbroytt skrá Skráin hjá kórinum er rættiliga fjølbroytt. Har er bæði nýtt og gamalt og gamalt í nýggjum sniði, bæði klassiskt, sangleikir og gospel. Eitt nú fara tey at syngja »Harra Gud títt dýra navn og æra« á donskum, men við tí føroyska lagnum, sum er ókent í Danmark, men sum Jens Mortan Mor- tensen hevur lagt til rættis fyri kórið. Tey syngja eisini onkur klassisk sálmaløg, eitt nú »Jesu bleibet meine freude« eftir Bach og »Panis Angelikus« sum er eitt kent lag hjá Cesar Franck. Harumframt fara tey eisini at syngja brot úr einum sangleiki, sum Hans Holm hevur skrivað um Jónas, sum endaði í búkin- um á hvalinum , hetta er eitt rytmiskt lag. Uppi í tí rytm- iska partinum hoyrir eisini nakrir gospelsangir, sum kórir syngur. Tey syngja eisini onkrar kendar, danskar og svensk- ar sálmar, summir av teim- um eru við tí gamla lagn- um, men í nýggjum sniði, Eftir konsertina fara kór og áhoyrarar í Missións- húsið í Hvalba á kvøldsetu. Danskt gentukór konsert í kirkjuni í Hvalba í kvøld Stóra gentukórið í Fredens Kirke í Herning fer at hava eina konsert í Suðuroy, og hon verður í Hvalbiar kirkju í kvøld Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur stórar ætlanir á granskingarøkinum í Føroyum og nú ætlar hann, at almennir stovnar og privat virki skulu ganga saman um at gera eina stóra granskingarmiðstøð í Havn Væl pakkaðir í stórar tungar trækistur komu átta av teimum sekstan Kirkjubøstól- unum og ein rúgva av øðrum føroyskum forngripum til landið mánamorgunin. Á Forminnissavninum var stórur spenningur á fólki, og tað lætnaði ikki rættiliga, fyrr enn allir forngripir- nir vóru tiknir úr flytibyngjuni og settir inn í hitan í hølunum í Brekkutúni FORNGRIPIR Rúnar Reistrup Einaferð tæntu teir einum praktiskum endamáli, so- leiðis at kirkjubømenn sluppu undan at standa uppi ígjøgnum tær langu guðs- tænasturnar. Men í 1874 vórðu teir tiknir úr kirkjuni, tá hon varð umvæld, og í 1875 vórðu teir fluttir á danska tjóðarsavnið, har teir hava staðið til fyri fimm døgum síðan, tá teir vórðu fluttir umborð á Blik. Í gjár komu Kirkjubøstólar- nir saman við einari rúgvu av øðrum virðismiklum forngripum til Føroya, eftir at hava bíðað eftir hóskandi hølum í einogfjøruti ár. Á keiini heilsaði regnið forngripunum vælkomnum aftur, men annars var ikki nøkur stórfingin vælkoma, tá hvíta bingjan við forn- gripunum varð sett á land. Tað var heldur ikki fyrr enn ein bilur hjá Skipafelag- num hevði koyrt bingjuna niðan til hølini hjá Føroya Fornminnissavni í Brekku- túni, at flutningsskyldan hjá Skipafelagnum var av, og ábyrgdin av gripunum varð latin Fornminnissavni- num. Árni Joensen stjóri á Skipafelagnum stóð sjálvur á keiini undir lossing og fylgdi bingjuni allan vegin niðan í Brekkutún. Hann var fegin um at flutningurin hevði gingið væl. - Veðrið var gott allan túrin hjá Bliki, og bingjan stóð væl pakkað millum allar hinar, so har var eingin vandi. Men tað er undir lossing og flutningi á landi, at okkurt skjótt kann ganga galið, so tá var spenningur- in størstur, segði Árni Joen- sen, tá bingjan var tømd í øllum góðum. Blikur hevur helst ongan- tíð verið so dýrabært last- aður sum hendan seinasta túrin. Forngripirnir eru tryggjaðir fyri 10 milliónir krónur, men veruliga virðið á lutunum er ómetaligt í orðsins rætta týdningi. Fylgdi forngripunum Við forngripunum umborð á Bliki var Vibe Edinger frá danska tjóðarsavninum. Hon var væl nøgd við flutn- ingin. - Túrurin var ógvuliga friðarligur, so lutirnir hava havt tað gott, segði Vibe Edinger, sum er ein av teimum, sum hevur pakkað forngripirnar á danska tjóð- arsavninum, har