leygardagur 17. juli 1976síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a RE NE
Nr. 39 — 17. juli 1976
sosialurin
Glataðu Spælimenninir
å pallinum
i Sjó
nleikarhúsinum
Aarhus Teater gestur hjá Havnar Sjónleikarfelag
Komandi týsdag fær Havnar
Sjónleikarfelag vitjan av 14
sjónleikarum og tónleikarum frá
Aarhus Teater. Teir koma til
Havnar at framfera leikin Glat-
Caspar Koch hevur vitjað í
Feroyum fleiri ferðir
aðu Spælimenninir, sum Caspar
Koch hevur lagt til rættis eftir
skaldseguni hjá William Heine-
sen. Hesin leikurin varð fram-
fordur á Aarhus Teater í fjør.
Tað verða triggjar, møguliga
fýra sýningar. Fyrsta framfersl-
an verður fríggjakveldið, síðan
verður spælt leygarkveldið,
sunnukveldið og meguliga eisini
tyskvøldid, áðrenn leikararnir
fara avstað aftur til Danmarkar
seinni um kveldið.
Kærleikin til tónleik
Temaið í leikinum er kærleikin
til tónleik, og i framførsluni
hava leikararnir roynt at sam-
skipa tann livandi tónleikin og
spælið.
Í leikinum hoyra vit m.a. um
gamla Kornelius, sum byggir
vindharpur uppi í kirkjutorn-
inum, og synir hansara Sirius,
Kornelius og Moritz. Leikurin
sýnir, hvussu løgnu tónarnir frá
vindharpunum eta seg inn í
hesar menninar og altid krevja,
at teir liva í tónleikinum.
Tað ónda etur seg eisini inn á
spælimenninar, men teir royna
at taka hetta trýstið uttanifrå
við tolni. Teir hava sítt arbeiði
og eru annars felags um tónleik-
in.
Kreftirnar eru tó ikki nóg
stórar til, at teir kunnu yvirliva.
Glataðu spælimenninir eru dom-
dir at tapa, men hetta merkir tó
ikki, at tann Omusikalska um-
verðin vinnur. Bert eitt stendur
fast, og tað er trúgvin uppá
tónleikin í menniskjanum. Hesa
trúgv royna spælimenninir at
samla um unga Orfeus, sonin hjá
Moritz, sum eisini er tónleikari.
Hann er teirra einasta vón,
meðan teir sjálvir fara til grund-
ar.
Caspar Koch
vælkendur í Førøyum
Caspar Koch, leikstjóri, er væl-
kendur í Feroyum. Í 1972 var
hann her og vitjaði við einum liði
av sjónleikarnæmingum frá
Aarhus Teater. Tá Havnar Sjón-
leikarfelag framførdi Woyzek i
1974, var hann eisini i Føroyum
og hjålpti teimum vid leikinum.
Longu tå var hann komin langt
vid fyrireikingunum til Glatadu
Spælimenninar, og hann nytti
høvid at tosa vid William um
skaldsøguna De fortabte spille-
mænd, medan hann var i Føroy-
um.
Framførsluna av leikinum he-
vur Caspar Koch bygt upp
saman vid nøkrum leikarum frå
Aarhus Teater. Tad eru åtta
sjonleikarar og tonleikarar, sum
eru tiknir burtur ur vanligu
skrånni hjå teatrinum, og sjålvir
hava gjørt leikir undir leidslu av
Caspar Koch, sum teir hava
framført å ti minna pallinum å
teatrinum.
Glatadu Spælimenninir
eisini i Íslandi
Í Íslandi eru eisini ætlanir um at
framføra Glataðu Spælimennin-
ar. Sjónleikarar í Kópavági ætla
at framføra leikin í vetur eftir
einum handriti, sum teir hava
gjørt burtur úr handritinum hjá
Caspar Koch.
Seinni í summar fær Havnar
Sjónleikarfelag eisini vitjan úr
Íslandi. 24. august kemur Leik-
felag Reykjavíkar higar at fram-
fora leikin Skjaldhamar eftir
Jónas Árnason, sum eisini hevur
skrivað Hundadagakong.
