Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 118 - 25. juni 2002 SUMMAR Vilmund Jacobsen Beint fyri døgurða seinasta fríggjadag fekk Sosialurin í Saltangará vitjan av 5. flokki við Tofta skúla. Saman við flokslæraranum, Jóhonnu Petersen, høvdu tey verið ein súkklutúr í Lamba, har tey høvdu hugt at »grøvini« hjá Óla Jarn- heysi. Søgnin sigur, at Óli sum ungur kom sum hús- kallur til Lambar í tænastu hjá Mikkjali, bónda, ið var sonur løgmannin, Jógvan Heinason. Óli var úrmæl- ingur, bæði til styrki og treystleika, men hann skal eisini hava verið guðloys- ingur. Søgnin sigur, at Óli slapp ikki at liggja í kristn- ari jørð, og er tí grivin í bønum í Lamba. Har søgn- in sigur, at Óli skal vera grivin, er í dag ein stórur rabarbugarður. Eftir at hava vitjað á »grøvini« hjá Jarnheysi, fór 5. flokkur oman á gomlu støðna í Lamba, har lærarinnan greiddi teimum frá um Norsku Løvu, sum fór á land á Lambavík, 31. desember 1707 og gjørdist vrak. Væl av tilfari er til skjals um Norsku Løvu. Jóhanna Petersen sigur, at 5. flokkur ætlandi fer at lesa fleiri sagnir og kvæði komandi skúlaár, og ein partur av hesum tilfari fer eitt nú at snúgva seg um Óla Jarnheys og Norsku Løvu. At røra seg Lærarinnan sigur, at eitt annað mál við túrinum so avgjørt var at geva flokkin- um møguleika at røra seg. – Og tá er ein slíkur súkklutúrur sum hesin eitt frálíka gott høvi, sigur hon. Á veg heimaftur úr Lamba steðgaði 5. flokkur á Sosialinum, men hetta var ein stuttur steðgur. Kortini fingu næmingarnir eitt lítið sindur at vita um Sosialin og blaðarbeiði. Í túninum tóku vit mynd- irnar, vit prenta saman við hesum greinastubbanum. Skúlaflokkur vitjaði á Sosialinum Flestu næmingarnir í 5. flokki við Tofta skúla vóru við hendan morgunin, men tíverri barst onkrum frá. Flokslærarin, Jóhanna Petersen, er eisini við á myndini Mynd: Vilmund Jacobsen Nógv børn og nógvar súkklur samlaði uttanfyri hølini hjá Sosialinum í góðveðrinum seinasta fríggjadag Mynd: Vilmund Jacobsen Svein Ludvigsen og Jørgen Niclasen tosa um fiskirættinda- sáttmálan, sum er millum Føroyar og Noreg og um framtíðarvánir ALMENN VITJAN Vilmund Jacobsen Í hesum døgum hevur Jør- gen Niclasen, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, vitjan úr Noregi. Gesturin er norski fiskimálaráðharr- in, Svein Ludvigsen, sum kom til Føroya seinnapartin sunnudagin. Hetta er ein almenn vitj- an og liður í tí samstarvi, sum er millum Føroyar og Noreg á fiskivinnuøkinum. Ráðharrarnir og starvs- brøðurnir hittast vanliga til fundar einaferð um árið, skiftivís í Føroyum og Noregi. Hesaferð var tað so túrurin hjá norska fiski- málaráðharranum at vitja í Føroyum. Framtíðarvánir Í tíðindaskrivinum, sum Fiskimálastýrið sendi út, stendur, at samráðingar skuldu vera millum fiski- málaráðharrarnar fyrra- partin í gjár og aftur fyrra- partin í dag, men hetta eru ikki tær árligu samráðing- arnar um fiskirættindi, tí sáttmálin millum londini er komin uppá pláss. Vit fregnaðust tí hjá skrivaranum hjá Jørgeni Niclasen, hvat hesar sam- ráðingar snúgva seg um. Skrivarin sigur, at fiski- málaráðharrarnir ivaleyst fara at tosa um sáttmálan, sum er millum londini og helst eisini um framtíðar- vánir og samstarv annars. Tvey embætisfólk frá fiskivinnuumsitingini í Oslo eru við Svein Ludvig- sen á fundunum í Føroyum og umframt Jørgen Nicla- sen, eru Kaj P. Mortensen og Jens Helgi Toftum við frá føroyskari síðu. Á ferð við Brimli Tá ið vit tosaðu við Fiski- málastýrið fyrrapartin í gjár, sótu fiskimálaráðharr- arnir á fundi saman við em- bætisfólkum sínum. Á middegi skuldu gestir og vertir umborð á Brimil, sum skuldi føra ferðalagið norður til Klaksvíkar, har Jákup Sólstein skuldi taka sær av gestunum. Úr Klaksvík fer Brimil norður á Oyndarfjørð, har ferðalagið verður sett í land á Hellunum í gummibáti. Her er ætlanin at