leygardagur 8. mai 1976síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FS
|-
£
I;
er
Í
Nr. 34 — 8. mai 1976
Stórbroytingar
í fiskiveiðuni
Toskaveiðan er minkað úr 95.000 tonsum niður í
56.000 tons, meðan veiðan í Norðsjónum er
vaksin úr 3.000 tonsum upp í 181.000 tons seinastu
10 árini.
Umframt, at tað er farin ein stór broyting fram í
sjálvari veiðuni, eru eisini veiðuleiðirnar nógv
broyttar. Veiðan á fjarleiðunum er minkað úr 57
prosentum niður í 9 prosent av samlaðu veiðuni,
vísa tølini frå 1965 og tey nýggjastu tølini frá 1975.
Longu í 1962 fór fiskiveiðan á
fjarleiðunum at minka. Aftaná
fiskimarks-útflytingina í 1964
kom rættilig broyting í. Meðan
foroyingar í 1965 bert veiddu
20.000 tons við Feroyar, var
henda veiðan í 1975 komin upp í
10.300 tons. Afturimoti er veið-
an vid Grønland, sum fyri 10
årum sidani var 66.100 tons,
fallin heilt nidur i 10.000 tons.
Við Island veiddu føroyingar í
1965 8.500 tons, við New Found-
land 15.500 tons, í Norðsjónum
3.100 tons og á oðrum leiðum
31.500 tons.
Hesi tølini eru í 10-åraskeid-
num ógvuliga nógv broytt, ser-
liga veiðan í Norðsjónum. Tølini
fyri hesar leiðir fyri 1975 síggja
soleiðis út: Ísland 15.500 tons,
New Foundland 10.400 tons,
Nótaveiðan, sum var í síni
byrjan í 1965, er vaksin úr
21.000 tonsum upp í 121.000
tons i 1975.
Byti eftir fiskasløgum
Fyri 10 årum sidani veiddu
foroyingar 95.100 tons av toski.
Henda veiðan er minkað niður í
55.800 tons. Veiðan av hýsu er
ikki nógv broytt frá 7.800
tonsum upp í 9.900 tons. Veiðan
av upsa er vaksin úr 1.400
tonsum upp í 4.000 tons. Silda-
veiðan úr 34.600 tonsum upp í
37.800 tons, meðan veiðan av
makreli, idnadarfiski og ødrum
fiskasløgum er tann stóra
vakstrarbroytingin.
Fyrstu tølini fyri makrel og
ídnaðarfisk eru frá 1970. Tað
árið veiddu føroyingar 2.100
Fiskiveiðan við Feroyar tveyfaldað seinastu 10 árini og ráfiskaland-
ingarnar tí øktar. Vøksturin av råfiskalandingunum komst av, at
fiskimarkið varð flutt ut í 1964, og at menn fóru at byggja
fiskivirkir.
Norðsjógvurin 182.900 tons og á
ødrum leiðum veiddu føroyingar
í fjør 26.900 tons.
Samlaða veiðan í 1965 var
144.900 tons, meðan samlaða
veiðan í fjør var 286. 100 tons.
Saltfiska-urtøkan
var minkandi
Høvudsatvoldin til ta storu
broytingina var, at urtøkan hjá
saltfiskaskipunum var mink
andi. Tad var torført at manna
skipini og fáa endarnar at røkka
saman. Ti løgdu utgerdarmenn
veiðuna um. I 1964 foru menn av
ålvara at seta kraftblokk og
asdic i linuskipini og foru at
veiða sild við not, meðan ongar
tekniskar broytingar fóru fram
innan saltfiskavinnuna
tons av makreli. Seinasta ár var
henda veiðan komin upp í 25.100
tons. Veiðan av idnadarfiski fyri
1975 er 77.000 tons. Fyri fimm
árum síðani var hon 32.000 tons
Undir onnur fiskaslog koma
13.000 tons av brislingi, 17.000
tons av lodnu og 5.500 tons av
rækjum veiður, sum einki
høvdu upp á seg fyri 10 árum
síðani
Skittfiskaveiðan, sum jú var
ókend í 1965, kom í fjør upp á
77.000 tons. Hevdi prisurin á
fiskamjøli ikki verid so vånalig
ur, høvdu veidutølini fyri skitt
fiskaveiðuna togað upp móti
120.000 tonsum
Landingarnar av feskfiski eru
fimmfaldaðar úr 11.000 tonsum í
1965til 53.000 tons seinasta år
grundarlagið undir flaka
virkjunum
sosialurin
Vaktar- og
bjargingartænastan
til Klaksvíkar
Á býráðsfundi í Klaksvík
seinasta týskveld varð eitt
uppskot um at heita á lands
stýrið um at leggja høvuds
staðina hjá foroysku vaktar
og bjargingartænastuna í
Klaksvík, samtykt
Í uppskotinum verður vist
á, at nógv hevur verið tosað
um decentralisering av skúla-
skapi og almennari umsiting,
og hildið verður, at tað er
náttúrligt at leggja vaktar
og bjargingartænastuna í
Klaksvík, sum jú er landsins
fremsta fiskivinnupláss
Lendingin longd
Í fjør varð lendingin við Eiði í
Svinoy longd við 7-8 metrum.
Samlaða longdin er nú 23
metrar. Tad, sum gjørt varð í
fjør, botti munandi um lend
ingarviðurskiftini, men betri
hevði verið, um lendingin
varð longd nakað afturat. Øll
játtanin til lendingina við
Eiði er brúkt, so skal meiri
gerast, má søkjast um størri
jattan
Annars frættist úr Svinoy,
at har er lítið fólk heima, og ti
er ongin útróður. Onkur er á
floti av og á fyri at fáa sær
eitt kók, men minni er til av
smáfiski nú, enn verið hevur.