Skjaldhamar hevur veirð óg-
vuliga væl móttikin í Íslandi.
Hann hevur havt meir enn 100
framferslur,og teir spæla hann
enn. Islendsku gestirnir verða
her í eina viku og skulu hava
framførslu í Havn
Frå Woyzek, sum Havnar sjánleikarfelag framtardi í 1974 við oser Koch sum leikstjóra
Viðgongur seg sekan
í áa drápum
Um vikuskiftið viðgekk 43
ára gamli vesturtýskarin Jo-
achim Kroll sítt áttanda sek-
sualdráp. Kroll varð handtik-
i
in í seinastu viku, eftir at
hann hevði dripið eina fýra
ára gamla gentu, skorið líkið
sundur og kókað suppu av
likamspørtunum.
Undir avhoyringunum við-
gekk Kroll, at hann hevur
dripið fleiri smágentur í
Ruhr-økinum hesi seinastu 20
árini.
Vesturtýska løgreglan hev-
ur illgruna um, at Kroll hevur
framt fleiri dråp, enn hann
vidgongur, og ti eru teir nú
farnir undir at kanna oøll
ógreidd dráp í Ruhr-ekinum
hesi seinastu árini.
Nixon mist rættin
at arbeiða
sum sakførari
Fyrrverandi amerikanski for
setin, Richard Nixon, sum
noyddist at leggja frå sær
orsakað av Watergate-gøl
uni, hevur mist rættin at
arbeiða sum sakforari í stat-
inum New York. Hægsti
rætturin í statinum gav við
fýra dómaraatkvoðum fyri og
einari ímóti sakførarafelag
num viðhald í sinum ákærum
móti Nixon.
Kanningarnar móti Nixon
byrjaðu i 1974, og ákærurnar
stava frá ymiskum hending
um i Watergate-goluni.
Nixon fekk loyvi at arbeida
sum sakførari i statinum New
York i 1963.
kring
knøttin
Spæla tónleik í
amerikanska
verjumálaráðnum
Amerikanski verjumáráð-
harrin Donald Rumsfeld vil
tryggja seg móti avlurtingum
á skrivstovum hansara í Pen-
tagon. Við at lata tónleik
spæla á skrivstovum sínum
heldur hann ikki, at tað er
møguligt at avlurta skriv-
stovuna við elektroniskum
avlurtingartólum. Í verjumå-
larådnum verða javnan kann-
ingar gjørdar vid mikrobylgj-
um fyri at avdúka møguligar
avlurtingar, men higartil ha-
va teir ikki verið varir við, at
nakar avlurtar skrivstovur-
nar.
Heimsins vakrasta
Tann 20-åra gamla Rina
Messinger ur Israel er vid
eina alheims vakurleikakapp-
ing i Hongkong utnevnd til
vakrastu gentu i heiminum.
Rina Messinger lesur vid
universitetid i Tel Aviv. Hon
fekk eftir utnevningina eina
peningagåvu uppå 60.000 kr.
umframt hópin av virdismikl-
um gåvum. Eisini hevur hon
undirskrivad ein såttmåla vid
eitt fjarsýnsfelag.
Florence Nigthingale
var ikki victoriansk
360 brev, sum Florence
Nigthingale skrivaði í 1910,
tá hon var 90 ára gomul
verða seinni í hesum mánað
inum seld á eini uppbodssølu í
London. Roknað verður við,
at søluprisurin verður umleið
50.000 kr., men hesi brovini
hava verið við til at skapt
eina aðra mynd av Florence
Nigthingale
I brøvunum
at Florence ikki var tann
framgongur
victorianska kvinnan, sum
hon seinni er gjørd til. Tvørt
urimoti var hon ein vitug
kvinna, sum helt seg til veru
leikan. Brøvini avdúka eisini,
at hon longu tå tosaði um
størri likarætt fyri kvinnur-
nar.