vitja smoltstøðina hjá partafel- agnum, Laksá. Svein Ludvigsen og em- bætisfólk hansara fara heimaftur seinnapartin í dag. Norski fiskimálaráðharrin vitjar á Hellunum Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, á almennari vitjan hjá Jørgeni Niclasen, fiskimálaráðharra. Við sær úr Noregi hevur hann tvey embætisfólk C M Y K 8 Nr. 118 - 25. juni 2002 9 Fíggjarmálastýrið hevur skipað fyri valið til umsjónar- ráðið í Landsbanka Føroya TÍÐINDASKRIV Fíggjarmálastýrið hevur við heimild í landsbanka- lógini skipað fyri valið til umsjónarráðið í Lands- banka Føroya fyri 5 ár við gildi frá 15. mai 2002. Hesi eru vald av lands- stýrinum við tilmæli frá Búskaparráðnum: Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, Jørundsgøta 40, Klaksvík Una Joensen, Millum Gilja 103, 188 Hoyvík Annfinn V. Hansen, 180 Kaldbak Marita V. Rasmussen, Villingardalsvegur 41, 100 Tórshavn Jóan Pauli Poulsen, Sílagøta 3, 100 Tórshavn Jóan Hendrik Svabo Samuelsen er somuleiðis valdur í nevndina sum løg- frøðingur og Una Joensen sum búskaparfrøðingur. Hesi eru vald av val- nevndum, sum vinnufeløg hava valt: Valnevnd 1: Ingeborg Vinther, Tjarnarlág 5-7, 100 Tórshavn Valnevnd 2: Æna Reinert, Lynggøta 6, 100 Tórshavn Valnevnd 3: Tummas Eli Høj Joensen, á Gomlulág, 490 Strendur Valnenvd 4: Vilhelm M. Johannesen, Fútalág 37, 100 Tórshavn Jógvan Vágsheyg, Heygavegur, 700 Klaksvík Valnevnd 5: Niels Winther Poulsen, Millum Gilja 8, 188 Hoyvík Í fráfarna umsjónarráð- num sótu: Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, Annfinn V. Hansen, Regin Olsen, Jens Helgi Toftum, Kristina Samuelsen, Elias Hansen, Johannes Ellingsgaard, Eli Davidsen, Vilhelm M. Jo- hannesen, Jógvan Vágs- heyg og Jóhan Simonsen Á fundi 6. juni 2002 skipaði umsjónarráðið seg við Jógvan Vágsheyg sum formanni og Ingeborg Vinther sum næstformanni. 3 fólk vórðu vald í nevnd- ina fyri 1 ár: Vilhelm Jo- hannesen, Vígdis Johanne- sen og Marita Rasmussen. 2 fólk vórðu vald í um- sjónarnevndina at kanna ognir og virki bankans saman við einum limi úr nevndini. Harumframt er Rasmussen & Weihe Spf afturvalt sum grannskoðari. Í nevndini sita nú: Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, Una Joensen, Vilhelm Jo- hannesen, Vígdis Johanne- sen og Marita Rasmussen. Á nevndarfundi 17. juni 2002 skipaði nevndin seg við Jóan Hendrik Svabo Samuelsen sum formanni og Vígdis Johannesen sum næstformanni. Marita Ras- mussen varð vald í um- sjónarnevndina saman við 2 umboðum úr umsjón- arráðnum. Í fráfarnu nevndini sótu: Jóan Hendrik Svabo Sam- uelsen, Regin Olsen, Jens Helgi Toftum, Annfinn V. Hansen og Vígdis Johanne- sen. Í framtíðini skal samlaða inngjaldið til eftirløn haldast uttanfyri skatt- skyldugu inntøkuna hjá løntakaranum EFTIRLØN Heri á Rógvi Reglarnir viðvíkjandi eftir- lønum eru nú broyttir nak- að. Fyri tann einstaka arbeiðstakaran kemur hetta ikki at merkja nakað. Tað er hinvegin arbeiðsgevararnir, sum fara at leggja hetta til merkis, tí tað verður eitt lítið sindur lættari at halda skil á bókhaldinum. Við nýggju reglunum, sum komu í gildi 10. apríl, skal løntakarin framyvir ikki taka egin inngjøld til eftirløn við skattskyldugu inntøkuna. Løntakarin hev- ur tí heldur ikki nakran frá- dráttarrætt í skattskyldugu inntøkuni, og sleppur nú heilt frá at hugsa um skattligan frádrátt, tá ið talan er um eftirlønir, har arbeiðsgevarin er við. - Ein løntakari skal ikki, tá ið skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, taka tey gjøld við, sum hann sjálvur og arbeiðs- gevari hansara rinda til arbeiðsgevaraeftirlønarskip an, sum vissar løntakaran- um ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftir- lønarinntøku ella eina kapitalútgjalding. Tað er tó ein treyt, at tað í eftir- lønarsáttmálanum er til- skilað, at løntakarin ikki kann avhenda, veðseta ella á annan