teir sein- astu mánaðirnar hava stað- ið frammi á einari sonevnd- ari farvælframsýning. Tað er ikki hvønn dag, at lutir verða tiknir úr danska tjóðarsavinum, og Vibe Edinger viðgekk, at tað var við blandaðum kenslum at gripirnir vórðu sendir av- stað, men hon var sannførd um at teir standa eins væl her landi. Stór løta Á Fornminnissavninum var alt starvsfólkið komið sam- an at uppliva løtuna, tá forngripirnir komu inn um gáttina í nýggja heimi sín- um. Størstur var spenning- urin tá ein av kassunum við Kirkjubøstólunum varð lat- in upp. - Vit mugu líka kanna um teir hava sent okkum røttu vørurnar, helt Símun, V. Arge, landsantikvarur, skemtandi fyri, tá skrúvur- nar á kistulokinum vórðu tiknar úr. Og so var. Stólurin har Matteus evangelistur er av- myndaður, varð tikin upp úr kassanum, og staðfest varð, at hetta var ein av stólun- um, sum fram til 1874 stóð í kirkjuni í Kirkjubø. Fremstur stóð fyrrver- andi landsantikvarur Arne Thorsteinsson, sum frá før- oyskari síðu hevur staðið fyri fyrireikingunum undan flutninginum av forngrip- unum. Hóast hann ikki iv- ast í forngripavirðinum av Kirkjubøstólunum, so vóru fleiri lutir í trækistunum, sum hann sjálvur hevur størri áhuga fyri. Millum annað eitt gamalt alnarmál, sum er tann einstaki lutur- in, sum fyrrverandi lands- antikvarurin persónliga hevur størstan áhuga fyri. - Tað løgna er, at meðan føroyingar hava verið ógvu- liga upptiknir av at fáa Kirkjubøstólarnar til Før- oya, so hevur man als ikki vakt øll hinum dýrabæru føroysku forngripunum á danska tjóðarsavninum ans. Føroyingar hava bara biðið um at fáa Kirkjubøstólarnar aftur, men danir hava spurt, um vit ikki eisini vilja hava allar hinar forngripirnar eisini, helt Arne Thorsteins- son fyri. Stólarnir stava ikki úr Føroyum Kirkjubøstólarnir, sum verða mettir at stava úr 15. øld, eru úr furutræi. Tað er greitt, at teir ikki eru skor- nir í Føroyum. Hvaðani teir stava veit eingin við vissu, men helst er tað úr Noregi. Stólavangarnir eru 16 í tali. Harumframt vórðu ein lesi- pultur og eitt altarrúm tikin úr kirkjuni í Kirkjubø í 1874, tá kirkjan varð um- væld. Lutirnir vórðu settir í Tinghúsið har teir stóðu til árið eftir, tá teir vórðu flutt- ir til Danmarkar. - Tað hendi uttan at før- oyingar á nakran hátt settu seg ímóti tí. Tað var ikki tann stóri áhugin fyri lutun- um, vil Arne Thorsteinsson vera við. Hann vil tó ikki meta um hvørt umstøður vóru at goyma hesar forn- gripir í Føroyum í 1875 og um lutirnir høvdu verið í sama standi nú, vórðu teir verandi í Føroyum. Tað var í 1961, at danir góvu tilsøgn um at Kirju- bøstólarnir og hinir før- oysku forngripirnir kundu sendast aftur til Føroya, treytað av at umstøður vóru til at hýsa teimum. Hesar umstøður hava vantað til fyri fáum árum síðan, tá Fornminnissavnið fekk hølini í Brekkutúni, har átta av teimum sekstan Kirkjubøstólunum og um- leið helvtin av hinum um- leið 400 føroysku forngrip- unum, ið hava verið í Dan- mark í útlegd, nú standa. Hin helvtin kemur við Bliki seinni. Á ólavsøku verða allir teir nýliga heimkomnu forngripirnir sýndir fram. Síðan verða summir teirra pakkaðir niður aftur og goymdir, meðan aðrir ger- ast partur av førstu fram- sýningini hjá Fornminnis- savninum. So vóru teir aftur her Bilurin við forngripafyltu byngjuni koyrdi framvið húsunum hjá Forngripasavninum í gomlu Hoyvíkini og niðan í meira rúmligu hølini í Brekkutúni Trækisturnar vórðu beinanvegin bornar úr byngjuni inn í goymsluhølið Kirkjubøstólurin, har Matteus evangelistur er avmyndaður, var tann fyrsti at síggja dagsins ljós aftur í Føroyum eftir 127 ára útlegd C M Y K 5 4