Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 39 — 17. juli 1976 sostakirin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur i ”Bladstjori: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Bladmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting e oo eo , Fiskimarkið út Nú kom so fráboðanin um, at vit eisini skulu flyta fiskimarkið út. Henda avgerð kemur jú ikki óvæntað, og hon er so seinasta stig í eini gongd, sum hevur vart fleiri ár. Stig fyri stig eru vit troðkaðir burtur av okkara vanligu fjarleiðum, soleiðis at t.d. við Canada hava vit mestsum eingi fiskirættindi eftir. Tá so øll tey lond, har vit vanliga fiska koma, koma at hava 200 fjórðinga fiskimark innan fyri nakrar mánaðir, so er einki hjá okkum at gera uttan at fylgja við. Summi meta hetta sum eina stórhending, meðan kanska onnur halda tað vera eitt afturstig, at vit bert skulu hava okkara egna landgrunn at líta á, men hvat ein enn heldur, so hava vit einki í at velja uttan at laga okkum til hesar nýggju umsteður og at royna at fáa sum frægast burturúr. Útrokningar vísa eisini, at um vit einsamallir fiska alt tað, sum kann fiskast undir Føroyum, so hevur hetta eitt útflutningsvirði, sum svarar umleið til okkara núverandi útflutning. Men hóast hetta, so er tað á ongan hátt eins lætt og at siga tað at skula fáa fulla nyttu úr teimum fiskastovnum, sum finnast innan fyri okkara komandi fiskimark. Veruleikin er jú tann, at stovnurin av virðismiklum fiski, sum hýsu og toski, er rættiliga lítil undir Føroyum, og virði av hesum fiskaslogum, um vit fiska tað, sum er tilráðiligt, er bert helvtin av okkara núverandi útflutningi, og møguleikarnir fyri at økja um veiðuna eftir toski og hýsu eru rættiliga av- markaðir. Av upsa kunnu vit veiða 50.000 tons árliga, men seinastu árini hava vit bert veitt 3-4.000 av hesum fiski. At vit hava veitt so lítið av upsa kann benda á, at tað er ti, at tað ikki hevur loyst seg, og veruleikin er eisini tann, at upsi vanliga hevur ógvuliga lágan pris, í hvussu er, tå sammett verður vid prisinum á toski og hýsu. Harafturat eru trupulleikar við at finna nóg góðar marknaðir fyri upsa, hóast hetta í letuni er frægari, enn tað hevur verið. Av eðrum stovnum kann nevnast brosma, longa og kongafiskur, og her eru prisvidur- skiftini nakad tey somu sum vid upsanum. Hetta verdur bert nevnt fyri at visa å, at tad eru ikki allar súður syftar fyri tað, at lands- stýrið hevur samtykt at flyta fiskimarkið út. Tað eru nógvir spurningar og trupulleikar, sum skulu greiðast, áðrenn vit kunnu fáa fulla nyttu burtur úr okkara landgrunni. Fiskirannsóknir skulu til. Nevnast kann, at higartil hava vit bert veitt upsa við húki, og kongafisk t.d. hava vit als ikki veitt. Neyðugt verður við nýggjum marknaðum, so vit kunnu fáa nakað fyri tann fisk, sum vit nú skulu til at veiða, og flotin skal eisin umskipast til hesi nýggju viðurskifti, og tað verður í hvussu er ikki bíligt. Men vit hava tó tað álit á landsstýrinum, at tað arbeiðir við at loysa øll hesi vandamál, og verður hetta gjort til lítar, so rokna vit eisini við, at vit fara at kunna lívbjarga okkum framyvir, eisini undir hesum broyttu um- stoðum. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Fol- lend á Strondum kl. 11, J. Weihe í Hvalba, K.O. Viderø í Øravik, Eivind Vilhelm i Havn, altarg., Vesturkirkjan lestur, Martin R. Jacobsen % Kirkjubø, Hans J. Joensen i Hesti, altarg., T. Beder i leirvik, altarg., Høgni Poul- sen i Sørvågi og J. Magnus- sen i Klaksvik. Adventista- samkoman I dag kl. 9,30 fp. bibliu- gransking, sidan gudstænas- ta vid P. Berg i Adventista- skulanum vid Hoyvikstjørn. Evangeliihúsið Telefonandaktin: 12266. Olavsøku- gudstænastan I år prædikar S.J. Joensen, Viðareiðisprestur, við ólav- søkugudstænastuna í Havn- ar kirkju hosdagin 29. juli kl. 11. telefon Filadelfia Telefonandakt alt samdøgrid å tlf. 14880. KFUK-titlingar Tær, ið skulu weekend til leynavatnsleguna, meta í dag í KFUK kl. 8,45 fp. Bussurin koyrir kl. 9. Diétassistentprógv Mariann Patursson úr Kir- kjubø hevur sum fyrsti føroy- ingur tikið prógv sum klin- iskur diétassistentur við Aar- hus Universitet við karakter- inum 13. Brúdleyp Í dag giftast í Havn Katrin Dam, klinikkassistentur, og Poul Sloan, skipari. Í dag giftast í Klaksvík Sigrid Mortnesen, Argir, og Bjarti Thomsen, Klaksvík. Í dag giftast í Klaksvík Johanna Heinesen, Klaksvík, og Tummas Haraldsen, San- davágur. VATNVEITING, HITAVERK, SANITET? biðið um tilboð frå okkum BLIKKSMIÐJUARBEIÐI Vit hava alt tilfar bæði til hitaverk og sanitet Øll nýtt slóg av rørum og rørdeilum P/F MARIA POULSEN tif. 12000 - 12001 Lysid i sosialinum Telefon 1225 Teiex 21 Ur Køben- Ur Ur Halm- Ur I Skip havn Alborg stad Leith Feroyum BLIKUR 22/7 20/7 26/7 RAVNUR 22/7 26/7 LÓMUR 29/7 27/7 2/8 SKIP 27/7 28/7 2/8 BLIKUR 5/8 3/8 9/8 SKIP fermir i Drammen 29/7 SKIP fermir i Newcastle, Leith og Delfzijl medio august LPF SKIPAFELAGID FØROVAR | Svimijilærari við progvi sum livbjargari søkist til Klakksvikar Skúla fyri skulaårid 1976/77. Til sama skúla søkist lærarinna til at undirvisa i hondarbeidi 21 timar um vikuna eisini fyri skulaårid 1976/77. Umsókn verður send innan 1. august til Klaksvíkar Skúlanevnd Skiparaskeið Skeið fyri Skiparar byrjar aftur 10. august 1976. Klaksvíkar Sjómansskúli — eg havi lisið tað . Í sosialinum sjálvandi!! |