hátt ráða yvir gjaldinum saman við ren- tum, øðrum vinningi, bon- usi v.m., so leingi talan er um eina eftirlønarskipan, sbr. § 1H, og at kreditorar hansara ikki í sama tíðar- skeiði kunnu halda seg skaðaleysan í hesum gjøld- um, stendur at lesa í stykki trý í Løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 26. mars 2002. Nýggj nevnd fyri Landsbankan Broytingar í rentutryggingarlógini: Inngjaldið skattafrítt Tað verður enn lættari at spara saman til teir gyltu eldradagarnar av lívinum Og 1. juli fara fýra næmingar til Skot- lands at umboða føroysku litirnar í European Business Game SKÚLAR Heri á Rógvi Hósdagin 27. juni kl. 14 fáa ellivu næmingar handað prógv í hægri útbúgving innan fiskivinnu (stytt: HIF). Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður og fiska- sølumaður, heldur røðu fyri næmingunum. Í ár eru liðin ellivu ár síðani, at teir fyrstu næm- ingarnir fingu prógv frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. 116 fólk hava síðani tikið endaligt prógv á skúlanum. Seinnu árini hevur ein av aðaltáttunum hjá Fiski- vinnuskúalnum verið European Business Game, sum skúlin í fleiri ár hevur vunnið. Lið frá skúlanum hava eisini vunnið evro- peisku kappingini. Aftur í ár eru tað næm- ingar av Fiskivinnuskúl- anum, sum skulu tørna út fyri Føroyar og føroyskar skúlar. Teir fýra næming- arnir, sum er á liðnum, fara 1. juli til Skotlands at lut- taka í evropeiska endaum- farinum av kappingini. Kappingin verður í býnum Inverness, og møguleik- arnir at vinna skuldu verið góðir. European Business er ein kapping, har ein bólkur av næmingum skal gera eitt fiktivt virki við einum fiktivum produktið, men alt skal gerast sum um, at tað er veruligt. Roknskapir, skráseting v.m. skal alt gerast. Nýggj útbúgving Nógv hevur verið at hoyrt um Fiskivinnuskúlan sein- astu vikurnar, tí hølisvið- urskiftini ikki eru nøktandi, men tað var ætlaða keypið av bygningi heldur ikki. Hvussu er og ikki, so byrja sum støðan er nú sekstan nýggir lærlingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmann eftir summar- frítíðina. Jú, talan er um lærling. Tað er átta alara- lærlingar og átta fiskavirk- arar. Nøvnin siga kanska mest í sær sjálvum um, hvat lærlingarnir skulu læra um í lærutíðini. Talan verður um, at lærlingar vera eitt ár og tólv vikur á skúlanum, har teir skulu hava læru- greinir á C-støði, sum er lægsta støði á Fiskivinnu- skúlanum. Útbúgvingin byrjar, hóast myndugleikarnir ikki hava fingið greiðu á, hvar og hvussu verður við Fiski- vinnuskúlanum. Útbúgvingin er úrslit av samstarvið millum mynd- ugleikarnar, skúlan og vinnuna. Liðug á Fiskivinnuskúlanum Tann nógv umrøddi Fiskivinnuskúlin í Vestmanna byrjar við somu hølum og nýggjari útbúgving eftir summarfrítíðina 9 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Opel Corsa 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Nissan King Cab 4x4 DieselTurbo blágráur, 2 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 130.000 Peugeot 306 Hdi 2,0 St.car svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 60.000 km. 120.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,4 reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 105.000 km. 68.000 Opel Corsa 1,2S reyður, 5 hurðar, árg. 1990, 120.000 km. 10.000 Nissan Primera 1,6 svartur, 4 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 110.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Astra 1,7Dt beige, 5 hurðar, árg. 1996, 95.000 km. 85.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 104.000 km. 10.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Saab 900 S reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 119.000 km. 98.000 Ford Escort 1,6 gráur, 3 hurðar, árg. 1992, 179.000 km. 18.000 Gevið gætur: Bilarnir á listanum kunnu verða seldir Saab 900 reyður, 3 hurðar, 12.000