Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 118 - 25. juni 2002 Nr. 118 - 25. juni 2002 7 STARV Stefan í Skorini Barnaheimið í Havn fer væntandi at fáa nýggjan leiðara í hesi vikuni. Tað upplýsir Fríða Patursson, sum er formaður í nevnd- ini. Lýst hevur verið eftir nýggjum leiðara, men ov fáar umsóknir komu inn. Tí gjørdi nevndin av at søkja av nýggjum. Hesuferð hiln- aðist betri og fýra umsóknir vóru at velja ímillum. Seinasta árið hevur Mirjam Johannesen verið virkandi leiðari á Barna- heiminum, síðan Sólrun Jacobæus fór úr tí starvin- um. Nú skal nýggjur leiðari finnast, og tað verður vænt- andi avdúkað í hesi vikuni. FRAMSÝNING Stefan í Skorini Føroyski listamaðurin Lasse S úr Sørvági luttekur í hesum døgum á eini lista- framsýning í svenska høv- uðsstaðnum, Stokkhólmi. Undir heitinum »Natur- Reflektioner« lat stór- fingna listaframsýningin upp leygardagin 15. juni á Naturhistoriska Riksmuse- et í Stokkhólmi. Framsýn- ingin er opin til 18. august, og við á henni eru málning- ar, sum listafólk úr Norður- londum hava gjørt. Lasse Sørensen, sum vanliga verður nevndur Lasse S, er einasti føroy- ingurin, sum er umboðaður á framsýningini. Hann hev- ur seks málningar við á framsýningini, sum bara hevur málningar, ið av- mynda náttúruna. Mikudagin í næstu viku fáa vit forvitnis- liga vitjan av einum kóri í Noregi. Tá kemur St. Laurentius- kórið á vitjan KÓRVITJAN Stefan í Skorini Kórið verður í Føroyum frá mikudegnum 26. juni til 1. juli. Kórið fer at hava tvær konsertir í Føroyum. Tann eina verður í Vesturkirkjuni í Havn hóskvøldið 27. juni kl. 19, og hin verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 30. juni kl. 16. Konsertin á Toftum verður við luttøku frá Eystankór- inum. Kórið er eitt blandað kór, sum fevnir um fólk úr tíggju ára aldri og upp til 60 ár. Kórið er stórt og hevur einar 100 virknar limir. Kórið er sera virkið og hev- ur ein hóp av konsertum og framførslum á baki. Tað hevur ferðast víða um í Evropa og hevur vitjað í teimum flestu londunum frá gamla Jugoslavia til Írland og nú eisini í Føroy- um. St. Laurentiuskórið samstarvar eisini við yrkis- tónleikarar. Kórið varð sett á stovn allahalganadag í 1964, tá Kjell W. Christiansen hevði fyrstu framførsluna við ný- stovnaða kóri sínum í Lø- vensborg kirkjuni, sum er fra 1200-talinum. Árið eftir fekk kórið navn eftir St. Laurentius, sum er verndar- halgimenni hjá Løvensborg kirju. Tónlistarliga spennir kór- ið víða og spælir alt frá miðaldar- og gregoriansk- um kirkjutónleik til meira nýmótans musicals. Kórið hevur tó støðið í klassisk- um kirkjutónleiki. St. Laur- entiuskórið hevur sungið inn á plátu og givið út eina fløgu við jólaløgum. Kjell W. Christiansen er útbúgvin sangpedag, og hann hevur stjórnað kórin- um frá byrjan av. Kórið hevur eina heimasíðu, sum liggur á www.laurentiuskoret.org. Á samkomu í skúlaauluni á Føroya Læraraskúla á ársins longsta degi, fríggjadagin, fingu 25 nýggir lærarar prógv. Nýggju lærararnir eru hesir: Aftast frá vinstru: Harriet Poulsen, Mariann Poulsen, Mariann Stenberg Poulsen, Olly Poulsen, Guðrið Samuelsen, Ingun Schiller, Karina Toftegaard og Astrid McDonald. Í miðjuni: Eilin Jørgensen, Anni Korsgaard, Anja Mortensen, Bjarma Mortensen, Aslaug Olsen, Jóhannis Petersen og Jógvan Jón Petersen. Fremst frá vinstru: Katrin Bech, Erik Biskopstø, Búi Dahl, Jan Dam, Tóra Hansen, Hans Petur Jacobsen, Durita Jakobsen, Guttorm Jakobsen og Rói Joensen. Kór úr Noregi á vitjan HUNDABIT Stefan í Skorini Sunnukvøldið varð ein 10 ára gomul genta álopin av einum hundi á Húsum á Kalsoynni. Til alla lukku var gentan í einum tjúkkum dýnu- jakka, og hetta forðaði fyri, at gentan fekk nak- ran álvarsligan skaða av álopinum. Merkir av tonnunum síggjast í vinstru síðu, men hundurin hevur ikki bitið seg ígjøgnum