Yvirtaka
allan trolaran
Ein av fyrstu døgunum fer
pf. J.F. Kjølbro at yvirtaka
allan partapeningin í nýggja
Skálaberg. Tá trolarin kom,
átti partafelagið Kjølbro 67
pst av partapeninginum,
meðan hini 33 pst. av parta
peninginum vóru norsk. Fel-
agið ætlar nú at yvirtaka hesi
33 pst. eisini
Annars hevur Skálaberg
havt góðan fiskiskap á fyrsta
túrinum. 10 teir fyrstu dag
arnar fingu teir 275 tons, og
má hetta haldast at vera
sannur rokfiskiskapur
kring oyggjarnar
Lítil útróður
Ur Klaksvik verður sagt frå
lítlum útróðri seinastu tíðina
Veðrið hevur ikki verið til
vildar, og eisini var streym
urin harður í seinastu viku
Mikudagin í hesi vikuni vøru
nakrir bátar úti, men var
fiskiskapurin yvirhøvur smá
ligur. Frammanundan høvdu
bátarnir góðan fiskiskap við
linu. Teir lógu javnan úr 7
uppi 10.000 pund, og onkur
kom heilt uppi 15.000 pund
eftir eini setu. Storsti partur
in av veiðuni var hýsa
Várróðurin við snellu tyk-
ist at vera av fyri í ár
Klaksvikingar lata væl at
fiskiskapinum við snelluni í
vårtidini, men siga at tað
hevur viðrað verri í ár enn
hini árini
Av línuveiðu
Mánadagin avreiddi Kvikk
180.000 pund av línufiski
undan Íslandi, og hósdagin
kom Polarstjørnan á Klaks
vík við 170.000 pundum. Teir
hava roynt undir Íslandi og
undir Førovum
Í løtuni eru linubåtarnir á
festfiskaveiðu fimm í tali
Hinir triggir eru Jákup B,
Klakkur og Jógvan 8. Jógv
an S er við Rock All, meðan
hinir báðir eru undir Íslandi
Gera veg
niðan frá lendingini
I Kunoy er ætlanin at fara
undir at gera veg niðan frá
lendingini. 200.000 kr. eru
játtaðar til hetta endamál, og
ætlanin er at fara undir
arbeiðið nú. Heini. Heinesen,
byggimeistari úr Kunoy, skal
standa fyri arbeiðnum
Eins og í hinum bygdunum
er tað eplaveltingin, sum
upptekur menn í letuni, og
eisini í Kunoy velta oll húski
til egið brúk
Seyðurin er væl fyri, verð
ur sagt úr Kunoy, og |!
onkrum hagaparti er ein trið
ingur av lømbunum komin.
Lítil fuglur
Ur Fugloy verður sagt, at har
er ongin útróður og ongin
fuglur. Sagt verður, at fugl-
urin er minkaður ár undan
ári, og at ringast var í fjør
Ein eldri fuglingur, sum vit
høvdu eitt pråt vid, segåi, at
hann hevdi ikki smakkad
lomviga i fimm år
Utr6dur er ongin. I Hattar-
vik arbeida menn uppå vegin,
sum gjørdur verdur millum
Hattarvik og Kirkju, og kir
kjumenn manna ikki båt til
útróðrar
Skattaålikningin er lokin
og skattainntøkan er 1 mill
218 tus. kr. Hetta er nakad
meir enn i fjør. Skattapro-
sentid er 7, og skattaborgar
arnir eru 52 i tali
Fuglingar lata væl at
lembingini Annars takast
menn við at seta niður epli
Áður veltu fuglingar epli til
sølu. Men eftir at eplaprísur-
in fyri nokrum árum síðani
Avskipingar
Mikudagin var
Klaksvík eftir 60 tonsum av
flaki til USA. Sama dag
Ískap á
fermdi Ravnur 60 tons av
saltfiski til Noregs. Hósdagin
var Blikur á Klaksvík eftir
100 tonsum av saltfiski til
fiskur verður
Italia. Hesin
uppskipaður í Danmark og
sendur hadani til Italia
Mikudagin var Arnatindur
á Klaksvík við stykkjagóðsi
Trolararnir heim
[ysmorgunin kom Sunda
berg á Klaksvík. Teir meta
veiðuna til 820 tons. Fiskurin
verður lagdur upp uti á
Skála. Sundaberg hevur verið
burturi í góðar triggjar man
aðir
Siurdarberg, sum for 10
dagar seinni, er eisini vænt
andi nakað skjótt Hann
hevdi 730 tons inni seinasta
sunnudag. Teir vóru inni eftir
60 tonsum av salti næstsein
asta friggjadag og fara iva
leyst at sigla, tá henda vikan
ér uti
Kommunan keypt
Biskupstød
Klaksvikar kommuna hevur
keypt ognina å Biskupstød
sum pf. J.F. Kjølbro lysti til
sølu fyri stuttum. Keypspen
ingurin er 1,5 mill. kr
Storur åhugi var fyri ogn
ini. og tilboðini vóru fleiri
Klaksvíkar kommuna heyrði
hægsta bod, ið sum nevnt var
uppá 1,5 mill. kr., meðan
Keypsamtøkan lå næst við 1
mill. 470 tus. kr
umfatar
krambúðina á Biskupstoð,
klædnabúðina bilhúsið
neyst og hjall. Lendið undir
Ognin gomlu
hesum bygningum er uppa
).200 kvm
Ætlanin hjá býráðnum er
at nýta klædnabúðina til
bókasavn. meðan støda enn
ikki er tikin til, hvat hinir
bygningarnir skulu nytast
til
A [| [É[ [[f[ [| [| [||
fall, velta menn nu einans til
husbruk