Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 spstalurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Blaðið Vit skriva í dag tann 3. juli. Seinast skrivaðu vit 8. mei. Í hesum millumbili er eingin Sosialur komin. Grundina kenna vit oll — arbeiðs- steðgurin á prentsmiðjunum. Sjálvandi hugsaðu tygum, at blaðgjaldið fór at verða broytt samsvarandi longdina av steðg- inum, og at fult haldaragjald ikki fór at verða kravt. Tað hava vit tó ikki gjørt. Partvist tí vit frammanundan kundu siga, nær arbeiðssteðg- urin var av og hinvegin, at vit í ár ikki leggja stilt í summarfrítíðini, tí so stórt glopp kom í vegna steðgin. Hóast tað ongum er dult, at okkara blaðútgáva hevur havt tungt við at standa seg figgjarliga, er tað okkara vón, at tað skal eydnast at útgeva Sosialin í framtíðini, ikki bara sum eitt tíðindablað, men líka so nógv eitt málgagn fyri Javnaðarflokkin. Tað hevur eydnast at byggja upp eina prentsmiðju, sum er for fyri at gera væla- arbeiði. Somuleiðis hevur tað eydnast at fáa eina blaðmannaleiðslu, soleiðis at vit síggja okkum førar fyri at halda fram í góðum treysti. At stuðulin frá haldarum, lesarum og lýsarum er neyðugur, er ein sjálvfylgja. Í fyrra hálvári hevði blaðið eina so stóra framgongd í haldaratali sum ikki áður. Vit vóna, at henda framgongd stendur við, og at haldaratalið kemur upp á eitt stødi, soleiðis at figgjarstød- urnar gerast betri og tessvegna eisini dygdin. Sosialurin heitir tí á tykkum, sum eru góð við blaðið og ynskja tí góða lagnu, um at styðja blaðútgávuna. Tað gerst best við at gerast haldari og mæla fólki til at gera tað sama. Lesnaður fyri alla familjuna sosialurin Nr. 35 — 3. juli 1976 dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Getu, altarg., J. Weihe í Fámjin, altarg., J. Follend í Rituvik kl. il, altarg., J. Magnussen og Lisbeth Michelsen i Klaksvik kl. 11, J. Magnussen i Årna- firði kl. 12,30, A. Tórgarð í Kvívík kl. 12, P. Petersen í Vestmanna kl. 11, P.M. Ras- mussen við Norðskála kl. 11, altarg., og við Gjógv kl. 18, Høgni Poulsen í Miðvági og K.O. Videro í Sandvik. Meinigheitshúsið í Havn Fundur sunnukvøldid kl. har Adrian Johansen, bodari talar. Adventista- samkoman Í dag kl. 9,30 bíbliugransk- ing, sidani gudstænasta vid V. Tomason i Adventista- skúlanum vid Hoyvikstjørn. Brúdleyp Í dag giftast í Havnar kirkju Annemia Forná, Kvivik, og Maggi Olsen, Rituvík. Adr.: Hotel Hafnia. Í dag giftast í Skiva Adal- gunn Rasmussen, Tórshavn, og Peter Hadrup, Skive. Adr.: Dalgasalle 53 tv., c., 7800 Skive. Sunnudagin giftast í Store Hedinge kirkju Elvira Poul- sen, Klaksvík, og Jergen Steen Hansen, Store Hedin- ge. Adr.: Mollevænget 18, ST. Hedinge. Fríggjadagin, hin 2. juli 1976, giftast í tí svensku sjómanskirkjuni í Liverpool skipari Magne Chr. Ósá, Klaksvík, og Carol Ann Hul- se, Liverpool. Brúdleypsad- ressa: 154, Bedford Road, Bootle 20, Liverpool. Ensk-føroysk orðabók 700 reglur á føroyskum. Hetta er heitið á einum hentum bóklingi t.d. hjá vitjandi ferðafólki. Aftast er ein orðalisti. Annars stendur frágreiðing um, hvussu bóklingurin eigur at verða nýttur. Tað vóru teir F. Jordan og J. & M. Ziska, sum skrivadu bóklingin, ið á fyrsta sinni kom út í 1940. Hann er fleiri ferðir síðani endurprentaður, og henda út- gávan, sum Prentstovan stendur fyri, er tann sætta. Bóklingurin, sum eisini er prentaður á Prentstovuni, er 60 síður til støddar í lítlum broti. Hann kostar 12,40 kr eintakið. Framsyningarnar eru opnar: mánadag-friggjadag kl. 10-12 og 14-16 leygardag-sunnudag kl. 15-17 Í Dúvugorðum í Saksun eru fastar tíðir: Hvonn dag kl. 14-18. Um størri bólkar á útferð, skúlaflokkar o.t. skulu hava serstaka avtalu, verða teir bidnir um at venda sær til Fornminnissavnið, tlf. 12259 og 14163. Føroya Fornminnissavn Føroya Jarðfróðissavn 3800 TORSHAVN (5) STRANDFARASKIP LANDSINS Uttanlanda í summar á føroyskum kjøli Í tidarskeidinum frå 9. juni til 14. september siglir SMYRIL hesar uttanlandstúrar hverja viku (klokkutidirnar eru lokaltíðir): TORSHAVN - BERGEN mikudag kl. 13.00 BERGEN - TORSHAVN hosdag kl. 15.00 — TÓRSHAVN - SEYDISFJØRD friggjakveld kl. 24.00 SEYDISFJØRD - TÓRSHAVN leygardag kl. 20.00 TÓRSHAVN - SCRABSTER sunnukveld kl. 23.00 SCRABSTER - TÓRSHAVN mánadag kl. 16.00 Viðmerkjast skal, at tað er trongligt við ferða- seðlum á Noregsrutuni í tíðarskeiðinum frá 20. juni til Olavsøku. Ferdasedlar og allir upplysingar fåast å Ferda- mannastovuni, Kongabrúgvin, 3800 Tórshavn, tif. 13836. STRANDFARASKIP LANDSINS