jakk- an. Hundurin, sum er av slagnum collie, er longu avlívaður. Hví hundurin leyp á, veit løgreglan ikki. Smágenta bitin av hundi INNBROT Stefan í Skorini Fríggjanáttina hava óbodnir gestir brotið inn í diskotekið Barok í Klaksvík. Tjóvarnir brutu rútin í høvuðsinn- gongdini, sum vendir út ímóti vegnum og tóku tveir kassar av øli og átta fløskur av brennivíni. Sjey fløskur og báðir kassarnir vóru tó funnir aftur við trappuna sunn- anfyri Norðoya Apotek, sum liggur hinumegin vegin. Sostatt fingu tjóvarnir bert eina fløsku av brennivíni við sær. Løgreglan hevur onga ábending um, hvør gern- ingsmaðurin er. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygardagin eftir middag sendu starvsfólk úr Miklagarði boð eftir løgregluni. Tey høvdu varnast eina 60 ára gamla konu, sum hevði lagt vørur í eina tasku uttan at gjalda fyri tær. Talan var um vørur fyri 281 krónur. Konan er skuldsett fyri stuldur, og hon kann vænta sær eina bót. Løgreglan hevur ann- ars havt ein hampuliga friðarligt vikuskiftið. Sundalagsstevnan var í Hósvík, men løgreglan hevur ikki merkt tað stóra til hesa stevnuna. Ferðsluløgreglan syrgdi fyri, at ferðslan gekk, sum hon skuldi, og skrivaði annars nakrar parkeringsbøtur. Innbrot í Barok 60 ára gomul tikin fyri stuldur Sunnudagin 30. juni verður Fríðrikskirkjan á Toftum karmur um konsert hjá St. Laurentiuskórinum úr Noregi, sum fer at hava tvær konsertir í Føroyum 25 nýggir lærarar Lasse S framsýning í Stokkhólmi Leiðari settur í hesi vikuni Tórshavnar komm- una sparir eina millión, nú Rás Tórshavn er á veg á aðrar hendur. Býráðið hevur tryggjað, at borgar- arnir fáa eitt eins gott úrval frá Føroya Tele sum í verandi skipan RÁS TÓRSHAVN Heri á Rógvi Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur tað vera endaliga staðfest av einum samdum býráð, at ókeypis fylgissveinasjónvarp til borgararnar er ein farin tíð. Júst hvussu ókeypis tað er, liggur upp til einkultu tulkingar. Sum nú er gjalda skattgjaldararnir í Tórs- havnar kommunu eina millión krónur á fíggjarætl- anini hjá kommununi fyri at hava Rás Tórshavn á skíggjanum . Rás Tórshavn byrjaði síðst í áttatiárunum at senda fylgissveinasjónvarp til borgarar í Tórshavnar Kommunu (Eisini Argir, sum tá ikki var partur av kommununi). Tað gekk upp á stás fyrstu árini, men so komu trupulleikarnir. Fyrst var tað MTV, sum fekk ungdómin í høvuðs- staðnum at reisast og savn- ast í mótmælisgongu móti stongingini av tónleika- rásini. Býráðið mátti bara geva ungdóminum tí hon- um lysti, og MTV kom aftur á skíggjan, men bý- ráðið mátti gjalda fyri at senda rásina. Síðani gjørd- ist BBC World Service til tvær rásir: Prime og World. Í fleiri ár var stríð um, hvørja av hesum rásunum havnarborgarar skuldu sleppa at síggja, og endin gjørdist, at enn ein meir- kostnaður skuldi gjaldast fyri Rás Tórshavn, tí BBC kostaðu eisini at senda. Sostatt gjørdist útboðið fimm rásir, og harav vóru tvær teirra ókeypis. Hetta vardi tó ikki alt ov leingi. Seinasta kapitlið av søguni um Rás Tórshavn varð skrivað, tá Viasat, sum eigur rásina TV3, gav Tórs- havnar Kommunu fráboðan um, at nú skuldi kommun- an gjalda fyri at senda TV3. Hetta gjørdist samstundis banasárið hjá Rás Tórs- havn, tí kostnaðurin vildi veksa við einum 800.000 kr. árliga, og hetta kendi kommunan seg ikki føra fyri at gjalda. Samstundis varð eisini ásannað, at tíðin við ókeypis rásum var ein farin tíð. Nógv hevur verið at hoyrt, lisið og sæð um Rás Tórshavn, sum hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri borgarar í Havnini. Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at teir eru vit- andi um týdningin, ið Rás Tórshavn hevur havt og hevur, men teir mugu ásanna, at tíðirnar eru broyttar. Kommunala- tilboðið, ið ikki er at síggja aðrastaðni í heiminum, hevur sín uppruna í, at parabol anntennur hóttu við at festa seg á hvørja tekju í kommununi, og hetta vildi kommunan ikki lata sær lynda. — Tað vóru aðrar tíðir tá. Parabolútgerðin kostaði nógvar túsund krónur, og sjálvar skálirnar vóru eina manshædd í ummáli. Nú eru anntennurnar munandi minni, og kostnaðurin er samstundis eisini nógv minni. Vit eru tó fullvitandi um, at fólk hava verið ótrúliga glað fyri Rás Tórshavn, men vit hava ikki merkt nakra misnøgd, nú Rás Tórshavn skjótt ikki verður til longur í verandi líki, sigur Jan Christiansen. Líknandi tilboð Sum teimum flestu kunn- ugt, er tað Føroya Tele, sum skal “yvirtaka” Rás Tórs- havn. Síðani Rás Tórshavn byrjaði at senda, hevur Føroya Tele (áður TFL) umsitið sendiútgerðini fyri Tórshavnar Kommunu. —Tískil var tað ógvuliga natúrligt, at Føroya Tele tók yvir, sigur Jan Christian- sen. Føroya Tele hevur í longri tíð arbeitt við einari ætlan, sum snýr seg um at bjóða fylgissveina rásir út til borgarar í Havnini og mest sannlíkt eisini aðra- staðni í Føroyum. Talan skal vera um sama útbreiðsluhátt í Havnini, so sleppast kann undan teim- um umtalaðu parabolunum á húsaveggjunum. Hvørt húskið sær fær møguleikan at ogna sær ein sokallað boks, ið umbrýtur tað tal- gilda signalið til myndir á skíggjanum. — Vit hava tryggjað okk- um, at borgarnir fáa eitt eins gott tilboð, sum teir longu fáa. Tað vil siga, undirhald, ítrótt, mentan v.m., sigur Jan Christian- sen. Tað verður talan um ein programmpakkar av onkra slag, ið Føroya Tele fer at bjóða út við einum úrvali av rásum. Eftir hvat skilst, so verður TV3 sent ókeypist út so leingi samráðingar eru millum teir og Føroya Tele. Eisini yvirtekur Føroya Tele alla útgerðina, sum kommunan áður hevur átt. Andras Róin sigur, at teir arbeiða við málinum í seinni í vikuni koma teir at almannakunngera ein part av ætlanunum. Eingin í sitandi nevndini valdi at stilla uppaftur, og tískil var nýggj nevnd vald á aðalfundinum hjá KT-felagnum, ið var hildin fríggja- dagin 21/6. TÍÐINDASKRIV Esbern Hansen, sum hevur verið formaður síðani felagið var stovnað, gjørdi greitt, at hann ikki ynskti at halda fram, tí hetta tvey ára skeiðið hevur verið sera arbeiðskrevjandi, og at tað gekk út yvir egna felag hansara. Hinir báðir nevnd- arlimirnir Una Joensen og Jóhan D. Heinesen ynsktu heldur ikki at halda fram. Á fundinum var tí nýggj trýmannanevnd vald. Í nýggju nevndini sita Robert Vilhelmsen, Ólavur Ellefsen og Sjúrður Hors- dal. Micael Thomsen er valdur sum eykalimur. Ársfrágreiðing felagsins frá farna ári var løgd fram á aðalfundinum, og hon er tøk her á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo Øll nevndin í KT-felagnum útskift Tórshavnar kommuna: Sparir eina millión Hesar eru í dag kommunalar, men tað vera teir ikki leingi afturat, tá Føroya fer at yvirtaka tær og Rás Tórshavn Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo Mazda Demio 1,3 5h km. 50.000, árg. feb. 1999 99.000,- Nissan Terrano 2,7TDi km. 71.000, árg. nov. 1997 133.000,- Hyundai Accent 1,3LS km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Ford Escort 1,6i 16V van km. 102.000, árg mars 1997 53.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi 5H km. 90.000, árg. nov. 1999 145.000,- Citroen Jumper CH. v/last km. 120.000, árg. aug. 1998 130.000,- Citroen Xantia 1,9TD 5h km. 60.000, árg. feb. 1998 118.000,- Citroen Xantia 1,8i 16V 5h km. 63.000, árg. okt. 1996 112.000,- Citroen ZX 1,9D stc. km. 89.000, árg. mars 1996 86.000,- Citroen Berlingo 1,9D 4h km. 81.000, árg. sept. 1998 109.000,- Citroen Xsara 1,6i 5h km. 30.000, árg. feb. 1998 107.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Pajero 2,8TDi km. 82.000, árg. sept. 1997 177.000,- Mitsubishi Galant 2,0 km. 150.000, árg. juni 1992 37.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- v/mvg v/mvg v/mvg v/mvg